mikudagur 9. september 1998síða 3
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 169 — 9. SEPTEMBER 1998
Jógvan Mørkøre:
tíðindablaðið SOS
Embætisfólkini siga
ósatt fyri vinnu-
málaráðharranum
Formaðurin í Umhvørvisnevndini fyri Sundalagið, Jógvan Mørkøre, sigur seg
hava pappír upp á, at landsstýrið hevur givið nýtt fyribilsaliloyvi 17. juli —
uttan at neyðug tilmæli fylgdu við
NICLAS JOHANNESEN
Jógvan Mørkøre finst harð-
liga at embætisfólkunum í
Tinganesi fyri ikki at siga
sannleikan fyri teirra vinnu-
málaráðharra, Finnboga
Arge, í sambandi við, at ali-
loyvi vera útskriva.
— Eg eri bangin fyri, at
hansara egnu fólk geva hon-
um skeiva informatión, sig-
ur Jógvan Mørkøre.
Í Sosialinum í gjár segði
Finnbogi Arge annars, at
hann hevði spurt seg fyri í
umsitingini, og har varð
sagt, at onki aliloyvi var út-
skrivað seinastu tvey árini,
uttan at neyðugu tilmælini
fylgdu við.
I Sosialinum leygardagin
fanst Jógvan Mørkøre ann-
ars júst at landsstýrinum
fyri at skriva út aliloyvi
uttan neyðug tilmæli.
Hevur skriv
Og orðini hjá Finnboga
Arge hava ikki sannført
Jógvan Mørkøre um, at tað
øvugta er tilfeldið.
— Eg havi eitt skriv frá 2.
september, har alifyritøka
fær fyribilsloyvi at seta út
smolt frá 17. juli 1998 til
31. januar 1999. Loyvið er
givið uttan nakað tilmæli frá
lokalu kommunalu um-
hvørvismyndugleikunum
fylgir við.
Jógvan Mørkøre sigur, at
tað gott nokk stendur longur
niðri í skrivinum, at loyvið
er treytað av, at neyðug til-
mæli fylgja við.
Men samstundis staðfest-
ir formaðurin í umhvørvis-
nevndini fyri Sundalagið, at
alifyritøkan longu er farin
til verka. Ringar eru settir
út — uttan at neyðug tilmæli
enn eru fingin til vega.
— Eitt er ið hvussu er púra
greitt. Onkur annar enn eg
hevur misskilt hetta mál,
sigur Jógvan Mørkøre og
sendir bóltin víðari til um-
sitingina í Tinganesi.
— Tinganes hevur givið
fyribilsloyvi. Tað stendur
svart upp á hvítt. Og hóast
Vinnumálastýrið longur
niðri í skrivinum setir nakr-
ar treytir, so haldi eg ikki,
at hetta frítekur landsstýrið
fyri at hava forpurrað málið.
Ég haldi rætt og slætt, at
embætisfólkini spæla høgt
spæl, sigur Jógvan Mørk-
øre.
Ikki illvilji
Formaðurin í Umhvørvis-
nevndini leggur enn eina
ferð dent á, at mótmælini
úr Sundalagnum á ongan
hátt ber boð um illvilja móti
alifyritøkunum har á stað-
num. Hann vísir til, at tá
nýggj umhvgrvislóg varð
gjørd í 1988 tóku ymsu
kommunurnar í Sundalag-
num seg saman um at gera
eina felags umhvørvis-
nevnd. Tað er í hesi nevnd,
at Jógvan Mørkøre er for-
maður.
— Vit hava tíkið hesa
nýggju lóg í fullum álvara.
Tí følir onkur kanska, at
Sundalagið er »strangt øki«
hvat aling viðvíkur. Men vit
vilja ongum nakað ilt. Og
eg ivist heldur onga løtu í,
at tað í longdini er ein fyri-
munur at vita, at alt gongur
rætt fyri seg her hjá okkum.
Fyritøkurnar kunnu føla seg
tryggar. Her vera ikki loyvi
givin út í tað bláa, sigur
Jógvan Mørkøre.
Jógvan Mørkøre sigur, at embætisfólkini í Vinnumálaráð-
num spæla høgt spæl, tá tey siga at onki aliloyvi er givið
seinastu tvey árini, uttan at neyðug tilmæli hava fylgt við
Føroyingur drukn-
aður í Hirtshals
Tá ið maðurin var varð fingin upp á turt aftur, var hann lívleysur
AkKI BERTHOLDSEN
Sunnukvøldid druknadi ein
føroyskur fiskimadur i
havnini i Hirtsals.
Tad var tann 39 åra gamli
Hans Petur Joensen år
Sumba, men sum búði i
Hoyvík, sum fór á blåman
og druknaði.
