týsdagur 15. september 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 173 — 15. SEPTEMBER 1998
tíðindablaðið S0SZV
fyrradagin og í Suðuroy í
gjár vísti tað, nevniliga tað
menniskjansliga samband-
ið, sigur Nyrup Rasmussen
og leggur aftrat:
— Tað, sum veruliga hevur
nakað at týða er tað, sum
ikki stendur í lógargreinum,
men t.d. vinskapur og vitan
um at vit í felag kunnu lyfta
meir, enn um vit lyfta hvør
í sínum lagi. So kunnu vit
eisini byggja samstarv uppá
virðing fyri hvør ødrum.
Blokkurin partur
av samstarvinum
— Heldur tú ikki, at tað
hevur nakað at týða fyri
virðing millum líka stillað
lond, at peningur er orsók
til samstarvið?
— Peningur er partur av
samstarvinum, og tað er eis-
ini ein partur av danska soli-
daritetinum mótvegis Fer-
oyum.
— Kortini ivist eg ikki í,
at tað bæði millum føroy-
skar og danskar politikarar
er ynski, um at menningin
gongur tann vegin, at Før-
oyar ikki eru búskaparliga
bundnar at Danmark. Tað
veit eg væl, men tá veru-
leikin er sum hann er, so
fara vit ikki at renna undan
ábyrgd.
— Vit hava heldur einki
ynski um at taka hetta málið
fram annan hvgnn dag - vit
eru ikki í Sudurafrika ella
Norðuramerika ella ødrum
parti av heiminum.
Vit eru í Norðurlondum
og hava einki at reypa av, í
so máta. Blokstuðulin meta
vit meira sum partur av
samstarvinum, og ikki at
gloyma: Føroyar geva okk-
um í Danmark nógv, eitt nú
tykkara = menniskjansliga
samband, sum neyvan finst
betur aðrastaðni á okkara
leiðum. Hvussu tit hava
bygt eitt samfelag, við ong-
um kriminaliteti at berjast
við, og hvussu tit ansa eftir
hvørjum ødrum, er meir enn
vit kunnu vísa til.
— Vit hava nógv at læra
av tykkum. Sum tú skilir,
so haldi eg ikki, at blok-
stuðulin tyngir okkaramill-
um.
— Peningur er bert ein
partur av samstarvinum, og
í veruleikanum ein fyritreyt
fyri, at Danmar og Føroyar
kunnu mennast å jøvnum
føti.
— Hevur forsætismálaráð-
ið nakrantíð kannd, um
Føroyar kunnu verða blok-
stuðulin fyri uttan?
— Nei, tað hava vit ikki.
Tað er spurningur, sum før-
oyingar sjálvir skulu gera
av, í teimum samráðingum,
sum vit hava um blokstuð-
ulin. Fyribils er avtalan
galdandi í trý ár.
— Hvussu tá tey trý árini
eru farin?
— Tað velst um, hvat før-
oyingar siga okkum um
tørvin til ta tíð. Tað vil tí
vera ein vanlig samráðing-
arstøda, sum vit kenna og
hava brúkt higartil.
—Er góða juniavtalan ein
roynd at fáa Føroyar taka
ábyrgd fyri sínum fíggjar-
politikki?
— Nei, avgjørt ikki. Tað
hevur bert verid ein dagskrå
frå danskari síðu, viðvíkj-
andi juniavtaluni.
— Tad er tann tilsøgnin
sum eg gav, tå eg var i Før-
oyum í januar mánaða í år,
og tann tilsøgnin sum
Fólkatingið gav um, at
bankamálið skuldi loysast á
slíkan hátt, at føroyska sam-
felagið skal megna at gjalda
skuldina á slíkan hátt, at tað
ikki nervar føroyska sam-
felagið fíggjarliga.
- Tað skuldi gerast so-
leiðis, at báðir partar kundu
váttað og góðtaka eina av-
talu, har báðir partar vóru
nøgdir og kundu siga, at nú
høvdu vit funnið eina loysn,
sum báðir partar kunnu liva
við. Tað var tað er lovaði
føroyingum, og eg havi
hildið orð. Meir er ikki í
hasum, sigur Nyrup Ras-
mussen.
