Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-05, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. september 1998síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| Nr. 167 — 5. SEPTEMBER 1998 Leiðarin: tíðindablaðið Allir foroyingar eru hjartaliga vælkomnir — Eitt sum eg leggi til merkis, er, at føroyingar framvegis eru gestablíðir og hjálpsamir. Føroyingar geva sær altíð tíð til at seta seg niður og práta við fólk, sigur Eirný Asgeirsdóttir, ið er dagligur leiðari á Ørkini í Reykjavík Í íslendska høvudsstadnum Reykjavík er nógv í at velja. Á Laugarvegnum, sum er høvudsgøtan, liggja mat- og kaffistovurnar á hvørjum horni. Tað eru eisini nógv stød at búgva í, tá tú vitjar í høvudsstadi = íslendinga. Kappingin millum tey stóru gistingarhúsini Esja og Borg er stór, og íslendska Flugleiðir er nú farið at gera pakkaferðir, har ferðafólk- ini búgva á hotellinum hjá flogfelagnum. Mitt í øllum hesum rok- inum í einum býi, sum fyri- reikar seg til túsund ára skiftið, liggur eitt føroyskt sjómansheim. Koyrir tú eitt sindur niðan frá miðbýnum, kemur tú til eitt sermerkt bygt hús, og yvir hurðini stendur Fær- eyska Sjómannaheimilið Ørkin. Brautarholt 29 er bústað- urin hjá føroyska sjómans- heiminum í Reykjavik, og haðani eru bert góðir tíggju minuttir til gongu oman í miðbýin. Eirný Ásgeirsdóttir er dagligur leiðari á Ørkini, og hon greiðir frá søguni um húsið: — Tað, sum teir flestu ís- lendimgar minnast, var gamla Sjómannastovan, sum var her í Reykjavík. Fyrr arbeiddu nógvir føroy- ingar í Íslandi, og tað var stórur tørvur á eini tílíkari stovu. Tað hevdi tydning fyri føroyingar at hitta aðrar føroyingar og frætta tíðindi heimanífrá. Tað gjørdist skjótt greitt, at Sjómannastovan var ov lítil, og í 1978 byrjaði ar- beiðið við at gera eitt før- oyskt sjómansheim í Rey- kjavík. Eitt stórt innsavn- ingararbeiði varð sett í verk, studningur varð fingin úr Føroyum, og fyrsta í áttati- árunum stóð fyrsti parturin av húsinum liðugur. Sjálvboðið arbeiði Hetta arbeiðið var fyri tað mesta sjálvboðið. Heilar familjur fóru til Reykjavík- ar í summarfrí — tey búðu í tí partinum, sum stóð uppi, meðan tey arbeiddu við at byggja restina. ; Her nevnir Eirný Asgeirs- dóttir Jens og Mariu Peter- sen úr Suðuroy, sum hava verið í Reykjavík síðani einaferð í fimtiárunum, og Jákup og Justu Mortensen. Jákup Mortensen var for- maður í bygginevndini, meðan kona hansara Justa var forkvinna í kvinnuring- inum, sum altíð hevur havt tætt samband við Ørkina. — Øll hesi fólkini høvdu ein dreym um at fáa húsið upp at standa — her skuldu føroyingar kenna seg heima og hava tað gott. Her skuldu sjómenninir kunna koma og kenna seg eitt sindur sum heima i Føroyum, tå teir høvdu verid leingi burturi heimanifrå, sigur Eirny As- geirsdóttir. Størsti parturin av húsin- um, sum tað sær út í dag, er rættiliga nýggjur. Hetta er eitt sermerkt byggisnið, og tað tók langa tíð at byggja, men í 1991 var húsið so EA EIN 21 — Her skuldu føroyingar kenna seg heima og hava tað gott. Her skuldu sjómenn- inir kunna koma og kenna seg eitt sindur sum heima í Føroyum, tá teir høvdu verið leingi burturi heimanífrá, sigur Eirný Ásgeirsdóttir um byrjanina til før- oyska sjómansheimið í Reykjavík vígt. Tridi leiðarin Fyrstu árini vóru Símun og Elin Hansen úr Skopun leiðarar. Tey gjørdu eitt gott arbeiði, ikki minst tí tað al- tíð er torført tey fyrstu árini, tá gongd skal fáast á. Eftir Símun og Elina vóru Jákup og Rósa Hansen, eisini úr Skopun, leiðarar í trý ár, og fyri tveimum árum síðani bleiv Eirný Ásgeirsdóttir leiðari. Hon er ikki føroyingur, og sjálv sigur hon, at tað einasta sambandið, hon hevur vid Føroyar, er, at hon kennir nógv fólk hidani. — Tað byrjaði við, at eg hjálpti eitt sindur til onkun- tíð, m.a. sum náttarvgrður. Tá Rósa og Jákup góvust, royndu tey at fáa onkran annan føroying sum leiðara. Men tey fingu bert fólk við stórum familjum, og hetta er helst ikki eitt arbeiði fyri familjufólk, eftirsum tað er nátt- og dagarbeiði, sigur Eirný Argeirsdóttir. — Sjálv haldi eg eisini, at tað kanska heyði verið betri, um ein føroyingur var leið- ari, men eg haldi meg merkja, at føroyingar eru glaðir fyri at koma her. Eirný vísir á, at tað hevdi verið allarbest, um tað hevði borið til at havt tveir leiðarar á sjómansheimin- um — ein føroyskan og ein íslendskan. Mynd: Alvur Haraldsen — Men vit mugu hjálpast við tí fólkinum, vit hava Hetta arbeiðið