Vanlukkan hendi um 10
tíðina sunnukvøldid.
Politiid í Hjørrring, sum
hevur tikid sær av målinum,
er eitt sindur i villareida um,
akkuråt, hvat hendi.
Tað er m.a. ikki heilt
greitt, um maðurin datt á
sjógv, ella um hann leyp á
sjógv.
Kurt Nielsen á politistød-
ini í Hjørring sigur fyri Sos-
ialinum, at vanlukkan
hendi, tå id nakrir lastbila-
førarar sóu ein mann, sum
LN
Bo E
DDU SIS F
seinni visti seg at vera Hans
Petur Joensen, ganga yviri
vid nakrar lastbilar, har teir
ikki hildu, at hann åtti at
vera.
— Teir róptu á hann at vita,
hvat hann gjørdi.
— Men tað, sum hendir er,
at onkusvegna kemur pan-
ikkur í Hans Petur og hann
heldur undan monnunum,
kanska tí hann fryktar fyri
at vera álopin.
— Meðan hann hopar und-
an teimum, antin dettur
hann, ella leypir hann á
bláman.
--Listbilafgrararnir roynd-
u at hjálpa honum uppaftur,
men til fánýtis.
— M.a. tveittu teir honum
eitt bjargingarbelti, men
hann tók tað ikki.
Hann tók heldur íkki í
stigan, sum gekk av bryggj-
ukantinum, heilt niður í
sjógv, beint við, har hann lá
og sum hann hevði møgu-
leika at fáa fatur á.
Kurt Nielsen sigur, at last-
bilafgrararnir hava greitt
politiðnum frá, at tað var
ikki fyrrenn at Hans Petur
var komin at liggja stillur í
sjónum, at tað eydnaðist
teimum at fáa í hann við
einum bátshaka og draga
hann upp á turt.
— Men tå var hann lív-
leysur og tað eydnaðist ikki
at fáa lív í hann aftur.
Manila “98
Læknarnir staðfestu aftaná,
at hann var druknaður.
Hans Petur Joensen hevur
fiskað í Hirtsals í mong ár,
hann var við Stromnes.
Uppboðssóla verður fríggjadagin frå
kl.. 16 til kl. 19 og leygardagin kl. 10
Allar hesa vikuna er ein
framsýning av málningum
og tekningum á torginum í
SMS. Seinni í vikuni verður
so uppboðssgla av máln-
ingunum.
Manilabólkurin hevur
fingið Poul Jákup Thomsen
at taka sær av uppboðssgl-
uni, so tað verður neyvan
nakar, ið fer at keða seg hes-
ar løturnar, eisini í so máta
verða dagarnir litfatrir.
Málningar verða við bæði
royndum — tungvektarum í
føroyskari list — og eisini av
fólki, ið ikki er kent á listar-
pallinum.
Peningurin fer til hjálp-
ararbeiði millum gøtubørn
í Manila. Tað eru seks fólk,
ið fara hagar, har tey verða
við til at koyra mat út til
gøtubørnini, hetta verður
bæði um dagin og um næt-
urnar. Tey fara samstundis
at geva teimum eina uppliv-
ing av sangi og leiki og eitt
sindur av andaligari fødi
eisini.
Ferðin er komin í lag í
samarbeiði við Skandinav-
isk Børnemission og eisini
verður samband við New
tribes mission, ið verður
leitt av einum føroyingi í
Manila.
Seinnapartin mánadagin
hendi eitt ferðsluóhapp
við strórum, materiellum
skaða á Hoydalsvegnum
í Havn, uppi við viðar-
lundina.
Tað vóru tveir bilar,
við hver sínari kvinnu
við róðrið, sum stoyttu
saman, tá ið teir komu
koyrandi hvør sin veg
eftir Hoydalsvegnum
Orsgkin til óhappið
varð — ein eiturkoppur.
Best sum hon kemur
koyrandi, varnast annar
bilføraran ein eiturkopp
f bilinum.
Søgan sigur onki um,
antin eiturkoppurin
loypti slikan hvøkk å
annan bilføraran at hon
misti tamarhaldið á bili-
num, ella um óhappið
hendi, tái ið hon ætlaði
at beina ódjórið úr bil-
inum.
Men í øllum fórum
órógvaði tann seks beinti
bilføraran so illa, at hon
fór yvir í vinstru síðu á
vegnum og rendi á ein
bil, sum kom ímóti
henni.
Tíbetur hendi ongin
fólkaskaði, men bilarnir
fóru so illa, at teir máttu
sleipast burtur
Hverja lagnu eitur-
koppurin fekk, vita vit
ikki.. ;
-Aki-