týsdagur 15. september 1998síða 10
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið SOSKUTN
Nr. 173 — 15. SEPTEMBER 1998
Landsstevna Javnaðarfloksins 1998
Tey,
ið borið hav
SS
a tyngstu
es
byrðarnar eiga endurgjald
Landsstevna Javnaðarfloksins legði stóran dent á, at løntakarafjøldin, barna-
familjurnar og pensjónistarnir, ið bóru tyngstu byrðarnar í kreppuárunum, nú
eiga at fáa hetta endurgoldið
Landsstevna Javnaðarfloks-
ins staðfestir, at fyrst og
fremst lentakarafjøldin,
barnafamiljurnar og pen-
sjónistarnir bóru byrðarnar
í tungu kreppuárunum. Men
hesi hava enn ikki fingið
tann lut í búskaparfram-
gongdini, sum teimum til-
kemur. Tøka reala lønin er
minkað 22% frá 1990 til í
dag, pensjónirnar eru ikki
dagførdar og útbúgvingar-
stuðulin er útholaður
Samhaldsfasti
skal
Landsstevnan heldur, at
stundin nú er komin, har
hesir bólkar fáa endurgjald
fyri kreppuskerjingarnar.
Ein partur av hesum eigur
at avgreiðast á arbeiðs-
marknaðinum, men tørvur
er eisini á politiskum til-
tøkum, so bøtast kann um
tann økta Ojavna, ið kreppan
hevði við sær.
Landsstevnan ásannar, at
skattatrstið á låglønarinn-
tøkuna framvegis er alt ov
stórt. Umframt eina sosialt
rættvísari skattaskipan, skal
lands- og kommunukass-
anna inntgkugrundarlag
betrast við gktum virksemi
og við at líkningarmyndug-
leikin fær umstødur at gera
sítt arbeiði til fulnar.
Javnaðarflokkurin er
framvegis av teirri fatan, at
besta háttur at fremja eina
veruliga pensjónsískoytis-
skipan, sum ikki er skatta-
fíggja, er at styrkja sam-
haldsfasta - lutvíst við at
hækka inngjaldi nakað og
lutvíst við at landskassin
endurrindar grunninum tað,
sum bleiv mist í tíðarskeið-
inum, tá inngjaldið varð
burturtikið.
Men samstundis minnir
landsstevnan á, at Javnaðar-
flokkurin í valstríðnum bant
seg til at virka fyri at hækka
fólkapensjónina beinan-
vegin. Fundurin fegnast um,
at flokkurin á tingi fer at
seta fram aftur uppskotini
um pensjónshækkingar og
styrkjan av samhaldsfasta.
Barnsburðargrunnur
skal vera fyri øll
Á sama bógv eru uppskot
floksins um at tryggja øllum
løntakarum sjúkradagpen-
ing frá fyrsta sjúkradegi.
Heldur ikki kann bíðast
longur við at fremja upp-
skotið um felags barnsburð-
Eldrarøktin er ein landsuppgáva
Landsstevnan hjá Javnaðarflokkinum vil halda fast við, at eldrarøktin er ein
landsuppgáva, og tí skal hon ikki privatiserast ella ábyrgdin leggjast á familj-
urnar ella kommunurnar
Sum stødan er í dag vid sit-
andi samgongu verða tey
gomlu, veiku og óhjálpnu
heilt skúgvað til viks í full-
veldisprátinum. Longu nú
merkist at samgongan ikki
evnar at loysa átroðkandi
tørv á hesum øki. Sam-
stundis sum greitt er, at
tørvurin verður veksandi
Tey eldru verða fleiri, um-
sorganartørvurin fer at økj-
ast, men tað má aldrin blíva
so at tað skal kennast sum
ein byrða at gjalda til eina
skipan, sum skal veita teim-
um veiku og gomlu mann-
sømulig kor at liva undir.
Ein tørvsmeting eigur at
verða gjørd viðvíkjandi bú-
støðum til eldri og um
hvussu nógv rgktarheims-
pláss vit mangla. ð samráð
við tey eldru skulu vit finna
eina skipan,»sum tey gomlu
eru nøgd við. Tað eru hesu
somu, sum hava lagt rygg
til at byggja hetta vælferð-
arsamfelagið, og hava tey
krav uppá eitt virðiligt lív.
Heimargktin hevur nú
tvey ár á bakið, og hevur
enn ikki nokk av fólki og
peningi til at nøkta tørvin á
røkt til tey sjåku og 6-
hjálpnu. Tað er harðliga
neyðugt at henda skipan
verður endurskoðað sum
skjótast.
Tað eru fleiri, ið ikki
kunnu vera virkin á arbeiðs-
marknaðinum ella noyðast
at leggja arbeiðið frá sær,
fyri at ansa avvarandi goml-
um og óhjálpnum heima.
Tey verða tí fyri einum stór-
um lønarmissi. Familjurnar
sum noyðast at átaka sær
hesa ábyrgdina, verða undir
órimiliga stórum trýsti.
Eingin av hesum gomlu
vilja verða ein byrða hjá
sínum kæru, og tí mugu
fleiri røktar- og umlætting-
arpláss finnas .
Flokkurin vil halda fast
um at eldrarøktin er ein
landsuppgåva, og ti skal
eldrarøktin ikki privatiser-
ast ella åbyrgdin leggjast út
á familjurnar ella kommun-
urnar.
