Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-10, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 1998síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

16 tíðindablaðið S0S2lur Nr. 170 — 10. SEPTEMBER 1998 Janus Kamban Janus Kamban var ímillum teir landsmenn okkara, ið vóru í útbúgvingarørindum í Keypmannahavn seinast í 1930árunum, men gjørdust útisetar eitt fimmåra skeið av krígsávum. Hetta ættar- liðið var nakað serligt. Tann drúgva tíðin í noyddari út- legd í nazismunnar skugga hevði sett fødilandid í eitt nýtt og ødrvisi ljós og gjørt hesi ungu meðvitandi um samleika og tjóðskap. Til- tikið er samanhaldið og tað blómandi felagslívið í stór- býnum. Eyðkent fyri flestu teirra var eitt djarvt við- áður aldri sæð ímill um føroyingar. Neyvan nakar ungdómur i Føroya søgu havt so treyst- igar hugsjónir og sett sær so stór framtíðarmál. Eftir krigsiok komu tey heim aft Tann gamli heimurin var farin í sor, nú skuldi byggj ast av nýggjum. Føroyar skuldu verða frælsar, mennast vinnuliga, mentun- arliga og politiskt, og verða tjóð ímillum aðrar tjóðir Ikki kann sigast, at tað politiska úrslitið hjá teimum gomlu løgtingsmonnunum - kom at svara til vónirnar og dreym- arnar. Men hóast mong teirra mundu kenna seg vónsvikin, og vildu treyðugt kennast við hesa skipan, má ásannast, at teirra partur hevur ikki ligið eftir hesi fimti árini. Fært tú ikki tann, ú elskar, mást tú royna at elska tann, tú fært, og vóna, at alt fer at laga seg til tað heimastyrisiogin Móðurmálið. minnisvarði fyri V U. Hammershaimb, 1948 betra. Í staðin varð tosad um at vera á rættari leið. Hesir »asfaltføroyingar« hava sanniliga sett sín dám á samfelag okkara eftir krigg- ið. Og broytingin hevur ver- ið stór - nú ganga sum kunnugt allir føroyingar á alfalti, enntá í túninum í Mykinesi. Tann mentunarliga og samfelagsliga menningin hevði størstan tydning. Utt- an hesar menn og kvinnur var eingin radikal tjóðskap- arrørsla og målrørsla, einki Fróðskaparfelag og einki Fróðskaparsetur. Og nú hetta skal vera ein heilsan til fóðingardagsbarnið, ið er listamaður, skal sigast, at uttan tey vóru helst hvorki Listafelag, Listasavn ella Listaskáli. 1923 er eitt søguligt ár í Føroya mentunarsøgu - tå fór tann fyrsti føroyingurin undir at fáa sær rættiliga listarliga útbúgving. Tað var Bergithe Johannessen úr Vestmanna. Við Mikines, Janusi Kamban og Ruth Smith fingu vit okkara fyrstu professionellu lista- fólk. Janus var næmingur á myndahøggaraskulanum á Kunstakademiet í Keyp- mannahavn hjá E. Utzon- Frank 1932-35 og 1938-40. Listin skuldi ikki longur einans vera ítriv, men lívs- ins meining og álvarsliga innihald. Hesi undangongu- fólk løgdu stødi undir eina listarliga menning, sum hevur borið okkum longri á leið - fram ímóti teirri men- tanarligu búning og tilbúgv- ing, ið navnin Janus skald á sinni setti sum treyt fyri, at vit einaferð skuldu kunna rópa okkum eina mentaða tjóð (sambært Hanusi Andreasen). Fleiri yngri landsmenn tóku eftir, leitaðu til tann sama listaskúlan í stórbýn- um. Tá ið kríggið kom og Danmark varð hersett, vóru hesi myndlistafólk stødd í Keypmannahavn, og har noyddust tey at vera verandi tey 5 krígsárini. Summi vóru liðug við útbúgving sína, men ikki heim farin, onnur vóru júst farin undir lesnaðin. Tann unga tjóðin kundi manna eit: heilt lið av gávuríkum myndlista- fólkum, og ein nýggj lista- grein var við at festa røtur. Men fólkið átti hetta til góð- ar - heima í Føroyum vistu tey lítið og einki um ta nýggju myndlistina. Studentar og aðrir útisetar - Vit síggja nøvnini á mong- um, 10 komu at seta sin dåm á føroyska samfelagið eftir kríggið - tóku seg saman og stovnaðu Listafelag Føroya í 1941, til tess at stuðla hesa nýggju listagrein. Formaður varð Hans Debes Joensen, seinni landslækni. Janus var sum vera man við. Hann hevði nøkur ár framman- undan fyrireikað ta fyrstu føroysku >útisetaframsýn- ingina< í myndhøggara- skemmuni hjá sær sjálvum í Nørrebrogade. Hanus við Høgadalså, sum kom at dugna myndlistini nógv eft- ir kríggið - hann andaðist her fyri - var eisini uppii. Janus Kamban, ið hós- dagin 10. september fyllir 85, var í tí vónríka skara, ið kom heim eftir krígslok, í august 1945, við fyrsta ferðamannaskipinum, >Aarhus< hjá DFDS. Í bók síni um Janus tekur Gunnar Hoydal soleiðis til: >Men korini vóru trong, tær góðu tíðirnar beint eftir kríggið fjaraðu skjótt burtur, og Jan- us kom at sanna tað, sum hevur fylgt honum bæði fyrr og síðani, at hjá før- oyskum listamanni er ofta smáligt og kanska beinleið- is svangligt vidhvørt. -Tað vistu vit frammanundan, hevur hann greitt frá. Vit vístu, at tað fór at vera smátt, og tað var ikki, tí vit hugsaðu um innløguna, at vit stundaðu eftir at sleppa heimaftur. Tað var meira