mikudagur 9. september 1998síða 17
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 169 — 9. SEPTEMBER 1998
tidindabladid SOS
17
Tala á 160 ára degnum hjá Oyndarfjarðar kirkju:
Í 160 ár hevur evan-
geliið verið boðað
— Í gleði og sorg hevur fólkið leitað higar fyri at hoyra,
hvat ið Gud vildi tala við tey. Her vórðu byrðar settar av,
so farst kundi aftur undir gerandisdagin við góðari sam-
vitsku, segði Hans Jacob Joensen m. a. í talu síni undir há-
tíðargudstænastuni í Oyndarfjarðar kirkju sunnukvóldið
Tí við hjartanum trúgva vit
til rættvísi, og við munni-
num játta vit til frelsu. Tí
Skriftin sigur: >Eingin, ið
trýr á hann, skal verða til
skammar<. Tað er eingin
munur á jódum og grikkum;
øll hava tey sama Harra, og
hann er nóg ríkur fyri øll,
sum ákalla hann, tí »hvør
tann, ið ákallar Harrans
navn, skal verða frelstur«.
Men hvussu skulu tey á-
kalla hann, ið tey ikki
trúgva á? Og hvussu skulu
tey trúgva á tann, ið tey ikki
hava hoyrt um? Og hvussu
skulu tey hoyra, um ikki
onkur prædikar? Og hvussu
skulu tey prædika, uttan at
onkur verður sendur? Sum
skrivað stendur: >Hvussu
yndisligt er ikki ljóðið av
fótafetum teirra, ið bera
góð tidindi!« Men ikki øll
vóru gleðiboðskapinum lýð-
in; tí Jesaja sigur: >Harri,
hvør trúði boðskapi okk-
ara?< Søstatt kemur trúgvin
av tí boðskapi, ið hoyrdur
verður, og boðskapurin
kemur við orði Krists.
(Róm. 10,18—17).
Tað er vorðið so vanligt at
seta vitan upp móti trúgv,
at vit ikki longur geva okk-
um far um, hvussu misvís-
andi tað í roynd og veru er.
Og sjálvsagt er fyritreytin
altíð tann, at trúgvin er tað
óvissa, tað sum vit einki
vita um, og sum vit tí ikki
kunnu líta á. Tann, ið byggir
á trúgv, stendur á dandandi
grund, tí tryggleiki og vissa
eru ongantíð í trúnni.
Trúgvin veitir ikki vissu,
men óvissu. Og skalt tú tí
kenna teg tryggan, tá mást
tú byggja á vitan, tá mást tú
byggja á tað, ið tú veitst, er
haldgott, tí tú kennir tað og
hevur roynt tað. Henda fat-
an kemur eisini til sjóndar í
vanligari málbering. Serliga
týðiliga kemur hetta til
sjóndar, tá ið sagt verður:
hetta er ikki nakað, sum eg
haldi, men hetta er nakað,
sum eg veit.
Tað er tó rætt at siga, at
tað er munur á trúgv og vit-
an, tí víst er tað tað. Men
heldur ikki vitanin røkkur í
hvønn krók í mannalívi-
num, tí eisini hon hevur sín-
ar avmarkingar. Hugsa bara
um dagliga lívið saman við
øðrum menniskjum. Hvat
vita vit veruliga um tey
menniskju, sum vit tó líta
ein stóran part av lívi og
lagnu okkara upp í hendur-
nar á? Og øll hesi óteljandi
svikini og vónbrotini, eru
tey ikki besta prógvið um,
hvussu lítið vit veruliga
kenna medmenniskja okk-
ara og vita, hvat í tí býr, og
hvussu langt tað er á botn í
menniskjanum? Og hvat
hevði verið av samstarvi og
samlívi millum menniskju,
um vit frammanundan
skuldu kent hvønn krók í
hjarta og sinni teirra? Og
stødan er hin sama, tå ið tað
snýr seg um vitan okkara á
ødrum økjum. Hana hava
vit næstan bara frá ðrum,
úr bókum og óbeinleiðis
ella beinleiðis frá gðrum
menniskjum. Men hver
Mynd: Jón Ingi Ejdesgaard
sigur, at tað er rætt, sum í
bókunum stendur ella verð-
ur sagt okkum av ødrum?
Hava vit ikki upplivad, at
bædi bøkur og menniskju
mangan mistóku seg? Ja,
sjålvt leksika kunnu geva
skeivar upplysingar, og tann
dagur man ongantíð fara at
upprenna, tá orðini ikki
longur eru sonn: Errare
humanum est, tað er menn-
iskjaligt at mistaka seg. Og
hvat er so virðið í vitanini?
