fríggjadagur 11. september 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 171 — 11. SEPTEMBER 1998
tíðindablaðið S082/u
við royndar tunfiskarar, er,
at so sleppa vit undan dýr-
um og tidarkrevjandi roynd-
arfiskiskapi.
Ætlanin er, at Boada 7
skal fiska tunfisk undir Før-
oyum undir føroyskum
flaggi, so leingi tunfiskurin
er undir Føroyum, men tað
er ikki so leingi.
— Tunfiskurin er undir
Føroyum um heystið. Í fjør
var vertíðin úti um hálvan
november.
— Men trupulleikin tekur
seg upp, tá ið vertíðin undir
Føroyum er av, tí føroyingar
hava ikki rætt at fiska tun-
fisk á víðum havi og tå
verður so aftur neyðugt at
skráseta skipið uttanlands.
Avmarkaður
marknaður
Viberg Sørensen sigur, at
tunfiskavinnan er ógvuliga
serlig.
— Tað er bara í Japan at
tey brúka hetta hetta slagið
av tunfiski, har tey eta hann
ráan.
— Og tað eru bara japan-
arar, teiwanesarar og suður-
koreanarar sum fiska henda
tunfiskin.
— Hesi trý londini sita á
allari vinnuni og umsita
stovnin igjøgnum ein fel-
agsskap, sum eitur ICCAT.
— Hesin felagsskapurin
hevur tikid sær rættin at um-
sita allan fiskiskap eftir tun-
fiski å vidum havi.
— Tað hava teir róliga
kunnað gjørt, tí ongin annar
hevur havt áhuga fyri tun-
fiskinum.
Viberg Sørensen heldur
t6, at tad er sjålvsagt, at før-
oyingar fåa burturav tun-
fiskinum, tá ið hann svimur
ein part av árinum undir
Føroyum.
— Men eg haldi eisini, at
skal nakar fáa nyttu burturúr
rikidømi í havinum, mugu
tað vera vit, sum búgva mitt
úti í havinum.
— Og skal nakar fáa nyttu
burturúr ríkidóminum í Atl-
antshavinum, mugu tað ver-
a vit, sum búgva mitt í Atl-
antshavinum, heldur enn
tey, sum búgva hinumegin
jørðina.
Mugu krevja
okkara rætt
Viberg Sørensen heldur, at
tað hevur stóran týdning, at
føroyingar gera vart við sín
rætt.
Íslendingar hava eisini
fingið eyga á tunfiskin og
Viberg Sørensen heldur, at
føroyingar eiga at hava eina
felags stóðu við íslendingar
um fiskiskapin eftir tunfisk-
i.
Men hann heldur, at skulu
vit fáa nakað sum helst burt-
urúr tunfiskinum, fer tað
seta stór krøv til okkara
fiskivinnuumsiting.
— Og eg má siga, at eg
havi stórt álit á John Pet-
ersen sum fiskimálaráðharr-
a í hesum sambandi.
— Eg haldi ikki, at vit
skulu seta okkum uttanfyri
ICCAT.
— Men vit skulu heilt av-
gjørt krevja okkara rætt. Vit
skulu ikki vera so fólkaligir,
at vit koma at sita eftir við
ongum, sum tað hendi við
laksinum. Tað er neyðugt,
at vit hava ein fiskimálaráð-
harra, sum hevur tað treyst-
ið og tað dirvið, sum skal
til fyri at taka tær røttu av-
gerðirnar. Og tað haldi eg,
at vit hava.
Stórt rikidømi
Men Hinvegin ivast Viberg
Sørensen ikki í, tunfiskurin
kann blíva eitt munagott í-
kast til føroyska samfelag-
ið.
— Tað, sum vit ætla at
fiska, er tann dýrasti tun-
fiskurin.
— Japanarar lata góðan
pris fyri fiskin, runt roknað
einar 150 krónur fyri kilo.
— Men prísurin svingar rætt-
iliga nógv, alt eftir, hvussu
góður fiskurin er.
Dygdin verður mett eftir,
hvussu feitur hann er. Og
teir bjóða ikki uppá tun-
fiskin í tonsum. Nei, prísur
verður latin fyri hvønn fisk
sær.
Men samstundis sum tun-
fiskurin kastar nógv av sær,
er tað strævið lív.
— Vit koma at seta einar
80 fjórðingar av línu um
dagin og línan stendur 5-6
tímar. So tað er nógv ar-
beiði.
— Men hetta er sera mann-
ingarkrevjandi fiskiskapur
so tað skapar nógv arbeiði.
— Tað er ikki óvanligt, at
30 mans eru við einum tun-
fiskaskipi.
— Í fyrstu syftu verða 20
mans við Boada 7, men tað
kundi væl hent, at brúk
verður fyri fleiri monnum,
men so verður tað talan um
eysturlendingar.
