hósdagur 10. september 1998síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið S032luin
Nr. 170 — 10. SEPTEMBER 1998
Góða fitta Malan'
ný
Tillukku við 4 ára deginum 9/9
Mamma, babba, Atli og Sakaris
SÁ Tiltok
—
7
KFUM & KFUK
i Havn
Bibliutimi er i KFUK hós-
kvøld kl. 19.30 v/ Gimma
Olsen. Fil. kap. I
Frelsunarherurin,
Tórshavn
I kveld kl. 20: Heimafor-
bundið, allar kvinnur kunnu
vera við.
Friggjakvøldid kl. 20:
Ungd6msmøti.
Ebenezer, Tórshavn
Sunnudag kl. 12: Sunnu-
dagsskúli
Sunnukveld kl. 18: Evan-
geliskt meti.
Sunnukvøld kl. 21: Uti-
møti.
Månakvøld kl. 20: Bøna-
móti.
Mikukvøld kl. 20: Upp-
byggingarmøti.
Hóskveld kl. 20.00: Ung-
démsmøti.
Samkoman
Immanuel
Friggjakvøldid kl. 21: Ung-
démsmøti. 12 år og eldri eru
vælkomin.
Rhema å Hålsi
Í kveld kl. 20: Vitni meti.
Sunnudagin kl. 11: Møti.
Fríðtór Debes talar.
Øll eru vælkomin.
Keldan í Skálafirði
Móti í Bygdarhúsinum
á Strondum
Hóskveldið 10. sept. kl. 20
meti v/ Team Exodus. Evni:
Ísrael
Keldan í Skálafirði
Opið hús verður leygar-
kveldið kl. 21 v/ Leif Høj.
Sunnudagin kl. 17 meti
v/ Henning og Lissi, frá-
greiðing frá túrinum í Ru-
menia. Øll eru vælkomin.
Bygdarhúsið
á Strondum
Héskvøldid 10. sept. kl. 20
verður meti v/ Team Exo-
dus. Evni: Ísrael.
Samkoman Sion,
Vágur
Sunnudag: Morgunmøti kl.
11.00. Evangeliskt møti kl.
18.00.
Telefonandaktin svarar å
73777.
Meinigheitshúsið
á Skála
Ungdómsmeti verður í
kveld kl. 20 v/ Anton Høj-
gaard og Brandur Jacobsen.
Øll eru hjartaliga væl-
komin.
Føroya Ellisakfør
Leygardagin 12. sept. 1998
verdur familjudagur, Go-
cartkoyring, grill o.a.
Tekning i felagshølunum.
Fpileptikarafelag
Føroya ;
Postadr.: MBF-húsið, Ís-
landsvegur 10 C. Felagið
hevur ikki fasta skrivstovu-
tíð, men samband við fel-
agið fæst á tlf. 13978, Rand-
fríð Sørensen, ella tlf.
19793, Mari Johannesen.
AA-Fundur
verður í kvøld kl. 20 í Tórs-
getu 5 (inngongd vestan-
fyri).
Al-Anon
Fundur fyri avvarðandi av
alkoholikarum er hvgnn
leygardag kl. 1530 á
Brandsteðini á Oyrarbakka.
Bahá'í Miðsteðin
í Gundadali
Opið er hvønn hósdag frá
kl. 17.00-—20.00.
Bahá'í-samfelagið
í Tórshavn
Deyvafelag Føroya
Skrivstovan er opin måna-
dag til hósdag frá kl. 8.00
til kl. 15.00. Tlf. 1.7597,
skrivitlf. 1.6929
fax 1.3609 og teldupostadr.
