mikudagur 7. juni 2000síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 107 - 7. juni 2000
HEINI Í SKORINI
Vit fara fyrst í holt við dyst-
irnar hósdagin og sunnu-
dagin í bólki A. Dysturin
sum tey flestu hugdu at við
spentum eygum hósdagin,
var toppdysturin í bólki A
millum VB og HB, men tí-
verri bleiv hesin dysturin av
ongum, og dysturin er fyri-
bils útsettur. Hesin dystur
verður uttan iva sera spenn-
andi, av tí at hetta eru klárt
tey bestu liðini í bólki A.
AB spældi enn ein undir-
haldandi dyst hósdagin, har
tær tóku ímóti Skála, sum
er ein av kappingarneytum
teirra um triðja plássið í
bólki A. AB byrjaði sera væl
og komu á odda 2-0 við
málum frá Elin Kathrinu
Haraldsen og Lív Mikkel-
sen. Men síðani vaknaðu
skálakvinnurnar av álvara,
og Borglis Fagradal skeyt
heili fimm mál. Hitt málið
skeyt Anna Berg Danielsen,
og hon legði eisini upp til
fleiri av málunum hjá Borg-
lis. Endaliga úrsliti gjørdist
sostatt 6-2 til Skála, sum nú
av álvara hevur sett kós móti
endaspælinum.
Suðuri í Sumba tók
Sumba hósdagin móti GÍ í
einum dysti, har vindurin
darvaði
spælinum
sera
nógv, og m.a. var sagt, at
málspørkini komu nóg illa
út um brotsteigin!! Dysturin
endaði 2-1 til GÍ, og vóru
hetta trý týdningarmikil stig
fyri GÍ. Málið hjá Sumba
skeyt Maibritt úr Hørg, og
hjá GÍ skeyt Linda Hansen
eitt mál, meðan hitt var eitt
sjálvmál.
Sunnudagin leiktu HB og
GÍ í Havn, har serliga Ann-
ika Godtfred setti sín dám á
dystin. Fyrsta málið gjørdi
Eydna Skaale, og síðani fór
Annika í gongd og skoraði
ikki minni enn fýra mál,
harav eitt upp á brotsspark.
HB vann enn ein sannfør-
andi sigur, og tær vera uttan
iva ringar at syfta í ár.
Í Sumba spældu Sumba
og AB, og var hetta ein av-
gerandi dystur um triðja
plássið í bólkinum. Hálv-
leiksstøðan var 0-0, meðan
bæði liðini fingu hvør sítt
mál í seinna hálvleiki.
Sumba kom framum við
einum flottum frísparki frá
18 ára gomlu Sunnevu
Kjærbo, men tá eitt korter
var eftir at leika, javnaði
Arngerð Diana Hansen fyri
AB, so at liðini fingu hvør
sítt stig.
VB var á Skála og vitjaði
sunnudagin, og dysturin
endaði við, at VB vann heili
13-0. VB vísti seg frá síni
sterkastu síðu, og serliga
skaraði Guðrun í Lágabø
framúr, og hon skeyt ikki
minni enn sjey mál. Síðani
fekk Halltóra Joensen tvey,
Laila Jespersen eitt, meðan
vit tíverri ikki fingu at vita,
hvørjar skutu hini trý mál-
ini. Rannvá Augustinussen
kom í øllum førum á mál-
talvuna, men hvussu nógv
hon gjørdi, fingu vit tíverri
ikki at vita, men vónandi
kunnu vit viðmerkja tað
seinni.
Bólkur B
Í bólki B spældu NSÍ og KÍ
ein sera spennandi dyst hós-
dagin í Runavík, hóast KÍ
hevði stóra leikliga yvirvág.
Í hálvleikinum stóð á jøvn-
um 3-3, meðan KÍ í seinna
hálvleiki megnaði at fáa sig-
ursmálið, sum gav teimum
trý stig. Málini hjá NSÍ sku-
tu Elsebeth Hansen, Mai-
britt Olsen og toppskjúttin
hjá NSÍ, Irdi Hansen. Hjá
KÍ var Rannvá Andreassen
sum ikki einaferð upp á
spæl, og hon skeyt hattrick,
meðan Mariann Joensen
skeyt eitt mál fyri oddaliðið
í bólki B.
Á Sandi fekk EB/Streym-
ur uppiborið hálað sín fyrsta
sigur í ár í land, og vunnu
tær hósdagin 2-1 á B71.
Sunneva Vesturdal og Judith
í Skorini skutu málini hjá
EB/Streymi, og málið hjá
B71 fekk Mathea Olsen.