Tí er sannleikin tann, at
meginpartin av lívi okkara
sónar og viðurskifti, sum vit
meta í lívi okkara, og sum
er ein týdningarmikil partur
av tí. Og tá ið saman um
kemur hevur trúgvin stórri
týdning enn vitanin fyri lív-
ið. Tí er eingin orsøk at van-
virða trúnna og upphevja
vitanina. Tann, ið tað ger,
avdúkar bara, at hann ikki
hevur hugsað nóg nógv um
lívið og tey viðurskifti, ið
tað skal livast undir. Tí tað
er trúgvin, sum er tað ber-
andi í lívi okkara, og uttan
trúnna, hetta ógrundaða og
manga svikna álitið, krypl-
ast og følnar lívið. Og tað
lív, sum einans byggir á vit-
an — so leingi tað varir,
verður tað ongantíð annað
enn ein kryplaður runnur,
sum stúrin bíðar eftir sein-
asta storminum.
Men sum sagt, er munur
á trúgv og vitan. Og hesin
munur er so fundamentalur,
so avgerandi, at í somu ltu
trúgvin gerst vitan, heldur
hon uppat at vera trúgv, og
í somu løtu vitan gerst
trúgv, heldur hon uppat at
vera vitan. Í Hebrearabræv-
inum verður trúgv lýst sum
fast álit á tað, ið vónað
verður, sannfóring um tað,
ið ikki sæst (Hebr. 11,1).
Vitan hoyrir hesum heimi
og viðurskiftunum her til.
Og sum alt her er eisini hon
avmarkað og kann ikki fara
um hesi mark, uttan at av-
nokta seg sjálva. Trúgvin
hoyrir ikki hesum heimi og
viðurskiftunum her til, hó-
ast hon hoyrir mannalívi-
num til. Hon hoyrir manna-
lívinum til, men hon er ikki
løgd undir tær avmarkingar,
sum annars alt í mannalívi-
num er lagt undir. Sum alt
annað hevur hon sínar fyri-
treytir, men tær snúgva seg
um, hvussu trúgvin verður
til, og um tað verður ein
sonn ella ein følsk trúgv.
Trúgvin hevur altíð sín
uppruna í onkrum ødrum.
Oyndafjarðar kirkja varð
tann 2. september 160 ár
KANI!
. |
xx ar
y%
Mynd: Jón Ingi Ejdesgaard
Hans Jacob Joensen, bispur i Oyndarfjarðar kirkju sunnukvøldid
Trúgv hevur altíð sína orsøk
í einum ella ødrum vitnis-
burði, og hon kemur ong-
antíð av trúgv. Men tað var
júst tað, ið Rudolf Bult-
mann gjørdi, tá ið hann av-
mytologiseradi uppreisnina,
at hann læt trúnna koma av
trúgv. Uppreisnin skuldi
ikki vera, at hin krossfesti
og deyði reis úr grøvini,
men at lærisveinarnir aftur
komu til trúgv á hann, eftir
at teir langa fríggjadag
høvdu uppgivid hana. Men
tá er tað trúgvin hjá læri-
sveinunum, ið ber boð-
skapin, og ikki boðskapurin
ið ber trúnna. Og sum tað
var væntað, fánaði eisini
henda prædika burtur, og nú
meir enn 40 ár seinni tekur
neyvan nakar hana upp á
tunguna. Og skararnir av
sokallaðum modernaðum
menniskjum, ið hon skuldi
leiða aftur til kirkju og krist-
indóm, teir komu ongantíð.
Tí antin trýrt tú uppreisnini,
ella avnoktar tú hana, aðrir
møguleikar eru ikki og hava
ongantíð verið.
Tað er henda óbroytiliga
raðfylgja, ið Paulus stað-
festir við orðunum: Men
hvussu skulu tey ákalla
tann, ið tey ikki trúgva á?
Og hvussu skulu tey trúgva
á tann, ið tey ikki hava hoyrt
um? Og hvussu skulu tey
hoyra, um ikki onkur præd-
ikar? ... So statt kemur
trúgvin av tí boðskapi, ið
hoyrdur verður, og boð-
skapurin kemur við orði
Krists. Soleiðis hongur tað
saman; hetta er raðfylgjan,
og hon kann ikki broytast,
uttan at trúgvin sum kristin
trúgv gerst nakað annað enn
tað, hon í roynd og veru er.
