Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-09, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. september 1998síða 21

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tveir nýggir heiðurslimir í Havnar Svimjifelag (SVIMJING) Leygardagin S. september helt Havnar Svimjifelag 60 åra føding- ardagsveitslu. Umleid 200 fólk vóru til veitsluna, sum stóð í HB-húsinum í Gun- dadali. I sambandi vid veitsluna útnevndi Havnar Svimjifel- ag tveir nyggjar heidurslim- ir. Teir eru Gudbjørg H. Kristiansen og Heri Olsen. Sum grund fyri útnevn- ingini varð sagt, at bæði hava verið virkin í Havnar Svimjifelag í nógv ár, og bæði eru ella hava verið virknir stuðlar hjá svimji- ítróttinum í nógv ár. HS hevur nú tríggjar heiðurslimir — umframt Guðbjørg H. Kristiansen og Hera Olsen er Bobby Brockie eisini heiðurslimur í felagnum. Havnar Svimjifelag vil eisini nýta hetta høvid til at takka øllum veitsluluttakar- unum, sponsorunum, ISF, Tórshavnar Býráði og hin- um svimjifeløgunum i land- inum fyri dagin leygardag- in. EM-undan- kappingin hjå U16-lidunum byrjad (FOTBOLTUR) Í gjár, týs- dagin, klokkan 15.00 byrj- aði bólkurin hjá Føroyum í EM-undankappingini fyri Ul6-landslið, sum hesaferð verður hildin í Føroyum. Við í bólkinum, sum verður spældur í Gundadali í Havn, eru umframt Før- oyar eisini Noreg, Finnland og Wales. Í gjár klokkan 15.00 spældu Noreg og Wales, og klokkan 17.00 skuldi før- oyska liðið royna seg móti Finnlandi. Skráin er annars tann, at hósdagin kl. 15.00 spæla Finnland og Wales, og kl. 17.00 spæla Føroyar móti Noregi. Og leygardagin klokkan 14.00 hittast Finnland og Noreg, og klokkan 16.00 spæla Føroyar og Wales so seinasta dystinum í bólkin- um. Øll tey gestandi liðini komu til landið mánadagin og skulu halda til á Hotel Føroyum, meðan kappingin er. Umframt spælarar, venj- arar og onnur í hópinum eru eisini tríggir dómarar og tveir UEFA-umboðsmenn at eygleiða. Eygleiðararnir eru Ces de Bruin úr Hol- landi og tann meira kendi Michel Vautrot úr Frak- landi, sum fyri ngkrum ár- um síðani varð mettur at vera millum heimsins bestu dómarar. M.a. dómdi hann setanardystin í HM-enda- spælinum í 1990 millum Argentina og Kamerun. 3 - $- SEPTEMBET jindableðið Stór kapping er um plássið sum Fótbóltur: Talan tykist ikki fara at vera um nákra bjargngarroynd hjá klaksvíkingum, sum eftir øllum at dóma ikki fara at verða umboðaðir í 3 3. deildar liðini plaga at spæla á sama staði, sum 1. deildarliðini hjá somu fel- øgum plaga at spæla. I fjør leyp 1. deild eitt vikuskifti um, tí landsdystur var. 3. deild spældi hetta sama vikuskiftid, og tå kom speril í, soleiðis at liðini í 1. og 3. deild ikki fylgdust tey síðstu umførini. Tað vóru summir ikki so væl nøgdir við. I ár hevur kappingar- nevndin tikið hetta til eftir- tektar, tá teir hava lagt til rættis. 1. deild hevði frí síðsta vikuskifti, og tá møttust liðini í 3. deild, soleiðis sum liðini í 1. deild fara at møtast í 18. og síðsta leikumfarinum. Ella vit kunnu við øðrum orðum siga, at trý tey næstu vikuskiftini fara liðini í 1. og 3. deild at fylgjast. Sum vit søgdu í síðstu viku, so hevur Skála vunnið sær rættin at spæla í 2. deild komandi ár. Klaksvíkingar taptu stórt hesa ferð, og nú er greitt, at í ár verður ikki talan um nakra bjargingarroynd fyri liðið hjá teimum. Teir eru átta stig niðanfyri HB, sum er næstaftast, og teir hava sera vånaligan målmun. Hetta