Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. september 1998síða 16

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

16 ítróttar SOSKalUrin Nr. 168 — 8. SEPTEMBER 1998 Allan skúmaði móti vanaliga ítróttarandanum Venjarin hjá føroyingunum sigur seg ongantíð hava upplivað so vånaligan ítróttaranda, sum tann kekkarnir sýndu, tá teir skoraðu einasta málið Allan Simonsen er ein hampuligur maður. Hann plagar ikki at vera tann, sum so at siga skrúvar høvdid av og uttan at leggja bond á seg sjálvan letur tað, sum kanska bylgist í honum, koma út til almenningin. Men sunnudagin var hann ikki so blíður, sum hann plagar at vera. Bæði akkurát tá Kekkia hevði so at siga stolið seg til sigursmálið, og eisini tá venjarin hitti press- una. Tá Vladimir Smicer stóð leysur og hevði køllad bólt- in innum Jákup Mikkelsen, fleyg Allan Simonsen upp av beinkinum, snúði sær móti kekkunum og vendi tummulin niður. Og á tíðindafundinum fjaldi føroyski venjarin, sum royndi at vera høvisk- ur, ikki yvir, hvat hann helt um hetta: — Tað eru næstan fjøruti ár síðani, at eg fór at spæla fótbólt, og í fimtan ár spældi eg á hægsta stødi. Eg havi ongantíð áður, heldur ikki í Spania, har tú kanst rokna Kekkiski venj- arin helt seg ikki hava stolið Hugburðurin til fair play tykist vera gðrvísi í Eystur- europa, enn hann er í Vestureuropa Venjarin hjá kekkiska fót- bóltslandsliðnum eitur Joz- ef Chovanec. Men hann sat ikki á kekkiska beinkinum sunnudagin. Hann hevur áður verið venjari hjá Sparta Praha, og í sambandi við ein Europa Cup dyst hevur UEFA givið honum leik- bann, sum hann noyddist at sita av sær fyrstu ferðina, landsliðið royndi seg í und- ankapping. eftir at hann í januar í ár tók landsliðsá- byrgdina á seg At siga, at hann sat leik- bannið av sær, er so nógv sagt, tí hann stóð alla tíðina fram við girðingini dygst við kekkiska beinkin, og Karel Biickner, ein av hjálp- arvenjarunum, sum er ein gomul rotta í fakinum, og sum hevði høvudsåbyrgd- ina á beinkinum hesa ferð, gekk aftur og aftur yvir til venjaran at tosa við hann um, hvat nú var til ráða at taka, og sum 2. hálvleikur leið gjørdust hesar útferð- irnar alt títtari. A tíðindafundinum aftaná at alt var yvirstaðið, var 58 ára gamli Briickner sjálv- andi fullur av lovorðum yvir føroyska avrikid, sum hann helt staðfesti veruleikan, sum longu sást í úrslitunum í nógvum undankappingar- dystum leygardagin, at í al- tjóða fótbólti ber illa til longur at tosa um lættar dystir. Venjarin segði seg vera glaðan fyri stigini, og hann segði mjørkan i hvussu so er vera ein part av orsøkini til, at hansara lið ikki megnaði at skjóta fleiri mál. Føroyska pressan vildi vita, um hann var glaður fyri mátan, sum hansara lið hevði fingið sigursmálið uppá, og gamli revurin varðveitti pokerfjesið og svaraði, at kekkar vita alt um fair play, men at hann við eitt sindur av hvgrjum, upplivað, at eitt lið hevur sýnt so vánaligan ítróttar- anda, tá ein maður hevur ligið skaddur á vellinum, sum kekkarnir sýndu í dag, staðfesti venjarin á eingilsk- um máli, eftir at hann hevði takkað kekkiska hjálpar- venjaranum, sum sat undir liðini á honum, fyri dystin. — Eg veit, at fyri yrkisleikarar snýr tað seg bert um at vinna, men handa mátan havi eg ikki upplivað áður, segði ein sera misnøgdur Allan Simonsen á tíðindafundinum aftan á dystin Mynd: Álvur Haraldsen — UEFA og FIFA og fót- bóltssambondini tosa og skriva um fair play, men tað sóu vit lítið til í hesum