Menningartarnað eiga at
fáa møguleikan at flyta
heimanífrá, um tey ynskja
tað. Hetta vil flokkurin bóta
um, við at útvega fleiri sam-
býli ella stovnar til hesi
fólk.
Landsfundur Javnaðar-
floksins varð hesaferð
hildin á Føroya Lærara-
skúla
argrunn fyri privata arbeiðs-
marknaðin og at skapa fyri-
treytirnar fyri longdum
barnsburðarfarloyvi.
Korini hjá teimum, sum
nema sær útbúgving eru
blivin alsamt trengri. út-
búgvingarstuðulin er aftur
úrsigldur, samstundis sum
leiguútreiðslurnar bara
vaksa. Tí eigur flokkurin at
taka stig til at fáa framt eina
Høgrasnaringin, sum sit-
andi samonga hevur sett
sær fyri at fremja, setir
står krøv til Javnadar-
flokkin, sum i dag einsa-
mallur verjir sjónarmiðini
vinstrumegin miðjuna i
føroyskum politikki. Pol-
itikkur Javnadarfloksins
byggir å umsorgan og sol-
idaritet fyri at styrkja og
eggja vælferðarsam-
felagið, soleiðis at allir
borgarar eru við at mynda
samfelagið. Serliga hevur
og fer Javnaðarflokkurin
at styrkja stødu teirra
veiku í samfelagnum.
Sterka borgarliga rákið
kann fáa óbótaligar fylgj-
ur fyri stóran part av fólk-
inum. Vit kunnu frykta
fyri miðvísari sundurlið-
ing av solidarisku skipan-
unum, sum flokkurin við
tógvi stríð hevur fingið
aðrar flokkar at síggja tað
samfelagsgagnliga í.
Runnin av verkamann-
arót fer Javnaðarflokk-
Landsstevnan leggur á-
herðslu á at fiskastovn-
arnir verða rekur og
gagnnýttir á skynsamasta
hátt. Flokkur:n heldur fast
um at útróðrarbátar undir
15 tons skulu fiska frítt.
Landsstevnan ávarar í-
móti teirri privatisering
av fiskirikidøminum, sum
samgongan hevur sett sær
fyri. Tverturímóti eigur
fiskiðagaskipanin grund-
leggjandi at verða endur-
skoðað og keyp og sela
av fiskidøgum skal takast
av.
Fískiskipaflotin verður
endurnýggjaður eftir eini
miðvísari ætlan yvir ávíst
áramál. Ístaðin fyri ver-
andi veiðiorku skal
byggjast ein floti, sum
ikki bara kann veiða, men
sum eisini kann hagreiða
fongin til bestu góðsku.
Gomul orka fer úr flota-
num, samstundis sum
nýggj skip verða smíðað.
Miðað verður eftir at
Neyðugt at end-
urreisa samstarv-
ið við fakfeløgini
Landsstevnan tekur við tiltókunum
hjá Javnaðarflokkinum at endur-
reisa samstarvið við fakfeløgini
Fiskastovnar gagn-
nýtast skynsamuliga
veruliga øking í útbúgving-
arstuðlinum, samstundis
sum ungum við børnum
verða tryggjaðir møguleikar
at fara undir útbúgving.
Hóast arbeiðsloysið er
munandi minkað, er tað enn
eitt av størstu vandamålu-
num. Ikki einans vid øktum
vinnuligum virksemi men
eisini vid at økja um vinnu-
liga førleikan hjá fólki, m
a. vid at fåa veruligar ar
beiðsmarknaðarútbúgving-
ar settar á stovn, kann vinn
ast á arbeiðsloysinum
urin framhaldandi at
stuðla og standa undir lið-
ini av verkafólki, tá hesi
seta fram krøv og ætlanir,
sum mugu metast at vera
sjålvsøgd og rættvis. 3
hesum sambandi studlar
landsstevnan teim tiltøk-
um fyri at endurreisa tað
neyðuga samstarvid við
fakfelagsrørsluna, sum
flokkurin boðaði frå á
summarstevnuni í august.
Landsstevnan tekur
undir við ávaringunum
frá verkafeløgunum og
Javnaðarflokkinum ímóti
at seta á stovn arbeiðs-
rætt.
Flokkurin heldur fast
við , at heilsumål, útbúgv-
ing og umsorgan fyri teim
sjúku, okkara eldru og
teim óhjálpnu eru almenn
ábyrgdargki. Tí er flokk-
urin ósamdur tá sam-
gongan heldur uppá, at
hetta eru einstaklingsins
egna mál.
sum mest av fiskinum
kemur upp á land og
verður virkaður her á
landi sum háprísvgrur til
háprísmarknaðir.
Nú alt rgkist fyri at ein
verulig oljuvinna fer at
taka seg upp, staðfestir
landsstevnan
* at skipa verður so fyri,
at ágóðin frå eini møgu-
ligari føroyskari olju-
vinnu skal koma øllum
føroyingum og okkara
eftirkomarum tilgóðar,
* at greiðar reglur skulu
gerast um hvussu vít best
verja okkara samfelag
umhvørvisliga, vinnuliga,
figgjarliga og mentunar-
liga.
Landsstevnan staðfest-
ir, at neyðugt er at skipa
so fyri, at livikorini og
møguleikarnir hjá útjað-
aragkjunum verða mun-
andi bøttir, m.a. vid at
vinnufremjandi titøkum,
stuðlað av landskassa og
kommunum.