Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. september 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 168 — 8. SEPTEMBER 1998 4 (Ð/R san Fo tíðindablaðið S08/2/U Andras Róin, stjóri á Fóroya Tele: - Sandoyggin kemur - ho ” = = VIð í utbyggingina — Í lótuni hyggja vit eftir um Sandoyggin kann takast við í útbyggingina eitt sindur fyrr enn ætlað, sigur Andras Róin, sum leggur aftrat, at tað eisini er ein spurningur um pening og tókni SVEINUR TRÓNDARSON Heimasandsmenn eru í ød- ini inn á Føroya Tele, ti fel- agið ikki ætlar sær at seta GSM skipanina í verk á Sandoynni. Sandoyingar eru samdir um, at tað kann ikki verða rætt, at tað ikki skal verða møguligt at brúka GSM tel- efonirnar heima á Sandi. Stødan er tann sama tå tað ræður um NMT900 telefon- irnar. Tær hoyrast í Skopun og uppi á vatninum millum Skopun og Sand, men so heldur ikki meira. Og or- søkin er tann, at skopuning- ar fáa signali av Streym- oynni, har øki kring høvud- staðin er so væl útbygt. Fartelefoni virkar soleið- is, at tað verða settar nakrar basisstødir upp ymsastaðni kring landid og tad er um hesar stødir, at tad fæst fatur å fartelefonfeløgunum kring landid. Sjålvandi alt eftir hvar teir eru staddir. I dag virkar bert NMT450 skipanin heima å Sandi og hon er ikki nóg trygg, tí hon kann avlurtast og til ber at »hacka« seg inn á skipan- ina. Hetta ber ikki til við teimum nýggju GSM tele- fonunum, sum eisini fáa fyri ein slikk í útlandinum, eitt nú í Danmark. Har hevur prísurin á tele- fonunum verði heilt niðri á 25 oyrum fyri eina telefon. Til sammetingar kann nevnast, at NMT telefon- irnar fáast úr góðum 1000 krónur, alt eftir góðsku. Tær bestu fyri umleið 3-4.000 krónur. So er spurningurin um tað kann verða rætt, at ein heil oyggj, skal haldast uttanfyri eina skipan, sum er tøkni- liga møgulig. Hetta hava vit spurt Andras Róin, stjóra á Føroya Tele um. — Tad sjålvsagt ikki er rætt at einki verdur gjørt fyri Sandoynna, men soleidis verður tað heldur ikki, sigur Andras Róin. — Eftir teirri upprunaligu útbyggingarætlanini var ikki ætlanin at seta basis- stødir upp á Sandoynni, men henda ætlanin er broytt og tað er væl møguligt, at vit framskunda ætlaninar soleiðis at sandoyingar koma fyrr við enn ætlanin leggur upp til, sígur hann. Andras leggur tó afturat, at tað verða óiva bara Skop- un og Sandur, sum í fyrsta umfari koma við í GSM- netið og orsøkin til tað er tøknilig og peningalig. — Tað kostar uml. 400 tús- und at seta eina basisstød upp og út frá einum búskap- arligum sjónarmiðið verður tað ikki møguligt, at taka tær heilt smáu bygdirnar við, sigur hann. Andras Róin vísir eisini til vidtøkurnar hjá partafel- agnum, sum hann er stjóri fyri. — Føroya Tele er ein fyri- tøka, sum tá árið er av, skal hava vinning. Annars er úr- slitið ikki nøktandi. — Fara vit út í fløgur, sum longu frammanundan vísa seg at geva stórt hall, so hava vit ein trupulleika at røkka úrslitinum um yvir- skot, og so er okkara arbeið- ið heldur ikki nóg gott, sigur hann. Føroyar toførar til GSM Andras R6in sigur, at Før- oyar eru torførar til GSM skipanina, tí hon er so við- brekin fyri fjøllum og teim- um hava