týsdagur 15. september 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 173 — 15. SEPTEMBER 1998
vit eisini á annan hátt enn
gjøgnum ítróttina. Listin er
eitt altjóða mál og ein er
ikki bundin av at búgva í
einum ávísum landi. Før-
oyingar kunnu jú sýna fram
aðra staðni á jøvnum føti
við onnur, sigur Bárður
Jákupsson
Mentan kostar pengar
Bárður Jákupsson var við til
at skriva mentunarálitið,
sum kom í 1996. Ymsu
greinirnar innan varðveit-
andi og skapandi list verða
vidgjørdar og tilmæli og
niðurstøður gjørdar. Niður-
stødan í ålitinum er í stutt-
um tann, at mentan kostar
pengar, at mentan er eitt til-
feingi og at hon eigur at
verda hægri radfest og betri
studlad av landsins mynd-
ugleikum.
- Listin átti at verið betri
stuðlað bæði alment og
privat. Tað var ein tíð, tá
privatir stovnar stuðlaðu
føroyskari list og keyptu
væl frá listafólki. Tað hevði
ein stóran týdning fyri
listafólkini. Tá ið tíðirnar
gjørdust ringar minkaði
hetta munandi, og í dag er
torfgrari at fáa stuðul frá
fyritøkum og stovnum.
Privatfólk hava heldur ikki
umstødur longur í sama
mun sum fyrr at keypa.
Rímiligt steði
Játtanin, sum Listasavnið
fær á hvørjum ári á løgting-
sins fíggjarlóg er hálv onnur
miljón krónur og tað er nóg
mikið at halda virkseminum
á einum rímiligum stødi. Í
inntøkuætlanini er pláss fyri
nýkeypi í vissan mun - keyp
av listaverkum munar væl
sum stuðul hjá listafólkum,
serliga nú privata keypið er
minkað munandi. Umleið
300.000 krónur um árið fer
til nýkeyp.
Við verandi játtan kann
stovnurin vera sjónligur í
mentanarlívinum og vera
eitt tilboð til gagns fyri
ferðamannavinnuna.
Stovnurin er ikki rættiliga
sjónligur úti um landið!
- Framsyningarhølini úti
um landið eru ikki nóg góð.
Fimleikahallir kunnu bert
nýtast í vikuskiftunum, tí
mánamorgun skulu tær vera
til taks hjá skúlanum aftur
og tað er heldur ikki serliga
innbjóðandi = umhvørvi.
Skúlarnir hava heldur ikki
hóskandi framsyningarhøli.
Skulu bygdirnar fáa fleiri
framsýningar skulu tær taka
stig sjálvar og tað sakni eg.
Kommunurnar hava lyndi
til at halda, at mentamál
hevur einki við kommununa
at gera. Tað verður kanska
ødrvisi, tá ið vit fáa stórri
kommunueindir. Aðra
staðni hugsa kommunurnar
soleiðis, at fólkið skal eisini
hava nøkur góð mentunar-
tilboð, sigur Bárður Jákups-
son.
Grafiski verkstaðurin
Í norðara enda í Listaskál-
anum er innrættaður ein
grafiskur verkstaður, sum er
á høgum stødi, tá ið tað ræð-
ur um útgerð innan stein-
prent. Verkstaðurin er eyð-
vitað eitt tilboð til føroysk
listafólk, men tann stóra
ætlanin er umframt, at fáa
útlendsk listafólk til Føroya
at arbeiða.
- Verkstaðurin hevur stór-
an kapasitet og har ber til at
gera allan metallgrafikk.
Annars verður stórur dentur
lagdur á upprunalig stein-
prent frá rættiligum lito-
grafiskum steinum. Vit hava
fingið eina nýggja pressu til
at gera heilt góð prent bein-
leiðis frá steinum og hava
nú eitt stórt úrval av lito-
grafiskum steinum.
- Nógv listafólk hava ver-
ið her, men ætlanin er at
verkstaðurin skal koma inn
í eina fastari legu og vit ar-
beiða fram ímóti at fáa ein
leiðara settan, sigur Bárður
Jákupsson.