deaf foGpost.olivant.fo
Skýlið i Odense bjóðar
til kristiligan stevnudag
leygardagin 19. sept. frá kl. 10.30 til umleið kl. 18 á Kratholm-
skolen, Byghøjvej 27 í Bellinge við Odense
Ofta spyrja fólk, hví vit
hava slík tiltgk, og hví vit
sum heild hava evangeliskt
arbeiði millum føroyingar,
>tí tey skilja danskt«
Umleið somu málbering
høvdu maktmenninir í Før-
oyum í einar 4 gldir aftan á
»Øvugtu« trúbótina í Før-
oyum — øvugt tí hon kom at
virka gvugt av hugsanum
Luthers viðvíkjandi móður-
málinum í Føroyum innan
kirkju- og skúlagátt. Eg
fegnist stórliga um, at Luth-
er tordi at gera tað, sum
hann gjørdi, og stórur
spurningur er, hvussu per-
sónliga kristnilívið og
kirkju- og samkomulívið
hevði sæð út í Norðurlond-
um, um hann ikki hevði
verið. Men hugsan hansara,
um at fólk skuldu hava
Guds Orð á hjartamálinum
var seinkað 400 ár í Fero,
um 1
Hóast »tey skiltu danskt,
so fóru menn undir at um-
seta Bíbliuna til føroyskt og
at skriva sálmar og sangir á
móðurmálinum, tí móður-
(hjarta)málið hevur annan
puls og aðra takt (og annað
hjartalag) enn fremmanda
málið, hóast vit skilja tað.
Vit skipa fyri slíkum før-
oyskum kristiligum stevnu-
degi, tí okkum tørvar at
koma saman um Orð Harr-
ans og at syngja sálmar og
sangir á móður(hjarta)mál-
inum — hóast vit til gerand-
is eru í donskum kirkjum
og samkomum.
Seinastu 6 árini hava
nógvir føroyingar verið í út-
legd her á Flatlondum, tí
kreppa var heima á landi.
Tað var gott fyri okkum her
niðri at hava so nógv fólk
her, og hesa tíðina í fjør
vóru vit nógv savnað til
slíkan stevnudag í Esbjerg.
Nú eru nógv flutt heimaftur,
og tað fer at merkjast; men
vit vóna, at nógv úr ymsum
kirkjuliðum fara at finna
vegin til Odense á stevnu.
Líta vit yvir Danmarks-
kortið, so eru her og har
»hvitir plettir«, har fyrr ar
boðið til kristiligar fundir.
Nú eru kanska ov fá at bera,
tí so nógv eru flutt heim —
ella er tað ov strævið í
longdini at standa í før-
oyskum kristiligum verki í
spenningsfeltinum fér-
oyskudanskt. Ein slíkur
stevnudagur kann so vera
høvi hjá føroyingum her og
har at koma saman ein
heilan dag til hugna og ålv-
ara.
Nakrir av teimum, sum
fara at bera nakað fram, eru
Jens Olsen år Herning, Øss-
ur Berghamar av Amager,
Påll Dam Hansen år Faa-
borg og Poul Jóhan Djur-
huus av Glyvrum. Jens
Smith úr Bogense vil gjarna
gleða okkum við fjólspæli
(m.a. gomlum føroyskum
sálmalggum).
Kratholmskolen er kristni
frískúlin í Odense, og hann
liggur í útsynningspartinum
av hesum ævintýrbýnum,
sum er um at vera mest
kriminaliseraði býurin her
á landi, (tí er tað eisini av
týdningi ikki at geva skarv-
in yvir, men at koma saman
um Orð Harrans). Tað er
lættast at finna skúlan við
at koyra frá motorvegnum
við nr. 52, og so at koyra
ímóti Assens til Bellinge —
snara til høgru har (eftir
Brændekildevej) — til
vinstru (eftir Rughgjvej) og
so til høgru (eftir Byghgj-
vej), skúlin liggur ovast á
hesum vegnum.
Um onkur ætlar sær at
koma, so hevði verið gott
at fingið boð einar tveir
dagar frammanundan, so vit
fingu eina hylling av,
hvussu nógvar frikadellur,
vit skulu steikja.
Árni Helmsdal,
tlf. 65 96 13 73
Amnesty International
Føroya deild
Skrivstovan er opin:
Tysdag kl. 8.30—12.30
Hósdag kl 8.30—16.30
Felagið
Føroyar-Kuba
Opið er á skrivstovuni í
Kongagøtu 11, mikudag kl.
16-18. Mánad., tysd., hós-
dag og friggjad. kl. 10-11.
Tlf. 13016 - Fax 13824.
Kristnastova
Birmavej 36, København S,
tif. 31 55 18 09 /
fax 31 58 61 49.
Friggjakvøldid kl. 20 er
kristiligur fundur.
Sunnumorgunin kl. 11 er
samkomufundur vid breyd-
bróting og sunnudagsskúli
kl. 12.30.