Vit fáa royndir, teir
fáa fisk
Viberg Sørensen sigur, at
tað, sum føroyingarnir við
Boada 7 fyrst og fremst fáa
burturúr hesum tiltakinum,
eru royndirnar.
Men teir hava eisini eina
innanhýsisavtalu við tei-
wanska felagið.
— Grundarlagið undir
samstarvsavtaluni ímillum
okkum er, at teir fáa fisk frá
okkum, og vit fáa royndir
frá teimum.
— Men av tí, at fiskiskap-
urin er so serligur er tad
neyðugt at brynja seg við
toli, tí tað fer at taka fleiri
ár, áðrenn vit hava lært at
standa á egnum beinum í
hesum sambandi.
— Eg haldi, at hesin fiski-
skapurin er so serligur, at í
eini royndartíð er tað neyð-
ugt hjá okkum at samstarva
við teir, sum eru vanir við
tað.
Miðdepil fyri tunfisk
á Tvøroyri
Viberg Sørensen sigur „at
ætlanin hjá honum er at
fiska við Føroyskum skipi
og at avreiða í Føroyum.
— Vit eru blivnir samdir
við japanska felagið um at
brúka Tvøroyri sum um-
skipingarhavn fyri tunfisk.
— Tað, vit royna, er at gera
Tríggir av teimum fýra
fóroyingunum við Boada 7
eru nærmasta familja. Í
lenistólinum h.m. situr
skiparin, Viberg Sørensen,
sum aftur fer undir slóð-
brótandi virksemi í fiski-
vinnuna. Vinstumegin
situr sonurin, Ansgar, sum
verður 1. stýrimaður og
ímillum teirra stendur ein
annar sonur, Ragnar, sum
verður 2. stýrimaður.
Tvgroyri til umskipingar-
havn hjá fleiri tunfiskaskip-
um í Norðuratlantshavi og
at gera Tvøroyri til eina tun-
fiskamidstød.
— Tað liggja fleiri hundrað
tunfiskaskip uttanfyri okk-
ara fiskimark. Kunnu vit fáa
nøkur av teimum til Tvør-
oyri at umskipa, kann tað
kasta eitt sindur av sær.
Tunfiskaskipini í Atlants-
havi hava annars havt høv-
udsstød í Las Palmas, men
tað er munandi styttri til
Føroyar.
— Trupulleikin vid tun-
fiskinum er, at hann skal
fystast nidur f 60 kuldastig
og tað er onki frystihús í
vesturheiminum, sum orka
tað.
— Tí er vanligt at umskipa
tunfiskin í frystiskip og ætl-
anin er so, at Tvgroyri skal
skal vera umskipingarhavn
hjá fleiri tunfiskaskipum.
Ætlanin er, at tann fyrsta
lastin skal umskipast á
Tvøroyri longu seinni í hes-
um mánaðinum.
Viberg Sørensen sigur, at
hansara grundgevingar fyri
at fiskurin skuldi umskipast
á Tvøroyri er, at føroyingar
vilja fegnir hava eftirlit við,
hvussu nógv verður fiskað
undir Føroyum.
— Og í samráðingunum
um avtaluna førdi eg fram,
at skuldu vit ikki hava eyg-
leiðar umborð, skuldu vit
umskipa á Tvøroyri so at
myndugleikarnir fingu fylgi
við fiskiskapinum.
— Men tað argumentið
hvørvur, nú eygleiðari hjá
Vaktar& Bjargingartænast-
uni skal við.
— Skuldu vit hinvegin
umskipa uttanlands, hevði
tað verið náttúrligt at sett
eygleiðara umborð.
Tí ivast hann eitt sindur
í, hvussu rætt tað er av V&B
at seta eygleiðara umborð,
tá ið umskipingin skal vera
í Føroyum
— Men nú mugu vit so
bara síggja, hvussu tað
gongur.
Hann sigur, at tað fer ikki
at skapa nógv beinleiðis
virksemi á Tvøroyri, at tun-
fiskaskip fara at umskipa á
Tvøroyri.
Men tad fer uttan iva at
føra nógv annað virksemi
við sær, tí skipini skulu eis-
ini hava útgerð og annað,
sigur Viberg Sgrensen
NÓG
Hygg inn á gólvið
TIL HANA
LEDURJAKKAR
1
1499,-
H
0
n
8
H
a
n
n
3
1
NÝTT Í FOROYUM!
GIRL-FLAR TROMPET
BYKSUR 2 po
Nýtt í Føroyum:
Stórt úrval av mótaklæðum
Gå frå SUPR
| GONGUGØTAN lll
EME til tey ungu
má.-hó.: 10.00-18.00
frí.: 10.00-19.00
ley.: 10.00-14.00
31 65 15
Hon & Hann