Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. september 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 168 — 8. SEPTEMBER 1998 ítróttar - sostalurrn 13 Sperdu favorittarnir misnyttu ålitid, sum føroyingarnir høvdu á teimum og tiltuskadu sær einasta málið í øllum gðrum enn røttum ítróttaranda Tað vóru átjan sera vón- sviknir og nipnir føroyskir spælarar, sum saman við einum meiri ella minni knústum venjara, ið komu út úr mjørkanum og inn undir tak, eftir at finski démarin, Juha Hirviniemi, hevði brikslad fyri síðstu ferð. Skilagóði dómarin hevði ikki havt ábyrgdina av nøkr- um sviki, og kekkisku mót- stødumenninir kundu held- ur ikki åbyrgdast fyri nakad 6légligt, men tå hugsad verdur um yvirskriftina, sum heimskendi kekkiski forsetin, Vaclav Havel, hev- ur sett yvir måtan, sum hann hevur ynskt, at Kekkia skal mennast uppå, so kunnu vit ikki annað enn staðfesta, at tað er langt frá ynskjunum um moral og at vera heið- urligur og so til tað, kekk- isku favorittarnir vartaðu upp við smáar fimm min- uttir undan leikloki. Føroysku spælararnir og venjarin iðra seg um, at teir vóru so mikið naivir, men tað bøtist ikki aftur. Teir høvdu billað sær inn, at tå Hans Fr6di Hansen, sum ikki å nakran hått var kroystur, trillaði bóltin út av síðulinjuni, tí John Petersen lå skaddur inni á vellinum, so fóru kekkarnir at geva bóltin aftur, soleiðis sum tað plagar at vera gjørt, og so- leiðis sum tað í rundskrivi omaná rundskriv frá UEFA og FIFA hevur verið ásett. Kekkarnir kendu kata- strofuna nærkast við risafet- um, og so gloymdu teir fair play andan. Eftir innkastið úr seytjan metrum í høgru síðu endaði bólturin hjá inn- skifta Patrik Berger, sum ikki var á fyrsta listanum frá kekkunum, men kom við, tí Pavel Kuka var vorðin skaddur, hann legði innfyri, javnvágin í føroyska verju- spælinum, sum hevði verið framúr góð, var burtur, og so var Vladimir Smicer púra leysur. Føroyingarnir stóðu sum kånus, meðan kekkar- nir hålsfevndust. Føroyar royndu at kroysta útjavnandi málið igjøgnum, og serliga var tað væl spæl- andi Allan Mørkøre, sum var tætt við — ikki minst tá hann við vinstra beini flukt- aði dygst niðri við stólpa- Hagtøl Føroyar-Kekkia 0-1 (0-0) EM undankapping A Svangaskardi sunnudagin 6. september 1998, kl. 15.00 2.700 åskodarar 0-1: Vladimir Smicer 85. Føroyar: |. Jákup Mikkelsen, Herfølge - 4. Pól Thor- steinsson, B36, 5. Hans Fróði Hansen, HB, 2. Oli Johannesen, TB, 3. Jens Kristian Hansen, liðformaður, B36, 6. Henning Jarnskor, GI - 9. Allan Mørkøre, HB, 11. John Petersen, B36, 8. Julian Johnsson, Kongs- vinger - 7. Uni Arge, Leiftur (12. Magni Jarnskor, GÍ, 79.), 10. Todi Jónsson, FCK A beinkinum uttan at verða skiftir inn: 13. Arnbjørn Danielsen, B36, 14. John Hansen, KÍ, 15. Jákup Eli Olsen, B68, 16. Jens Martin Knudsen, Leiftur, 17. Símun Eliasen, Aarhus Fremad, 18. Jákup á Borg, B36 Gult kort: Allan Mørkøre 31. og Henning Jarnskor 34. Venjari: Allan Simonsen Kekkia: |. Tomás Postulka, Sparta Praha - 2. Karel Rada, FC Trabzonspor, 5. Tomås Votava, Sparta Praha, 3. Jan Suchoparék - 8. Karel Poborsky, Benfica (14. Radek Sloncik, Banik Ostrava, 81.), 4. Pavel Nedved, SS Lazio, 7. Jiri Nemec, liðformaður, FC Schalke 04, 11. Radek Bejbl, Atletico Madrid (Radoslav Låtal, FC Schalke 04, 81.), 6. Martin Cizek, Sparta Praha (18. Patrik Berger, FC Liverpool, 55.) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12. Roman Vonåsek, SC Lokeren, 13. Tomås Repka, AC Fioren- tina, 15. Michal Hornåk, Sparta Praha, 16. Ladislav Maier, Rapied Wien Gult kort: Pavel Nedved 56. og 84. Reytt kort: Pavel Nedved 84. (tvey gul kort) Venjari: Josef Chovanec Dómarakvartett úr Finnlandi: Juha Hirviniemi, Tap- io Yli-Karro, Markku Siivonen og Mika Peltola UEFA umboð úr Spania: Emilio Søriano Aladren rótina, har málverjin bjarg- aði sera væl — men so bríksl- aði dómarin fyri síðstu ferð, og tað tóktist ikki sum um nakað bilti sigursróminum hjá kekkunum, sjálvt um teir áttu at havt ringan ráka í munninum. Hevdið var við alla tíðina Tað kennist sum ein klisjé, uppafturtøka og endurtøka, og hvat vit kunnu kalla tad, at siga at føroyska liðið stóð seg væl, sjálvt um tað tapti, men vendingin hevur onga ferðina verið meiri upp á pláss, enn hon var hesa ferð- ina. Í 1. hálvleiki var eingin munur á, og í 2. hálvleiki, tå métstødumenninir roynd- u at seta ferdina upp, settu triggjar nyggjar menn inn, høvdu