týsdagur 15. september 1998síða 14
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
14
ítróttar SOSlalurin
Nr. 173 — 15. SEPTEMBER 1998
Átta ára bíðitíð
endar um
triggjar vikur
Fótbóltur: Eftir at HB sunnudagin vann 3-1 á B68, sær
nú út til, at átta ára langa bíðitíðin hjá elsta havnar-
felagnum endar um tríggjar vikur
EmiL L. JACOBSEN
HB tók kanska næstseinasta
fetið fram móti FM-heitin-
um við at vinna 3-1 á B68,
men høvdu toftamenn brúkt
sínar møguleikar, tá teir
fingu teir, er tað als ikki vist,
at oddaliðið hevði fingið øll
stigini
Fróði Benjaminsen, Øss-
ur Jacobsen og Jåkup Djur-
huus høvdu allir góðar
møguleikar fyri at skora å
ymsum tidum i dystinum,
áðrenn HB kom upp á 3-1
og avgjørdi dystin.
Hinvegin ber tad ikki til
at siga, at HB ikki hevði
uppiborið at vunnið, tí um
nakað av liðunum var betri,
so var tað HB, men burt-
ursæð frá seinnu helvt av
fyrra hálvleiki var munurin
á vellinum ikki stórri enn
so
Toftamenn vóru skerdir
til dystin við tað, at Jan Pet-
ersen sat uttanfyri við leik-
banni. Og dysturin var ikki
20 minuttir gamal, tá Jákup
Eli Olsen noyddist út við
fipurspreinging. Mannbjørn
Neså kom inn fyri Jåkup
Eli, og Såmal Erik Hentze
(spældi sin fyrsta dyst eftir
summarsteðgin) fór aftur á
aftasta mann.
Allan setti hol á
B68 skuldi nú venja seg vid
broytingarnar, og tað gekk
eisini bert ein lítil minuttur,
frá Jákup Eli var farin út, til
HB legði seg á odda.
Ingi Rasmussen, sum
hesaferð fekk kjansin frá
byrjan fyri leikbannaða Jo-
hannes Joensen í høgru
verjusíðu, sendi Allan
Mørkøre avstað í høgru
síðu. Mørkøre-madurin setti
ferð á, og komin inn móti
brotsteiginum smekkaði
hann bóltin framvið Allani
Joensen i B68-målinum til
1-0. Allan Mørkøre så nak-
að rangstaddur út, tå bólt-
urin varð spældur til hann,
men málið taldi, og so var
HB á odda.
Dømingin var eisini
heimaliðnum til fyrimunar
í einum av fyrstu minuttun-
um av dystinum, tá eitt
B68-innlegg endaði í bein-
unum á HB-verjuleikari,
sum spældi aftur til mál-
mannin, ið tók bóltin í føvn-
ingin. Hetta er jú ikki loyvt
longur, men dómarin, sum
annars stóð væl fyri, dómdi
einki...
Men tað var uppiborið, at
HB kom á odda, og tað var
ikki heilt tilvildarligt, at tað
var Allan Mørkøre, sum
fekk fyrsta málið. Allan var
klárt besti maður á vøllin-
um, og í roynd og veru var
hann munurin millum lið-
ini.
Nervar
Annars tyktust fleiri av HB-
monnunum í løtum at hava
nervarnar uttanå troyggjuni.
Nógv stóð upp á spæl áðr-
enn dystin í Klaksvík kom-
andi sunnudag, og um tað
hevði viljað illa til, og HB
hevði tapt henda dystin og
fingið okkurt leikbann til
Kl-dystin, sum so kanska
eisini hevði verið taptur,
hevði kappingin í toppinum
knappliga verið rættiliga
opin aftur.
