Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-09, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. september 1998síða 19

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 169 — 9. SEPTEMBER 1998 tíðindablaðið S0S2/U7 19 ÍTRÓTTUR sosialurin, box 76, 110 tórshavn - tlf 31 18 20 - fax 31 47 20 - teldupost til ítróttin: emil Csosialurin.fo } Alt avgjórt hjá kvinnunum: Lesið eisini ítróttin á Internetinum w.sosialurin.fo B36 foroyameistari Fótbóltur: Við góðari hjálp frå KÍ vunnu B36-kvinnurnar sunnudagin FM-heitið fyri aðru ferð innan trý ár EMiL L. JACOBSEN B36-kvinnurnar fóru til Leirvíkar sunnudagin væl vitandi um, at um tær vunnu dystin móti LÍF, sam- stundis sum HB ikki vann í Gun- dadali móti Kl, so vóru tær før- oyameistarar. Frammanundan varð roknað við tveimum jøvnum dystum, og dyst- urin f Leirvik visti seg eisini at gerast bædi javnur, spennandi og ikki minst dramatiskur. Dramatikkurin kom móti end- anum av fyrra hálvleiki, tå Sólva Joensen hjá B36 noyddist at taka seg burtur úr stríðnum. Ein LIF- spælari tveitir seg niður at takkla, Sólva leypur uppum, men kemur skeivt niður á fótin aftur. Seinni vísti tað seg, at óklaknút- urin er brotin. Sera spell fyri B36- liðskiparan, sum stutt áðrenn hevði skotið einasta málið í dyst- inum upp á brotsspark, men sum nú ikki fær verið við í seinasta dystinum móti HB komandi sunnudag. Fyrri hálvleikur hevði annars verið rættiliga javnur við tilboðum til báðar partar. Í seinna hálvleiki bleiv spælið meira tilvildarligt — nervarnir hjá B36-spælarunum, sum frættu úr Havn, at KÍ hevði trygga leiðslu, gjørdust týðiligari, og LÍF trýsti fyri at fáa útjavnandi málið. B36 slapp heppið, tá ein av teirra togaði eina leirvíks- kvinnu, sum hevði fría kós móti málinum, niður, uttan at dómarin sektaði tað. Tá eini tiggju minuttir vóru eftir, noyddist Durita Justinussen hjá LÍF av vellinum við skaða, og tað tók tað mesta av trýstinum hjá LÍF. Stutt seinni bríkslaði dómarin fyri seinastu ferð, B36 hevði vunnið 1-0, og tá KÍ samstundis vann 4- 2, var greitt, at árstalsfelagið hevði endurvunnið FM-heitið frá 1996. B36 hevur bert mist tvey stig í landskappingini í ár. Tað var móti HB í einum 3-3 javnleiki. Róm- urin var stórur millum spælararnar og viðhaldsfólkini, sum vóru komin til Leirvíkar á vegnum til landsdystin á Svangaskarði. Bert spell, at spælarin, sum hevði av- gjørt dystin og kappingina, tå var á veg til Havnar i sjúkrabili. HB snávaði Í Gundadali var trýstið á HB, með- an KÍ kundi taka tað eitt sindur meira róligt. HB-kvinnurnar vistu, at um B36 vann í Leirvík, og tær sjálvar ikki megnaðu at vinna, so var føroyameistaraheitid gloppið teimum av hondum. Tað sást eisini beinanvegin, at HB ætlaði sær at vinna. Tær trýstu KÍ heilt aftur í brotsteigin í vónini at fáa eitt skjótt mál, sum kundi geva eitt sindur av friði yvir spæl- ið. Men í sovorðnum stóðum er vandin fyri mótálopum altíð stór- ur, og tað var júst eitt mótálop, sum gav Malenu Josephsen høvi at skora móti ungu Atu Høgna- dóttir, sum vardi HB-málið fyri leikbannaðu Anniku Hansen. HB-kvinnurnar góvust ikki á hondum, og tað hevði heldur ikki tikið nakran á bóli, um tær høvdu komið upp á javnleik. Men KÍ hevur tvíburðarnar Rannvá og Ragnu Andreasen. Rannvá hevur skotið mál eftir samlibandi í ár, og hon økti til 2-0 við einum fri- sparki, sum hon sendi beinleiðis í málið. Hetta var ein dyggur smeitur Eftir at strítt seg til trý stig í Leirvík kundu B36-kvinnurnar fegnast um føroyameistaraheitid, sum varð vunnið, ti KI vann á HB i Havn fyri HB-lidid, og KÍ fekk nú fatur á longra endanum. Rannvá An- dreasen gjørdi 2-0 til 3-0 áðrenn hålvleik, og seinni hålvleikur var ikki gamal, tå Malena Josephsen fór sjálv og skoraði til 4-0. Ann Hansen og Eydvør úr Dím- un fingu minkad um munin til 2- 4, men ov seint var. I fyrsta dyst- inum f år, sum HB tapti, taptu tær eisini føroyameistaraheitid. KI vann dystin og hóttir nú við at taka silvurið frá HB-kvinnunum, sum hava liðið nógv undir, at stuðuls- spælarar so sum Teresa Johnsson og Liljan Jespersen ikki hava ver- ið við stóran part av seinnu helvt av kappingini. KÍ kann sum sagt enn fáa silv- urið, sum HB stendur til at fáa í løtuni. Tað hendir, um klaksvíks- kvinnurnar vinna seinasta dystin, samstundis sum HB tapir móti B36 í dystinum, sum nú helst verður eitt slag av »antiklimaksi«, nú kappingin longu er avgjørd. NSÍ vann sum væntað Triði dysturin hjá kvinnunum hetta vikuskiftið stóð í Runavík, Tá B36-kvinnurnar fegnaðust um FM-heitið, var tann, sum hevði skotið avgerandi málið, á veg til Havnar við sjúkrabili Mynd: Alvur Haraldsen har Skåla var å vitjan. Skåla er flutt nidur i 2. deild. Tær hava einki stig fingið í kappingini, og tad røkist heldur ikki fyri, at tær fara at fáa nakað. Hesaferð taptu tær 0-2 móti NSÍ, sum er komið fyri seg í seinnu helvt av kappingini. Málini hjá heimaliðnum skutu Ann Mari Østerø og Irdi Hansen. VB hevur My nd: Álvur Haraldsen langt síðani vunnið 2. deild, og tær skulu spæla móti næstniðasta liðnum í 1. deild, sum verður antin NSI ella EB. Eidiskvinnur høvdu frí hetta vikuskiftið, men kravið til tær komandi sunnudag, tá tær spæla í Klaksvík, er í minsta lagi eitt stig. Og tann uppgávan verður helst ikki løtt, nú klaksvíkskvinn- urnar tevja silvurið. Úrslit og støda HB-KÍ (0-3) 0-1: Malena Josephsen 0-2: Rannvå Andreasen 0.3; Rannvá Andreasen 0-4: Malena Josephsen 1-4: Ann Hansen 2-4: Eydvør úr Dímun LÍF-B36 0-1 (0-1) 0-1: Sólva Joensen (br.) NSÍ-Skála 2-0 (2-0) 1-0: Ann Mari Østerø 2-0: Irdi Hansen Stødan 1. B36 11 2. HB 1 3. KI T 4. LÍF 1 5. NSÍ 12 6. EB 1 7. Skåla 11