bóltin nógv meiri, royndu við fleiri langskot- um og høvdu ein góðan møguleika, sum Jákup Mikkelsen meistarliga par- eraði við blokadu, sum tað er meiri vanligt at síggja málverjar í hondbólti enn í fótbólti útinna, so var ong- antíð talan um føroyskt ráð- aloysi, tí spælararnir høvdu neyðugu kropsligu orkuna, og stødan bar sinniliga yvir- skotið við sær, sum skuldi til fyri at byrgja uppfyri næstan europameistarun- um, sum so langt í frá vóru nøgdir við gongdina og út- litini. Gamani hevdi føroyska liðið lyndi til at detta eitt vet ov langt aftur á vøllin, sum tað leið fram móti end- anum, men javnvågin í verj- uspælinum varð ongantíð burtur, og onkuntíð eydnað- ist at flyta spælið eitt sindur fram. Stjórnurnar kámaðust Kekkarnar spældu við Vrat- islav Lokvenc og Vladimir Smicer á toppinum. Jens Kristian Hansen og Hans Fróði Hansen (hóast hetta bara var onnur landsliðs- royndin, so spældi hann sum ein garvaður veteranur) hildu — væl stuðlaðir av Óla Johannesen — teimum í stuttum tjóðri, bæði á jørd- ini og í luftspælinum, Karel Poborský ætlaðist at hava týðandi leiklut í høgru, men Henning Jarnskor, sum í 1. hálvleiki gjørdi onkur mis- tók í uppspælinum, hevði hann í síni hulu hond, og í høgru funnu Allan Mørkøre og Pól Thorsteinsson (undr- unarvert at ein maður, sum næstan ikki kann stíga fótin til héskvøld kann spæla í 90 minuttir í altjóða fótbólti sunnudag) væl útav at tetta fyri Jan Suchoparék, Pavel Nedved og Martin Cizek, ið ætlaðist at hava sama leiklut í vinstru sum Poborský skuldi hava í høgru, soleiðis at heilt fáir — og eingir vandamiklir — høgir bóltar komu í brotsteigin. Allan Mørkøre, sum í út- gangsstøduni lá eitt sindur fremri og innari enn B36 maðurin, fekk gult kort á hálva tímanum og tað var týðuligt, at métstødumenn- inir royndu at spæla uppá, at hann skuldi fáa eitt aft- urat, men tað hjálpti væl móti hesi hóttanini, tá Pól Thorsteinsson og Allan Mørkøre býttu um pláss. Julian Johnsson arbeiddi sum ein hestur, og hann vann fleiri luftbóltar — íkki minst eftir longu og neyvu útspælini frá Jákupi Mikk- elsen. Kongsvinger maður- in bjóðaði seg eisini til nakr- ar ferðir í álopspartinum, tá hann fór framvið í vinstru, men hóast hann nú er yrk- isspælari, so er tað fram- vegis í verjupartinum og í mann móti manni stødun- um, at hann hevur sína styr- ki og ikki í uppbyggjandi partinum. Sum í Bosnia-Hersegov- ina var John Petersen, sum hevði arbeiðshestin og snar- ingspunktið í tí mesta kekk- iska spælinum, Jirí Nemec, ímóti sær á sentrala mið- vellinum, ein tann mest eyðsýndi — føroyingurin. Hann megnadi at vinna bóltar, at halda uppá teir og at spæla víðari, og hann hevði rættar støður. Tað var torført hjá Una Arge og Toda Jónsson á toppinum, og tú kundi onk- ra ferðina ynskt, at teir vóru betri samanspældir, men tað var um reppið, at saman- spæl millum teir báðar tíð- liga í 2. hálvleiki hevði før- oyskt leiðslumál við sær. Uni Arge smoygdi sær framvið einum í høgru, Álitið á kekkunum kostaði sensationina smekkaði flatt innfyri, bólt- urin streyk framvið málin- um, og Todi rakk akkurát ikki fram at stýra bóltinum í kassan. Sýnið vánaligt men góð útlit Hóast tvey tap á útivelli, harav tað í Estlandi kendist sera eyðmýkjandi, so tykist landsliðið framvegis hava áhuga millum føroyingar. Stórar partar av 1. hálv- leiki og allan 2. hálvleik gjørdi eysturættin, at mjørk- in lá so mikið tjúkkur om- anyvir Svangaskarð, at tað bilti við sýninum. Finski dómarin segði seg kortini ongantíð hava trupulleikar av at fylgja við, og so varð dysturin avgreiddur eftir á- settu tíðini. 2700 áskoðarar tóku á við føroyingum, og i 86 min- uttir bara vaks trúgvin uppá, at tað fyri fyrstu ferð á Svangaskarði skuldi fara at bera til at fáa stig frá einum av teimum stóru í Europa. Men so var tað, at føroy- ingarnir roknaðu við kurt- eisni og ítróttaranda, sum sømir seg. Kekkarnir settu møguleikan at fáa stigini hægri, og í avrokningini fer til allar tíðir at standa, at Kekkia vann 1-0 á Svanga- skarði 6. september í 1998. Hvussu teir fingu málið, fer skjótt at verða gloymt í Kekkia og ivaleyst kring um í Europa. Men tað verð- ur leingi, áðrenn sviðin frá hasum vónbrotinum verður burtur heima á klettunum jh Onkuntíð var eisini trongligt frammanfyri kekkiska málverjanum, sum her. men skallarin hjá Kongsvinger-manninum fer beint við síðuna av málinum tá Julian Johnsson er hægstur, Mynd: Alvur Haraldsen