mikudagur 7. juni 2000síða 13
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 107 - 7. juni 2000
24
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 107 - 7. juni 2000
Trý tey fremstu reið-
fólkini í 1. flokki, tví-
spor. Fra vinstru eru
tað Kristfrið D. Ja-
cobsen, Hans P. Poul-
sen og Gunrid Hansen
Mynd: Jens K. Vang
Væleydnað Leynarvatnsstevna
Leygardagin varð árliga leynarvatnsstevnan hildin, og sum vanligt var kappríðing ein av tættunum, sum var á skránni
JÁKUP MØRK
Stevnutíð merkir ikki bara,
at kappróður er á skránni í
føroyska ítróttaheiminum.
Fótbóltur, renning, súkkling
og annað, eru eisni fastir
fúsir á hesum stevnum, og
eisini reiðfólkið plagar at
gera um seg um hetta
mundi.
Ikki í Klaksvík
Tá norðoyastevna er, eru
hesi tó ikki at síggja í Klaks-
vík, men ístaðin á Leynar-
vatni, har tað í nógv ár hev-
ur verið fastur táttur at halda
stevnu.
Á stevnuni er sjálv kapp-
ríðingin høvuðstátturin, og
um kvøldið hugnar reiðfólki
sær so framman fyri legu-
báli við felagssangi og øð-
rum.
Tað skal tó ikki verða triv-
ið so nógv í hetta á hesum
síðum, men niðanfyri prenta
vit úrslitini frá sjálvari
kappríðingini.
Nógv varð lagt fyri,
og díkt varð á
rossini, til at
skunda undir hesi
Mynd: Jens K. Vang
Reglurnar skulu herðast
Trav
ne. Hestur
Reiðfólk
sekund
eigari
1. Rigel
Jákup Madsen
35,3
Dánjal Magnussen
2. Stígandi
Heri Dahl
37,0
Christian Debes
Tvíspor, ung
1. Fenja
Hallur Hansen
19,7
Regin Hansen
2. Drós
Sigtór Lützen
20,2
Sigtór Lützen
3. Brúsi
Edvard Müller
20,4
Edvard Müller
Tvíspor, vaksin. 2. flokkur
1. Sitting Bull
Svenning Reinert
20,6
Jóhan á Plógv
2. Vindur
Dina Splidt
20,8
Dina Splidt
3. Vera
Jákup W. Hansen
20,8
Ella Joensen
Tvíspor, vaksin. 1. flokkur
1. Lokkur
Kristfríð D. Jacobsen
18,4
Rólant Reinert
2. Sólvindur
Hans P. Poulsen
18,4
Hans P. Poulsen
3. Aisa
Gunrid Hansen
18,6
Æna Reinert
Á fundi mánakvøldið komu Fótbóltssambandið og dómarafelagið ásamt um, at trygdarkarmurin hjá dómarunum skal
betrast. Eisini verður álagt feløgum at finna fram til persónar, sum koma trygdini hjá dómarum í vanda
JÁKUP MØRK
Sum nevnt í blaðnum í gjár,
so varð dómaravboykottið
blást av, eftir at FSF beyð
dómarafelagnum til fundar,
har greiða skuldi fáast á ym-
sum viðurskiftum.
Hóast málið hevur havt
tað keðiligu avleiðing, at ein
av fremstu dómarabólku-
num í landinum nú hevur
kastað frá sær, so hevur
hetta samstundis verið við-
virkandi til at seta gongd í
málið um trygdina hjá dóm-
arunum, og hetta má í øllum
førum metast sum nakað
positivt.
Mánakvøldið var so fyr-
sta stigið tikið á hesi leið,
tá dómarafelagið hevði fund
við FSF. Ein fundur, sum
FSF bjóðaði dómarafelag-
num á, eftir at tað tóktist
greitt, at eingin dystur skul-
di spælast í bestu deildini
undanfarna vikuskifti.
Herða reglurnar
Børge B. Hansen, sum er
formaður i kappingarnevnd-
ini hjá FSF, sigur við So-
sialin, at talan var um ein
fund í einum positivum
anda, har báðir partar høvdu
høvi til at leggja øll kort á
borðið.
Úrslitini av fundinum lata
heldur ikki bíða eftir sær,
og komandi vikurnar verða
fleiri broytingar at síggja.
Fyrst og fremst verður
talan um økt trygdarkrøv
undir dystum í bestu mans-
deildini. Sjónligasta broyt-
ingin verður, at trygdargeiri
skal gerast frá skiftirúmum
út á vøllin, soleiðis at dóm-
arar og leikarar ótarnaðir
kunnu sleppa til og frá
sjálvum vøllinum. Eftir yn-
ski frá dómarafelagnum
koma hesar reglur í gildi frá
1. august at rokna, burtur-
sæð frá Klaksvíkini, har
hetta verður kravt longu frá
fyrstkomandi heimadysti
hjá KÍ, sum verður 18. juni.