EB/Streymur hevur nú fing-
ið fýra stig, og halda tær á
við forminum tær hava havt,
kunnu tær væl gera seg
galdandi um triðja plássið,
hóast tað verður ringt at
koma framum NSÍ.
Sunnudagin leikti EB/
Streymur so aftur, og var
hetta á heimavølli móti B36.
EB/Streymur fekk ikki eitt
stórtap frá havnarkvinnu-
num sum seinastu ferð, hesi
bæði liðini møttust, og end-
aliga úrsliti gjørdist tepurt
2-0 til havnarliðið. Hálv-
leiksstøðan var 0-0, og mál-
ini hjá B36 gjørdu Sólgerð
Viderø og liðskiparin Sólvá
Joensen.
Hin dysturin sum átti at
vera leiktur sunnudagin, var
dysturin millum KÍ og B71
Tvey avgerandi umfør
hósdagin og sunnudagin
Hósdagin og sunnudagin hava landskappingardystir verið í kvinnudeildini, og nú byrjar ein spakuliga at síggja,
hvussu endaspælið fer at síggja út, hóast alt enn kann henda
í Klaksvík. Men B71 kvinn-
urnar hava so nógvar skadd-
ar leikarar í løtuni, og við
einum smølum hópi ber ikki
til at manna lið, tá so nógvar
eru skaddar. So hesin dyst-
urin er útsettur, men nær
hann verður, er ikki avgjørt
enn.
Seinast kvinnufótbólturin
varð umrøddur, høvdu vit
ikki fingið fatur á, hvør
skoraði málið hjá EB/Strey-
mi móti NSÍ sum endaði 1-
1. Vit kunnu hervið stað-
festa, at Maria Niclassen
skoraði málið hjá EB/
Streymi.
Úrslitini
hósdagin
og
sunnudagin vóru hesi:
Bólkur A:
AB-Skála 2-6
AB: Elin Kathrina Harald-
sen 1, Lív Mikkelsen 1.
Skála: Borglis Fagradal 5,
Anna Berg Hansen 1.
Sumba-GÍ 1-2
Sumba: Maibritt úr Hørg 1.
GÍ: Linda Hansen 1, sjálv-
mál 1.
HB-GÍ 5-0
HB: Annika Godtfred 4,
Eydna Skaale 1.
Sumba-AB 1-1
Sumba: Sunneva Kjærbo 1.
AB: Arngerð Diana Hansen
1.
Skála-VB 0-13
VB: Guðrun í Lágabø 7,
Halltóra Joensen 2, Laila
Jespersen 1, Rannvá Au-
gustinussen ?, vita ikki hvør
annar skoraði, viðmerkt
seinni.
Bólkur B
B71-EB/Streymur 1-2
EB/Streymur: Judith í Skor-
ini 1, Sunneva Vesturdal 1.
B71: Mathea Olsen 1.
NSÍ-KÍ 3-4
NSÍ: Maibritt Olsen 1, Irdi
Hansen 1, Elsebeth Hansen
1.
KÍ: Rannvá Andreassen 3,
Mariann Joensen 1.
EB/Streymur-B36 0-2
B36: Sólgerð Viderø 1, Sól-
vá Joensen 1.