ger, at millum litid og einki bendir å einki bendir, at KÍ megnar at sleppa av aftasta plássinum, og tá KÍ í ár ikki hevur lið millum fýra tey bestu í 4. deild, so verða klaksvíkingar ikki umboðaðir í 3. deild komandi ár. Spuringurin um hvat lið skal spæla um uppflyting ur 3. og í 2. deild, er ikki avgreiddur. GÍ vann á Sandi, og teir liggja best fyri at vinna silvurmerkini, men teir kunnu ikki flyta upp, tí teir hava lið í 2. deild, og tað er einki, sum bendir á, at tað liðið fer at flyta niður. “ Tí er tað kappingin um triðja plássið í 3. deild, sum í løtuni er tann mest áhugaverda. Fimm lið luttaka í tí kappingini, men tað eru bara trý teirra, sum kunnu flyta upp í 2. deild. FS Vágar og B36 eru umboðað í 2. deild og verða tað helst eisini komandi ár. Tí eru tað IF, VB og B68, sum kappst um rættin at spæla um uppflyting. . IF vann í vikuskiftinum, meðan hini bæði liðini taptu. Bes-rs vagar 1-3 (0-0) Serliga hjá toftamonnum var tað ein strika í rokn- ingini, at teir taptu. Í fyrra umfarinum hevði heimalið- ið meiri bóltin, men tað vór- u møguleikar báðar vegir. B68 rakti tvær ferðir í træ- verkið, og getsirnir høvdu eina ferð bóltin á stólpan- um. Tveir minuttir eftir steðg- in kom hol á, og so styrkn- aðu fyritreytirnar hjá vága- monnum at spæla uppá kontra, og tað dugdu teir væl at gera sær dælt av. Robert Bernhardsson setti hol á, eftir at hann í vinstru hevði drigið yvir langan tein og síðani sendi úr spískum og inn við nærra stólpanum. Eftir 65 minuttir økti sami maður, tá hann varð leysur mitt fyri, og fimm minuttir undan leikloki var tað mið- vallarin Jákup Joensen, sum var púra leysur frammanfyri Magnus Poulsen í B68 mál- inum. Jónleif Gerðisá, sum var komin á vøllin tíggju min- uttir fyri leiklok, pyntaði um við fløtum skoti úr 25 metr- um, tá tað restaði ein min- uttir. Skála-KI 9-0 (5-0) Skåla hevur bara tapt eina ferð i ár, og tað var móti KÍ. Klaksvíkingar høvdu fjúrtan spælarar við út á Skála, men styrkin á liðnum hjá teimum var ikki tanna sama, sum tá liðini spældu í Klaksvík, og fleiri, ið høvdu sitið á beinkinum í 1. deild, spældu við. Skála setti hol á eftir sjey miuttir, tá KI verjan kiksadi eftir at hava fingið fatur á, í 12., 21. og 31. minutti øktu teir. Artur Johansen, venj- arin, sum akkurát var komin inn, smekkaði úr 30 metrum uppundir tvørtræid og til 4- O. Brotssparkið, sum liðfor- maðurin, Eirikur Joensen, id er miðverji, skoraði uppá, kom í síðsta álopinum und- an steðginum. Í 2. hálvleiki royndi KÍ at flyta fólkið fram, og tey bæði síðstu málini komu eftir miseydnaðar rangstød- ufellur. ÍF-HB 4-2 (2-0) Eitt lítið korter var farið, tá heimaliðið kom á odda, bæði hesa ferðina, og tá teir stútt fyri hålvleik øktu, var tað Mortan Thomsen, sum stútaði í kassan — fyrru ferð- ina eftir innlegg úr vinstru frá Hjalta Lundsbjerg og seinnu ferðina eftir horna: sparksinnlegg úr = -“' J ni Del nsson. LL slige f 2. hålvleiki minkaði Regin Reinert um munin, men tað eydnaðist ikki HB at fáa fatur á heim- aliðnum. Talan var um mál- verjumistak, tá Hergeir Eldevig úr 18 metra fjar- www.sosialurin.fo . deild komandi år stóðu økti til 3-1, og Hjalti Lundsbjerg stóð aftur fyri innlegginum, tá Jákup Bald- vinsson stútaði til 4-2. So kom sjálvstýrisflokk- urin upp í. Jákup Sverri Kass tingmaður skoraði síðsta málið! B36-VB 2-1 (1-0) Hverja ferð triðja liðið hjá B36 skal spæla tosa teir um eitt