— Tað veruliga í hesum er,
at okkara samfelggini hava
enn einaferð prógvað, at
okkara felags søga, mentan
og felags virðir, eru sterkari
enn tann megin, sum vil
skilja okkum.
— Vit hava enn einaferð
megnað at fáa í rættlag eina
stóðu, sum skiltu okkum í
treiskni og tvørtur um mark,
og sum vísti á nakra náttúr-
liga niðurstøðu.
— Í veruleikanum, haldi
eg, tá vit líta aftur um bak,
at okkara bond eru sterk, tí
vit altíð hava vunnið á sjálvt
tungastu kreppunum, sum
hava verið.
Hann nevnir, at tá tað
eydnaðist føroyska samfel-
agnum at koma so skjótt
fyri seg aftaná kreppuna, so
var tað einamest føroying-
um fyri at takka. Henda
kreppan var so álvarlig. at
— Móttgka
Í sambandi við samanleggingina av
Tryggingarsambandinum Føroyar,
hon ikki nøkrum, sum hevur
verið í vesturheiminum í
nýggjari tíð.
— Vit siga vanliga um hús-
abygging og hjúnarbandið,
at um hjúnarbandið heldur
til ein húsabygging, so held-
ur tað tilalt. Kann hugsast
at ein slík kreppa millum
Danmark og Føroyar ger,
at bæði londini kom styrkt
undan kreppuni?
— Ja, tað haldi eg avgjørt.
Eg haldi meg fyri hvert ár
læra føroyingar og føroyska
samfelagið betur at kenna,
ikki bert í barnsligari merk-
ing, men eisini á anna hátt.
— Her hugsi eg um, tá vit
í gjár sigldu framvið Lítla
Dímun, sá eg eitt lítið hús
undir fjallinum.
Heldur tosa um
samstarv
Eg hugsaði um, hvussu
hetta húsið kundi verða bygt
har, og um byggisniðið,sum
eg ikki havi sæð aðrastaðni.
— Tá hugsaði eg, at tå før-
oyingar kundu byggja hús-
ið á Lítlu Dímun, so kunnu
vit - í víðari merking - eisini
umbyggja húsini í felag.
— Styrkja um húsini og
snøgga um tey, víðka um og
Poul Nyrup Rasmussen,
forsætisráðharri:
— Tað veruliga í hesum er,
at okkara samfeløgini
hava enn einaferð prógv-
að, at felags søga, ment-
an og felags virðir, eru
sterkari enn tann megin,
sum vil skilja okkum.
seta fleiri vindeygu í — ikki
so nógv orðaskifti um prís-
in, sum vit máttu gjalda fyri
kreppuna, men meira um
samstarv í framtíðini, sigur
Poul Nyrup Rasmussen.
MoOttøka
Bjóðað verður til almenna móttøku á
Tryggingarsambandinum á Kongabrúnni
Føroya Brunatrygging, hósdagin
Foroya Vanlukkutrygging, tann 17. september 1998
Foroya Sjóvátrygging, frá kl. 16.00 til 18.00
Krígstryggingini fyri føroysk fiskifør
og Feroya Endurtryggingardeild í sambandi við samanleggingina av
Tryggingarsambandinum Føroyar,
verður bjóðað til almenna móttøku á deildum okkara i
Føroya Brunatrygging,
Klaksvik Føroya Vanlukkutrygging,
Runavik Føroya Sjovåtrygging,
Tvøroyri Krigstryggingini fyri føroysk fiskifør
Vågi og Føroya Endurtryggingardeild
Vælkomurøda kl. 16.30
hósdagin tann 17. september 1998 |
frá kl. 09.00 15.00 Øll eru hjartaliga vælkomin
Øll eru hjartaliga vælkomin
Tryggingarfelagið Føroyar
Tryggingarfelagið Føroyar
Dimmalætting 311212
LL
Dimmalætting 311212