týsdagur 15. september 1998síða 17
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 173 — 15. SEPTEMBER 1998
B36 vann alt
í seinna hálvleiki
Fótbóltur: Í fyrra hálvleiki var eingin munur á, men tá B36-venjarin setti seg
sjálvan inn í seinna hálvleiki, kom meira flog yvir, og havnarliðið vann
uppiborið 3-0 á TB
EMiL L. JACOBSEN
B36 var greidur favorittur,
tá teir leygardagin vóru á
Tvøroyri og vitjaðu TB.
B36 hevur vunnið allar sín-
ar dystir í seinnu helvt av
kappingini, meðan TB hev-
ur verið niðast meginpartin
av kappingarárinum. Ein
glotti hjá tvøråmonnum var
kortini, at teir vunnu í Fugl-
afirði og sluppu av jumbo-
plássinum, sum flutti til
Sumbiar.
TB-liðið var eisini varið
í útgangsstóðuni. Sasha
Radosavljevic var einsa-
mallur áleypari, og tað sást
rættiliga skjótt, at tvørå-
menn góvu B36 initiativid
og vónaðu at fáa okkurt
burtur úr kontramøguleik-
unum.
B36 byrjaði við eini 4-4-
2 uppstilling, sum millum
annað HB hevur havt góðar
royndir av í ár. Havnarliðið
hevði eisini bóltin mest í
fyrra hálvleiki, men tað var
torført at koma igjøgnum
væl mannaða TB-defensiv-
in. Nærmast við í fyrra hálv-
leiki var Mikkjal Thomas-
sen, sum hevði eitt skot á
stongina, men tað sást, at
B36-menninir saknaðu leik-
bannaða John Petersen, og
ofta noyddist Jákup á Borg
sjálvur aftur á midvøllin fyri
at fáa bóltin. Tvøråmenn
høvdu eisini onkran góðan
møguleika, men teir vóru
ikki nóg kaldir, og einki
kom burturúr. Sum heild
hevði fyrri hálvleikur ikki
nógv at bjóða áskoðarun-
um. Hann endaði 0-0, og tað
var eisini í lagi.
$ivic gjørdi munin
? hálvleikinum valdi B36-
venjarin Tomislav Sivic at
seta seg sjálvan inn í álopið
fyri Tórálv Poulsen, sum
spældi sín fyrsta landskapp-
ingardyst í 1. deild, og sam-
stundis kom Rógvi Larsen
á vøllin fyri Allan Manai.
Broytingarnar vistu seg at
vera skilagóðar, og serliga
Tomislav Sivic, sum hevur
verið í góðum spælihýri,
síðani hann kom aftur eftir
drúgt leikbann, voldi TB-
monnunum trupulleikar.
Fyrstu tjúgu minuttirnar av
Tomislav Sivic setti seg
sjálvan á vøllin til seinna
hálvleik, og tað var ein
avgerandi mununum á
liðunum í seinna
hálvleiki
SA LK.
SOX KANU
17
seinna hålvleiki fekk B36
try mål, og tad avgjørdi
dystin
Seinni hálvleikur var
góðar fimm minuttir gamal,
tá Pól F. Joensen og Jón
Tórður Holm mistu í upp-
spælinum. Mikkjal Thom-
assen, sum hevdi ein góðan
dag, serliga í fyrra hálvleiki,
kom ímillum og fann bein
anvegin venjaran hjá sær,
sum einsamallur við Rolf
legði gestirnar á odda
Trý mál innan
eitt korter
Fyrsta korterið av seinna
hálvleiki hevur í ár ofta ver-
ið »kritiska punktið< hjá
TB, og tað vísti tað seg eis-
ini at vera hesaferð. Stutt
eftir leiðslumálið stútaði
Jens Kristian Hansen horna
spark frá Arnbjørn Daniel
sen f kassan, og so var 2-0
Og tá so Sivic nakað seinni
spældi Jens Kristian leysan
í vinstru síðu, so hesin
kundi skora sítt næsta og tað
triðja hjá B36, var alt av
gjørt.
