leygardagur 12. september 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 172 — 12. SEPTEMBER 1998
tíðindablaðið
9
Føroyingar millum olju og
inuittar á heimsins enda
Hósdagin var fóroyska ferðalagið í Barrow, sum er tað
norðasta búplássið í óllum Norðuramerika og har var
stórfingin móttóka fyri fremmandu gestunum
JAN MØLLER
BARROW, ALASKA
Eftir ein strævnan men sera
upplýsandi og gevandi dag
saman við embætisfólki,
politikarum og vinnulívs-
fólki í Anchorage fór før-
oyska ferðalagið, tíðliga
hósmorgunin við leiguflog-
farið til arktiska øki í Norð-
uralaska. Her liggur størsta
oljukeldan í Norðuramer-
ika, Prudho Bay. Keldan tel-
ist eisini millum heimsins
størstu.
Tað er henda oljukeldan,
sum seinastu 20 årini hevur
ått livid f statinum Alaska
og íbúgvum tess. Tað sigur
ikki so lítið at heili 85 pro-
sent av inntøkunum hjá Al-
aska stava frå oljuøkinum
Prudho Bay.
Samlaðu fløgurnar i tað
risastóra oljugki eru eisini
ringar at fata. Tær hava ver-
ið uppá millum 300 og 400
milliardir krónur.
Afturat hesum kemur ein
av heimsins longstu olju-
HVÍ KEYPA EIN...
- tá tú kanst fáa ein heilgalvaniseraðan ASTRA fyri sama pris?
Øll tey fremstu bilbloðini geva tí nýggja ASTRA 5 stjørnur.
leiðingum, Alyaskan Pipe-
line, sum er dýrasta privat-
fíggjaða verkætlan í heims-
søguni.
Tann 1300 km langa olj-
uleiðingin kostaði 50 mia.
krónur at byggja miðskeiðis
í sjeyti árunum. Oljuleið-
ingin er so long, at hon
røkkur år Føroyum til Dan-
markar. Og oljuøki fyllir
meiri enn helvtin av øllum
Føroyum, so hetta er øgiliga
amerikanskt.
Staturin Alaska fær so
eisini afturfyri millum 15 og
20 mia. krónur um árið í
kassan frá oljuni.
Oljukeldurnar í Prudho
Bay, sum Arco og BP reka,
hava tryggjað Alaska og
tess íbúgvum stóra vælferð.
Eitt skifti var Alaska ein av
ríkastu statum í USA.
Nú oljuprísirnir eru farnir
í botn, merkist hetta tann
skeiva vegin, hóast uml.
200 mia. krónur í dag standa
í grunnunum. Vandi er fyri
stórum skerjingum á yms-
um almennum gkjum. Ann-
Vit sýna tann nýggja ASTRA fram i ØRAVIK
leygardagin 12/9 og sunnudagin 13/9
ars fær hvør íbúgvi í Alaska
útgoldið uml. 70.000 krón-
ur.
Hetta og mangt annað
fingu føroysku gestirnir,
sum vitjaðu í Anchorage og
Prudho Bay at vita. Niður-
stødan eftir mongu fyrilestr-
arnar og orðaskiftið í Anch-
orage mikudagin var tann,
at føroyingar kunnu læra av
royndunum og ikki minst
mistøkunum, sum gjørd í
umleið 20 ára gomlu olju-
søgu Alaska.
Venda eygunum
annan veg
Hóast tað higartil mest hev-
ur verið hugt eftir hvat norð-
menn og bretar hava gjørt
er eingin ivi um at tað kann
koma Føroyum og føroysk-
ari oljuvinnu til góða, eisini
at hyggja eftir hvussu farið
er fram longur burturi.
Tað hevur heldur ikki so
lítið at siga, at netupp sam-
anberingin við eitt land sum
Alaska, kann verða av al-
stórum týdningi, tí Alaska
SLRAS
er eitt viðkvæmt land bæði
hvat umhvørvi og eisini
fólkatalið og mentan.
Í nidurstøduni kann les-
ast, at trygt og reint um-
hvørvi ongantíð eigur at
undirmetast, men altíð eigur
at verða sett í hásæti tá talan
er um oljuvinnu.
Ansið eftir pengunum
Síðan hevur tað nógv at
siga, at tað eru góð viður-
skiftið millum oljufeløg og
samfelagið, at tað verður
ein >win to win«, tað vil
siga har báðir partar fáa
nakað burtur úr.
Tað er greitt, at størsti
vandin liggur kanska mest
í spurninginum, hvussu tú
vandar tær um pengarnar.
Tað vil siga hvussu mann
forðar fyri, at ov nógvir
pengar ikki vanskepla og
taka eitt samfelag heilt av
fótum. Her var orðið stabi-
litetur havt á loftið aftur og
aftur. Tú mást ikki gera
hvorki landskassan ella tann
einstaka so heftan at olju-
inntøkunum, at brådlig prís-
lækking tekur stólin undan
tær.
So her hevur fíggjarmála-
ráðharrin Karstin Hansen,
fingið nakað at hugsa um,
nú hann og Eyðun Elttør,
oljumálaráðharri, skulu seta
skjøtil á eina føroyska olju-
vinnu (Sosialurin fer seinni
at viðgera nakrar av hesum
spurningum nærri)
Ein gørvísi
verð í Barrow
Men hvussu ávirka olju-
pengarnir tey innføddu í Al-
aska. Hetta er ein av spurn-
ingunum, sum føroyska
ferdalagid hevur fingid høvi
til at hyggja nærri at.
Seinnapartin hósdagin
lendi leiguflogfarid við
teimum 16 føroyingunum,
umframt umboðum fyri
vertirnar, Texaco samtakið,
í tí norðasta búplássinum í
Norðuramerika, Barrow
Tað var ein fullkomiliga
ødrvisi verð, sum her lå
frammanfyri gestunum úr
Føroyum.
Teir 4.500 inuittarnir i
Barrow, sum i øldir hava
vunnið sær til livsins uppi-
hald við at drepa stóra kúlu-
bøkuhvalin, fáa nú eisini lut
í oljurikidøminum. 85 pro-
sent av inntøkunum hjá
Barrow koma nevniliga frá
oljuinntøkunum í Prudho
Bay.
Men harfyri eru langt frå
allar súður syftar. Inuitta-
fólkið er á einum vegamóti,
på
Bensin- og
diesel
målid og mentanin eru
at doyggja. Hevur an
skylduna i hesum, ella er
oljan kanska tverturímóti
bjargingin hjá hesum inn-
fødda fólki, sum er upprun
afólki og harvið eisini ver-
uligi stoltleikin hjá Alaska
Tað fara vit at hyggja nærri
at í seinni bløðum
Tá føroyingar komu til
Barrow hósdagin var Gfør
måttøka í bygdahúsinum
har borgarstjórin og flestu
av ovastu monnum og
kvinnum í bygdini tóku í-
móti. Eisini varð dansa fyri
føroysku gestunum, har in-
uittadansur var á skránni
Jóannes Dalsgaard, deild-
arstjóri í Undirvísingar- og
Mentamálastýrinum, helt
réðu fyri inuittunum og
greiddi frá Føroyum og før-
oyingum. Hann fegnadist
vegna føroyska ferðalagið
um at tað hevði borið til at
vitja hetta fjarskotna bú-
plássið við heimsins enda
Eitt búspláss, sum kanska
ikki var so fremmant fyri
føroyingum nú føroyingar
eru komnir við í føroyska
ferðalagið
tf. 31 61 61
mr