Norðurlandahúsið eigur
ein part av grafisku útgerð-
ini, sum stendur í Listaskál-
anum, men hóast so hevur
stovnurin ikki sæð møgu-
leikarnar, ið liggja í grafiska
verkstaðnum.
- Man kann ikki krevja,
at stjórin skal hava áhuga
fyri øllum. Summir hava
áhuga fyri jazzi og aðrir fyri
ðrum. Einaferð kemur ein
stjóri, ið hevur áhuga fyri
hesum, sigur Bárður Ják-
upsson.
Norðurlendsk
samvinna
Føroysk myndlist er væl
umtókt aðra staðni, men tå
ið tað kemur til stovnar
undir Norðurlandaráðnum,
so vilja hinir norðurlend-
ingarnir ikki kennast við
føroyingar.
- Tad kemst av, at vit ikki
eru ein tj6d. Vit hava roynt
at greitt frå, at vit hava
heimastyri og hvørt av sin-
um, men tað rínir ikki við.
Tey vilja treyðugt hava okk-
Nú fjøllini verða gingin...
tíðindablaðið Sos2/ur
Mangan hevur verið fult hús í Listaskálanum í summar. Munandi fleiri hava verið inni á gólvinum í summar í mun
til undanfarin ár.
um við, tí vit eru ov smá,
og vit kunnu ikki vera við
sum danir. Hatta er eitt dómi
um, hvussu ógreið okkara
viðurskifti eru sum fólk.
- Høvdu vit kunnað
luttikid á jóvnum feti við
hini í norðurlendska sam-
starvinum høvdu vit kunnað
verið við í savnaðu norð-
urlendsku myndini, sum
verður víst út ímóti heimi.
Tað hava verið norður-
lendskar framsýningar úti í
verðini, har føroyingar ikki
sleppa við av tí sama.
Eitt torført val
Nøkur føroysk listafólk
hava valt at búgva og ar-
beiða aðra staðni. Umstød-
urnar hjá teimum at liva av
listini í Føroyum eru ov iva-
samar.
- Tá id listafólk hava tikið
eina útbúgving á lærustovn-
um aðra staðni, standa tey
fyri einum vali, skulu tey
aftur til Føroya ella skulu
tey royna at skapa sær eina
framtíð uttanlands. Tað eru
bæði fyrimunir og vansar
við tí. Møguleikarnir uttan-
lands eru nógv betri at koma
sær fram og tað skilir man
væl. Ein mentunarpolitikk-
ur eigur at vera soleiðis, at
hann skapar umstødur hjá
fólki at koma aftur. Tað er
gott fyri landið og fólkið at
hava nøkur listafólk, sum
stødast her.
Hvussu eru útlitini fyri tí?
- Vit hava íkki somu
møguleikar at stuðla okkara
mentan sum onnur lond
hava, men vit áttu at gjørt
meir enn vit gera. Okkara
politikarar hava heldur ikki
Lágorkufrystiboksir
Gram FB300
Nettorúmd: 307 ltr.
* Stodd
H85 B110 D69,5cm
* El-nytsla: 0,78 kWh/døgn
Vanl. prísur 5.000,-
Nú 3.590,-
Spar 1.410,-
* Stødd:
skilt, at mentan er eitt til-
feingi, men kortini siggja vit
eina byrjan. Bara tad at
landsstyrid setti eina nevnd
at gera eitt mentunarålit er
eitt framstig. Umframt tad
at vit hava fingið eitt menta-
málastýri. Og hóast vit ikki
enn síggja henda góða vilj-
an aftur í fíggjarlógini, er
tað gleðiligt, at politikarar
eru farnir at hugsa handan
vegin, sigur Bárður Jákups-
son at enda í viðtali.
Gram FB400
H85 B140 D69,5cm
* El-nytsla: 0,93 kWh/døgn
Vanl. prisur 5.528,-
Nu 3.850,-
Spar 1.678,-
Superlågorkufrystiboksir
BL250-01E
FL døe
| H85B110 D69,5cm
þe Eknytskr: 0,48 kWh/døgn
Gram F
På
L350-01E
ram FB