Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. juni 2000síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 tíðindablaðið sosialurin Nr. 107 - 7. juni 2000 22 tíðindablaðið sosialurin Nr. 107 - 7. juni 2000 Langt millum dystirnar Knaooliga átta ár vóru millum teir báðar seinastu dystirnar hjá Karl Leonssyni í fyrstu deild JÁKUP MØRK Tað kemur javnan fyri, at nýggj andlit eru at síggja í fyrstudeildarfótbólti, og nógv hildu eisini at so var, tá NSÍ og B36 hittust sunnudagin. Við í 91 og 92 Á B36 liðnum var nevn- liga ein leikari, sum mong hildu vera nýggjan, men so var kortini ikki. Karl Leonsson, sum talan er um, var fyri fyr- stu ferð í langa tíð at síggja aftur í fremsta B36 liðnum. Fyrsti dystur hansara var í 1991, tá hann blaðungur varð inn- skiftur í einstøkum dyst- um. Fyrru hálvu í 1992 beit hann seg rættuliga fastan á liðnumB36-, men eftir at hava lokið students- prógv sama summarið fór hann til skips, áðrenn hann árið eftir fór til Dan- markar at læra til løg- reglumann. Ikki vant nóg nógv Síðani hann kom aftur til Føroya, hevur hann leikt á næstbesta B36 liðnum, tí stundirnar ikki hava verið so góðar til venjing, men orsakað av stóra mannfallinum, sum árs- talsfelagnum hevur verið í ár, varð hann togaður upp á besta liðið undan dystinum móti NSÍ. Talan er sostatt um eitt millumbil upp á knapp- liga átta ár millum teir báðar seinastu dystirnar. Um talan er um met vita vit ikki at siga, men í øll- um førum er talan um rættuliga óvanliga hend- ing. Har leikti hann so allar 90 minuttirnar, og hóast hann tóktist væl nøgdur við egið avrik, so er ikki sannlíkt, at hann verður ataftuaftur at á besta lið- num í bræði. Komandi vikuskiftið skal hann nevnliga gift- ast, og síðani gongur leið- in suðureftir, har brúd- leypsferð stendur á skránni. Átta ár eru siðani Karl Leonsson seinast var at síggja á besta B36-liðnum Mynd: Jonhard Hammer JÁKUP MØRK Fyrsta umfar í Grand Prix kappingin í súkkling var á Norðoyastevnu, og hjá monnunum var eingin ivi um endaliga úrslitið. 1. umfar á muni Gunnar Dahl Olsen úr Havn snøgt sagt smurdi mot- støðumenninar av, og tá hann kom á mál var hann ikki minni enn eitt heilt um- far framman fyri næsta súkklaran. Spenningurin var tó um plássini frá tvey til fimm, og her eydnaðist tað Kára Brattaberg at halda seg framman fyri Sverra Mohr Edvinsson, Esmar Joensen og Eyðun Poulsen. Við tað at talan er um fyr- sta umfar, hava vit bert valt at prenta úrslitið av norð- oyastevnu súkklingini, tí raðfylgjan í hesi og samlaðu støðuni er sjálvsagt hin sama. Úrsltini í einstøku bólk- unum vórðu: Gunnar vann Eingin ivi var um úrslitið á Norðoyarstevnusúkklingini Vaksin, menn: 1. Gunnar Dahl Olsen 2. Kári Brattaberg 3. Sverri Mohr Edvinsson 4. Esmar Joensen 5. Eyðun Poulsen 6. Evald Rasmussen 7. Christian Guttesen 8. Jón Ellingsgaard 9. Geyr Gilsteinsson Vaksin, kvinnur: 1. Ann Zachariassen Fyri fyrstu ferð varð eisini kapping fyri børn. Her síggjast tríggjar tær fremstu genturnar. F.v. Sára, Bergfríð og Kristina Juniorar, menn: 1. Ísak Sambleben 2. Eli Christiansen Dreingir, 10-14 ár: 1. Dánial Michaelsen 2. Helgi Poulsen 3. Óli Jacobsen 4. Jógvan V. Olesen 5. Høgni Guttesen 6. Sámal Poulsen 7. Andrias Norðbúð Gentur, 10-14 ár: 1. Birgitta Simonsen 2. Hansa Nybo 3. Birna Arge 4. Tórhild Biskupsstøð Dreingir, 4-9 ár: 1. Rani Jacobsen 2. Knud Glerup 3. Filip Sivertsen 4. David Fossdalsá 5. Kristian M. Joensen 6. Pól J. Færø Gentur, 4-9 ár: 1. Bergfríð Joensen 2. Sára Olsen 3. Kristina á Høvdanum 4. Sanna Zachariassen 5. Anna Sólrun 6. Olga Gulaksen 7. Silja Michelsen Bert tveir luttkarar vóru í kappingini fyri juniorar Róðrarfelagið Neystið í Ishøj, Keypmannahavn, vil við hesum siga frá, at FÆRØ-REGATTA’in í ár verður á hvítusunnu, leygardagin 10. juni 2000 í Strandparken, Ishøj Havn. Regattain er staðið, har føroyingar hittast, og har tú møtir gomlum vinum, ið tú kanska ikki hevur sæð leingi, og har nýggj vinabond