Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-12, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. september 1998síða 17

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

7 + % á —— ERE Nr. 172 — 12. SEPTEMBER 1998 tíðindablaðið SOSTÆNFT c X NI Lesið eisini ítróttin á Internetinum 19 www.sosialurin.fo I morgin leggur Jåkup á Borg leiðina móti Onglandi, har hann mánadagin byrjar royndarvenjing hjá mæta felagnum Liverpool FC Mynd: Alvur Haraldsen Jákup á Borg til Liverpool Fótbóltur: — Sjálvandi hevði tað verið ótrúligt, um teir bjóðaðu mær ein sáttmála, men eg verið so avgjørt ikki vónbrotin, um teir ikki gera tað, sigur Jákup á Borg, sum í morgin fer til Onglands, har hann skal royndarvenja við ongum minni enn Liverpool FC Í morgin leggur Jákup á Borg úr B36 leiðina til Onglands, og ør- indini eru ikki hvørji sum helst. 18 ára gamli åleyparin, sum í løt- uni er toppskjútti í 1. deild, skal til Liverpool, har hann skal roynd- arvenja hjá heimskenda felagnum Liverpool FC. Tað eru Jákup í Stórustovu og Nordplayer, sum hava fingið hetta í lag, og fyri Jákup á Borg merkir hetta ein tann størsta ítróttarliga avbjóðingin higartil. Sum tey flestu ivaleyst vita, hevur tað verið uppá tal, at Jákup saman við Heðini á Lakjuni úr KÍ skuldi til Watford, har teir vóru og royndarvandu í vár. Hesar ætl- anirnar eru eisini framvegis sera aktuellar, men nú Jákup fekk til- boðið um at koma til Liverpool at royna seg í eina góða viku, tók hann sjálvandi av. — Tá vit sendu umsóknina av- stað til Liverpool, var tað mestsum fyri at royna okkurt annað, meðan vit bíðaðu eftir Watford. Tað eru bert tríggir dagar, síðani hetta kom upp á tal, og bæði eg og Jákup (Jákup í Stórustovu, bløm.) vóru ovfarnir av at fáa svar aftur so skjótt, sigur Jákup á Borg við Sosialin. — Liverpool er jú eitt av heims- ins størstu fótbóltsfelógum og er eitt spennandi felag, sum eisini ger nógv við ungdómsarbeiðið, sigur Jákup og leggur afturat, at hann vónandi nú fær høvi til at heilsa uppá Michael Owen, sum hann var í Ul6-kapping saman við fyri nøkrum árum síðani. — Annars eri eg Manchester United-vidhaldsmadur um ein háls, so eg má royna ikki at tosa ov hart, meðan eg eri har, skemtar Jákup, sum eisini veit av, at Patrik Berger — ið ikki er best umtókti maður í Føroyum í løtuni — eisini spælir við Liverpool. Berger var ein av høvudsmonnunum aftanfyri nógv umrødda málið, Kekkia fekk á Svangaskarði seinasta sunnu- dag. — Men eg vænti einki. Sjálvandi hevði tað verið ótrúligt, um teir nú bjóðaðu mær ein sáttmála, men eg verið so avgjørt ikki vónbrotin, um teir ikki gera tað. Bara tað, at eg havi verið í Liverpool og vant hevur nógv at siga, tá eg vónandi einaferð fari uttanlands at spæla fótbólt, sigur B36-framherjin, ið hevur havt eitt sera gott kapping- arár í ár, sum millum annað hevur borið úttóku til A-landsliðið hjá Allani Simonsen við sær. B36 er í løtuni nummar tvey í landskappingini, har Jákup hevur skotið 16 mál í 14 dystum, og B36-unglingarnir, har Jákup er liðskipari, eru eisini favorittar til at vinna fóroyameistaraheitið. Øll, sum hava áhuga fyri fótbólti, kenna Liverpool sum eitt av heimsins størstu fótbóltsfelggum, og eitt skifti vóru teir eisini besta lið í heiminum. Teir hava eina serliga traditión fyri at framleiða sera góðar á- leyparar — Kevin Keegan, Kenny Dalglish, Ian Rush, Robbie Fow- ler og seinast supertalentið Mic- hael Owen bert fyri at nevna nakr- ar av teimum størstu — og eingin ivi er um, at felagið hevur eina góða >ngs< fyri góðum áleypar- um. Nú hava teir so bjóðað Jákupi á Borg til Merseyside at royna seg. EMii. L. JACOBSEN Jákup í Storustovu, sum vegna Nordplayer hevur fingið sam- bandið millum Jákup á Borg og Liverpool í lag, sigur, at tað bert eru nakrir fáir dagar síðani tað kom upp á tal, at B36-áleyparin skuldi sleppa at royna seg hjá Liverpool. — Samráðingarnar við Wat- ford hava drígið rættiliga nógv út, og av tí hava vit roynt at fingið okkurt annað í lag, með- an vit hava bíðað. Tá vit so fingu møguleika fyri at senda ein ungan spælara til Liverpool, hildu vit, at Jákup var tann rætti. Hann er toppskorari í 1. deild og er eisini komin á A-lands- liðið, sigur Jákup í Stórustovu. Hann sígur, at Watford eru kunnaðir um, at Jákup á Borg fer til Liverpool í eina viku, og at London-felagið sum so einki heyði ímóti hesum. Hann vænt- ar at fáa samráðingarboð frá Watford um Jákup og Heðin á Lakjuni eina ferð í næstu viku. — Hetta er so eitt sera gott høvi hjá einum ungum føroyskum spælara at fáa eina heildarmet- Watford framvegis sera aktuelt ing frá nøkrum av heimsins bestu ungdómsvenjarum, sigur Jákup í Stórustovu. Tá tú hugsar um, hvussu stórt felag Liverpool er, hevur felagið ikki havt serliga góðar umsteður fyri ungdómsfótbólti. Men tað verður broytt nú. Fel- agið er í ferð við at byggja eitt soneynt >fótbóltsakademi< við eini 15-16 spildurnýggjum vøll- um í hålvari stødd, har arbeids- umstødurnar eisini verða nógy betraðar. Try; Ætlanin er, at Jákup á Borg, sum er 18 ára gamal, skal venja og búgva saman við U20-liðnum hjá Liverpool — hetta eru spæl- arir, sum eru 19-20 ára gamlir. Tað er íkki heilt bíligt at fara úr Føroyum til Onglands at spæla fótbólt, og her hevur At- lantic Airways og 3'arin verið hollur stuðul hjá bæði Jåkupi og Heðini. Tryggingarsambandið Føroy- ar hevur eisini givið Jákupi eina ferða- og fótbóltsítróttarrygg- ing, sum flestallir yrkisleikarar hava í dag.