leygardagur 12. september 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Búskaparliga
fræls vælferð
Oddagrein
Landsstevna Javnaðarfloksins skal í dag
taka nakrar sera týðandi avgerðir.
Eitt er tað, sum Jóannes Eidesgaard hevur
boðað frá, at stevnan skal taka stoðu til,
hvussu hansara framtíðarsamstarv eigur at
vera við danska Javnaðarflokkin í Fólka-
tinginum.
Okkara ráð til landsstevnuna hjá Javnaðar-
flokkinum skulu vera, at tey skulu heita á
Jóannes Eidesgaard um at fáa hetta sam-
starv í rættlag aftur. Bankamálið og ósemj-
umar í kjalaverrinum á kreppuni eru nú
farnar afturum - og vit eiga tí at líta fram-
eftir. Men tó skal stevnan ikki áleggja fólka-
tingsmanninum at fara upp í danska flokkin
- og harvið eisini upp í tingbólkin og stjórn-
argrundarlagið. Jóannes Eidesgaard skal
halda síni vallyfti um ikki at blanda seg í
danskan politikk, men hann skal eisini
kenna sítt pláss, gera sína skyldu og so
kann hann krevja sín rætt.
Eitt javnaðarumboð er eitt javnaðarumboð
og eigur at samstarva við onnur javnaðar-
umboð. Tað er júst aðalmunurin millum
Javnaðarflokkin og aðrar flokkar, at Javn-
aðarflokkar samstarva um landamerk, teir
eru partur av eini alheims rerslu - arbeiðar-
arørsluni, og tá ber ikki til at krógva seg
handan tjóðskaparligar hvervisjónir.
Landsstevnan skal eisini taka stoðu til linj-
una hjá Javnaðarflokkinum í sjálvstýrismál-
inum - og her skal stevnan gera púra greitt:
— Tað eigur ikki at koma upp á tal, at full-
veldis- ella sjálvstýrisætlanirnar skulu kosta
føroyingum vælferðina. Alt tosið um, at vit
mugu klára okkum við tí, sum landið kann
geva, eru kávalótir. Einki framkomið land í
heiminum gyrðir seg inni á slíkan hátt.
Hinvegin skal landsstevnan ikki áleggja
flokkinum at ganga sambandsleiðina. Tað
er tann reina hugmóð. Gongda leiðin er okt
sjálvstýri - fyribils innan fyri ríkisfelagsskap-
in. Loysingin í sjálvum sær er einki endamál.
Endamálið er sjálvsagt, at vit klára okkum
sjålvi - politiskt og búskaparliga. Tá kunnu
vit tosa um frælsi. Hitt, bara at proklamera
okkum >fræls< - uttan at vit eru búskaparliga
fræls - tað ber meira dám av nationalistkum
harradreymum.
Fyrr var tað »loysing«, síðan var tað >skipað
loysing«. Nú er boðskapurin »fullveldi«. Oll
hesi hugtak bera dám av, at onkur vil lumpa
og lirka. Sjálvandi skulu vit hava »sjålvstyri«.
Men latið so »sjålvstyri« verða endamálið,
og íkki loysingin, sum seinni kann koma
sum ein nátúrlig fylgja av »sjålvstyrinum« -
um fólkið ynskir tað. Sastalurin
Dany reen sen.
SE boere
i gaver), ippssting og prent:
Postadr: 76,
soga
Telefon: 311820
Telefax. 314720
"poste sosialurin fo
Viðmerking
- =
I veruleikanum hava
= nm » = Á =
vit sjalvi abyrgdina
Tí kunnu vit eins væl formalisera hana, sigur Finnur
Helmsdal m. a. í viðmerking til Edmund Joensen og odd-
agreinskrivararnar í Dimmalætting
Eftir at úrslitið av seinastu
kanningini, av hvgrja støðu
Føroya fólk hevur í full-
veldismálinum, er vorið
kunngjørt, er sambands-
flokkurin bert farin enn
meira i verjustødu. Fyrst var
tað fyrrverandi løgmaður,
Edmund Joensen, sum hó-
ast hann fekk talutíð í fimm
minuttir í kvgldsending Ut-
varpsins, bert kundi koma
við ræðumyndum um vant-
andi vælferð, tá fullveldi
verður veruleiki. Og í hós-
dagsblaðnum snýr leiðarin
hjá Dimmu seg um, at væl-
ferðarsamfelagið fer at detta
sundur, tå Føroya fólk skulu
royna seg sum fræls tjóð.
Ikki eitt orð um, hvørjir
møguleikar liggja fyri
framman hjá fullveldinum
Føroyum. Ikki eitt orð um
nakað sum helst alternativ.
Eg loyvi mær at endurgeva
brot burtur úr nevnda leiða-
ra í Dimmalætting. Í fimta
linjubroti stendur soleiðis:
»Hesa ferð ber ikki long-
ur til at venda sær til stjórn-
ina og biðja um hjálp, tá tað
fer at ganga niður á bakka
búskaparliga<. Citat endað.
Komi
Hví orðingin >hesa ferð<
verður nýtt veit eg ikki, men
her verður helst sipað til, at
tá fullveldið er stovssett, so
kunnu føroyingar ikki
»longur« venda sær til
donsku stjórnina, um vit
fara út av búskaparliga.
