týsdagur 15. september 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
| Fíggjarleiðari: i Bertholdsen,
= Internet: www.sosialurin.fo Sveinur Tróndarson Turið Kjølbro
Nú eigur lontakarin
at fáa kompensasjón
Oddagrein
Øll fegnast vit um ta framgongd, sum verið
hevur í samfelag okkara seinastu árini, og
oll vilja vit gera okkara til, at landsins bú-
skapur kemur á eitt trygt og forsvarligt stoði.
Tó eiga vit at gera okkum púra greitt, at
tann stættin, ið hevur borið tyngstu byrðar-
nar í krepputíðini, nú eigur at fáa sína kom-
pensasjón.
Bara tað at toka reallønin í dag er 22%
lægri, enn hon var í 1990, átti at givið okkara
kosnu monnum og kvinnum nakað at hugsa
um. Nú er tíðin komin hartil, at løntakara-
fjøldin, barnafamiljurnar og pensjónistarnir
fáa sítt afturborið.
Emil L. Jacobsen
Jens Kristjan Vang
Alvur Haraldsen
Sosiatunn og Telefax. 314720
: fer Argj e-mail
Argj r 26, Argjum :
Postadr Postsmoga 76, post é sosialurin.fo
110 Tórshavn
Vidmerking
Sambandsflokkurin er hardliga ímóti at handverk-
arar, ið arbeiða uttanlands, nú skulu straffast
Vit stuðla verkafólki okkara í at varðveita teirra rímiligu rættindi
Sambandsflokkurin kann
ikki á nakran hátt taka undir
við ætlan landsstýrisins um
at lækka frádráttirnar hjá
handverkarum, ið arbeiða
uttanlands.
Vit meta at hesir/hesar, ið
arbeiða uttanlands í dag
hava eina rímiliga skipan,
ið bæði tey og Føroyar
kunnu liva við, nú eins og í
framtíðini.
Tað er eftir okkara meting
ikki rætt, at okkara hand-
verkarar fyrst skulu pressast
uttanlands at arbeiða ognú
kunnu >blakast< inn og út
úr hesum landi, sum teir úti
í landsstýrinum finna fyri
gott. Um frådråttarskipanir
á slíkan hátt verða broyttar,
verður 6møguligt hjá okk-
ara verkafólki at leggja
nakra ætlan. Sambands-
flokkurin heldur, at slíkur
politikkur vísir, at talan er
um manglandi virðing fyri
okkara arbeiðandi fólki. Tað
kunnu vit ikki bjóða verka-
fólki okkara eftir Sam-
bandsfloksins hugsan. Vit
hava og fara framyvir at
stuðla verkafólki okkara at
varðveita teirra rímiligu
rættindi. Tað er best fyri tey
og Føroyar.
Marjus Dam,
løgtingsmadur
Eyðun Hammershaimb Smith
14.04.73 - 05.06.98
Tað er eyðsæð, at ein partur av hesi kom-
pensasjón skal avgreiðast á arbeiðsmarkn-
aðinum - men tørvur er eisini á politiskum
tiltøkum, so bøtast kann um tann økta 6-
javna, ið kreppan hevði við sær.
Tá eg á kveldi hin 5. juni 1998 fekk at vita, at besti
vinur min, Eyðun, hevði verið úti fyri einari van-
lukku í Keypmannahavn, var tað eins og eitt petti
brotnaði av mær sjálvum. Alt tað eg kann minnast
høvdu vit báðir kent hvønn annan, og altíð høvdu
vit verið nógv saman. Ja, gingu í somu stovu í
barnagarðinum við Velbastaðvegin, eins og vit 7
ára gamlir gjørdust floksfelagar úti á Venjingar-
skúlanum. Eftir at fólkaskúlin varð liðugur, hildu
vit altíð vinabandið við líka, og tað gingu ongantíð
nógvir dagar ímillum, at vit vitjaðu hvgnn annan.
Tað einasta, ið kundi forða hesum vóru tey tíðar-
skeidini, har annar av okkum var uttanlands, men
eisini tá hildu vit sambandið við líka.
Soleiðis var eisini hesa ferðina Eyðun var í Dan-
mark. Mikudagin hin 3. juni hevði eg tosað við
hann og greitt honum frá, at eg væntandi kom niður
at vitja hann í august mánaða. Hann kundi glaður
siga mær frá, at hann væntandi kom heim seinast í
juli mánaða, og at vit sostatt kundu fylgjast niður
aftur í august mánaði. Vit prátaðu síðan saman um
politikk, fótbólt og annað, sum hevði okkara áhuga,
soleiðis sum vit vóru vanir við. Hvørgin okkara
kundi tá vita, at hetta skuldi verða seinasta sam-
rødan okkara millum.
