mikudagur 9. september 1998síða 12
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
90 sjón
leikarar á
evnu á Strondum
Seinasta vikuskfitið skipaði Meginfelag Áhugaleikara Fóroya fyri stevnu á
Strondum. Stevnuluttakarnir skuldu vit, hvussu teir kundu fáa fleiri leikir
burtur úr okkara egna tilfarið
EIRIKUR LINDENSKOV
— Hvussu fáa vit fleiri leikir
gjørdar úr okkara egna til-
farið?
Hesin spurningurin hevur
verið vidgjørdur í Bygdar-
húsinum á Strondum í viku-
skiftinum, tá 90 áhugaleik-
arar úr øllum landinum hitt-
ust á stevnu.
Við á stevnuni var eisini
formaðurin í alheims áhug-
aleikararfelagnum, EATA,
hann er dani og kallast
Thomas Haugen. Føroyar
hevur søkt um limaskap i
hesum felag, og er saman
við hinum norðurlondunum
og baltisku londunum í NE-
ATA, sum er norðurlendska
deildin undir alheimsfelag-
num.
Thomas Haugen kunnaði
á stevnuni um virksemið hjá
EATA, um skeiðvirksemið
og festivalar, ið felagsskap-
urin skipar fyri, sum føroy-
ingar eisini kunnu taka lut
í.
Greiddu frá um
føroysan sjónleik
Stórsti parturin av stevnuni
snúðið seg kortini um
evnið, sum nevnt varð om-
anfyri. Gulla Øregaard
hevði fyrilestur um royndir,
sum gjørdar eru í Føroyum
við at gera leikir úr egnum
tilfari, og Laura Joensen
greiddi m. a. frá um leikin,
hon gjørdi um Johonna
Mariu Skylv Hansen,
Serliga négvir ungir áhugaleikarar vóru møttir á
Strondum síðsta vikuskifti
>Logi, logi eldur mín<.
Laura Joensen, Rachel
Helmsdal og Jón Thor-
steinsson hava júst verið í
Finnlandi og hildið fyri-
lestrar um føroyskan sjón-
leik, og greiddi Laura Joen-
sen eisini frá hesum.
Vegna Mentamálastýrið
greiddi Jeannet Blásvær frá
um studulsmøguleikar til
føroyskan áhugasjónleik,
og Birgit Jacobsen úr sjón-
leikarafelagnum Fivli
greiddi frå um leikin, tey
eru í ferð vid, »Biedermann
og brennivargarnir<, har
hon m. a. lýsti ymsu typur-
nar í leikinum.
Nr. 169 — 9. SEPTEMBER 1998
Í vetur fáa børnini
rættuliga hug at royna seg
við áhugaleiki. Gjøgnum
frítíðarundirvísingina í
Havn verður skipað fyri
dramaundirvísing við
serkónum lærara, sum m.
a. hevur rikið ein
sjónleikaraskúla í Belgia
10 leikir
eftir einum degi
— Uppmøtingin til stevnuna
var sera góð - og tað, sum
eg haldi vera serliga stimb-
randi er, at so nógv ung fólk
vóru við.
Hetta sigur Oddvá Natte-
stad, sum í løtuni er dag-
ligur leidari i Meginfelag
Ahugaleikara Føroya.
Oddvå Nattestad sigur, at
hon hevði kopierad nógv
tilfar úr sagnum, fleiri yrk-
ingar og okkurt úr lesibók-
unum eisini. Hetta tilfarið
var so nýtt sum grundarlag
í 10 ymsum bólkum, sum
síðani skuldu gera hvør sin
leik.
— Urslitid var, at vit fingu
10 ymiskar leikir upp á 10-
15 minuttir. Og tað var sera
stuttligt at síggja, hvussu
nógv tey høvdu fingið burt-
ur úr, sigur Oddvá Natte-
stad.
Strandingar sera blíðir
Annars vóru luttakarar úr
øllum aldursbólkum. Tann
yngsti var 13 ár meðan tann
elsti var í 60'unum, sigur
Oddvá Nattestad.
Um kveldið varð so skip-
að fyri veitslu.
— Og strandingar vóru
sera blíðir. Fleiri okkara
gistu á Strondum - eisini
privat, sigur Oddvá Natte-
stad
Hon sigur víðari, at borð-
haldið var sera gott við ógv-
uliga góðum undirhaldi.
Hon heldur, at tá fólk høvdu
arbeitt so nógv við sjónleiki
um dagin, so høvdu tey ilt
við at steðga aftur
Festivalur í
Trongisvági
Oddvá Nattestad letur sera
væl at áhugaleikinum og
umstødunum hjá honum í
dag.
