Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-09, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. september 1998síða 18

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

18 tíðindablaðið : SOSU Nr. 169 — 9. SEPTEMBER 1998 Rúsdrekkasólurnar og skeinkiloyvint: Størstu vanlukkurnar, sum rakt hava føroysku heimini — Tað er rætt, at tú kanst ikki drekka á fleiri stóðum í senn, men av royndum vita vit, at tess fleiri freistandi >tilboð<, ið eru — jú fleiri fella fyri freistingini, skrivar Petur Skeel Skarðsá m.a. í hesi greinini Sum fyrrverandi rús- drekkamisnýtai fall tað mær tungt fyri bróstið, tá ið Javnadarflokkurin — við góðum stuðli frå ødrum flokkum — kroysti rúsdrekkaselur- nar kring landið niður yvir høvdid á okkum uttan fyrst at hava givið Feroya fólki hevi við eina fólkaatkveðu at siga sína hugsan um hetta álvarsmál, sum nú er við til at máa stødid undan mongum hermi og stórari fjøld av ung- dómi i Føroyum Fyrst fingu vit rús- drekkasølurnar, og sum umbering fyn at útlend- ngar, sum koma higar at vitja, måttu fåa høvi at hava øl og vin aftur vid matinum, fingu vit i kjalarvørrinum å rus- drekkasølunum eisini fleiri skeinkiloyvi kring landið. Ja, sjálvt úti á bygdunum (enntá teimum heilt smáu) fingu fólk loyvi at selja rúsdrekka — ikki bara um summarið, men alt árið Tað almenna skapar fyritreytirnar Men hyggið so eftir, hverji tey eru, sum sita har og drekka, kveld um kveld. Tað eru ikki út- lendingar, men føroy- ingar — ja, í mongum førum fólk, sum eru arbeiðsleys og liva av tí, sum tað almenna veitir teimum. Ella sagt við ødrum orðum: Tað al- menna skapar umstød- urnar (gevur loyvi til skeinkiloyvini) og rind- ar fyri, at hesi fólk kunnu drekk seg um rygg. samstundis sum familjur verða upp- loystar ella liva lívið í neyð, ótryggleika og støðugum ótta. Nógv ung eru eisini fallin fyri freistingini, nú tað bara er at fara inn í rús- drekkasøluna ella á matstovuna og keypa sær tað, sum penga- pungurin nú einaferð røkkur til. Og tess meira, hesi gerast bund- in av rúsdrekka, jú ódrúgvari verður tað, sum er í mappuni og tess minni verður eftur til lívsins uppihald Hver er so meiningin við øllum hesum; at forkoma okkum sum tjóð í einum brenni víns- rúsi og øllum ti, sum hongur uppi i hesum? Og hvønn tydning hava nú tey føgru orðini um, at rúsdrekka bara skal skeinkjast aftur við mati? Øll, sum vitja hesi stød, vita, at í flestu førum er tað eingin treyt fyri at fáa øl og vin, at tú eisini keypir nakað etandi. Tú kanst snøgt sagt keypa og drekka, sum tú vilt. Kanska keypir onkur sær okkurt smávegis at bíta í, sum síðan verður skolað niður við víni, øli ella sterkari legi. Gerst tú so fullur, at tú ikki orkar at ganga, verður tú bara blakaður á dyr! Útlendingar sum At býta skeinkiloyvir út til Per og Pól, tí útlend- ingar, sum vitja higar, skulu fáa høvi at drekka aftur við matinum, er bert skálkaskjól og einki annað. Besta prógvið um hetta er, at hesar øl- og vínstovur hava opið alt árið, og sum øllum kunnugt, vitja ferðafólk í Føroyum bara nakrar krákumánaðir um summarið. Hina tíðina av árinum eru tað bara føroyingar, sum kveld um kveld sita og leska sær aftan fyri gardinur- nar, meðan kona, børn og foreldur liva í ótryggleika. Matstovueigari hevur sagt fyri einum vin- manni hjá mær, at út- lendingar eru líka glaðir, um matstovurnar hava skeinkiloyvi ella ikki, tí tað eru tey fægstu ferða- fólkini, sum biðja um rúsdrekka aftur við mat- inum. Hinvegin er van- ligt, at útlendingar biðja um vatn, tí tað kostar einki. So tað er ikki rætt, at hesi skeinkiloyvi vóru neyðug