fríggjadagur 11. september 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 171 — 11. SEPTEMBER 1998
Viðmerking
Formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard hevur í viðmerkingum sínum
til seinastu veljarakanningina, sum varð gjørd fyri Berlingske Tidende og
tíðindablaðið S0S2luyin
Dimmalætting í farnu viku, sett fram nakrar heldur óstortsligar skuldsetingar:
„Hetta líkist manipulatión.
Spurt verður politiskt fyri
at framleiða eitt úrs-
lit......... Veljarin verður
stýrdur inn í ein bás, sum
hann ikki hoyrir heima í“
verður hann millum annað
endurgivin fyri at siga í
Dimmalætting, sama dag,
sum úrslitini um stóðu velj-
aranna til ætlanirnar um
fullveldi og miðvísa avtøku
av blokkstuðlinum verða al-
mannakunngjørd.
Í itvarpssamrødu sama
dag fella orðini soleiðis, eft-
ir at Jóannes Eidesgaard
hevur harmast um, at kann-
ingin ikki er gjørd eftir ti
vanliga leistinum við 4 val-
møguleikum: „,...tí er hetta
ein veljarakanning, hvar
man líkasum hevur produ-
serað seg fram til eitt res-
ultat, sum man opinbart
gjarna vil hava fólk at taka
stóðu til.“.
Dagin eftir verður tað vet-
ið av varsemi, sum hóast alt
var í fyrstu viðmerkingu-
num, tveitt fyri borð: „Hetta
er manipulatión“ eru orðini,
formaður Javnaðarfloksins
verður endurgivin fyri í
samrødu undir yvirskriftini
„Manipulerað veljarakann-
ing“ í Sosialinum. „Eg havi
eitt álvarsamt fyrilit fyri
hasi kanningini. Tey, ið
skipa fyri, hava avmarkað
spurningarnar til ætlanina
hjá Høgna Hoydal soleiðis,
at tey, ið vilja hava størri
sjålvstyri innan rikisfelags-
skapin, ongan reellan møg-
uleika hava at svara. Hatta
er manipulatión, og eg haldi
tað vera harmiligt, at Sam-
felagsdeildin á Fróðskapar-
setrinum ikki vil geva fólki
at kanningin veruliga sigur
tað, fólkið vil“.
Eg dugi lutvist at fylgja
Jóannesi Eidesgaard, tá
hann sigur, at fólk skulu
hava nóg nógvar møguleik-
ar at velja í, tá tey verða
spurd. Tey skulu kenna seg
aftur í onkrum av svarmøg-
uleikunum. Tað hava vit,
sum hava staðið fyri flestu
veljarakanningunum síðani
1984 og sum seinni skipaðu
samtakið Fynd til hetta, lagt
alstóran dent á. Ikki minst
tá spurt hevur verið til stóðu
veljaranna til ríkisfelags-
skapin. Longu í fyrstu kann-
ingini í sambandi við valið
í 1984 valdu vit at taka ein
valmøguleika meira inn enn
teir báðar, loysing ella ver-
andi = heimastýrisskipan,
sum Observa hevði kon-
fronterað veljararnar við í
síni kanning fyri Dimma-
lætting í 1978. Í 1984 kundu
spurdu veljararnir eisini
svara „at Føroyar skulu
hava økt sjálvstýri innan
fyri karmarnar á ríkisfelags-
skapinum“. Observa bað
veljararnar hugsa sær stød-
una við eini møguligari
fólkaatkvoðu, har spurning-
urin var loysing ella ikki.
Tað var rættuliga meinings-
leyst, eftirsum einki røktist
fyri eini fólkaatkvoðu eftir
tílíkum leisti. Bert ein
flokkur, sum vildi pilka við
verandi skipan, hevði hetta
á tapetinum. Hinvegin vóru
3 flokkar, Fólkaflokkurin,
Sjálvstýrisflokkurin = og
Javnadarflokkurin, sum
høvdu ein orðaðan politikk,
sum vildi okkurt, ið lá imill-
um loysing og at varðveita
støduna óbroytta. Tað fræg-
asta, vit dugdu at finna uppá
møguleika at svara soleiðis,
var hetta ,,økt sjálvstýri inn-
an fyri ríkisfelagsskapin“,
hvat tað so var. Tað kundi
vera eitt sindur av hvørjum,
men nærri komu vit ikki og
stórvegis hjálp fekst heldur
ikki frá politiska orðaskift-
inum um hetta mál. Men
meginparturin av veljaru-
num vísti seg so at kenna
seg heima í hesum rúmliga
básinum. Seinni, tá politiski
veruleikin broyttist, tá stór-
ur partur av veljarunum
vendu føroyskum politikar-
um og sjálvsavgerðarrætti
bakið aftan á bakkøstini í
1992 og 1993, gjørdist tað
neyðugt at'hava ein møgu-
leika afturat, nevniliga
„tættari sambandi við Dan-
mark“. Soleiðis hevur verð
spurt í kanningunum, sum
Fynd-samtakið hevur varð-
að av. Eisini í telefonkann-
ingum, sum hava verið tær
flestu, hóast vit annars
royna at hava spurningarnar
eftir meira einfaldum leisti,
tá spurt skal vera um tele-
fon. Í telefonkanningum
hava flestu spurningarnir
verið orðaðir sum spurning,
har tað ber til at svara ja,
nei ella veit ikki. Ella sum
uppáhald, har spurda fólkið
kann geva til kennar, hvørt
tað er samt ella ósamt - ella
ikki veit at svara.
