Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. september 1998síða 16

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

U16-lid Jon Rói Jacobsen í i dysti vid 5 vlisiske spælara- Føroyska liðið tapti 0-4 í í seinasta EM-undandystinum fyri Mynd: Álvur Haraldsen Farovingarnir hildu seg til fyra tabellina Fótbóltur: Avrikið móti walisum stóð ikki mát við tað, sum føroysku dreingirnir vístu partar av dystinum móti Noregi Fyrsta EM undankappingin fyri U-16 landslið í Føroy- um endaði leygardagin. Tað eydnaðist ikki føroyska liðnum at fáa nakað stig, og tað eydnaðist ikki at fáa fleiri mál enn tað eina, sum teir fingu uppá brotsspark móti Noregi Tað vóru kanska ávísar vénir um, at úrslitið móti Wales kundi gerast eitt sind- ur frægari, enn úrslitin: vóru móti Finnlandi og Noregi, men soleiðis skuldi tað ikki vera. Wales vann 4-0, og harvið fóru fýra mál igjøgnum hjá føroyska liðnum hverja ferðina í teimum trimum dystunum. At tapa triggjar dystir við samlaða málmun- inum 1-12 kanr ongantíð sigast at vera gott, men skulu vit finna tað ljósa í hesum, so má tað vera, at tað slapst undan veldugu tapunum, sum føroyskir dreingir so ofta hava lagt rygg til, tá teir hava tikið lut í sovorðnum kapping- um Minni avgjerdir Móti Noregi fleyt spælið hjá føroyingum væl í løtum. Góðu taktirnar frå ti dyst- inum vóru nógv minni sjónskar móti walisum, sum arbeiddu nógv á midvøll- inum og sum spældu eyð- kent bretskt við longum sendingum fram til skjótu framherjarnar. Føroyska verjan hevði serliga í 1. hálvleiki stórar trupulleikar. Efuransingarn- ar vóru ikki nóg góðar, upp- bakkingin var ov tøvandi, og tá føroyingarnir endiliga høvdu fingið fatur á bólt- inum, so kendu teir seg ov strongdar og góvu tískil bóltin ov lætt frá sær. I 2. hálvleiki var avrikið væl betri fyrsta lítla hálva tíman, men so var tað, sum um at tað skrædnaði. Spæl- ararnir vóru troyttir, Arnold Berg noyddist at vera skaddur inni á vellinum, tí allar tríggjar útskiftingarnar vóru framdar, og um wal- isarnir høvdu verið meiri avgjørdir, og um Karstin Jo- ensen i føroyska målinum ikki av álvara hevði spælt seg upp í seinna umfarinum, so kundu fimm ella seks mál verið farin ígjøgnum. Møguleikarnir vóru í hvussu so er til tað. Opið í vinstru Serliga í høgru álopssíðu vóru walisarnir vandamikl- ir. Teir komu ferð eftir ferð til baklinjuna og løgdu inn- fyri. Soleidis var tað eisini, tá teir í nítjanda minutti fingu hol á. Maðurin, sum skoraði, spældi út í høgru eingin ansaði honum, tá hann spenti á fyri at koma í brotsteigin og stúta innlegg- ið í kassan. Tveir minuttir fyri hálv- leik øktu teir, tá málskjúttin kom úr høgru og sneiddi tríggjar av, áðrenn hann skoraði, og tað restaðu átta minuttir, tå walisarnir øktu til 3-0 eftir hornaspark år høgru. Tveir minuttir seinni øktu teir eftir uppspæl i vinstru, har tað var tunt, tí føroyski vongverjin hesa løtuna lå skaddur uttanfyri. Møguleikarnir Føroyingar vóru onkra ferð- ina frammi undir at fáa mál. Bestu royndina hevði ein av teimum, sum stóð sterkastur í myndini, Brynjolvur Niel- sen, evnaríki miðvallarin, sum skoraði móti Noregi. Úr 24 metrum sendi hann eftir 22 minuttir fríspark í samankomingina, haðani bólturin støkk í ryggin á málverjanum og so út til hornaspark. Niels Joensen, ein annar evnaríkur miðvallari, var um at koma ígjógnum mitt fyri eftir uppspæl í høgru og bólt tvørturum frá Jón Róa Jacobsen, men B36 maðurin var kroystur, og so spurdist ikki meiri enn mál- spark burturúr. Framtíðin Leygardagurin var síðsta ferðin, at hetta føroyska U- 16 landsliðið spældi saman. Og sjálvt um teir taptu allar dystirnar á heimavølli, so er eingin ivi um, at føroyingar eisini komandi ár fara at taka lut í EM undankapp- ingini. Á teimum trimum mót- stødulidunum hesa ferð vóru spælararnir við nøkr- um heilt fáum undantøkum frå 1982. I føroyska