kreppulið. Manningin er ongantíð tann sama, og tá teir tosaðu um, hvussu teir skuldu bera seg at móti VB, sum telist millum liðini í frægara endanum, var avrátt at leggja varliga fyri. Men Bárður Olsen, sum var góður og vandamikil í yngru deildunum, men sum ikki hevur gjørt nakað ser- ligt við fótbóltin í ár, skor- aði tvey mál, áðrenn VB, sum hevði TB venjaran Egil Steintórsson á liðnum, kom á talvuna. Málið hjá teimum skoraði annað vikuskiftið upp í slag Hans Jákup Hjelm. Vit frætta úr Gunda- dali, at tað var ikki serliga nógv skil á skipaða spæl- inum. B71-GI 3-4 (2-3) Tað hendi nógv fyrstu løt- una. Fyrst fekk GI brots- spark, sum teir misnýttu, og so fekk heimaliðið tvey mál — Virgar Hentze og Petur Petersen skoraðu — áðrenn dysturin var eitt korter gam- al. B71 hevur fleiri spælarar á liðnum, sum teir vóna fara at gera vart við seg komandi árini, og hesa ferð sást eisini Jóhannes Jensen, sum er sera málsgkin. Hesa ferð eydnaðist tað ikki unga manninum, sum hevur verið í Danmark eitt skifti, at skora. Pól Henning Jacobsen minkaði skjótt um munin, og Bogi Jacobsen varð skrá- settur fyri útjavnandi málið. Petur Páll Mikkelsen stútaði móti málinum, ein sparkaði burtur á strikuni, men hann rakti í krovið á gøtumann- inum. Jákup Andreas Joen- sen avgreiddi til 2-3, eftir stút tvørtur um frá Peturi Påll Mikkelsen. I 2. hålvleiki javnadi Schønning Hentze skjótt. Eftir innlegg frá Hafði Sólskerf 5 seg sjálvan og smekkaði til. Sigursmálið tíggju min- uttir undan leikloki skoraði Ronnie Hansen. Kim Pet- ersen fór til baklinjuna í vinstru og legði út frá til liðfelagan, sum var púra leysur. jh Urslit og støda B68-FS Vågar 1-3 (0-0) 0-1: Robert Bernhardsson 0-2: Robert Bernhardsson 0-3: Jåkup Joensen 1-3: Jónleif Gerdiså Skála-KÍ 9-0 (5-0) 1-0: Pauli Hansen 2-0: Kaysten Rasmussen 3-0: Bogi Gregersen 4-0: Artur Johansen 5-0: Eirikur Joensen br. 6-0: Artur Johansen 7-0: Bogi Gregersen 8-0: Marius Joensen 9-0: Kaysten Rasmussen ÍF-HB 4-2 (2-0) 1-0: Mortan Thomsen 2-0: Mortan Thomsen 2-1: Regin Reinert 3-1: Hergeir Eldevig 4-1: Jåkup Baldvinsson 4-2: Jákup Sverri Kass B36-VB 2-1 (1-0) 1-0: Bárður Olsen 2-0: Bárður Olsen 2-1: Hans Jákup Hjelm B71-GÍ 3-4 (2-3) 1-0: Virgar Hentze 2-0: Petur Petersen 2-1: Pól Henning Jacobsen 2-2: Bogi Jacobsen 2-3: Jákup Andreas Joensen 3-3: Schønning Hentze 3-4: Ronnie Hansen Skåla 15 — 14-0-1 GÍ 15 825 ÍF 15 7246 VB IS 7-26 FS Vágar — 15 7-1-7 B68 IS = 6-3-6 B36 15 6-3-6 B71 15. 537 HB IS 429 KÍ 15 20-13 Målskjåttar Bogi Gregersen, Skåla Aksel Højgaard, B68 Kaysten Rasmussen, Skåla Jåkup Baldvinsson, IF Jåkup Danielsen, HB Hans Meinh. Midjord, HB Robert Bernhardson, FSV Tummas Magnussen, GÍ Pauli Hansen, Skåla Jón Brekku, B36 Tórarin Hentze, B36 Oddmar Andreasen, B68 Hergeir Eldevig, IF Kim Petersen, GÍ i Jåkup Helgi Egholm, IF Egil Steintórsson, VB Høgni í Jákupsstovu, B36 Eirikur Poulsen, B71 John Peisfjérsen, 'HB Gunnar Mohr, HB Mortan Thomsen, IF Jóhan Liitzen, KÍ Alexander Johansen, Skála Jón Hardley, B36 Bárður Olsen, B36 Bjørn Thorsteinsson, B36 Petur Gaardlykke, B68 Sverrir Kjærbo, B71 Petur Petersen, B71 Heri Hansen, FSV Bárður Mikkelsen, HB Bogi Nón, ÍF John Thomsen, ÍF Niclas Ludvig, VB Rógvi Thorsteinsson, VB 67-16 54-48 47-41 32-28 52-39 41-29 45-40 27-41 50-50 28-88 KAnS5b SS ASAUUUUNAAANGKAOASSSSSØOØEE — — ha tuð 00 >] t 2 FI gevur rætt at spæla um uppflyting 42 26 23 23 22 21 21 18 14