Á Tvøroyri leygardagin
var tað annars týðiligt at
síggja, at orkan hjá odda-
liðunum er nógv stórri enn
hjá botnliðunum, sum eisini
fara heilt niður við flaggin-
um, tá tað fer at ganga illa
TB hevði lítið og einki at
bjóða upp á seinnu 45 min-
uttirnar, har teir ikki komu
veruliga í gongd, fyrr enn
B36 hevði gjørt trý mál
Við tað at ÍF fekk eitt stig
í Runavík, sær tað út til, at
TB og Sumba fara at stríð
ast um, hver skal beinleiðis
niður, og hver sleppur at
royna seg móti LÍF ella
Royn í tveimum upp- og
niðurflytingardystum Í løt
uni liggur TB eitt sindur
betur fyri enn sumbingar, tí
teir hava nakað betri mál
mun, og tað kann vísa seg
at gerast altavgerandi
tríggjar vikur, tá seinastu
dystirnir eru spældir
Sivic og hinir eru fram
vegis nummar tvey og hava
nú vunnið seks dystir á rað
Men teir megna ikki at verja
føroyameistarahe
kappingini
Fótbóltur: Norðmenn vóru púra knústir, tá teir í síðstu
løtu mistu rættin til endaspælið til finnararnar, sum
ongantíð góvu uppat og fingu løn fyri stríðið
Tað var stórur munur á, tá
russiski dómarin bríkslaði
fyri síðstu ferð í dystinum
millum Finnland og Noreg
leygardagin.
Finsku dreingirnir vistu
ikki hvussu teir skuldu visa
sína gleði. Teir runnu og
hoppaðu, kastaðu seg í eina
stóra rúgvu, og vildu næstan
ikki fara av vellinum. Nors-
ku mótstóðumenninir vóru
fyri ongum. Umboð fyri
norskt sjónvarp var í Gund-
adali, og tey fingu í kassan
sterkar nærmyndir av
dreingjum, sum hálvgrótu
og sótu á vgllinum og vórðu
troystaðir av venjarum og
ðrum hjálparfólkum, sum
vóru út ímóti eins vónbrot-
in.
Tað var einki at siga til,
at vónbrotið hjá norðmonn-
um var stórt. Inntil fýraog-
tjúgu minuttir fyri leiklok
vóru teir á odda 2-0, og tá
tað var nóg mikið hjá teim-
um við javnleiki til at røkka
EM endaspælinum í Kekkia
um mánaðarskiftið mai/juni
komandi ár, tóktist tað at
vera friður og eingin vandi.
Men so fekk Finnland trý
mál, atgongumerkini til EM
endaspælið vórðu flutt úr
Noregi og til Finnlands, og
eftir lítlari løtu noyddust
norðmenn at staðfesta, at
tíðin hjá hesum dreingjun-
um á U-16 landsliðnum er
liðug.
Kensluna av at U-16 tíðin
var liðug, mundu finsku
dreingirnir hava havt í eina
góða løtu, men teir skulu
hava rós fyri, at teir hildu á
at stríðast, og tá norðmenn
so at siga tóktust hava kann-
að sær bitan, áðrenn hann
var svølgdur, tá teir trettan
minuttir inn í 2. hálvleik
øktu til 2-0, gjørdist tað eitt
sindur lættari hjå finnum.
Serliga norski målverjin
fer at minnast til hesa Før-
oya ferdina. Norsku dreing-
irnir tóku ikki verjupartin í
nóg stórum álvara, tá teir
vóru komnir framum 2-0,
og norski málverjin kendi
seg noyddan at gera brots-
spark, tá ein kom einsamall-
ur ímóti honum. Málverjin
tveitti seg rættan veg, og
hann var um at steðga bólt-
inum, sum tó fór undir hann
og akkurát rullaði um strik-
una.
Tað var eisini ov linligt
verjuspæl, sum var upphav-
ið til útjavnandi málið.
Vandamikli Daniel Sjølund
streyk avstað ftir langari
diagonalsending, og tå hann
var komin å brotsteigar
samankomingina f vinstru,
lyfti hann sera hegnisliga
undir handaru samankom-
ing.
Vanliga leiktidin var um
at vera farin, tå neyðars
norski målverjin slerdi
hornasparksinnlegg úr
vinstru inn í sítt egna mál,
og lítla løtu seinni var veld-
ugur fagnaður í finsku leg-
uni, meðan norsku sjón-
varpshyggjararnir í fyrra-
kveldið sóu sjón fyri søgn,
hvussu harmir teirra dreing-
ir vóru. jh
Norski målmadurin var
sera óheppin i dystinum
móti Finnlandi. Noreg
tapti 2-3, og so kom
Finnland víðari í staðin
fyri norðmenn
Mynd: Álvur Haraldsen