Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. september 1998síða 8

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

8 tíðindablaðið 50% 7 Nr. 172 — 12. SEPTEMBER 1998 So Carita Bjørklund, formaður i Føroya Pedagogfelag: Vit skulu ikki finna meiningina í tí meiningsleysa — Tá id børn koma út fyri eini stórari sorg, eiga starvsfólk á dagstovn- um at tora at taka stigið at tosa vid børn um sorgina og tað tey føla. Vit svíkja tey við ikki at tosa um tað, sum nívir tey. Tey forða okkum ikki, tað eru vit sjálv sum forða okkum. Vit eiga ikki at spyrja okkum sjálv, um vit tora, men heldur um vit kunnu lata vera, sigur Carita Bjørklund, formaður í Føroya Pedagogfelag gogfelag, hevur arbestt við børnum í sløk tjúgu ár og B er mangan Komin ut s uppliva eitt barn í sorg. Men kunnleikan til hesi viður- skifti, børn í sorg, hevur hon eisini heimanifrá Hon er fráskild, eigur trý børn og vert, hvussu børn uppliva ta broytingina, ið kemur í, tå ið foreldur fara frá hverjum eðrum. Fyn akkurát einum ári síðani misti hon sonin, Jan, í eimi ferðsluvanlukku og sorgin av at missa eitt barn er tí partur av lívinum hjá henni og familjuni Tið og umsorgan Starvsfólk í barnagerðum sleppa ikki undan at uppliva børn, sum á ein ella annan hátt syrgja. Anun tí eitt for- eldur doyr ella av at foreldr- ini fara frá hverjum. Bern kunnu eisini syrgja yvir, at onkur næstringur er sjúkur ella av at tað skal flyta úr barnsdómsheiminum ibetur er tað ikki so t, at børn missa eitt 2 vaksin skulu bera seg at. Tú skalt bara taka tær tid og tora at tosa um sorgina. Tað er ikki eim-spyrningur um at vera serfrødingur, men at vera eitt menniskja. Tad krevur bara, at tå leggur oyrað til og lurtar eftir, hvat barnið í veruleikanum sigur, hvat í grundini liggur aftan fyri tí, tað sigur. Og umsorg- an er tað tydningarmesta. — Ver saman við barni- num. Tu skalt ikki loysa trupulleikarnar hjá barni- num, tí tað ber í grundini ikki til. Ofta hava vit lyndi til at forklára alt yvir fyri børnum. Men vit skulu ikki geva tí meiningsleysa mein- ing. Tað er ótrúliga mein- ingsleyst hjá einum barni at missa eitt foreldur og at for- eldrini fara frá hverjum ødr- um. Tekin Hóast bern ikki duga at seta orð á sorgina og kenslurnar tey hava í samband við ein Miss, geva tey tekin frá sær, sum víkja frá tí tey vanliga úttrykkja. Eitt fimm ára amalt barn fer kanska at ssa í buksurnar, tí tað kennir seg ótrygt. Onnur finna uppá at leggja seg at sova í nógvum larmi og eru ' r ógvuliga móð Bjørklund Og Carita tosar út frá royndum. Tá ið hon og maðurin gjørdfær at fara frá hverjum ødrum fyri nógvum árum síðani bíðaðu tey sum longst at siga børnunum frá. Men tað víst seg, at bernini væl vistu, hvat var á veg og tey høvdu gjørt sær nógvar tankar um, hvussu so fór at vera. — Tað yngsta barnið hjá okkum spurdi, um tey systkini skuldu á barnaheim at búgva. Tá angraði eg, at eg ikki hevåi sagt teimum frá nógv fyrr, hvat fór at henda. Foreldur Ein góð hjálp hjá børnum i sorg er, um foreldur greiða starvsfólkunum á stovnu- num frá, um tey fara frá hverjum ødrum ella um aðr- ar týðandi broyungar koma