fríggjadagur 11. september 1998síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Bláikrossur
nýggjan
skrivara
Søldfirdingurin Karstin Olgar
Lamhauge er nýggjur skrivari
hjá Bláakrossi
20. august tók Karstin
Olgar Lamhauge við
starvinum sum Blá-
krossskrivan. Hann skal
røkja starvið fram til 1
juli 1999, skrivar >Trú-
bodin«, ið júst er åtkom-
in
Karstin Olgar er 27
ára gamal, útbúgvin
listamaður, men hevu
navt ymisk størv farnu
árini
Sagt verður, at hann er
vælkendur við blákross-
arbeiðið og hann hevur
somuleiðis verið limur í
Blákross í mong ár.
Uppgávurnar hjá
nýggja skrivaranum fara
eitt nú at fevna um verk-
ætlanir og undirvísing á
skúlum. Karstin Olgar
Lamhauge skal eisini
taka lut í arbeiðinum hjá
Blákrossungdómi.
sosialurin
110 Tórshavn
Undirritaði teknar seg sum haldara av
Tiðindablaðnum Sosialinum, og fái
blaðið 5 ferðir um vikuna.
Restin
tina av hesum ársfjórðingi fái eg Sosialin
[] Haldarar í Føroyum: 240,-/årsfj.
[] Haldarar i Danmark: 425,-/årsfj.
[J Haldarar i Føroyum,
plød í senn: 340,-/ársfj.
tíðindablaðið SEGÐU
Nr. 171 — 11. SEPTEMBER 1998
Tað stórsta og best útgjórda tunfiskaskipið
í heiminum er nú skrásett á Tvóroyri:
Viberg Sørensen
- hesuferð
á tunfiskaveiði
— Ætlanin er at gera Tvøroyri til ein miðdepil fyri tunfiskaveiði í Atlantshavi.
Viberg Sørensen á Tvøroyri hevur gjørt avtalu við eitt felag í Japanum at
fiska tunfisk. Tað er svimur eitt stórt rikidømi í sjónum rundanum okkum, sum
vit eiga at fáa nyttu burturúr, sigur hann
AK! BERTHOLDSEN
Viberg Sørensen á Tvøroyri
hevur aftur lagt til brots vid
slédbrétandi royndum i
fiskivinnuni.
Nú er hann farin at fiska
tunfisk.
Hann hevur gjørt sam-
starvsavtalu vid eitt felag i
Tokyo, sum eigur nógv tun-
fiskaskip.
Talan er um eitt stórt fel-
ag, sum annars hevur høv-
uðsdeild í Teiwan.
Urslitid av hesi avtaluni
við felagið í Tokyo er fyri-
bils, at tað størsta og best
útgjørda tunfiskaskipið í
øllum heiminum er nú skrá-
sett á Tvøroyri og siglir
undir føroyskum flaggi.
Talan er um tað tað 63
metrar langa >Boada 7<,
sum nú fer undir Føroyar at
fiska tunfisk undir føroysk-
um flaggi.
Hetta er fyrstu ferð at eitt
útlendskt skip kemur undir
føroyskt flagg.
Avtalan er galdandi eitt år
isenn.
Vid skipinum vera 16
eysturlendingar og fyra før-
oyingar. Viberg verður
sjálvur skipari. Sonurin,
Ansgar verður fyrsti stýri-
maður og hin sonurin,
Ragnar verður annar stýri-
maður. Snorri Jensen úr
Fuglafjørdi verður maskin-
meistari.
Harumframt skal ein eyg-
leiðari fyri Vaktar-& Bjarg-
ingartænastuna við.
Viberg Sørensen sigur, at
fiskiskapurin eftir tunfiski
er so serligur, at tað er nokk
at fýra føroyingar eru við í
fyrstu atløgu.
Ein gamal dreymur
Viberg Sørensen dylir ikki
fyri, at hetta er ein gamal
dreymur hjá honum at fara
at fiska tunfisk.
— Eg havi havt áhuga fyri
tunfiski í eini 15 ár. Eg veit,
at tað eru hundraðtals skip,
sum fiska tunfisk í Norð-
uratlantshavi.
— Og eg havi altíð hildið,
at tað kann ikki bera til, at
føroyingar ikki skulu kunn-
að fáa eitt sindur burturav
hesum nåttårurikidømi, sig-
ur hann.
Tað eru eisini fleiri ár síð-
ani, at Viberg fekk tunfiska-
loyvi undir Føroyum.
Hann heldur, at føroying-
ar skuldu havt allar fortreyt-
ir fyri at fiska tunfisk.
— Talan er um fiskiskap á
víðum havi, skipini eru
leingi burtur, tey eru langt
heimanífrá og talan er um
fiskiskap við línu.
— Hetta er alt viðurskifti,
sum føroyingar eru vanir
við frammanundan.
— Tað einasta er, at talan
er um so heilt serligan fiski-
skap, at royndir eru ein av-
gerandi fortreyt fyri at fáa
tað at eydnast.
— Føroyingar hava roynt
sjålvir, men tad miseydn-
aðist. So tað er eingin orsøk
til at endurtaka tær roynd-
leggur aftur til brots
irnar 3
— Annars er Ágot eisini
farin undir royndir. Teir
hava valt sín máta og tað er
eingin orsøk hjá okkum til,
at gera fløgur í somu roynd-
ir.
— Vit hava tí valt at ganga
aðrar leiðir og eydnast
royndirnar hjá Agot, fáa vit
aðrir eisini ágóðan av tí,
eins og aðrir eisini fáa á-
góðan av okkara royndum.
Viberg Sørensen sigur, at
tað er eitt hálvt ár síðani, at
hann fekk samband við jap-
ansku deildina hjá teiw-
anska reiðaríðnum.
Og nú er so loksins klárt
at byrja fiskiskapin.
Viberg ivast ikki í, at
møguleikarnir eru góðir.
— Skipið er spildurnýtt og
hevur alla tað mest fram-
komnu útgerðina umborð,
sum finst. Og menninir eru
allir vandir í hesum serliga
fiskiskapinum.
Hann heldur, at ein stórur
fyrimunur við at samstarva
Tað fyrsta útlendska skipið, sum kom undir føroyskt flagg, er tað størsta, og mest framkomna tunfiskaskipið í heiminum.
Hetta er eitt úrslit av eini slóðbrótandi samstarvsavtalu ímillum Viberg Sørensen á Tvøroyri og eitt stórt, japanskt
felag. Her liggur Boada 7 við bryggju á Tvøroyri. Teir fóru til fiskiskap í gjár.