Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. september 1998síða 14

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Hans Fróði Hansen og Jákup Mikkelsen steðga einum kekkiskum álopi Mynd: Jens Kr. Vang Hans Fróði: Tað stendur væl til við landsliðnum EmiL L. JACOBSEN Hans Fróði Hansen hevur nú spælt tveir teir seinastu landsdystirnir í miðverjuni hjá føroyska landsliðnum Móti Kekkia vardi hann tann langa áleyparan Vrati- slav Lokvenc frå Sparta og hesin hevði, eins stin av kekkiska liðn- ra fáar møguleikar til at vísa sítt virði — Teir vóru so avgjørt til at tosa við, og seinastu løt- una vóru tað vit, sum høvdu trýstið á teimum. Tað, at vit klára at trýsta eitt so gott lið sum teirra so langt aftur, stendur væl til við føroyska NENNI landsliðnum, helt Hans Fróði aftan á dystin. — Eg sá ikki málið rætti- liga — tað kom helst av tí, at innkastið beint áðrenn 6- rógvaði og ørkymladi Eg hugsaði bara um mín mann, knappliga kom bólturin inn- fyri, og har stóð ein púra leysur. Har var ikki nógv at gera. Hans Fróði var eitt sindur vónsvikin av kekkiska liðn- um, sum hann heyði væntað sær meira av — Hatta eru jú fleiri av fyrimyndunum, sum allir fótbóltsspælarar hava, men eingin av teimum vísti tað stóra, segði Hans Fróði Hansen, sum nú má vera sjálvskrivaður til verjuupp- gåvurnar í Litavia og Skot- landi í næsta mánaði. — Vit skiftu verjuna út aft- an á dystin í Estlandi, og verjan hevur eftir mínum tykki staðið væl í teimum báðum dystunum síðani tað. Eg haldi tí ikki, at man kann vænta nakað annað til teir báðar dystirnar, sum koma nú, segði HB-maðurin, sum eftir øllum at dóma hevur eina fótbóltstilveru í útland- inum frammanfyri sær. Sum tey flestu munnu vita, var mjørki á Svanga- skarði sunnudagin, og til tíðir var tað torført at síggja úr enda í annan á vellinum. Hans Fróði Hansen helt tó ikki, at tað ávirkaði so nógv. — Fyri min part må eg siga, at eg eftirhondini eri vanur við at spæla í mjørka, m.a. frá Europa Cup. Men sjálvandi órógvar tað eitt sindur, tá tú ikki sært báðar endarnar á vellinum, og tú ikki altíð sært bóltin, tå hann fer upp í luftina. Hans Fróði var nøgdur við dystin, liðið og eisini sítt egna avrik: — Tá mín maður ikki fær mál, eri eg nøgdur við mitt spæl, segði hann. Mynd: Álvur Haraldsen Nr. 168 — 8. SEPTEMBER 1998 Jens Martin: Vit eru nógv betri nú Todi Jónsson iðraði seg um, at hann ikki fekk mál burturúr møguleikanum, sum hann fekk frå Una Arge At siga longu nú, at talan var um eitt trénuskifti millum stólparnar er at taka munnin ov fullan. Jens Martin Knudsen royndi í 1992, at Kaj Leo Johannesen fekk ábyrgd- ina av málverjuplássin- um í tveimum HM und- ankappingardystum á Svangaskarði, men so tók metmaðurin plássið aftur, og burtursæð frá einum undankappingar- dysti í Grikkalandi á heysti í 1995 hevur hann havt tað alla tíðina síðani tá, burtursæð frá í venj- ingardystum, tá venjarin hevur givið Jákupi Mikkelsen og eina ferð Bjarna Johansen møgu- leikan. Sunnudagin upplivdi Jens Martin Knudsen fyri fyrstu ferð, at Jákup Mikkelsen tók plássið frá honum á heimavelli — hetta var fyrsta ferðin yv- irhøvur, at Jákup stóð í málinum á Svanga- skarði, har hann hevur sitið á beinkinum sjey ferðir — men Jens Martin Knudsen sigur seg ikki vera tann mannin, sum bara gevur skarvin yvir og kastar frá sær, og hann ætlar at gera alt, sum tað ber til, fyri at vinna plássið aftur. Fyrsta royndin á tí leiðini verður longu í kvøld, tá Jens Martin Knudsen fer saman við Leiftri og Páll Guðlaugs- son til Akranesar at spæla landskappingar- dyst. Onkuntíð áður hevur Jens Martin Knudsen givið lidfeløgunum av grovfiluni, ti teir sidstu løtuna so at siga hava givið skarvin yvir, so- leiðis at mótstøðuliðið hevur vunnið stórt. Tá hevur Jens Martin Knudsen, sum verður mettur at vera sera seri- øsur ítróttarmaður, sagt, at ov nógvir hava verið í ov vánaligari venjingar- stóðu. Hesa ferðina kom ein- asta málið í síðstu løtu, men Jens Martin Knud sen heidur á ongan hátt, at orsøkin var, at føroy- ingarnir vóru farnir niður við høvdinum: — Yvirhøvur ikki. Tað var sera uppmuntrandi at síggja, hvussu væl spæl- ararnir vóru fyri, tá teir skal ikki siga, at teir vóru ómóðir, tí tað vóru teir sjálvandi ikki, men teir vóru ikki og teir gjørdust ongantíð so troyttir, at tað gekk út yvir javnvåg- ina á liðnum. Hon var til staðar alla tíðina, og eg ivist onga løtu í, at mun- urin frá fyri tveimum og trimum árum síðani og til nú kemst av, at allir spælararnir venja meiri nú og eru tískil betri fyri. Stóð fastur Tá tað snýr seg um fram- rættaða spælið og roynd- irnar móti mótstøðu mál- inum rokna føroysku á- skoðararnir, venjarin og eisini liðfelagarnir mest við, at Todi Jónsson skal syrgja fyri hesum. Todi var væl upplagdur, hann bjóðaði fleiri ferðir mót- stødumonnunum av, og tað eydnaðist onkra ferð- ina at sneiða ein og tveir burtur, men so var ov tjúkt fyri, og tá teir ikki fingu fatur á honum á lógligan hátt, so togaðu teir í troyggjuna, og ta eina ferðina, tá onnur erman var togað av før- oyska álopsessinum, skrædnadi kragin um hálsin eitt fitt petti niður. — Eg iðri meg um, at tað ikki eydnaðist mær at skora tíðliga í 2. hálv- leiki. Uni Arge fór fram- við einum i høgru og legði flatt innfyri. Eg sá bóltin væl, eg var á veg fram til hansara, og mál- ið var púra opið at stýra bóltinum inní, men fót- urin stóð fastur í svørin- um, og so fór bólturin framvið. Ei undur í at Todi Jóns- son iðraði seg. Um hann hevði skorað, og um Før- oyar høvdu vunnið 1-0, so kundi hann spent bringuna eyka ur sær, tå hann i dag møtir til venj- ingar saman við liðfel- øgunum í FCK, sum høvdu okkurt umboðið á danska landsliðnum sum 19. august í Prag tapti 1- 0 móti Kekkia. Todi Jónsson og FCK skulu sunnudagin spæla á úti- velli í Gladsaxe móti AB, sum verður roknað millum bestu fótbóltslið- ini í Danmark. jh | komu inn at hvila seg. Eg