Nú ein tíð er fráliðin síðani hesa ólukkuligu
hending, tykist tað framvegis fullkomiliga 6veru-
ligt, at Eyðun er farin. At tað ikki longur er gjørligt
at ringja niður, bara fyri at vita, hvussu tað heila
gongur har niðri. At hansara seinasta ferð aftur til
Føroya skuldi verða so syrgilig.
At eitt mannalív skal fara á so ungum árum tykist
vera heilt burtur úr vón og viti. Eitt lív, sum hevði
so nógv mál eftir at røkka og so nógv gott at geva
øðrum. Eg fari ikki at greiða frá, hvussu Eyðun var
sum persónur. Hann var sum hann var, við sínum
góðu og ringu síðum, og tíbetur vóru tær góðu
síðurnar so nógvar ferðir fleiri. Eitt er vist, og tað
er, at vit er nógv, sum fara at sakna Eyðun sum ein
vin ella sum ein part av familjuni.
Tá krepputiltok verða framd, er tað altíð tey
lågløntu, ið mugu svíða. Javnan hoyra vit
undanførsluna, at so må vera, tí tað er
skatturin frá tí låglønta, ið munar í lands-
kassanum. Tað kann vera, at so er, men tá
okkara kosnu so altráðir taka frá teimum
lågløntu í krepputíðum, so eiga teir lika
altráðir at lata somu bólkum skattalætta, tá
tað gongur betur - men so tykist ikki vera.
Samgongan, ið nú situr, hevur eina ógv-
uliga borgarliga slagsíðu. Undanfarna sam-
gongan hevði eina sambandska slagsíðu,
við tað, at Fólkaflokkurin mátti selja sína
sjálvstýrishugsjónir til frama fyri at føra borg-
arligan politikk. | hesi samgongu er tað tann
parturin av Tjóðveldisflokkinum, ið roknar
seg sum vinstravendan, ið hevur selt síni
sosialistisku sjónarmið fyri at sleppa at føra
sjålvstyrispolitikk. Størsti missurin man tó vera hjá tykkum, Tórfinn,
Guðbjørg og Erlu við familju, eins og hjá ommunum
báðum, Petru og Ásu. Tit hava mist ein son, beiggja og
ommuson og mammubeiggja.
Hjá okkum gllum er tað galdandi, at vit mugu royna
at liva víðari við teirri vitan, at vit ongantíð koma at
meta Eyðuni aftur. Vit eiga øll at minnast Eyðun sum
hann var, og hugsa um allar tær góðu lýtur, sum vit
hóast alt náddu at hava saman við honum.
Seinasta heilsan mín til Eyðun Hammershaimb Smith
verður við hesum latin.
Tøkk
Øllum tykkum sum hjålptu og mintust tå
JÅKUP JOENSEN
å Skælingi
Hetta er stórt spell, og kunnu vit ti bert hopa
og vóna, at tað fer at eydnast Javnað-
arflokkinum - saman við oðrum - at fáa framt
itøkilig tiltøk, ið bøta um sosiala ójavnan.
Eins og landsstevnan hjá Javnaðarflokki-
num gjørdi tað, so fara vit á hesum stað
áhaldandi at minna flokkin á givin vallyfti -
eitt nú at hækka fólkapensjónina, lestrar-
stuðulin, at javnseta tey, ið fáa sjúkradag-
pening, um barnsburðargrunn o. s. fr.
Jákup
Heimferð
Í hørðum brotasjógvi
ímillum boðar, sker
við Andans árum rógvi
eg fjart frá hesi verð
Við at fáa kjak í lag um hesi viðurskifti, vilja
vit eisini leggja trýst á tann partin av sam-
gonguni, sum eisini hugsar um sosialu við-
urskifti okkara.
Vit byggja einki land av sosialari armóð.
Men við eini rættvísari føroyskar sosialari
skipan, sum setur vælferðina í hásæti, hava
vit lagt stoðið undir einar sjálvberandi For-
oyar.
Í mínum kjalarvørri
ein verøld køld og fjar;
men alsamt framman knørri
er heimlandsstrond min kar".
doyði og fór til gravar, takki eg hjartaliga.
Familjunnar vegna
Jóhanna
Sosialurin