Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-15, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. september 1998síða 15

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 173 — 15. SEPTEMBER 1998 ítróttar SOSJAUWMN 15 Kanska hava teir ongan- tíð givið skarvin yvir, sjålvt um tað hevur sæð svart út — ikki minst eftir at teir á heimavelli næst- 1 móti EB/Streymi — men eftir sigurin í Klaksvík leygardagin hava teir í NSÍ ikki onga orsøk til at trúgva uppá, at tað skal bera til at varðveita liðið í næst- bestu deildini. Hini úrslitini passaðu væl inn í myndina hjá NSÍ, sum við sigri á B36 í Runavík komandi leyg- ardag hevur møguleika fyri at sleppa av aftasta plássinum og kanska framvið tveimum liðum. Tað sá annars ikki nakað serligt út, tá dyst- urin í góðveðrinum í Klaksvík bara var ein minutt gamal. Klokkan vísti 0.50, tá KÍ hevði lagt seg á odda. Ein langur b6ltur varð send- ur fram eftir miðásinum, Serin Petersen í KÍ álop- inum kroysti verjuspæl- aran Jákup Martin Jac- obsen, sum ikki hevði fingið við, at málverjin, Meinhard Poulsen, var á veg fram. Bólturin varð snittaður framvið mál- verjanum, og so var lætt hjá vidoyinginum at trilla í tóma kassan. Men NSÍ kom skjótt afturfaftur. Átta minuttir vóru farnir, tá Fróði við Rætt skoraði eitt sera vakurt mál. Dagfinn Ol- sen legði innfyri úr høgru, Jack Jacobsen snittaði víðari, og so NSÍ hevur fingið nýtt mót síðsta leygardag taptu 0- ' legði málskjúttin seg mest sum Ýatnrættan, áðrenn hann heilfluktaði niður í málhornið. Tað var tætt og spenn- andi, og ikki minst hjá NSÍ gekk spælið væl. Sigursmálið fingu teir, tá 66 minuttir vóru farnir. Gestirnir vóru framman- undan skerdir, tí tveir av verjuspælarunum, Dann Knudsen og Rúni Ras- mussen vóru noyddir at fara av vøllinum við skaða, men tað var ein av skiftisspælarunum, sum gjørdist matchvinn- ari. Hjørleif Klein hevði bara verið tríggjar min- uttir á vøllinum, tá Jack Jacobsen sníttaði langt innkast frá Búgva Jac- obsen víðari. Hjørleif Klein fylgdi upp, og sendi gomlu bygdar- menninar hjá pápanum nærri botninum í 2. deild. KÍ flutti fólkið langt fram, og teir høvdu onkrar møguleikar, men tað var heldur ikki sért í hinum endanum, tá NSÍ kontraði. Teir í NSÍ frøddust sjálvandi, tá dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, meðan klaksvíkingarnir iðraðu seg um, at teir ikki høvdu megnað javnleik. Men tað skal ganga illa hjá teimum, um teir ikki fara at varð- veita liðið í deildini, sjålvt um teir næstu ferð skulu til Sands. Í síðsta Klaksvíkar. jh Teir spældu gris í Gøtu Fótbóltur: Sumbingar løgdu rygg til størsta tapið í 1. deild í hesum kappingarárinum Hóast teir ikki høvdu vunn- ið síðani teir í fyrsta umfar- inum eftir summarsteðgin á heimavelli gjørdu av við NSÍ, so vóru gøtumenn mettir sum størstu favoritt- arnir móti Sumba. Í GÍ mettu teir, at størsta m6tstødan kanska kundi koma frá teimum sjálvum, tí teir skuldu undirmeta måtstøduna, men hesin ótt- in vísti seg at vera 6grund- aður. Johan Nielsen hevði valt eina sera álopsrættaða út- gangsstødu við Henningi Jarnskor, sum higartil hevur verið fremsti álosmaðurin, á vongverjaplássinum í vinstru, og við Símuni Petur Justinussen á álopsplássin- um, sum hann á yngri árum plagdi at vera toppskorari á. Trý mál í fýra minuttir Og Símun Petur Justinussen DANSK TIDSKONTROL stórtreivst við at vera í á- lopinum. Hann skoraði fýra mál og var við í nógvum av hinum sjey. Sumbingar høvdu varð- liga itgangsstødu, har tað meiri ráddi um at halda um tað, sum teir høvdu við, heldur enn at spæla álops- søkjandi, men henda fyri- treytin brast longu, tá seks minuttir vóru farnir, og Sámal Joensen, sum tykist vera komin fyri seg aftur eftir løstin, sum helt honum burtur frá landsdystinum, setti hol á. Næsta málið kom, tá fyrra umfarið var eitt korter gam- alt, og so hevði Sumba sína besta løtu fram til fyrra um- farið var fjøruti minuttir gamalt. Tá skrædnaði, og eftir fýra minuttum skoraði heimaliðið tríggjar ferðir, m.a. Jóan Petur Olsen við einum fínum langskoti Munur á breiddini I 2. hálvleiki var eyðsýnt, at tað var stórur munur á breiddini í spælatilfarinum Birgir Jørgensen, sum sumbingar hava fingid sær at styrkja um ålopspartin varð tikin úr í stedginum, og René Thomsen, sum annars hevur verið vanda- miklasti álopsmaðurin, kom inn. Hitt álopsplássið varð røkt av Eiríki Joensen, og tað var hann, sum skoraði til 6-1, tá seinna umfarið var átjan minuttir gamalt. Málini hjá GI komu ofta eftir skjótt uppspæl, eftir at sumbingar vóru á veg í álop og mistu. Símun Petur Just- inussen stútaði til 9-1, og hann økti til 10-1 við góð- um langskoti. Henning Jarnskor kom ikki á málskjúttaralistan hesa ferð, men hann var við í uppspælinum til fleiri mál, m.a. tað síðsta málið, sum vongspælarin í hinum borð- inum, Rúni Justinussen, skoraði. Súni Olsen kom ikki inn, fyrrenn tað restaði eitt kort- er. Gøtumenn valdu at spara hann, tí unglingarnir í gjár- kveldið skuldu spæla seinn- u semifinaluna móti KÍ. Fyrri dysturin í Klaksvík månakvøldid í síðstu viku endaði vid 1-0 sigri til Gl jh Måltalvan i Gøtu visti, at heimalidid hevdi fingid 11 mål, medan gestirnir høvdu fingid eitt. Sumba legði rygg til størsta tapið í 1. deild higartil í år Myndir: Jonhard Hammer