Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-12, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. september 1998síða 3

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 172 — 12. SEPTEMBER 1998 Dagtilhaldið i Gøtubrå byrjar aftur Nú kvøldini gerast aftur gerast myrk og long, verður aftur farið undir ymsu frítíð- aritrivini - og soleiðis er eisini í Gøtu, har tey aftur fara undir virksemi í Gøtubrå Tey halda til í gamla svimji- hylinum, sum seinni gjørd- ist partur av studentaskúla- num. Gøtubrå hevur verið væl vitjað, og vanligar dag- ar hava komið millum 25 og 30 fólk inn á gólvið. Tiltøkini í Gøtubrå byrja aftur mánadagin 14 sep- tembur kl 15.00, og eru allir pensjónistar í Gøtu sókn vælkomnir, eins og eisini onnur eru vælkomin at støkka inn á gólvið til eina hugnaliga løtu. Tað er so ymiskt, hvat er å skrånni i Gøtubrå. Ein vanligan dag kunnu tey sita og hugna sær, binda, spæla kort, ymiskt ítriv og tosa um gamlar dagar. Og sjålvandi er hvønn dag ein drekka- munnur og okkurt heim- abakað á skránni. Av og á skipa tey fyri onkrum serligum, tað kann t. d. verða, at onkur kemur og lesur eina søgu ella onk- ur sigur frá onkrari hending. Tað verður eisini skipað fyri útferðum og hava hesar fingið sera góða undirtøku Ternan | siglt sin síðsta túr Gjáramorgunin kom Ternan I sín sein- asta morguntúr av Skálafjórðinum EIRIKUR LINDENSKOV — Nei og aftur nei. Avgerðin er tikin, og hon verður ikki broytt. So greiður var Finnbogi Arge, landsstýrismaður hósmorgunin, tá fólk av Skålafjørdinum vóru í Ting- anesi og mótmæltu, at Skál- afjarðasiglingin nú verður nidurløgd. Gjáramorgunin Ternan Í sín seinasta morg- untúr á Havnina. Við Tern- uni Í vóru gott 20 ferðfólk, sum mánamorgunin mugu finna sær aðra farleið til Havnar. Strandferðslan hevur lýst við snarbussi til Havnar, men eins greitt er tað, at fólkið av Skålafjørdinum nú má brúka nógv longri tíð at ferðast til og frá arbeið ella skúla í Havn. Órógv á 'Oyrargjogv Komandi månakvøld byrjar Landsverkfrødingurin ar- beiðið at skifta lemm á ferj- uleguni á Oyragjógv. Hetta kemur at ávirka siglingina um Vestmanna- sund týsdagin 15. og miku- dagin 16. september við 6- reglusemi í siglingini og flutninginum av akførum. Løgd verður ein ferðaætl- an fyri hesar bådar dagar- nar, og verður hon lýst í Útvarpinum í seinasta lagi mánadagin á middegi. Kvoldskúlin i Havn Vetrarskráin hjá Térshavn- ar- Kvgld og Ungdómsskúla kemur í blødini komandi leygardag. Skráin er sera umfatandi og fjølbroytt við nógvum á- hugaverdum undirvísingar- tilboðum. Av tí at skráin er so um- fatandi, eydnaðist tað ikki starvsfólkunum á Tórshavn- ar Kvgld- og Ungdómsskúla at fáa skránna lidna til hetta vikuskifti sum ætlanin var. tíðindablaðið - og hava eydnast sera væl. Av og á vitja eisini pen- sjónistar úr ødrum feløgum, og plagar hetta at verða sera hugnaligt. GQ sansig TEL 255 355 50 se TU vår uuu Vit síggja, lata tey heilsa úr Gøtubrå Tilhaldið Gøtubrå Mynd Jonhard Hammer Anna bíðar spent til hósdagin 17. september Tryggingarsambandið Sjóvátrygging Brunatrygging Vanlukkutrygging