vunnin
tapt
mál-
dystirv - j - tmál
mál munur
stig
1 HB
7
7 - 0 - 0
35
2
33
21
2 VB
7
6 - 0 - 1
52
5
47
18
3 Skála
7
3 - 0 - 4
12
44
-32
9
4 GÍ
7
2 - 1 - 4
13
23
-10
7
5 AB
6
1 - 2 - 3
12
32
-20
5
6 Sumba
8
0 - 1 - 7
6
24
-18
1
vunnin
tapt
mál-
dystirv - j - tmál
mál munur
stig
1 KÍ
5
5 - 0 - 0
34
7
27
15
2 B36
6
5 - 0 - 1
35
11
24
15
3 NSÍ
6
2 - 1 - 3
12
22
-10
7
5 EB/Str.
7
1 - 1 - 5
4
29
-25
4
4 B71
6
1 - 0 - 5
9
25
-16
3
Støðan, bólkur A
Støðan, bólkur B
Málstindurin
Halltóra Joensen
VB
20
Rannvá Andreasen
KÍ
13
Annika Godtfred
HB
11
Rakul N. Joensen
B36
10
Eyðfríð Christiansen
HB
9
Malena Josephsen
KÍ
8
Laila Jespersen
VB
8
Guðrun í Lágabø
VB
7
Maria Johnson
HB
6
Elin Kathrina Haraldsen AB
5
Irdi Hansen
NSÍ
5
Borglis Fagradal
Skála
5
Maria Mikkelsen
AB
4
Elin Højsted
B71
4
Kristbjørg Isaksen
GÍ
4
Vivian Thorleifsson
HB
4
Mariann Joensen
KÍ
4
Gurið Mortensen
VB
4
Rannvá Augustinusen
VB
4
Arnbjørg Danielsen
B36
3
Elsebeth Jónsson
B36
3
Laila Enghamar
B36
3
Sólvá Joensen
B36
3
Súsanna Hansen
B36
3
Heidi Jacobsen
GÍ
3
Lív Mikkelsen
AB
2
Sólgerð Viderø
B36
2
Sólrun Olsen
B71
2
Maria Niclasen
EB/Str.
2
Linda Hansen
GÍ
2
Eydna Skaale
HB
2
Elsa Maria Simonsen
KÍ
2
Vivian Bjartalíð
KÍ
2
Maibritt Olsen
NSÍ
2
Sóleyð Einarsson
NSÍ
2
Sunneva Kjærbo
Sumba
2
Sóleyð Holm
VB
2
Annika Godtfred gjørdi
rættuliga um seg móti
GÍ, har hon skeyt fýra av
fimm málum
Nr. 107 - 7. juni 2000
20
Um somu tíð sum amerikanska
plátufelagið Arista Records
heldur 25. ára stovningardag
sín, er Whitney Houston klár
við eini útgávu, sum ger status
yvir hennara yrkisleið, sum
skríggjandi
soul
diva
við
trongd til stimbrandi evnir.
Hetta seinna er um man velur
at trúgva tí, sum amerikonsk
slaturbløð skriva um song-
kvinnuna, sum ikki hevur ver-
ið serliga virkin tey seinastu
árini.
Ikki færri enn 35 skering-
ar eru á hesum báðum fløgu-
num, sum mynda útgávuna.
Sjálvt um nógv av teimum
kendu løgunum eru tikin við á
hesa útgávuna, so er tað fram-
vegis nógv, ið mangla Ein ten-
densur, sum er farin at gera
um seg í samband við Greatest
Hits útgávur er, at alt ov nógv
nýggj løg, ella løg ið ikki hava
verið útgivin fyrr vera tikin
við. Hetta verður sjálvandi
gjørt fyri at fáa útgávurnar
meiri áhugaverdar fyri fjepp-
arar ið longu hava øll tey
kendu løgini.
Tað sum hinvegin er spell
er at tey sum veruliga vænta
sær eina sonenvda greatest
hits útgávu, vera snýtt, tí at
løgini tey høvdu væntað at
hoyrt, fyri ein part slett ikki
eru tikin við. Hetta er ein
rættuliga sjónligur feilur við
hesi útgávuni hjá Whitney
Houston, sum í alt ov stóran
mun er merkt av nýggjum til-
fari, og endurvevjingum (re-
mix) av eldri løgum. Hesar
endurvevjingar kunnu fyri ein
part vera sjarmerandi, men í
longdini eru tær meiri at
kalla troyttandi.
Á
fløguni
hjá
Whitney
Houston eru fleir nýggjar
duettir tiknar við. Eitt nú
syngur Whitney bæði saman
við Enrique Eglesias og George
Michael, og synd er at siga, at
hesi løgini hava nógv uppá
seg. Lurtarin situr fyri hvørja
ferð eitt av hesum nýggju
løgunum er liðugt, eftir við
eini kenslu av at vera hildin
fyri tað turra spott. Lítið av
saft og kraft er í hesum nýggju
løgunum, og synd er at siga at
tey hoyra eini greatest hits
fløgu til, uttan so, at ein slík
skal innihalda eina rúgvu av
fylli.
Nei, eg eri ikki nakar tung-
lyntur grungari! - tað er ikki
tí at Pearl Jam hava funnið
vegin fram til hesa spaltuna.
Men eg noyðist at viðganga, at
eg havi ein veikleika fyri pá-
tikna tunglyndinum hjá Eddie
Vedder, og hinum úr Pearl
Jam. Ein veikleiki sum hevur
fylgt mær líka síðani framúr-
skarandi fyrstuútgávuna Ten.
Pearl Jam hava líkað síðan
teir komu fram, havt stóra
gleði av at vera í ringum lag, og
taka synd í sær sjálvum, og í
so máta er lítið broytt á teirra
nýggju útgávu Binaural. Tað
kann sigast nógv um Pearl Jam
og teirra verumáta sum sum
halda vera løgnan og eftir-
gjørdan, men mótvegis nógvum
hinum av bólkunum í hava sín
uppruna í grunge bylgjuni
sum floymdi úr Seattle fyrst í
nýtiárunum, so eru Pearl Jam
framvegis livandi, teir spæla
enn, og einki er sum bendir á
at teir renna út og inn av
viðgerarstovnum millum kon-
sertferðirnar
Nýggja útgávan hjá Pearl
Jam er ikki heilt ólík teimum
undanfarnu, so dámar tær ikki
til tær undanfarnu, er ikki
nógv at heinta á hesari heldur.