Harumframt verður talan
yvirhøvur um greiðari og
herdar mannagongdir fyri
trygdarfólkini hjá ymsu fe-
løgunum, soleiðis at dóm-
arar eitt nú sleppa ótarnaðir
bæði til og frá leikvøllinum.
Finnið syndaran
Í londunum uttan um okk-
um er tað vorðið alt meira
vanligt, at trupulleikin við
óskikkiligum áskoðarum
verður fluttur yvir á feløg-
ini, og nú er eisini líkt til, at
hetta verður galdandi í Før-
oyum.
Framyvir verður álagt fe-
løgum, har áskoðarar hava
gjørt um seg, at finna fram
til viðkomandi persón og
sekta hendan, soleiðis at
viðkomandi í ávíst tíðar-
skeið verður burturvístur frá
fótbóltsvøllinum.
Hetta
verður eisini galdandi fyri
tilburðin í Klaksvík, sigur
Børge B. Hansen.
Júst í málinum, KÍ-B68,
hevur verið ført fram, at tað
kann vera torført at finna
fram til viðkomandi persón,
og tað er helst eisini rætt, at
tað í ávísum førum kann
verða ein trupulleiki. Hin-
vegin kann tó roknast við,
at um valið stendur millum
at finna syndaran ella at
missa heimavøllin, so er
helst lítið at ivast í, at synd-
arin verður funnin.
Formaðurin í kappingar-
nevndini sigur seg tó vera
eitt sindur ivandi í, hvussu
langt tað ber til at fara í
hesum, men sum sagt, so
verður hetta álagt heimalið-
inum í framtíðini
Økt samstarv
Eitt annað, sum dómarafe-
lagið tóktist ´nøgt við undan
fundinum, var, at teir so at
siga als ikki verða hoyrdir,
tá avgerðir verða tiknar.
Eisini hetta varð tikið upp
á fundinum, og skal hetta
eisini broytast í framtíðini.
Dómararnir sleppa tó ikki
upp í part í dóms- ella kapp-
ingarnevnd, tí teir her verða
mettir sum ógegnligir. Hin-
vegin er nú lagt upp til, at
dómarafelagið og kapping-
arnevndin skulu hava regl-
uligar fundir, soleiðis at tru-
pulleikar av ymsum slag
kunnu loysast, so hvrøt sum
teir stinga seg upp, ísatðin
fyri at alt verður koyrt upp í
ein spíss, soleiðis sum tað
hendi hesu ferð.
Børge sigur at enda, at
hann er ógvuliga harmur
um tær avleiðingar, sum
málið førdi við sær hesu-
ferð, men at hann vónar at
stigini, sum nú eru tikin,
kunnu vera við til at forða
fyri líknandi hendingum í
framtíðini.
Ikki avgjørt
At enda skal viðmerkjast, at
vit hava frætt frá KÍ, at teir
enn ikki hava tikið við dóm-
inum í málinum, KÍ-B68.
Hetta hevur annars verið
ført fram, men Svend Ja-
cobsen, formaður í KÍ sigur,
at so er ikki.
Freistin at kæra gongur úr
í kvøld, og í gjárkvødlið
skuldi nevndin í KÍ hava
fund, har revsingin frá FSF
verður til viðgerðar, og
skuldi avgerð tá takast um,
hvørt felagið tekur við dóm-
inum ella ikki.
Børge B. Hansen, formaður í kappingarnevndini
Stuðulsfólk
Søkt verður eftir tveimum stuðulsfólkum til
rørslutarnaðan ungan mann í Vágum.
Arbeiðið hjá stuðlinum verður, í neyvum sam-
starvi við mannin sjálvan og Almannastov-
una, at hjálpa honum við ymiskum dagligum
viðurskiftum.
Arbeiðstíðin er fyribils 30 tímar um mánaðin
til hvønn. Og er seinnapartar og kvøld.
Setanartíðin er frá 01.07.00.
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært
sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og avvarð-
andi fakfelag.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja tlf.
31 48 22, Ragnhild Dahl, ella Finnur Joen-
sen, tlf. 31 54 80, millum kl. 9–13, tó ikki
mikudag.
Umsóknir mugu vera okkum í hendi í sein-
asta lagi 21.06.00 og skulu sendast til:
Almannastovuna
Pensjónsdeildin
att. Finnur Joensen
box 196
110 Tórshavn
Frá Havnar
Handverkarafelag
Broytt skrivstovutíð
Skrivstovan er nú opin soleiðis:
mánadag til og við fríggjadag
kl. 09.00–12.00 og
hósdag seinnapart frá kl. 15.00–18.00
Telefon 311548 · Telefax 319548
(telefonsvarari tekur ímóti boðum,
tá eingin er á skrivstovuni)
Samfelagsmøtir
í Vági
á hvítusunnu
Fríggjakvøldið
kl. 20.00
Bønarmøti
í Betel
Leygardagin
kl. 10.00
Uppbyggingarmøti
í Betel
kl. 20.00
Evangeliskt møti
í Høllini
Hvítusunnudag
kl. 10.00
Breyðbróting
í Høllini
kl. 16.00
Uppbyggingarmøti
–
kl. 19.00
Evangeliskt møti
–
2. hvítusunnudag
kl. 10.00
Uppbyggingarmøti
í Høllini
kl. 15.00
Uppbyggingarmøti
–
kl. 20.00
Evangeliskt møti
í Betel
Hvítusunnudag kl. 16.00 verður
barnamøti í VB-húsinum
Opið hús verður í Betel
leygarkvøldið og hvítusunnudag kl. 22.00
Øll eru hjartaliga vælkomin!