åtjan manna hópinum vóru sjey av átjan spælarum frá 1983, og harafturat hava tveir aðr- ir, sum eru frá 1983 verið inni í myndini. Hetta vil við gðrum orð- um siga, at um hesir dreing- irnir framvegis fara at gera eins nógv við tað, sum teir hava gjørt í ár, so eru teir upplagt grundarlag á liðn- um komandi ár. Sáttmálin, sum FSF hevur við venjar- an, Jógvan Martin Olsen, er eisini galdandi í 1999. jh Sosialurin - fimm ferðir um vikuna Nr. 173 — 15. SEPTEMBER 1998 Hagtøl Finnland-Noreg 3-2 (0-1) U-16 EM undankapping í Gundadali leygardagin 12. september 1998, kl. 14.00 0-1: Ole Talberg 19. 0-2: Fredrik Strømstad 54. 1-2: Antti Okkonen 57. 2-2: Daniel Sjølund 74. 3-2: Antti Okkonen 80. Finnland: Ari Koponen, HJK - Ossi Martikainen, HJK, Antti Okkonen, OLS, Heikki Haara, liðformaður, Pallo-Lahti, Juha Paulamaki, FC Haka, Jani Lyyski, MIFK (Aki Kohonen, TPK, 58.), Toni Hahto, VPS (Matti Vatanen, RoPS, 64.) Lassi Metsåvuori, Kumu J.T., Daniel Sjølund, MIFK, Jukka Sauso, VPS, Jussi Kujala, FC Ilves Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Tomi Niemi, FC Jazz, Robin Blomquist; FC Honka, Matti Lampi, Sepsi-78, Jussi Peteri, KOPSE og Markus Sinisaio, FC Inter Venjari: Kari Ukkonen Noreg: Hákon Opdal, Odda FK - Per Magnus Hagen, Ásane IL, Ruben Hansen, Brann, Vidar Fagerheim, Clausengen FK, Morten Andersen, Stange SK, Steven Larsen, Vålerenga, Andreas Skjønsberg, Gjellerásen (Kurt Heggestad, Sogndal IL, 60.), Fredrik Strømstad, IK Start, Stig Gøran Brenne, Sverre IL (Helge Haugen, Åsane IL, 75.), Trond F. Ludvigsen, liðformaður, Alta IL, Ole Talberg, Tromsø IL Å beinkinum uttan at verda skiftir inn: Erik Evjen, Askim FK, Morten Giæver, Tromsø IL, Thomas In- grearne, Ørsta IL, Vidar Hoseth, Clausengen FK og Kristian Tanem, Steinkjer FK Venjari: Morten Larsen Dómarakvartett: Yuri Baskakov, Russland, Mikhail Khodyrev, Russland, Tummas Pauli Olsen, Føroyar og Kim Ejdesgaard, Føroyar Føroyar-Wales 0-4 (0-2) U-16 EM undankapping i Gundadali leygardagin 12. september 1998, kl. 16.00 0-1: Ryan Valentine 20. 0-2: Raymund P. Michaél 39. 0-3: Jermaine Easter 73. 0-4: Kevin Gall 74. Føroyar: Karstin Joensen, KÍ - Arnold Berg, Skála, Atli Gregersen, Neksø, Jack Johansen, MB (Teitur Ellingsgaard, HB, 40.), Elfinn Ørvarodd, SIF - Niels Joensen, B36, Bårdur Johannesen, B36, Brynjolvur Nielsen, NSI - Poulsen, B68, 64), Dånjalsson, Royn (Hjalgrim Elttør, KI, 24.) A beinkinum uttan at verða skiftir inn: Jóannes L. Jacobsen, KÍ, Símun Joensen, KÍ, Poul Næs Joensen, B36 og Høgni Højgaard, NSÍ Kort: einki Venjari: Jógvan Martin Olsen Vagnur M. Mortensen, HB (Kristian Jón Rói Jacobsen, HB, Gisli Wales: Paul M. Whitfield - Leighton J. Hill, Cam- bridge United (Lyndon Gregson, 72.), Paul D. Ellis, Tottenham, Rhys Day, Manchester City, M. Woodyatt Lee (Andreas P. Kendrick, 76.) - A. Lee Fowler, Kristian Dimond, Crystale Palace, Ryan D. Valentine, liðformaður, Everton - David M.J. Lewis, Coventry City, Kevin Gall, Newcastle United, Raymond P. Michaél (Jermaine Easter, Wolverhampton, 66.) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Michaél D. Price, Everton, David Harrison, Wrexham, Alex J. Davies Millwall, Robert E. Hidle, Coventry City Gult kort: Leighton J. Hill, 66. Venjari: Graham Williams Onkrir av walisisku spælarunum vóru ikki á listanum, sum FSF fekk frammanundan. Tí vita vit ikki, hvørjum feløgum hesir spæla í. Endaliga stødan Finnland 3 2 Noreg 3 2 (0) Wales 3 ] Føroyar 3 0 Målskjåttar Annti Okkonen, Finnland Daniel Sjølund, Finnland Ole Talberg, Noreg Kurt Heggestad, Noreg Trond F. Ludvigsen, Noreg Jermaine Easter, Wales Jussi Kosala, Finnland Brynjolvur Nielsen, Føroyar Andreas Skjønsberg, Noreg Fredrik Strømstad, Noreg Kevin Gall, Wales Raymond P. Michaél, Wales Ryan Valentine, Wales sjålvmål Wo O — hent Jerk det jet jen jet de ÞJ OD OD 09 19 O9 ORBO