— Eg haldi, at áhugaleik-
urin nú kemur í eina >rene-
sansu«, sigur hon, og leggur
afturat, at í juli næsta ár
skipar MáF fyri einum fest-
ivali í Trongisvági. Tá verða
luttakarar úr øllum Norður-
londum og úr baltisku lond-
unum. Oddvå Nattestad
vætnar, at tað verða 10 lut-
takarar úr hvørjum landi -
men at tey eisini ætla at
bjóða onkrum umboði fyri
okkurt fjarskotið land.
Tiltøk børn i vetur
I vetur fer MAFf at hava
tiltøk fyri børn i aldrinum
9-11 og 12-13. Hetta verdur
gjøgnum fritidarundirvis-
ingina í Havn, og verður tað
Hedvig Vesterlund úr Finn-
landi, sum fer at undirvísa.
Hon hevur rikið ein sjón-
leikaraskúla í Belgia og var
annars í Føroyum og stjórn-
aði leikinum >Feitt í Havn<
fyri nøkrum árum síðani.
Umfram tiltøkunum fyri
børn fer MAF at skipa fyri
hópin av skeiðum.
Tvey kend advokatvirki leggja
saman til Dania advokatar
Triggir føroyskir løgfrødingar eru við í nýggja stóra asvokatfelagnum, Dania
advokater
Advokatfyritgkurnar
Andreassen á Partnere og
Groth-Andersen & Nørkær
seta å stovn felags skriv-
stovu undir heitinum Dania
advokatar vid umleid 80
starvsfólkum, harav 31 eru
løgfrødingar.
Frå 7. september vera
Dania advokatar settir å
stovn soleidis, at advokat-
fyritøkurnar Andreassen &
Partnere I/S, ið er kent frå
fleiri størri endurskipanum
av vinnuvirkjum i Føroy-
um, og Groth-Andersen &
Nørkær Advokatfirma A/S
gerast partur av einum inte-
greradum skrivstovufelags-
skapi vid skrivstovum i
Keypmannahavn, Svend-
borg og i Nuuk
Deildin. i Keypmanna-
havn heldur fram i núver-
andi hølunum hjå Andreas-
sen & Partnere i Bredgade
49, meðan deildirnar í
Svendborg og í Nuuk halda
fram í hølunum hjá Groth-
Andersen á Ny rkær.
* Virkini hjá okkum hava
samarbeitt í fleiri ár og
hava í verkið sæð, at per-
sónliga samskiftið, hug-
burður, eins og bæði
sterkari og veikari síður
gera eitt samstarv skila-
gott og framtíðarsinnað,
siga advokatarnir Kaj
Andreassen, Andreassen
og Partnere og Arne
Knudsen, partnari í
Groth-Andersen á Nør-
kær. Ætlanin er, at skriv-
stovufelagsskapurin í
komandi árini gerst ein
verulig samanlegging av
teimum báðum advokat-
fyritøkunum.
* Vit eru sannførdir um, at
tað er týðandi at vera um
alt landið í Danmark, so
vit kunnu vera nær klient-
um okkara víða um í
landinum. Men vit eru
eisini av teirri fatan, at
tann alsamt økta globali-
seringin fer at vidføra ein
vaksandi tørv á einum
advokatvirki, sum um-
framt at vera væl skipað
regionalt, somuleiðis fær
eina deild við servitan og
altjóðasinnaðum fólki.
+ Fremstu arbeidsøki okk-
ara fara at vera tey somu,
sum vit higartil eru kend
fyri, sum serfrødingar
innan keyp og sølu av
virkjum, skråseting å
partabrævamarknadi, føst
ogn, banka og figgingar-
rætt, skipabygging og -
figging, russisk, baltisk
og eystureuropeisk rætt-
arvidurskifti, føroysk og
grønlendsk rættarviður-
skifti, endurskipanir og
trota- og deyðsbúarvið-
gerð. Hvør fyri sær eru
vit sterk, men í felag
kunnu vit klára flestallar
advokatuppgávur, sum
klientar okkara hava tørv
á.
Kaj Andreassen og Arne
Knudsen dylja heldur ikki
fyri, at framtíðarætlanirnar
eru ein samanlegging við
eitt ella fleiri advokatvirki í
Jyllandi. Harafturat eru
ítókiligar ætlanir um at
skipa umboðan í Ruslandi,
eins og at økja virksemið í
norðurlondum.