knýtast. Dám- urin er sum á stevnunum í Føroyum, har fólk í øll- um aldrum luttaka. Sum nakað serligt í ár fara uml. 500 fimleika- fólk frá DGI (Dansk Gymnastik- og Idrætsfor- bund) at sýna fimleika- kynstur síni á stevnuni, og DGI fyriskipar eisini til- tøk, sum stevnufólkið kann luttaka í. Eitt nú verður talan um. square- dans við instruktøri, sand- fótbólt, sandminton og sand-volleyball. Tey fara FÆRØ-REGATTA 2000 Komandi vikuskiftið skipar Neystið fyri afturvendandi tiltakinum, Færø regatta, har útisetar hava møguleika at halda stevnu eisini at vísa fram fólka- dans. Til tey smáu eru ’hoppupútur’ o.a. Umframt at ymsu føroy- sku róðrafeløgini luttaka, feløg úr øllum hinum norð- anlondunum eisini boðað frá luttøku í norðanlanda- kappróðri. Tað verða seldir lutaseð- lar við nógvum góðum vinningum, t.d. ferðir til Føroya við bæði flogfarið og skipi. Skráin fyri dagin: Kl. 12.45: Skrúðgonga við luttøku av øllum rógvarum. Kl. 13.00: Jóhannes (Hannes) Joensen, formað- ur Róðrarsamband Føroya, heldur røðu. Kl. 14.00: Kappróðurin byr- jar við luttøku av rógvarum frá øllum Norðurlondunum. Fimleikarir frá DGI fram- vísa fimleik. Tog-togan. Kl. 20.00: Handan av heiðursmerkjum. Vinn- ingar frá lutaseðlasøluni verða drignir. Kl. 21.30: Western Blus spælir til dans. Kl. 24.00: Felagssangur. Western Blus spælir víð- ari til dans. Kl. 09.00: Morgunmatur í Neystinum. Undir allari regattaini verður seldur føroyskur og danskur matur og drykkivørur. Við vón um góða undirtøku NEYSTIÐ JÁKUP MØRK Seinastu vikuna hava tær báðar føroysku svimjigent- urnar, Esther G. Hansen og Heidi Andreasen luttikið í opnari kapping í Sheffield. Talan er upprunaliga um kapping um enska meista- raheitið, men samstundis er kappingin opin. Setti met Ikki kann sigast annað enn, at tað gekst teimum báðum føroysku gentunum væl á ferðini. Frægasta úrslitið stóð Heidi fyri, tá hon kapp- aði ikki færri enn átta se- kund av europeiska meti- num á teininum, 400 m bringa. Venjarin hjá føroysku gentunum, Katrin D. Johan- sen, greiður frá, at orsøkin, til at Heidi somikið knapp- liga tók so nógv burtur av metinum, er, at hon undan kappingini flutti bólk. Svimjararnir eru bólkaðir eftir, hvørji brek tey hava, og undan kappingini var Heidi sett í bólk 9. Katrin heldur tó sjálv, at rættari var, um Heidi luttók í bólki, og hetta ynski er nú eisini eftir- líka. Esther, sum eisini luttekur í bólki 8, setti ikki met á ferðini, men fekk kortini fleiri góðar plaseringar, utt- an at hetta tó rakk til heið- ursmerki. Fyrireiking til OL Luttøkan í Sheffield er liður í fyrireikingunum hjá teim- um báðum gentunum til OL í Sydney, sum verður í heyst. Føroyar eru í hesum sam- bandi sjálvstøðugur limir, og hava fingið tilluta eina kvotu upp á tvey ítróttafólk. Kraavtíðirnar hjá Esther og Heidi vórðu uppfyltar á heysti í fjør, og síðani hevur verið vant miðvíst móti málinum. Katrin greiður frá, at tað nú er um at koma verulig ferð á venjingarnar, og gent- urnar leggja nógv fyri. Ætlandi skal venjast einar tvær ferðir um dagin kom- andi tíðina, Í august mánaði verður so saman við øðrum norðurlendskum svimjarum farið á venjingarlegu í Es- bjerg, og tá september má- naði er farin at halla, verður farið til Brisbane, har sein- asta hond verður løgd á fyri- reikingarnar, áðrenn farið verður til Sydney, har Para- olympisku leikirnir verða hildnir um miðjan oktober. Eisini ferðin til Brisbane er liður í norðurlendskum samstarvið millum svimji- sambondini. Long ætlan Sum kunnugt, so var tað í 1988, at Katrin sjálv var ein av teimum svimjarum, sum vann hópin av gullmerkjum í Paraolympisku leikunum í Seoul. Nærliggjandi er tí at spyrja, um tað verður gullregn aftur í heyst. - Eg haldi ikki, at vit sku- lu seta vónirnar alt ov høgt, sigur Katrin. Sjálvandi hava genturnar ein møguleika, og metið hjá Heidi boðar jú eisini frá góðum. Vit skulu minnast til, at genturnar bert eru ávíkavist 14 og 15 ára gamlar, og at vit