Men hetta bleiv ikki akt-
uelt, tí aftan á leiðslumálið
fekk HB gott skil á spælið
og hevði sítt besta tíðar-
skeið í dystinum. Teir fingu
tamarhald á miðjuni, meðan
tað hekk sera illa saman hjá
HB hevur bíðað í átta ár, men
hesin hevur bíðað enn longri. Jens Erik Rasmussen
hevur leingi verið ein av úrmælingunum i føroyskum fótbólti, men enn hevur tað
ikki eydnast honum at gerast føroyameistari. Nú sær út til, at bíðitíðin hjá bæði
honum og HB er av
B68. Tá so toftamenn komu
fram móti málinum hjá Kaj
Leo, valdu teir sum oftast
skeivu loysnirnar — royndu
sjålvir, tá teir skuldu spælt,
og øvugt.
Og 1-0 bleiv til 2-0, tå 33
minuttir vóru spældir. Málið
líktist nógv tí fyrra. Tað var
aftur Allan Mørkøre, sum
fór framvid í høgru, men
hesaferð royndi hann seg
ikki sjálvur, men spældi
flatt innfyri til Súna Fríða
Johannesen, sum hevði lætt
við at skora til 2-0.
Olaf breyt beinið
Seinni hálvleikur byrjaði
við einum risastórum kjansi
til Jákup Djurhuus, men
einsamallur við Kaj Leo Jo-
hannesen var HB-málverjin
kaldari og bjargaði veika
skotinum.
Hálvleikurin var tíggju
minuttir gamal tá B68 misti
ein spælara afturat. Olaf
Højgaard kom illa fyri og
noyddist av vellinum.
Seinni vísti tað seg, at hann
hevði brotið beinið, og tað
kemur illa við hjá tofta-
monnum, sum ikki hava
breiðasta hópin í landinum.
Tað sá annars iggið út, tá
ein av HB-liðleiðarunum
kom út og togaði Olaf, sum
lå beinbrotin á vøllinum, út
um síðulinjuna. Hví HB
hevði sovorðnan skund, er
ilt at siga. Teir vóru á odda
2-0 og kundu taka tað rætti-
liga róligt, og hjálparfólk
hjá B68 vóru eisini hjá
spælaranum.
Fyri Olaf kom Arnfinn
Olsen á vøllin, og Bogi Pet-
ersen kom inn fyri Janus
Thomsen til sín fyrsta
landskappingardyst í 1.
deild. Og hann fekk eina
góða >debut<. Tað vóru
Allan Mørkøre var enn
einaferð besti maður
hjá HB
Mynd: Álvur Haraldsen
Mynd: Álvur Haraldsen
spældir 62 minuttir, tá Øss-
ur Jacobsen sendi innfyri úr
høgru síðu, HB-verjan ans-
aði ikki nóg væl eftir, og
debutanturin kundi uttan at
gera nakað hóvasták burt-
urúr stýra bóltinum framvið
Kaj Leo. Beint áðrenn hetta
heyði HB annars spælt bólt-
in sínámillum aftur og fram
í næstan tveir minuttir, uttan
at nakar toftamaður nart við
hann!
Ikki oddalid av um
Nú var 2-1, og ein hevði
varhuga av, at um útiliðið
fór at fáa eitt mål afturat,
kundi verða galin endi hjá
heimaliðnum. Men tað er
ikki av ongum, at HB er á
odda í 1. deild. Teir lótu ikki
B68 koma nærri enn tað
eina málið, og tá teir settu
tveir frískar mans inn (John
Hera Dam og Eyðun Høj-
gaard), fingu toftamenn
trupult at fylgja við. Og
lættari bleiv tað ikki móti
endanum, tá Bárður Mort-
anssori avloysti Súna Fríða
Johannesen. Nakrir teknisk-
ir leskibitar úti í høgra horni
góvu ábendingar um, at hes-
in maðurin hevði okkurt at
prógva, og tað var eisini
hann, sum í 85. minutti
legði innfyri til Allan Mørk-
øre, sum við handaru stong
var hægstur og skallaði í
málið til 3-1. Dysturin av-
gjørdur og trý ikki sért av-
gerandi stig til oddaliðið,
sum nú hevur allar møgu-
leikar fyri at ogna sær sítt
fyrsta meistaraheiti síðani
1990. Fyri eitt sigursvant
felag sum HB eru átta ár
uttan FM-gull sera leingi at
bíða, men alt bendir nú á,
at um tríggjar vikur er bíði-
tíðin av.