Sjómansheimið
»Ørkin«
Brautarholt 29,
105 Reykjavik
Sunnudag møti kl. 17.
Månakvøld bibliutimi kl.
20.30.
Øll eru hjartaliga væl-
komin.
Nærri upplysingar å
tlf. 009 354-568-0777
Sunnudagsskúli
í Keypmannahavn
Sunnudagsskúli er hvgnn
sunnudag kl. 14 á Oyra-
sundskollegiinum, Dals-
landsgade 8, og í Føroya-
Hisinum, Vesterbrogade
17A. Øll eru hjartaliga væl-
komin. Nærri fæst at vita frå
Jan Johannesen, tlf.
30 35 59 66.
Evangeliska Reddin
Odense. Føroyska sending
in frå Odense Radio hoyrist
hvønn mikudag kl. 16.40,
danska tíð, á FM 107,1
MHz.
Norrøni Eftirskúlin
í Hygum
Friggjakvøldid 11. sept. kl.
19.00 verður føroyskt møti
á skúlanum við Torleif Jo-
hannesen, sjómanstrúboð-
ara.
14. september
kvøldseta
Unga Tjóðveldið skipar månakvøldid
14. september kl. 19.30 fyri fjóltáttað-
ari kvøldsetu i Sjónleikarhúsinum. Við
hesum vilja ungu tjóðveldisfólkini
savna ung sum eldri í hugnaligum um-
hvørvi til gaman og álvara, tó fyrst og
fremst fyri at kveikja og birta undir
tjóðveldishugsjónini
Tað var 14. september
1946, at føroyingar
fyrstu ferð valdu frælsi,
og stendur dagurin ti
frammalaga í huganum
hjá øllum tjóðveldis-
fólki. Tó vóna ungu
tjóðveldisfólkini, at hes-
in dagurin skjótt eisni
fer at verða tann, tá Før-
oya fólk aðru ferð og
endaliga fara at velja at
liva sum fræls tjóð.
Tjóðveldisflokkurin
varð stovnaður í 1948,
og fyllir flokkurin so-
statt 50 í ár. Eins og onn-
ur tjóðveldisfólk fegnast
Unga Tjóðveldið um
stórfingnu — fødingar-
dagsgåvuna, sum Før-
oya fólk gav flokkinum
30. apríl. Men tey
ásanna eisini, at ófgra
valúrslitið ikki skal nýt-
ast sum koddi, men
heldur sum ein eggjandi
byrjan til at røkka ta kós,
sum leðir okkum til før-
oyska tjóðveldið. Unga
Tjóðveldið sær hesa
kvgldsetuna sum ein av
mongum varðum, ið
lagast skulu á tjóðveld-
isleidini.
Jóannes Jakobsen fer
at undirhalda vid sinum
vælumtókta tónleiki og
ikki sért tjóðskaparliga
teksti. Millum annað fer
Jóannes at framføra lag
og sang, ið er skrivaður
til Unga Tjóðveldið.
Petur P. Jensen fer at
hava sermerkta yrkinga-
framførslu.
Unga Tjóðveldið
leggur dent á, at tiltakið
í Sjónelikarhúsinum 14.
september ikki er ein
politiskur fundur, men
at politikkurin fer at seta
sín dám.
Skráin fyri kvøldset-
uni verður hendan:
Annlis Bjarkhamar
forkvinna í Unga Tjóð-
veldinum í Suður-
streymi, býður vælkom-
in.
Høgni Hoydal, lands-
stýrismaður, tosar um
rikisrættarligu støduna
og uppskot landsstyris-
ins.
Heini O. Heinesen,
løgtingsmadur, tosar um
tjóðveldispolitikk fyrr
og nú.
Páll á Reynatúgvu,
légtingsmaður, tosar um
týdningin av at tey ungu
eru við í politiska ar-
beiðinum.
Helgi Øster tjóðveld-
ismadur, hugleidir um
tidina kring f6lkaat-
kvøduna 1946.
Turið Sigurðardóttir,
tjóðveldiskvinna, hug-
leiðir um pápa sín og
tjóðveldishgvdingin
Sigurð Joensen.
Annars verður eisini
felagssangur, føroyskur
dansur o.a. á skránni.