tí skulu vera varin við at seta alt ov høg krøv til tær. Eisini tí kappingin í eini so- mikið stórari kapping, sum OL er, er knallhørð. Katrin greiður annars frá, at stóra málið hjá gentunum sum so ikki er OL í ár, men hinvegin um fýra ár. - Eg havi sagt við tær, at um tær megna at svimja seg í finalubólkin í teimum greinum, har tær standa seg best, so er hetta eitt avbera gott úrslit, sigur Katrin at enda. Hvussu er og ikki, so tyk- ist í øllum førum greitt, at vit eiga nógv gott í væntu frá nýggju gullfiskum okk- ara. Framtíðina hava tær í øllum førum fyri sær, og so er spurningurin, vussu langt tær megna at vinna seg fram í árunum sum koma. Heystið í Sydney nærkast Esther G. Hansen og Heidi Andreasen stóðu seg sera væl í svimjikaping í Sheffield um vikuskiftið Leygardagin 17. juni skipar Fleyr fyri kapping í beach- volley -strandarflogbólti- í Sandagerði. Fyri tveimum árum síðan var líknandi kapping í høvuðsstaðnum, og hon eydnaðist sera væl. Nú verður tiltakið aftur á skránni. Einir 40 flogbólts- leikarar, kvinnur og menn, fara at dystast í Sandagerði. Kappingin verður skipað sum bólkaspæl við 5 liðum í hvørjum bólki. Eftir bólka- spælið vera hálvfinalur og finala. Okkurt verður til matna undir kappingini so sum ís- ur, sodavatn, kaffe og hot- dogs. Kl. 15 fara limir í ka- jakfelagnum at vísa kynstur úti á vánni. Eisini sleppa børnini at royna kajakkirnar í ósanum. Tilmelding fer fram hjá Líggjas Høgnesen tlf. 318824. Tá 15 lið hava mel- da luttøku er fulteknað. Bert tveir spælarar eru á hvørjum liði. Annars verða altjóða reglur nýttar í kappingini. Vinnararnir fáa steyp til og- nar. Beachvolley í Sandágerði Um góða viku skipar flogbóltsfelagið Fleyr fyri flogbólts- kapping í Sandágerði Fleyr takkar MBM, Før- oya Tele, Skilling, Óla Han- sen grannskoðara og Her- mund Jacobsen grannskoð- ara fyri stuðulin. Somuleið- is takka vit FBF og Tórs- havnar Býráð fyri vælvild í samband við kappingina. ÍSF forsetin, Heðin Mortensen, ynskir Heidi Andreasen tillukku við avrikinum í Sheffield Mynd: Jens K. Vang Jákup Mørk Tað er við vónum um trý stig, at HB leikararnir í kvøld fara vestur í Vág- aoynna at spæla útsetta dystin frá fjórða umfari. Heldur krav Vón er kanska eitt heldur veikt orð, tí skala HB framhaldandi hanga fast í toppinum, er kravið ein sigur á vágamonnum. Vinnur HB dystin, eru bert fýra stig upp til grannarnar úr B36, og tá talan júst verður um grannauppgerð komandi vikuskifti, kann HB min- ka munin niður í eitt stig, um talan verður um tveir sigrar hetta fram til sunnudagin. Florin, sum fekk skaða í lærkrikan í fjórðingsfi- naluni móti B36, er fram- vegis ikki komin fyri seg, og sum skilst ganga vænt- andi einar tvær vikur aft- urat, áðrenn hann verður førur fyri at fara á vøllin. Skaða í lærkrikannum hava eisini teir báðir, Rói Árting og Jón Rói Jacob- sen. Rói noyddist at gev- ast undir upphitingini til B68 dystin, meðan Jøon Rói varð skiftur út í seinna hálvleiki í sama Bæði krevja sigur Bæði HB og FS Vágar mugu vera leikarar fyri uttan, men breiddin hjá havnarliðnum tykist vera nógv størri dysti. Lítil breidd Skaðar er eisini eitt fyri- brigdi, sum vágamenn hava merkt sviðan av seinastu tíðina, og í mun til havnarmenninar, so hava tey har vesturi ikki eins nógv fólk at taka av. Ringast stendur til hjá Ara Thomassen, sum hevur brotið hondina. Dómurin ljóðar upp á fýra vikur í gipsi. Harumframt eru Tór- Ingar Akslelsen, Birgir Joensen og Jack Johansen allir ivasamir. Eingin teir- ra var við seinast, men møguliga kunnu teir pjøssast saman til týd- ningarmikla dystin. Hevur HB tørv øa stig- um, so hava vágamenn tað ikki minni. Felagslið- ið er í løtuni á aftasta ses- sinum í deildini, og við verandi gongd er líkt til, at teir skjótt verða heilt afturúrsigldir í botninum. Dystirnir, sum standa fyri framman, eru ikki av tí lættara slagnum, og tí má tað sigast at vera av avgerandi týdningi, at stig fáast burtur úr dystinum í kvøld.