hevur eisini givið mær nógv — eg kenni betur føroyingar og før- oyskan hugsunnarhått. Eitt sum eg leggi til merkis, er, at føroyingar framvegis eru gestablidir og hjålpsamir Tad hava islendingar tiverri mist eitt sindur av. Her i Reykjavik skal alt ganga so skjótt fyri seg. Her eru ikki so góðar stundir, men før- oyingar geva sær altíð tíð til at seta seg niður og práta við fólk, sigur hon — At enda vil eg bert siga, at allir føroyingar eru hjart- aliga vælkomnir á føroyska sjómansheimið í Reykjavík — hetta er tykkara hús Starvsfólkið: Her eru Føroyar og Island broóðratjóðir — Eg kann so avgjørt mæla ungum føroyingum til at koma til Reykjavikar, sigur Andrea å Ripuni, sum arbeidir å Ørkini Um summarið, tá mest er at gera, arbeiða sjey fólk á føroyska sjómansheiminum í Reykjavík. Húsið hevur tann politikk, at tað helst skulu vera í gllum fórum tveir føroyingar millum starvsfólkini hesa tíðina. Ein av hesum er 23 ára gamla Andrea á Rípuni úr Klaksvík. Hon byrjaði at arbeiða á Ørkini fyrst í august og skal vera í eitt ár fyri fyrst. — Eg var her í Íslandi í — Sum føroyingur verður tú sera væl móttikin allastaðni. Fólk eru sera vinarlig, ikki minst aftan á skalvalopini á Flateyri og í Súðavík. Íslendingar hava ikki gloymt, at føroyingar savnaðu pen- ing inn tá, sigur Andrea á Rípuni um íslendingar Mynd: Alvur Haraldsen starvsvenjing frá Lærara- skúlanum í januar-februar og visti, at her fór at verða eitt leyst starv at søkja. Nú havi eg verið her í ein mán- að, og enn iðri eg meg als ikki um nakað, sigur hon. — Tað er nógv at seta seg inn í við at bóka og taka ímóti fólki. Eg havi ikki ar- beitt við tílíkum fyrr, men fái eg so eina hylling av, hvussu hotellarbeiðið er, og um tað er nakað, eg havi áhuga fyri. Andrea sigur, at eitt tað góða við at arbeiða á sjó- mansheiminum og ikki á onkrum ødrum, stórri ho- telli, er, at her fært tú allar møguligar uppgåvur. — Ein dag vaskar tú, ein annan dag ert tú í m6ttøk- uni. Eg havi hoyrt um onkr- an å Esju (eitt av teimum størru hotellunum i Reykja- vik, blåm.), sum bara eru gongsgentur, men tað hevði eg als ikki hildið út. Gott at lesa í Reykjavík Nógvir føroyingar kundu hugsað sær at farið til Ís- lands at arbeitt ella lisið, men setast aftur orsakað av eitt nú málinum ella stvdn- inginum. Tað skilir Andrea ikki so væl. -Eg kann so avgjørt mæla ungum føroyingum til at koma til Reykjavikar. Eg haldi, at universitetid her er á eins høgum stødi og tað er í Danmark. Nógv eru bangin um studningin, men tú fært tann danska stuðulin við tær yvir her, sigur hon - Tey flestu, sum koma, eru listarfólk — málarar og tónleikarar — men tey eru heilt fá, sum koma henda vegin fyri at útbúgva seg Tað kundi annars verið tað mest nærliggjandi, tí londini eru so eins, og Reykjavík er ein deiligur býur at búgva í. Tað er kanska eitt sindur dýrt at liva her, men um tú ikki ert bangin fyri at hava arbeiði við síðuna av, rokni eg við, at tað hevði verið meira gevandi at komið hendavegin enn at farið til Danmarkar. Um málið sigur hon, at tað fall henni lætt, og at um tú biður íslendingar tosa eitt sindur seinni enn vanligt, skilir tú teir, og øvugt. — Tað kann vera trupult at fáa eitt stað at búgva her í Reykjavík, tí sera nógvir íslendingar flyta eisini til Reykjavíkar nú. Men tú fært eisini sera góða hjálp til at finna eina íbúð o.a. Men um føroyingar koma hendaveg- in fyri at ganga i skúla, hevði eg rátt teimum til at komið eitt sindur fyrr, t.d til at arbeiða í summarfrí- tíðini fyri at læra seg málið 0.s.fr Fyri tveimum vikum síð- ani var føroyski landsstýr ismaðurin Signar á Brúnni í Íslandi, har hann m.a fundaðist við íslendska und irvisingarmålarådharran um at fáa eitt stórri samstarv í lag á skúlagkinum, so kanska fara fleiri skúlahug aðir føroyingar í framtíðini at venda eyguni móti út norði Feroyar eru Íslendska fólkið er rættiliga líkt tí føroyska við tí einu broytingini, at íslendingar hava lært at klára seg sjålv- ar, og tað situr nú djúpt í samfelagnum. Íslendingar meta heldur ikki føroyingar sum veruligar útlendingar, men sum breðrafólk — Sum føroyingur verður tú væl móttikin allastaðni Fólk eru sera vinarlig, ikki minst aftan á skalvalopini á Flateyri og í Súðavík. Is- lendingar minnast framveg- is, at føroyingar savnaðu pening inn til Súðavík og í veruleikanum góvu meir pr høvd enn íslendingar sjålvir gjørdu, og tað vóru teir rættiliga ovfarnir av, sígur Andrea á Rípuni.