fyri út- lendsku ferðafólkini í Føroyum. Hetta eru berar undanførslur. Um tit ivast í hesum, sum eg sigi, kunnu tit bara spyrja tey, ið reka mat- stovur við skeinkiloyvi. Spyrjið, hverjir >kund- arnir< eru, ið kvøld um kveld sita aftan fyri gardinurnar og leska seg við rúsdrekka. Sigast skal tó, at tey, sum reka hesar mat- stovur við skeinkiloyvi, eru ikki øll eins. Summi eru meira ábyrgdarfull enn onnur. Tað er nevni- liga tey, sum ikki lata fólk sita inni og drekka, men krevja, at tey skulu keypa sær eina máltíð, um tey yvirhøvur skulu fáa nakað drekkandi. Og fólk sleppa heldur ikki at sita inni og drekka alt kveldið, bara tí at tey keyptu sær eina máltíð. Men tíverri; eg beri ótta fyri, at tað eru ógvuliga fáar matstovur, ið seta slíkar treytir, tá ið skongt verður. Tað, ið tú hoyrir frá fólki, sum regluliga vitja á hesi stød, er, at lítið og einki eftirlit er við, hver ið fær og hver, ið ikki fær, og í nógvum førum verður lítið lagt í, um viðkomandi, sum biður um meira, er fullur ella ikki. Tí spyrji eg: Er tað neyðugt, at so mong skulu líða fyri, at nøkur fá skulu tjena nakrar krónur? Hy; i bakspeglid! Nær fara teir myndug- leikar, sum góvu loyvi til råsdrekkasølu og skeinkiloyvi, at hyggja í bakspeglið fyri at síggja, hvussu skilið veruliga er? Spyrjið bara úti í kommununum, hverja ávirkan skeinkiloyvini hava havt á smáu bygd- arsamfelggini. Og Gud viti, hvat Tórshavnar kommuna ætlar sær við heili 40 nýggjum skeinkiloyvum afturat í Havn. Hvat hugsa hesi fólk fyri sær — eru tey rættsiktað? Tit skulu vita; at:40 nýggj skeinkiloyvi í Havn fara at merkja, at nógvar familjur og hópur av ungdómum koma í 6føri av hesi vanlukku, sum fyrst og fremst javnaðarflokkur- in hevur smoygt niður yvir høvdid á Føroya fólki. Hvussu ætla hesi politiskt valdu fólk at røkka aðalsetninginum í rúsdrekkalógini um at tálma nytsluni? Hvussu samsvarar hetta við 40 nýggj skeinkiloyvi í Havn? Tað er rætt, sum bý- ráðsformaðurin í Havn, Leivur Hansen, hevur ført fram, at tú kanst ikki drekka á fleiri stød- um í senn. Men av royndum vita vit, at tess fleiri freistandi >tilboð<, ið eru, jú fleiri fella fyri freistingini og tess stórri verður vanlukkan. Taparar i gllum hesum ruðuleikanum eru tey veikastu í samfelagnum, nevniliga børnini og tey ungu! Ég fari at enda við nøkrum beinraknum reglum, sum stóðu í einum svenskum blaði: Kennir tú meg? + Eg eri tann størsti brotsmaðurin í søguni. * Eg havi dripið fleiri fólk enn tey, sum fullu í øllum bardøgum í heim- inum. + Eg havi gjørt menn- iskju til vrak. + Eg havi broytt vónfull ungfólk til vónleysar samfelagsbyrður. * Eg havi leitt óteljandi milliónir á skeiva leið. * Eg havi oyðilagt tey veiku og knasað tey sterku. + Eg havi gjørt vismenn til dárar. * Eg havi sett snerrur fyri tí óseka. * Hin neyðars fátæka húsmóðirin kennir meg. * Hitt svanga barnið kennir meg. + Tey foreldur, hvers hár er vorðið grátt av sorg yvir børnini, kenna meg. * Eg havi koyrt milliónir á húsagang og skal koyra mangar milliónir afturat á húsa- gang. Mítt navn er ALKOHOL Petur Skeel Skarðsá, Funningur Viðmerking Politikkur samgongunnar er steinur oman á byrðu hjá vinnulivsfolki okkara Eg eri sambandsmaður av ti at eg vil liva i Føroyum framyvir! Uppskrift samgongunnar er á pappírinum einkul og ein- føld. Nevniliga, at neyd lærir nakna kvinnu at spinna. Hetta orðatak sigur, | at fólk finna eina loysn at yvirliva tá neyðin rakar. Nú rokni eg ikki við, at sam- gongan ynskir at raka fólk her á landi so hart, at tey ikki hava ráð til klæði á kroppin. Men úrslitið av fullveldinum verður avgjørt