týsdagur 15. september 1998síða 3
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 173 — 15. SEPTEMBER 1998
Har var
#
eingin Skdur
fg
27
Einast orsøk til at brandbilurin var á Kongabrúnni leyg-
ardagin var at starvsfólkið á Tryggingini skuldi síggja
betri ut …
SVEINUR TRÓNDARSON
Leygarmorgunin sá út til at
eldur var í á Tryggingar-
sambandinum Føroyar.
Á Kongabrúnni stóð ein
brandbilur við stiganum
uppi, men tað var eingin
orsøk til panik, tí har var
eingin eldur.
Orsgkin til bilin var, at
rútarnir í bygninginum hjá
Tryggingarsambandinum
(Mynd: Jonhard Hammer)
vóru vornir heldur skitnir og
trongdu til vask. Og tá
bygningurin er rættiliga
høgur, so er neyðugt við
stiga og tá er nærum sjálv-
sagt at brúka brandbil, tí ein
slíkur hevur høgan stiga.
Nú nýggj vika er byrja,
so síggja starvsfólkini á
Tryggingarsambandinum
betri út, enn tey gjørdu
frammanundan.
Tey hava fingið
teldukoyrikort
Randi í Dali, Jón Joensen og Hennebeth Kalsg eru te
fyrstu trý, sum hava fingið teldukoyrikort í Føroyum
SVEINUR TRÓNDARSON
Fríggjadagin í seinastu viku
fingu teir fyrstu føroying-
arnir >teldukoyrikort<. Tey
trý fyrstu vóru Randi í Dali,
Jón Joensen og Hennibeth
Kalsø.
Teldukoyrikort er ein út-
búgving, sum Skeidtænasta
Handilsskúlans bjóðar
fram.
Hugskotið til hesa út-
búgving er finskt, men er
við at gerast vanligt kring
alt Europa.
Teldukoyrikortið er góð-
kent av danska kenslumála-
ráðnum og Føroya Handils-
skúli góðkendur sum roynd-
ardepil í Føroyum. Tað
merkir, at øll skeið og allar
royndir í kunningartøkni,
lúka tey krgv, sum EU setur.
Endamálið við teldukoyr-
ikortinum er:
— at hækka KT stødid
fyri øll
— at økja um arbeidsevni
hjá starvsfólki, iðbrúka
telduna til at loysa ar-
beiðsuppgávur
— at økja um virðið av
fløgum í kunningar-
tøkni
— at tryggja, at allir brúk-
arar av teldu fáa góðar
arbeiðsvanar og kunn-
leika um telduhugtøk
Í løtuni eru umleið 250 fólk
í holt við at taka teldukoyr-
ikort á Skeiðtænastu Hand-
ilsskúlans
tíðindablaðið
Springarar í
Fuglafirði
Sunnudagin løgdu nakrir springarar
beinini í Fuglafirði
SVEINUR TRÓNDARSON
Bygdrinar í Eysturoynni
eru ikki tær, sum liggja
fyrst fyri tá grind skal
rekast og tær eru heldur
ikki allar so vælegnaðar
sum grindavágir.
Men sunnudagin legði
ein springaraflokkur bein-
ini á sandinum í Fugla-
firði.
Av stødini í Runavík
síga teir at talan var um
einar 12 til 15 springarar.
Býtt var millum grind-
amenninar og íalt vóru
120 drápspartar, verður
sagt av stødini í Runavík.
Havnin fingið
nýggjan brandbil
Tórshavnar Sløkkilid hevur fingið
nýggjan krana- og bjargingarbil
SVEINUR TRÓNDARSON
Tórshavnar Kommuna
hevur fingið ein nýggjan
og sera vælútgjórdan
krana- og bjargingarbil til
Slgkkiliðið.
Bilurin er gjørdur í
Haslev í Danmark og
kostaði 1,3 mió. krónur.
til hósdagin 17. september
Tryggingarsambandið
Sjóvátrygging
Brunatrygging
Vanlukkutrygging