Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. september 1998síða 15

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 268 — 8. SEPTEMBER 1998 Allan Mørkøre gjørdi nógv vart við seg, ikki minst seinastu fimm minuttirnar, tå hann var nær við at javna fyri Føroyar Mynd: Álvur Haraldsen 15 Henning: Vit høvdu uppiborið javnleik TERJ1 NIELSEN Ein av teimum, sum stóð best fyri, tá ið kekkar fingu sítt rættiliga ivasama mål, var Henning Jarnskor. Hann greiddi soleiðis frá hending- ini: — Oli sparkar bóltin út um síðulinjuna, tí at John liggur meiddur á hálvum vølli Nummar 14 hjá Kekkia (Radek Sloncik, bløm. ) tek- ur innkastið og fær bóltin aftur. Ein av hinum kekk- unum rópar okkurt á hann, men Sloncik ristir bara við høvdinum og spælir bóltin millum okkum og til Patrik Berger, sum síðani leggur bóltin fyri føturnar á mål- skjúttanum, Vladimir Smi- cer. — Eftir dystin kom Radek Sloncik yvir til mín og vildi takka fyri dystin, men eg segði »ikki hesaferð<, tí at teir høvdu víst so vånaligan ítróttaranda yvir fyri okk- um, segði Henning eftir dystin. Annars segði Henning, at hann undan dystinum hevði fingið at vita, at kekkarnir vanliga komu nógv gjøgn- um sína høgru síðu, og at hann tískil skuldi verða rættiliga verjukendur, men eftir dystin helt Henning, at kekkarnir høvdu ikki gjørt nakrar serligar skreytir úti í tí síðuni. Yngsti Jarnskor- maðurin var eisini sera væl- nøgdur við føroysku verj una, sum hann helt verða sera stinna Hann helt eisini, at før oyingar eins væl kundu fingið eitt útjavnandi mál beint fyri dystarlok, tí at við einum manni meira, høvdu vit alt spælið og nakrar heilt góðar møguleikar, segði einasti Gl-arin, sum var vid frá byrjan Henning Jarnskor hevur góðar vónir til teir báðar landsdystirnar, sum føroy- ingar skulu leika í komandi mánaði. Serliga góðar eru vónirnar til dystin í Litavia, har Henning væntar eitt heilt gott úrslit. Jákup: Vit vóru ótrúliga væl skipaðir EMiL L. JACOBSEN Jåkup Mikkelsen man sam- an vid Jens Martini Knud- sen hava verid mest um- røddi maður millum fót- bóltsáhugaðar føroyingar seinastu dagarnar. Allan Simonsen valdi at taka Jákup, sum spældi í Bosnia, og sum hevur stað- ið seg væl í superliguni, framum Jens Martin Knud- sen, sum eisini hevur spælt væl í íslendsku kappingini og sum herfyri var besti maður í íslendsku steypa- finaluni. — Nú rokni eg vid, at eg kann varðveita plássið til dystin móti Litavia. Tað hevur gingið væl hjá mær niðri, og eg haldi eisini, at eg stóð ein rímiligan dyst seinast. Eg síggi so onga orsøk til at verða avsettur nú, segði Jákup, ið sum vera man var vónbrotin aftaná dystin sunnudagin. — Fyri mær var tað, sum um vit missa konsentrati- ónina eina lítla løtu, og tað duga teir at gera sær dælt av. Tað var stór skomm, sum teir fingu hatta málið, men vit áttu at vitað av tí. Teir stilla eisini tríggjar mans út til tann, sum tekur innkastið, og tað er heilt týðiligt ikki fyri at geva okkum bóltin, segði Jákup og legði afturat, at tað er undir alt lágmark, at ein maður verður spældur fríur upp á eitt innkast. Annars helt Herfølge- målverjin, at tað var stuttligt at vera málmaður sunnu- dagin. — Vit vóru ótrúliga væl skipaðir, serliga defensivt. Eg sá ikki so nógv av tí, sum gekk fyri seg har frammi, men har afturi var tað í lagi. Teir komu ikki til nógvar kjansir, og tað var bara okkum fyri at takka, segði hann. — Eg hevði annars væntað at fingið nógv at gera í dag, men teir høvdu einki. Jákup Mikkelsen heldur, at sum føroyska liðið spælir nú, fer okkurt óvæntað at henda skjótt. — Um vit halda fram við somu taktum sum í seinast- uni, so rokni eg við, at vit skjótt fara at koma við onkr- um óvæntaðum úrsliti. Landsliðið spælir aftur á útivelli móti Litavia leygar- dagin 10. oktober og síðani í Aberdeen móti Skotlandi fýra dagar seinni, mikudag- in 14. oktober. Gott liv var í teimum 2.700 áskoðarunum, hóast tað í løtum var trupult at síggja nakað í mjørkanum sunnudagin Mynd: Alvur Haraldsen John: Vit høvdu gott tak á teimum TERJI NIELSEN Ein av bestu føroysku leik- arunum å vøllinum var skålamadurin John Peter- sen. Hann greiddi eftir dystin frá, hvat ið tað var, sum hendi, tá ið hann lá meiddur á miðjum velli beint áðrenn kekkar fingu sítt mál. — Eg fór upp at skalla og fekk tå ein alboga í høvdid. Sjålvur haldi eg ikki, at kekkin gjørdi tað við vilja, men tað metti dómarin so, tí at hann gav kekkanum seinna gula kortið og harvið tað reyða. — Hvat ið síðani hendir, tá ið kekkar fáa mál, veit eg ikki, tí tá eri eg staddur uttan fyri vøllin og fái viðgerð frá John Petersen stóð fyri einum tí besta avrikinum á føroyska liðnum, har hann stríddist bæði defensivt og offensivt Mynd: Alvur Haraldsen hjálparfólkunum. John Petersen metti eftir dystin, at orsøkin til at kekkar høvdu so fåar mål- møguleikar var helst tann, at føroyingarnir stóðu seg so væl — Vit fordadu teimum i at gerast vandamiklir, segði B36-áleyparin, sum á lands- liðnum er fastur fúsur á midvøllinum. Tær fáu ferð- irnar, tá ið kekkar vóru um at gerast vandamiklir, var Jákup har, sum hann skuldi verða Haraftrat er tað bara reint óhepni og ein framúr góð bjarging frá kekkiska málverjanum, sum forðar Allani í at fáa eitt útjavnandi mál í seinastu minuttinum. John Petersen segði eis- ini, at hýrurin á føroysku leikarunum var sera ringur efur dystin. Serliga tí at hetta var aðru ferð á rað, at føroyingar tapa 0-1, men sanniliga eisini orsaka av kediligu umstødunum kring kekkiska sigursmálið. Sum so nógvir av hinum føroysku leikarunum, so hevur John Petersen sera gott mót til næstu landsdyst- irnar, sum Føroyar skulu leika í komandi mánaði í ávíkavist Litavia og Skot- landi. — Einaferð fer eydnan at verða í parti við okkum, og tá fáa vit eitt gott úrslit, sig- ur John Petersen. Vit við tí foroyska ítróttinum www. sosialurin.fo