vit sum kunnugt rikiligt av í Føroyum. Í Føroyum eru nógvar smábygdir, sum >fartele- foniskt< liggja soleiðis fyri, at tær bert røkkast av sjón- um, og ein slík skipan er ikki møgulig. - Men GSM skipanin gevur eisini møguleika at nýta »spegl« til at víðari- senda signalini við, og tann møguleikan eru vit í holt við at kanna nú, sigur Andras Róin. Eridium skipanin kann verða ein meguleiki Tøkniliga menningin er ikki steðga upp og minni enn so. I hesum mánaðinum verður ein satelittur skotin upp, sum skal hava júst tað endamálið at veita fartele- fonsamband til slík avsíð- isliggjandi stød. Henda skipanin verður kallað Eridium skipanin og Andras Róin metur, at hon kann verða ein møguleiki, fyri smáplássini. — Tað er væl hugsandi at henda skipanin kann fara at verða ein hjálp í framtíðini. Í byrjanini fer prísurin at liggja onkustaðni millum 15 og 20 krónur um minuttin, umframt at felagin skal hava eitt serligt apparat. Men eg rokni við at tá ein tíð er fráliðin, so er prísurin komin nógv longur niður og so er spurningurin um tað ikki er vert hjá okkum at fara at gera nýtslu av teirri skipanini, sigur Andras Róin, sum leggur afturat, at vit í hesum føri bara kunnu bíða og hyggja Tíkin í brúk í oktober Eftir upprunaligu ætlanini skuldi GSM skipanin verði tikin í brúk 1. juni, men hetta var útsett. — Orsøkin er, at tað í al- tjóða fartelefoni er eitt krav, at dataupplýsingarnir um hverja samtalu, skulu verða útlendska operatørinum í hendi í seinasta lagið 36 tímar eftir samtaluna, sum útlendingurin hevur gjørt í Føroyum og júst henda partin kláraðu vit ikki. — Krøvini í samband við Roaming avtalur etu sera strong, og tí hava vit útsett tíðspunkti. Men hálvan okt- ober verður skipanin tikin í brúk fyri føroysku felagar- nar, sigur Andras Róin. — Utlendsku felagarnir mugu so bíða til í seinasta lagið 1. januar, tá roaming- avtalurnar eru komnar upp á pláss. Heia Norge! Nu koma føroyingar á vitjan! Andras Róin, sum her roynir júst GSM skipanina sigur, at sandoyggin kemur vid í GSM útbyggingarætlanina og kanska fyrr enn ætlað Sandoyggin digitaliserað Andras Róin vil tó siga sandoyingum at tað er ikki alt, sum er keðiligt teirra vegna. — Vit fara at digitalisera sandoynna nú og tað er 5 ár áðrenn ætla. Hetta er eitt projekt, sum kostar umleið (Mynd: Jens Kr. Vang) tríggjar milliónir og tað fer at gera telefontænastuna í oynni munandi betri, sigur Andras Róin, stjóri á Før- oya Tele at enda Flúgv beinleiðis til og úr Noregi á jólum. Aftur í ár gevur Atlantic Airways tær meguleika at vitja skyldfólk og vinir í Noregi á jólum. Somuleiðis geva vit føroyingum í Noregi møguleika at koma heim á jólum. Kostnaður í DKK: Aftur/fram: Einvegis Ferðaætlan: Strekkið Fráferð: Koma: Hósdagin 17. des. — Førøyar- Bergen 1730 1935 Vaksin: Hósdagin 17. des. Bergen-Feryar 2030 20.40 Bern 2-12 ár Mánadag 04. jan. Feroyar-Bergen 07.00 09.10 Bemundir2 ár Mánadag 04. jan. B F 10.00 1010 Ferðaavgjald ikki íroknað. Gevið gætur at tíðirnar eru lokalar. 2.700,- 2000- 1.350,- — 1.000,- zm. 200,- ; Nærri upplysingar og bileggingar: Atlantic Airways Tel 333900 - Fax 333 380 Å øllum ferdaskrivstovum landsins.