––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Samkoman í Betel
Várkappríðingin
í Vágum
Árliga várkappríðingin hjá Vága ríðingarfelag
verður tann 17/06/00.
Seinasta freist at boða frá luttøku er miku-
kvøldið tann 14/06/00 kl. 19.00 á tlf. 332025,
212959 ella 282967.
Vága ríðingarfelag
Lærarar skúlaárið
2000/2001
Søkt verður eftir 3–4 lærarum fyri skúlaárið
2000/2001.
Størvini, sum eru tíðaravmarkað, verða lønt
sambært galdandi avtalu millum Føroya Lær-
arafelag og Fíggjarmálastýrið.
Umsóknir saman við ljósriti av próvskjali
verða at senda skúlanevndini í seinasta lagi
fríggjadagin 16.06. kl. 16.00.
Vestmanna skúlanevnd
v/ Bjørg á Rógvi
FO-350 Vestmanna
Viðareiðis skúli
Søkt verður eftir 2 lærarum til Viðareiðis skúla
at undirvísa fulla tíð komandi skúlaár.
Annað starvið er tíðaravmarkað frá 1. au-
gust til 4. desember 2000. Hitt starvið er fyri
alt skúlaárið 2000/2001.
Størvini verða sett sambært sáttmála millum
Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið í
lønarflokkunum 18.1 til 27.4.
Meira fæst at vita um størvini við at venda
sær til skúlaleiðaran á tlf. 451180 ella 451175.
Umsóknir saman við ljósriti av próvskjali
verða at senda skúlanevndini í seinasta lagi
fríggjadagin 23. juni 2000 og skulu sendast
til:
Viðareiðis skúlanevnd
v/ Mirjam Heinesen
FO 750 Viðareiði
Sosialurin - 311820
Søkt verður eftir
Box 1019 • 110 Tórshavn • Tel. 342500
Fax 313847 • E-post: bav@litaval.fo
Handilsfólki
Vit sóknast eftir einum handilsfólki til búnýtis-
deildina á Hjalla.
Viðkomandi skal hava áhuga í handilslívinum
og vera dugnalig/ur og ágrýtin.
Arbeiðið umfatar avgreiðslu av viðskiftafólki
og viðlíkahald av handlinum.
Umsøkjarin skal vera fyrikomandi, hava
nakað av royndum við telduarbeiði og vera
før/ur fyri at arbeiða sjálvstøðugt.
Tað er ein fyrimunur um viðkomandi hevur
hóskandi útbúgving og royndir í handils-
vinnuni.
Umsókn við møguligum prógvum og við-
mælum skal vera okkum í hendi áðrenn
fríggjadagin 09. juni 2000.
Lærarastørv
Runavíkar kommunuskúli
Til skúlaárið 2000/2001 verður søkt eftir u.l.7
lærarum. Størvini, sum eru tíðaravmarkað,
verða lønt samb. avtalu millum Føroya Lær-
arafelag og Fíggjarmálastýrið í lønarflokk-
unum 18.1 til 27.4.
Serliga er tørvur á lærarum, sum kunnu
undirvísa í:
– teldulæru
– natúru og tøkni
– alis og evnafrøði
– smíð
– danskt
– ítrótt
Umsóknirnar skulu vera skúlanevndini í
hendi í seinasta lagi 20.6.2000.
Nærri fæst at vita hjá skúlastjóranum tlf.
447331 ella tlf. 447956.
Runavíkar Skúlanevnd
v/ Jákup Hansen
Sýnarvegur
FO 625 Glyvrar
Við hesum skal verða sagt frá, at skipað
verður fyri almennum ruddingardøgum í
Runavíkar Kommunu mikudagin 7. og hós-
dagin 8. juni 2000.
Heitt verður á øll um at taka lut í ruddingini
við at savna saman óruddið, fylla tað í
sekkir og seta tað við vegjaðaran har fólk
frá kommununi beina óruddið burtur.
Gjørt verður vart við at ruddingartiltakið
endar hóskvøldið kl. 19.
Runavíkar Býráð
Ruddingardagar
Í komandi skúlaári skipar Sernámsdepilin
fyri ymsum skeiðum í Teknmáli og Tekn til
Talu.
Yvirlit yvir skeiðini fáast við at venda sær til
Sernámsdepilin tlf. 314522.
Teknmálsskeið