Um nakað, so er henda ein tonn
tyngri, enn tær undanfarnu, at
koma til sættis við. Lagt
verður út við lagnum Break-
erfall. Talan er um larmandi
rokk, sum ikki segði mær tað
heilt stóra at byrja við, men
sum nú eftir at hava verið
undir geislanum nakrar ferð-
ir, hevur voksið seg stóran.
Betri er við næstu skering,
God´s Dice sum kennist eitt
sindur meira lurtaravinarlig.
Henni á baki kemur stór rokk-
andi Evacuation, sum gevur
lurtarnum hug at trampa í
gólvið og skrála við. Sjálvt um
tað ikki er serliga grunge. Men
hvat? vit liva í eini post-
grunge tíð.
Løgini sum hava bestan
møguleika fyri at festa seg í
minnið hja lurtaranum, eru
uttan iva Nothing As It Seems,
Thin Air, Light Years og In-
significance, sum øll hava tað
sum skal til fyri at blíva Pearl
Jam klassikarar. Eftir at hava
hoyrt fløguna ígjøgnum einar
fimtan ferðir, má sigast at hon
veksir fyri hvørja ferð. Av-
gjørt eitt avrik í Pearl Jam
kunnu kennast við, eisini
fleiri ár fram í tíðina. Sum eitt
lítið kuriosum kann nevnast at
Pearl Jam í summar vera at
hoyra á Roskilde Festivali-
num, har nógvir føroyingar
óivað vera at finna.
Innan techno og dance stílin
er Moby ein av avgjørdu odda-
monnunum. Hann hevur verið
við á hesum økinum rættiliga
leingi, og tað er einki sum
bendir á at hann er til reiðar
at læta sessin, sum ein av
undangongumonnunum
á
dagsins
elektroniska
tón-
leikapalli frá sær.
Um
lurta
verður
eftir
nýggju útgávuni Play, so er
okkurt sum far tankarnar at
venda sær ímóti einum ávísum
Fat Boy Slim, og hansara stór-
seljandi dance tónleiki.
Eins og Fatboy Slim gjørdi
við eitt nú lagnum Praise, so
hevur Moby eisini verið og
leita millum gamlar gospel og
bluestekstir eftir einstøkum
linjum sum hóska seg til
hansara nýtímans tónleik, har
hann kryddrar gamlar kendar
tekstlinjur við nútímans stevi
og og samplingum, og síðani
borðreiðir við einum rætti
sum er sera væl hóskandi til
dansigólvið.
Nokkso fitt hevur verið at
hoyrt til Moby síðan henda
útgávan sá dagsins ljós. Ser-
liga er tað lagið Natural Blues
sum hevur bitið seg fast. Har
løgna røddin hjá Moby nærum
messar seg gjøgnum lagið.
Antin elskar tú tað ella hatar
tú tað av fullum hjarta. Eisini
lagið Machete, far tankarnar
at leita aftureftir, her er tað
óiva lagið, I Robot, hjá Alan
Parsons Project, sum hevur
verið fyrimyndin, tó uttan at
ljóða sum nøkur beinleiðis
eftirgerð. Eisini lagið Honey
hevur
uppiborðið
at
vera
nevnt sum eitt av teimum ber-
andi á hesi útgávuni.
Sigast má um Moby, at hann
er ein sera dugnaligur tón-
leikari
og
samplari.
Tað
seinna, um tað ikki er at ganga
tøknini ov nær. Hann megnar
við allari sínari nútímans
tøkni at skapa soniskar og
stundum
rættuliga
áhuga-
verdar ljóðmyndir. Ert tú
garvaður rokkari ella okkurt
annað, ið hellur á tann bógvin,
so skal eitt sindur av dirvi til
at ogna sær hesa útgávuna,
men hevur tú hinvegin hug at
royna nakað nýtt, so er Moby
avgjørt ein virðilig byrjan
uppá tína tónlistarligu rann-
sóknarferð. Og hvør veit um
ikki fleiri nøvn innan somu
genru ikki bara liggja har og
bíða til tú skalt fáa eyguni
upp fyri teimum
Whitney Houston
Pearl Jam
Moby
Gratest Hits
Play
Binaural