hósdagur 10. september 1998síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 170 — 10. SEPTEMBER 1998
Jákup Dahl 1978
einfalt enn so: Vit hildu okk-
um hava verk at gera í Før-
oyume.
Grabbarin 1974
Við útisetunum kom eis-
ini Listafelag Føroya heim
og byrjaði virksemi sítt her.
Janus hevur verið uppi í øll-
um vási, ið spratt úr lista-
felagsins virksemi - sum
tíðindablaðið SO
forsprákari og fyrireikari. Í
1948 varð Alment føroyskt
Listasavn sett á stovn, sama
árið skipaði listafelagið fyri
teirri fyrstu Olavsøkufram-
syningini. Í eitt mannaminni
vóru størri framsýningar í
Føroyum og uttanlands- og
Olavsøkuframsyningin -
óhugsandi uttan Janusar
kønu hond. Í 1970 kom
Listaskålin, og Janus varð
settur leiðari.
Eyðkenni fyri list Janusar
er einfaldur greiður formur
í monumentalari sinniligari
ró. Hann hevur gjørt virði-
ligar andlitsmyndir av út-
róðrarmonnum og traðar-
monnum, skøldum og
kvødarum. Skal ein andlits-
mynd takast fram, tá tað
vera bronsumyndin av
Vensili á Velbastað 1951,
kanska mætasta verk Jan-
usar yvirhøvur. Hann lýsir
vanlig fólk í dagligum yrki:
neytakonur og seyðamenn,
útróðrarmenn við báti sín-
um, reiðskapi og veiði.
Eymar og sannførandi eru
lýsingar hansara av seyði,
eitt nú Tvílemba 1955 og
Ær 1968. Men hann hevur
eisini tikid samfelagsligar
spurningar upp, eitt nú í
standmyndini Karyatidur.
Í grafikki, linoskurdi,
mangan fleirlitadum, eru
havid, sjófuglurin, fjøran og
tað liv ið rørist vid stødna,
eitt høvudstema. Aldunnar
tunga dragandi rytma og
skiftandi litbrå, skýferðin,
áirnar í andarisi. Eingin
hevur sum Janus Kamban
dugað at lýst linjurnar í tí
fullkomna skapinum, tann
klassiski føroyski båturin
hevur.
Tvilemba 1955
Eitt høvudsverk Janusar,
helst fremsta monumentala
høggmyndaverk, id gjørt er
í Føroyum, er Móðurmálið
1948, ið høgt er úr føroysk-
um gróti. Tá ið hesin prýði-
ligi minnisvarði fyri V. U
Hammershaimb á sinni varð
settur upp á Debesartrød,
framman fyri týdningar-
mesta mentunarstovni, ið tá
var, Landsbókasavninum,
stóð hann væl fyri, og hann
tók seg væl út á hesum fríða
lendi. Men so fóru menn at
oyðileggja umhvørvid. Ja -
umenn Janus altíð er sinni-
ligur og spakførur, so kann
hann tó siga sína hjartans
meining, og tað fari eg eis-
ini at loyva mær, hóast hetta
er ein fødingardagsheilsan.
SEV gjørdi ta dáragerð at
byggja eitt ljótt betonhús
beint upp at minnisvarðan-
um - skapað nakað sum hes-
in fýrkantaði skulpturur, og
nakað eins á liti, bara mun-
andi stórri. Einki ilt at siga
um bókasavnshúsini, men
tað er óheppið, at grefligar
jarndyr fyri bilskúrinum eru
vendar beint ímóti lista-
verkinum. Vegurin framm-
anfyri er grivin niður í lend-
ið, so varðin er endaður á
einum kneysa, ið ber upp
fyri. Sjálvt um myndugleik-
arnir skuldu fingið tað hug-
skot at beint brutur tað vill-
vaksandi runnakjarrið, ið av
onkrari óskiljandi orsøk er
plantað, so tað nærum fjalir
minnisvarðan yvir V. U.
Hammershaimb, hevði
hann kortini sæst illa av J.
C. Svabosgøtu, og inn um
girdingina fer eingin, tí olju-
fyrisitingin, id hevur fingid
tey gomlu bæriligu húsini,
17
hevur aðra innkoyring. Nú
er hesin vakri skulpturur, ið
á sinni varð reistur sum ein
mentanarligur varði við
stórum symbolvirði, komin
sera illa fyri. Eingin mein
ing er í staðnum, har hann
stendur, - og eingin sær
hann!
Nú vit heiðra Janus, loyvi
eg mær at seta fram eitt upp
skot: Gevið føroyingum
høvi til at síggja og njóta
hetta monumentala verk -
flytið standmyndina Móð-
urmálið, setið hana á Ting-
husvøllin! Miðskeiðis á
vøllin - nakað ovari enn har,
Rasmus Effersøe nú stend-
ur. Flytið so bringumyndina
av Rasmusi í ein útnyrðing,
í brekkuna nakað oman fyri
Sparikassagerðin.
Janus Kamban hevur ver-
ið virkin til hendan dag. Á
Olav søkuframsyningini
seinastu sóu vit, at verkið
Mekongáin, ið hann hevur
arbeitt við tey seinnu árini,
hevur fingið sín endaliga
form. Hetta er ein grimmlig
viðmerking tl kríggið í
Kambodia og alt dáralæti
Janus Kamban er javn-
gamal við ta nýbrótandi list-
ina, ið tók seg upp í 1930-
árunum, og í teirri menning,
vit hava sæð hesi seksti ár-
ini, er hann ein felagsnevn-
ari. Hjartaliga til lukku vid
teimum 85 árunum tøkk fyri
tína list og tíu ósjálvsskna
stríð.
Bárður Jákupsson