Tíðin fer við gllum. Eisini
við hesum háttinum at
spyrja fólk. Tað hava vit so
eisini ásannað í Fynd-sam-
takinum. Í sambandi við
ætlaðari kanning, har spurn-
arblød skulu berast í stórt
tal av húsum, hevur verið
umrøtt, hvussu hetta mál
skal viðfarast hesu ferð.
Endalig stóða er ikki tikin,
men greitt var eftir fund í
samtakinum seinasta vár, at
svarmøguleikarnir mugu
lagast eftir tí, sum politisku
flokkarnir nú geva til kenn-
ar í sjálvstýrisspurningi-
num. Tær mongu nýggju
orðingarnar, „skipað loys-
ing“, „fullveldi“, „samríkj-
alóg“, „sjálvstýrislóg“,
»dagføring av heimastýris-
lógini“, „kapitalisering av
blokkinum“ osfr. máttu
onkunsvegna fáa rúmd í
eini kanning í dag. Sum
vera man er tað eingin Jøtt
uppgáva. Men tað verður so
arbeitt við hesum.
Tað, sum eg vil siga Jó-
annesi Eidesgaard við hesi
heldur drúgvu frágreiðing
er í stuttum hetta: Tann hátt-
urin at spyrja veljararnar,
sum higartil er brúktur, er
Jóannes Eidesgaard hevur
kalla veljarakanningina
hjá Fynd fyri manipula-
tión, tí fólk ikki kunnu
svara, at tey vilja hava
stórri sjålvstyri innån fyri
| "rikisfelagsskapin
„Eitt og hvørt
sleptur. Hann varð sleptur
longu áðrenn nýggja sam-
gongan spældi út við sínum
fullveldisuppskoti. Og - fyri
egnu rokning - útlitini fyri
at spyrja við nógvum val-
møguleikum, tå fregnast
verður eftir stóðu veljar-
anna til ríkisfelagsskapin,
eru lítil og eingin, tá tað skal
fara fram um telefon. Sum
politiska landslagið sær út í
dag verður tað væntandi ov
trupult. Reint tekniskt.
Spurningurin er so, hvort
tað yvirhøvur ber til at fáast
við hetta mál í eini telefon-
kanning. Sum vera man ber
ikki til at geva eina fullgóða
mynd av preferansunum hjá
veljarunum býtt sundur upp
á teir mongu valmøguleik-
ar, ið nú liggja á borðinum.
Men tað ber til at biðja velj-
aran siga sína hugsan um
tey mál, sum verða vidgjørd
fløgtinginum. Soleiðis sum
tey fyriliggja og eru løgd
fram í almenna orðaskifti-
num. Ein og hvør avgerð,
annadhvørt í løgtinginum
ella vid folkaatkvødu, verð-
ur f seinasta enda ein stød-
utakan fyri ella ímóti einum
uppskoti. Tá er ein solding
farin fram í demokratisku
prosessini, ein neyðug sold-
ing, skal politiska skipanin
vera før fyri at røkka av-
gerðum.
Tá landsstýrið leggur
fram uppskot um at sleppa
at samráðast við donsku
stjórnina um eina avtalu um
at skipa Føroyar sum eitt
land við fullveldi - og ann-
ars leggur upp til at hetta
verður tað, veljarin skal taka
stóðu til á fólkaatkvøðu um
ikki so langa tíð - so er sold-
ingin farin fram. Tað er ja
ella nei í løgtinginum. Og
sannlíkt er, at veljarin skal
siga ja ella nei til hetta, áðr-
enn langt um líður. Tá so
er, er tíðin so avgjørt eisini
búgvin at vita, hvat veljarin
sigur. Ikki hvussu veljarar-
nir býta seg upp á eina rgð
av møguleikum, men hvat
hann ella hon sigur til henda
konkreta spurning, sum být-
ir tingið sundur í tveir part-
ar. Ella sagt við øðrum orð-
um: Hevur tað, sum meiri-
lutin í tinginum ætlar at
fremja, undirtøku í veljara-
skaranum, ella hevur tað
ikki?