Men eg havi hug at spyrja,
um Edmund Joensen og
leiðaraskrivarin á Dimma-
lætting hava gloymt, hvussu
tað gekst føroyska lands-
stýrinum, tá teir í 1993
vendu sær til stjórnina or-
sakað av teimum trupulleik-
unum, sum vit vóru havn-
aðir í. Hvat segði danska
stjórnin tá, Edmund Joen-
sen og onnur sambands-
fólk?
Statsministarin og Lykke-
toft vildu veita lán í sam-
band við bankastøduna, og
vit kenna nú hvat lá aftan
fyri hetta stóra hjálpsemi
teirra.
Ráðharrin í almannamál-
um, Karen Jespersen, segði
stutt og greitt, at hagani
fingu føroyingar ikki eitt
oyra til at bøta um óhepnu
støðuna, flestu fólk í Før-
oyum vóru komin í. Karen
Jespersen segði orðarætt:
»Den danske regering skal
ikke betale for færingernes
velfærd, det skal færingerne
selv gøre«. Og fyri at gera
greitt, hvussu nógv hon
meinti hetta í álvara, syrgdi
hon fyri, at alt tað innan
almannaverkið, sum ikki
longu var koyrt undir blokk-
in, kom inn undir hann.
Hetta fyri at fyribyrgja, at
ein føroyskur húsagangur
ikki skuldi kunna gkja re-
fusiónsupphæddina mun-
andi.
So fitt var danska stjórn-
in, tå føroyingurin veruliga
hevði tørv á hjálp. Vit vita
eisini, hvat danskir polit-
ikarar, embætismenn og
vinnulívsfólk gjørdu istadin
móti okkum, og hvat teir
kundu hugsað sær at gjørt.
Onkur, sum stendur Sam-
bandsflokkinum meira enn
nær hevur viðgingið, at dan-
ir í veruleikanum høvdu
púra klárar ætlanir um at
fara avstað við øllum, sum
kundi farast avstað við.
Skipum og gðrum vinnulig-
um virksemi. Og at tað var
stovnanin av ópopulera
og syngið við
Mesias!
i þú = el I
4
Havnarkórið vid stuðuli úr
Vestmanna Sangkóri og í
samarbeiði við Feroya
Symfoniorkestur framførdi
í fyrra ári í adventstid ora-
toriið Mesias eftir Georg Fr.
Hándel. Framførslurnar
vóru í Fríðrikskirkjuni á
Torftum og í Vesturkirkjuni
í Havn.
Hándels Messias er eitt
tað mest umtókta stórverkið
í musikksøguni, og manga-
staðni er tað sið: enja regl-
uliga at framføra hetta fagn-
arverk fram móti jólum ella
um páskatíð. Havnarkórið
hevur eftir royndirnar fyrra
árið avgjørt at skipa fyri
Messias-framførslum í Før-
oyum annað hvørt år, og í
morgin, sunnudagin 13.
september, verður lagt fyri
við fyrstu venjingini.
Ynski kórsins er at bjóða
sangarum úr ødrum kórum
og annars øllum við kór-
royndum at verða við, so at
hetta kann gerast ein aftur-
vendandi kóruppliving hjá
einum stórri sangaraskara at
síggja fram til.
Men ikki allir kórsangarar
eru vanir við framførslur av
hesum slag, og tað eru
partar í hesum tónaverki,
sum seta rættuliga stór krøv
til sangararnar. Tí vberður
arbeitt á tann hátt, at tey,
Finnur Helmsdal, løgtings-
maður Tjóðveldisfloksins
Framtaksgrunninum, sum
forði fyri hesi neydtøku.
Nei, Edmund Joensen,
blaðstjórar á Dimmalætting
og onnur, kreppan, sum
byrjaði um seinasta tíggju-
áraskiftið, er eitt gott dómi
um, hvør í veruleikanum
hevur endaligu ábyrgdina -
tað hava vit sjálvi. Og vit
kunnu eins væl formalisera
hesa ábyrgd. Og tað gera vit
sjálvsagt best við at lyfta
høvdid upp frá koddanum
og skipa samfelagið soleið-
is, at vit verða før fyri at
liva sambært hesi ábyrgd og
væl tað. Minnist bert«til orð-
ini hjá danska almanna-
ráðharranum 1993.
Finnur Helmsdal,
tjóðveldismaður
sum seta sær føri fyri tí og
vilja geva sær stundir til tað,
meta eina ferð um vikuna
til teir torføraru partarnar,
meðan tey, sum ikki vilja
leggja so nógv fyri seg,
kunnu vera við í stóra kóri-
num, sum fer at venja nakr-
ar sunnudagar seinnapart
eftir avtalu.
Slíkt tiltak krevur sína
fígging, og ti verður tikið
eitt ávíst luttakaragjald alt
eftir, hvussu nógvir sangar-
arnir verða.
Solistar á konsertunum,
sum verða leygardagin og
sunnudagin 5. og 6. des-
ember, verða aftur Ernst
Sondum Dalsgarð, tenorur,
og Lars Thodberg Bertel-
sen, bassur, sopransolistur
verður hesaferð Berghild
Poulsen, meðan leiðarin er
Willi Gohl hevur altsolistin
við sær úr Schweiz.
Venjingin í morgin verð-
ur í Kommunuskúlahgllini
og byrjar klokkan 17.30,
sigur Havnarkórið