í lívið hjá barninum. — Tað hendir alt ov sjáld- an. Vit hava børnini allan dagin og tí eiga vit at vita, hvat hendir í lívinum hjá børnum. Tað er givið, at for- eldur hava ikki orku til at taka sær líka væl av barni- num sum annars, tá ið tey sjálv eru í kreppu. Og tí eiga tey at heita á starvs- fólkini á stovninum, soleið- is at tey kunnu vera við sum ein hjálp — Bern kunnu broytast grundleggjandi fyri eina tíð »rg, til gerandisdagurin børn frikorter frå s rå sorgini av og á, sigur Carita Bjørk- lund. —ABacozar og hjálparfólk á dagstovnum eru sum heild ikki nóg væl fyri, tá ið tað ræður um at tora at taka stigið at tosa við barnið um sorgina, tað upplivir. — Sum starvsfólk á dag- stovni sleppur tú ikki undan at uppliva børn sum syrgja av eini ella aðrari orsøk. Hinvegin verður tað ongan- tíð rutina. Tú skalt tora hverja ferð at taka sugið. Bern eru ógvuliga opin at tosa um, hvat tey fela. Men vit starvsfólk bremsa teim- um ofta. Lurtar tú eftir børn- um, læri. tú nógv. Í grundini svíkja vit børnini við ikki at tosa við tey um tað sum nívir tey, tey forða okkum ikki, tað eru vit sjálv sum forða okkum. Vit eiga ikki at spyrja okkum sjálv um vit tora, men heldur hugsa: hvussu kunnu vit lata vera Føroya Pedagogfelag ætl- ar at fylgja skeidnum um børn og sorg upp. Tey sum tóku lut á skeiðnum fingu nógv gott úlfar, sum kann — Nógv, sum hava verið út fyri eini sorg, hava vent sær ti mín eftir at eg misti Jan og spurt meg, um lívið nakrantíð verður gott aftur. Eg plagi at siga, at lívið verður gott aftur og tú verður glaður aftur. Men tað verður ongantíð tað sama aftur verða ein hjálp til, at tey betri duga og tora at tosa við børn um sorg. Eisini ber til at fylgja upp við skeið- virksemi. Kr Í løtuni iðir Reyði Krossur í Føroyum við at skipa eina kreppuhjálp, tað vil siga, at fólk, sum onkus- vegna koma í eina kreppu kunnu fáa hjálp her og nú. Sum er eru eingi tilboð og tað hevur Carita upplivað persónliga, at koma út fyri eini stórari og svárari sorg og ikki fáa nakra hjálp. — Tá ið eg misti sonin royndi eg at leita eftir hjálp, eftir onkrum sum kundi taka sær av mær og okkum. Eg hevði ikki orku til at taka mær av mínum livandi børnum. Hevdi onkur bara kunnað sagt mær, hvat hendir við mær sum menn- iskja, tá ið eg komi í eina slíka støðu, hevði tað hjálpt. Mynd: Jens Kr. Vang — Eg leitaði ikki eftir eini meining, tí í míni verð er tað meiningsleyst, at hann skuldi doyggja. Seinni havi eg sagt mær sjálvum, at kanska var tað ikki mein- ingin, at hansara lív skuldi verða longri. Tað er ein uggi at siga tað, ein lítil hjálp, men í grundini meini eg tað ikki innast inni. — Akkurát sum hjá små- børnum, tá ið tey knappliga koma út fyri eini stórar! sorg, so upplivdi eg eitt ka- os. Tí alt sum var, var ikki longur. Hví kundi onkur ta náttina, vit mistu sonin, ikki verið hjá okkum, sitid hjá okkum og verið um okkum. Alt doyr rundan um teg og tú undrast yvir, at lívið gongur víðari. Vit skulu vita, at tá ið vaksin og børn syrgja, hava tey tað so ringt, at tey kunnu ikki fáa tað verri. Tað kann bara ganga tann rætta vegin, sigur Ca- rita Bjørklund.