So, tá Fynd fær ein ein-
faldan fyrispurning frá fjøl-
miðli, hvørt vit kunnu skipa
fyri eini kanning at vita,
hvørt hetta fullveldisupp-
skot hevur undirtøku ella
ikki, verdur sagt ja, eins og
tað hevur verið gjørt í sam-
bandi við so mong onnur
aktuell mál, sum hava upp-
tikið løgting og almenning.
verða lagt fyri løgtingið til
stødutakan kann eisini
verða lagt fyri veljaran at
siga sína hugsan um. Tað
verður gjørt uttan fyrilit
fyri, hvat vit í Fynd halda
um hetta ella at summum
politikarum ikki líkar orða-
ljóðið í tí, sum teir skulu
taka stóðu til. At veljara-
kanningar kunnu hava á-
virkan á tað, sum víðari fer
fram, vita vit. Soleiðis hava
kostirnir verið síðani mið-
skeiðis í åttatiårunum. At
politiskir flokkar t.d. hava
flutt seg í NATO-málinum
er ikki minst veljarakann-
ingunum fyri at takka. At
tað var tilætlað - ella mani-
pulatión - frá FYND-sam-
takinum ber ikki til at siga,
tí tað var neyvan nakað stórt
ynski í hesum lítla parti av
veljaraskaranum.
So mikið til henda táttin í
viðmerkingunum frá for-
manninum hjá Javnaðar-
flokkinum. Tann sakligi.
Eftir stendur hin tátturin,
tann ósakligi: Skuldseting-
arnar um at tað hevur verið
manipulerað. At tað hevur
verið spurt politiskt fyri at
framleiða eitt ávíst úrslit.
Eg havi í skrivandi stund
beint víðari til Jóannes Eid-
esgaard tað samskiftið um
e-post, sum er farið fram
millum meg, blaðstjóran á
Berlingske Tidende, blað-
stjóran á Dimmalætting og
tann samfelagslæraran, sum
tók sær av tí praktiska part-
inum av arbeiðnum saman
við sínum flokki. Tá hann
lesur hetta, sær hann, at her
er ikki minsta vet av polit-
iskum metingum ella tað
sum á nakran hátt kann eit-
ast at vera eitt politiskt mot-
iv. Viðgerðin er teknisk - og
praktisk.
Vónandi vil Jóannes Eid-
esgaard síðani vera so fræg-
ur, at hann tekur skuldset-
ingarnar um manipulatión
og politiska framleiðslu í
seg aftur. Ikki bara fyri mína
skyld. Men fyrst og fremst
tí hann við sínum grund-
leysu illgitingum skaðar
framtíðar arbeiðnum at gera
veljarakanningar.
Ég haldi sjálvur, at vit,
sum takast við veljarakann-
ingum her á landi, gera tað
við stórari ábyrgdarkenslu.
Orimiligt er tað tí ikki at
Jógvan Mørkøre góðtekur
ikki, at Jóannes Eides-
gaard setir spurnartekin
við veljarakanningina
um kanningum, somuleiðis
kenna ábyrgd, tá teir við-
gera úrslitini.
Tað krevur format í
summum fórum, eyðvitað.
Serliga svárt vil tað kennast,
tá eitt úrslit gongur einum
flokki ella politikara ímóti.
Men so at fara at sparka fólk
niður í reinari frustratión,
ber íkki til. Tað minnir ov
nógv um hatta ólukku mál-
ið, sum Kekkia fekk í lands-
dystinum seinasta sunnu-
dag. Tað at teir forbrutu seg
móti gllum óskrivaðum
reglum um fair play er eitt.
Tað kann fyrikoma og vil
henda aftur, tá menn eru
sperdir. Spurningurin er,
hvert teir síðani vidganga
at vera lopnir framav. Tað
er tá, at formatið skal
standa sína roynd.
Jógvan Merkere
Søgu- og
Samfelagsdeildin
Fróðskaparsetur Feroya
PS: Tað, sum er serliga trup-
ult at skilja í argumentati-
ónini hjá Jóannesi Eides-
gaard, er, at tað skuldi vera
politiskt avgjørt at avmarka
spurningin til spurningin
um fullveldi. Tey flestu, id
frættu um kanningina, med-
an hon var í gerð, væntaðu,
at samgongan fór ikki at fáa
undirtøku fyri hesum i velj-
araskaranum, men at størri
partur fór at venda sær ímóti
ætlan landsstýrisins. Teirra
millum, ið so mettu, vóru
m.a. Tjóðveldisstuðlar, ið
bliknaðu, tá tey frættu um
kanningina. Og tað er væl
skiljandi. Tjóðveldisflokk-
urin hevði mest at tapa
Gekk úrslitið teimum ímóti,
vildi tað innibera, at Fólka-
flokkurin fekk ein meira
sentralan leiklut ímillum
Tjóðveldisflokk og Javnad-
arflokk, sum so mátti takast
upp í leikin. Kanningin
kundi meira enn so givið
Tjóðveldisflokkinum bana-
høgg. So nógv var ikki upp
á spæl hjá Javnadarflokki-
num, tí hetta er hóast alt ikki
einkarmálið hjá honum eins
og hjá Tjóðveldisflokki-
krevja, at, politikarar,. sum... Min...
eru fremstu brúkarar av hes-
yn