Tann, ið er komin til trúgv,
hevur hoyrt nakað, sum
hann hevur fingið álit á.
Hann hevur hoyrt ein boð-
skap og er vorðin sannførd-
ur um, at boðskapurin er
sannur, og tíer hann til reið-
ar at leggja lív og lagnu til í
áliti á henda boðskap. Men
hann eigur ikki aðra trygd
enn hana, sum liggur í boð-
skapinum sjálvum. Hann
kann hava álit á tí, ið har
verður sagt honum, hann
kann trúgva tí ella vraka tað
í vantrúgv.
Kristin trúgv er álit á
Gud, sum Heilagi Andin
virkar við orðinum. Hon er,
sum Luther segði, tað at
vænta sær alt gott frá Gudi.
Og samstundis er trúgvin
ein frígering frá allari stúran
fyri, hvat ið vit skulu gera,
fyri at fáa lut í Guds lyftum.
Gud hevur í Jesusi Kristi
gjørt alt, ið neyðugt er, fyri
at vit aftur kunnu gerast
børn hansra og fáa lut í ti
ríki, sum Jesus við lívi,
deyða og uppreisn síni hev-
ur vunnið menniskjum. Tað
er hetta, ið evangeliið treyt-
aleyst lovar okkum. Og
okkara svar verður antin við
tøkk at taka ímóti ti óuppi-
bornu gávuni ella í vantrúgv
at havna henni.
Men vit kalla eisini nakað
at vera í góðari trúgv, og tað
merkir, at kanska er tað ikki
heilt, sum tað eigur at vera,
men tað mar vera á einari
leið kortini. Við eitt minn-
ingarhald í sambandi við
deyða Karl Barths helt kat-
ólski professarin, Hans
King eina talu. Hann endaði
talu sína við hesum orðum,
sum eg fari at loyva mær at
endurgeva. Hann segði:
„Fyri nógvum árum síðan
tosaðu vit báðir um pávan
og pæturstænastuna í kirkj-
uni. Og tá ið hann ikki var
samdur við meg, segði eg
brosandi við hann: Eg haldi
tó, at tú ert í góðari trúgv<.
>So tað heldur tú<, svaraði
hann álvarsamur. >Sjálvur
haldi eg tað ikki. Men eina-
ferð kemur dagurin, tá eg
skal fram fyri Harra mín, og
tá komi eg ikki við mínum
góðu gerningum, við gllum
dogmatikkbólkum mínum í
einum leypi á rygginum
tá høvdu einglarnir flent
Og eg fari heldur ikki at
siga, at tað kortini var væl
meint, at eg var í góðari
trúgv. Men bara hetta eina
havi eg tá at siga: Harri,
náða meg neyðars synd-
ara!< Og Kúng leggur
afturat: >Hetta er tann
trúgvin, ið øll kristin eru
samd um, og tað er okkara
vón, at Karl Barth frá Gudi
fekk tað, sum hann bað
um«.
So fari eg at ynskja fólk-
inum her hjartaliga til lukku
við degnum, nú kirkja tykk-
ara fyllir 160 ár. Í 160 ár
hevur nú evangeliið verið
boðað í hesi kirkju, og í
gleði og sorg hevur fólkið
leitað higar fyri at hoyra,
hvat ið Gud vildi tala við
tey. Her vórðu byrðar settar
av, so farast kundi undir aft-
ur gerandisdagin við góðari
samvitsku. Og hiðani lýsti
á lívsleiðina tann glæman,
ið gav vissu fyri, at á allar:
lívsferðini eisini teirri sein-
astu vóru tey í Guds hond-
um.
Gævi at tit eisini í fram-
tíðini fara at varða um
kirkju tykkara og við gleði
at leita higar, tá ið klokkan
kallar. Tí tað verður tykkum
til signingar, lýða tit á, og
halda tit fast við tann boð-
skap, ið kirkjan er sett at
bera, og fylgja tit tí vegi
gjøgnum lívið, sum Guds
orð vísir tykkum. Tí, sum
skaldið sigur: >Tvinnar eru
gøturnar, onnur víkur frå«
Tað finst ein onnur geta,
men hon víkur frá, og hon
verður ongum til signingar
í longdini. Og tað er ævin-
liga satt, sum Gud á sinni
segði við fólk sítt, og tað er
eisini galdandi fólk okkara
»Israel, tú kemur tær í Ofør:
tí einans hjá mær er frelsa«
Gud signi hesa kirkju, og
hann signi hesa bygd, fólkið
her og alt fólk okkara
A men