før- inum. Kekkarnir eru yrkis- spælarar, og fyri teir snýr tað seg bara um at vinna. Tað ger tað altíð fyri yrkis- spælarar, men eg má við- ganga, at handa mátan havi eg ikki upplivað áður, stað- festi venjarin, sum sam- stundis ásannaði, at hansara spælarar næstan høvdu ver- ið naivt væl hugsandi um måtstødumenninar, og tiskil í hesum førinum ikki vóru so avgjørdir í verjupartin- um, sum teir áttu at verið. Venjarin hevur aftur og aftur sagt, at tíðin nærkast, tå Føroyar fara at taka stig frá onkrum av teimum stór- u, og hann var harmur, ja næstan knústur av, at tað ikki eydnaðist hesa ferð. Hann rósti spælarunum fyri til punkt og prikkar at hava fylgt upplegginum, sum hann var komin við framm- anundan, og hann vildi ikki draga nakran einstakan framum, tí talan var um eitt liðavrik: — Jákup Mikkelsen fekk bara eina ferð í 2. hálvleiki høvi til at vísa, at hann er ein målverji å høgum stødi, og tað sigur okkum, at vit megnaðu at halda teimum burtur frá upplagdum møg- uleikum. Tað hevði verið ein sensatión, um vit høvdu tikið stig frá teimum, men nú verður hetta skjótt gloymt. Hagtølini siga, at Kekkia vann 1-0, og tað fer at standa eftir og ikki mátin, teir vunnu uppá. — Vit eru allir í smildri, og tað skal nógv orka nýtast til at fáa okkum burturúr hesum vónbrotinum. Men vit skulu víðari. Fyribils mugu vit staðfesta, at eydn- an hevur ikki verið við okk- um hesar báðar seinastu ferðirnar. Vóru vit hepnir, so høvdu vit fýra stig ella kanska seks, men nú hava vit einki, staðfesti venjarin. Kriggj millum umklædingarhølini Allan Simonsen visti kurt- eisni og heilsadi uppå kekk- isku umbodini, soleidis sum tad eigur at vera gjørt, men tad skerst ikki burtur, at tal- an var um eitt sindur av stríðið millum legurnar báð- ar longu undan dystarbyrj- an. Reglarnir siga, at dómarin skal fáa dómaraseðilin ein tíma fyri dystarbyrjan, men finski fjórði dómarin noyddist at brúka drúgva tíð, áðrenn hann fekk útfylta seðilin út úr føroyska um- klæðingarrúminum, og kekkarnir í sínum lagi vildu ikki út við, hvussu teirra lið sá út, fyrrenn føroyingarnir vóru komnir við teirra liði. Hetta bar alt við sær, at í staðin fyri at fáa liðini ein tíma fyri dystarbyrjan, so fekk pressan ikki hendur á listanum, sum tíðindafólk- ini á Svangaskarði og al- tjóða tíðindastovurnar í Keypmannahavn bíðaðu eftir, fyrrenn ein lítlan hálv- an tíma undan fyrsta bríksl- inum. jh Kekkiski hjálparvenjarin Karel Briickner — vinstrumegin — segði seg vera glaðan fyri stigini og helt, at mjørkin í øllum fórum var ein partur av orsøkini til, at kekkar ikki megnaðu at skjóta fleiri mál. Hann metti ikki, at stødan, sum bar málið vid sær, var ein stóða, har tað var upplagt at geva mótpartinum bóltin metti ikki, at stødan, sum bar málið við sær, var ein stóða, har tað var upplagt at geva mótpartinum bóltin. Vit kunnu bara staðfesta, at um hetta er veruliga á- skoðanin hjá venjaranum, so síggja kekkar gðrvísi uppá henda spurningin, enn føroyingar, danir, eingilsk- menn, týskarar og aðrir europearar gera. Og tað kann gott vera, at eystur- europearar síggja gðrvísi uppá hetta. Tá Ujépest úr Ungarn í fjør var á Svanga- skarði og spældi móti KÍ, sóu vit akkurát somu stødu, Mynd: Alvur Haraldsen sum henda nógv umrødda. Ta ferðina var KÍ miðskeið- is í 2. hálvleiki frammanfyri 2-1, tá ungverjarnir ikki góvu bóltin aftur til mót- stødumenninar, sum høvdu latið hann fara av vøllinum, tí ein maður var skaddur. jh —————— —