almikil niðurskurður av livifótinum, sum vit kenna hann í dag. Samgongan sigur, at | føroyingar duga ikki | — orsakað av | rikisveitingini | Okkara vinnulívsfólk fáa | beinleiðis og óbeinleiðis at vita frå samgonguni, at tey | ikki eru dugnalig nokk. All- | ir føroyingar hava fingið at vita frå sjålvum løgtingsfor- manninum, at »vit liva í ein- um barnagarði<. Sambært samgongupo- litikarum verður so ómeta- liga nógv betri her á landi, | tá ið ríkisveitingin er skor- | in niður og peningur fer at | tørva meira enn í dag. Ti so fara hesi sovandi vinnulívs- fólk, sum í dag hvíla sítt hevur á bleyta koddanum, ið ríkisveitingin er, at vakna. Eftir at hava sovið so leingi eru tey úthvíld og fara av ovurhuga at spinna soleiðis at tann tørvandi 1 1/2 milliardin fer at koma í landskassan. Vit í Sambandsflokkinum halda, at henda nidurstøda samgongunnar er bæði skeiv og vandamikil. At talan í hesum føri er um experiment, ið hoyrir heima í spælihøll heldur enn á Før- oya Løgtingi, munnu mong vera samd við Sambands- flokkinum i. Iløguna til hetta spæl skal ikki politik- arin, men vinnan og skatt- gjaldarin bera — um nakar verður eftir her á landi til ta tíð. Sambandsflokkurin heldur at føroyingar duga væl Eftir — sambandsfloksins hugsan eru tad ikki vinnu- lívsfólk ella føroyingar ann- ars, ið eru tey her á landi, ið sova. Eg havi tosað við mong vinnulívsfólk. Tey tykjast mær ikki at sova, men held- ur er talan um, at tey longu í dag sova ov lítið orsakað av arbeiði. Sjálvt um eitt fullveldi krevur tað, verður ringt hjá mongum av hes- um at arbeiða harðari fyri at gjalda fullveldisrokn- ingina. Ongin stór rokning er inspiratiónskelda hjá ngkrum -Sambandsflokkurin heldur, * at tey vinnulívsfólk og fólk annars, ið royna at stríðast her á landi, hava eina stóra tøkk uppiborna. Tað er steinur oman á byrðu at siga við hesi, at teirra hugflog er skert orsakað av at tey sleppa undan at gjalda rokn- ingina fyri sjúkrahúsverkið, skúlaverkið, almannaverk- ið, fólka- og avlamispen- siónir, lógreglu, sjóverju við tyrlu (til fyri kortum), flog- vøll, dómsvald o.a. Ein kann tverturímóti hugsa sær, at vinnan hoknar undir byrðuni, um hon skal gjalda oman fyri nevndu rokning — og helst meira afturat, tá ið skiftistíðin er liðug. Mær vitandi er tað ikki ein stór rokning, ið er størsta in- spiratiónskeldan hjá ngkr- um. Sambandsflokkurin ynskir, at ríkisfelags- skapurin skal dagførast har tað er neyðugt, at vælferðin skal varðveit- ast, vinnan mennast og skatturin lækka Sambandsflokkurin vil virka fyri at vinnulívið fær støðugt betri møguleikar at virka undir. Tað vil verða til gagn fyri alt arbeiðandi fólk her á landi. Vit vilja framhaldandi, at persónligi skatturin skal lækka. Hetta er einasti møguleiki fyri at fáa kapital til aðrar vinnur, ið eru neyð- ugár at menna her á landi. Sambandsflokkurin er í- móti, at lønir skulu niður í sambandi við skattalætta. Lønirnar eiga partarnir á arbeiðsmarknaðinum at samráðast um. Fyri 1000 árum síðani spunnu fólk sær tráð at virka til klæði. Tað var loysnin tá. Spurningurin er um tað verður loysnin, um eitt fullveldi verður sett á stovn. Flestu føroyingar fara ikki at arbeida fleir- faldað fyri minni årtøku enn í dag. Tá verður heldur flutt til annað land, ið kann bjóða betri liviumstødur. Av egn- um royndum vita vit, at tað verður gjørt! Ella hevur samgongan gloymt tað? At fólk skulu noyðast at flyta av landi aftur osakað av politiskum kleyvarskapi má ikki henda aftur. Vit eru sambandsfólk, av tí at vit vilja liva i Føroyum fram- yvir. Marjus Dam, løgtings- limur-Sambandsfloksi ins