Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 1998síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

12 tíðindablaðið SOS! Nr. 170 - 10. SEPTEMBER 1998 Marglæti á Mikudagin var eitt av heimsins stórstu ferðamannaskipum á Havnini. Sosialurin var umborð á „Vision Of The Seas “, ið kostaði stívliga 2 milliardir krónur at byggja ORÐ: NCLAS JOHANNESEN MYNDIR: JEns Kr. VANG 280 metrar fyltir við marg- læti liggja henda mikudagin í september við molan í Havn. „Vision of the Seas“ er á jomfrúferð. Eitt sindur seinir á veg koma tygara útsendu stunandi við visit- korti í hond, ið vísir, at vit hava fingið tann serliga heiður at snodda til vælferð- ina eina løtu, meðan ståsi- liga farið liggur við bryggju Havnarbýur er á tremur við ferðafólki frá „Vision Of The Seas“. Og tú stað- festir, at miðalaldurin í Havn hesa løtuna er drøn- aður langt upp um pen- stónsaldur. Gomul fólk, nógvir pengar, ikki so galnir skattaborgarar at havt hjá Leivi Hansen. This way, Paul At koma umborð er ikki bara sum at siga tað. Navna- listi liggur frammi. Mynd- alegitimatión krevst. „Deck elleven“ sigur orientalski maðurin, ið tekur ímóti, og strikar okkara nøvn á list- anum. Hvar er tað? Hálv- vilstir leita vit longur inn í hetta flótandi hotellið. Ein onnur verð, ein onnur tíð, eitt annað fólk. „This way Paul'", sigur ein myrk kona við (allarhelst) mann sín. Tey ljóða amerikonsk. Hon skal upp á níggindu hædd. Fitt finna útav, at vit skulu í lyftina yvirav. Á dúrkinum (ella eitur tað kanska gólv, tá skipið or so stórt?) liggur teppi, ið avdúkar fyri okk- um, at vit í dag hava „wednesday“ — mikudag. 150.000 kr. í havnargjaldi A ellivintu hædd er mót- tøka. Jan Christiansen, vara- borgarstjóri tekur ímóti gávu. Hann smílist og takk- ar. Jú, Tórshavnar Havn hevur góðar dagar. 150.000 krónur leggur „Vision Of The Seas“ eftir seg — bara í havnargjaldi hesa lítlu løt- una. Samstundis fær Jan Christiansen at vita frá skiparanum, at tað hevði nú onki gjørt, um molin var nakrar metrar longri. Men tað gekk kortini. Og tað er heldur ikki so legið. Ti skipið hevur upp í móti líka nógvar skrúvur, sum allur tann føroyski heimaflotin tilsamans, og motormegin er somuleiðis øgilig. Her verður eisini prátað um eitt skip, ið meira enn dupult so langt sum Norrgna. Í brutto- registartonsum er „Vision Of The Seas“ 79.000 br. tons. — Norrøna umleið 7.000. Pinnamatur Tað er øgiliga torført ikki