týsdagur 15. september 1998síða 13
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 173 — 15. SEPTEMBER 1998
itrottar SOSU
ITROTTUR
p
sosialurin, box 76, 110 tórshavn - tlf 31 18 20 - fax 31 47 20 - teldupost til ítróttin: emil Csosialurin.fo
13
Lesið eisini
ítróttin á
Internetinum
www.sosialurin.fo +?
Tað er stórur gravgangur
eftir bestu spælarunum
Niðurflytingin sær út til at gerast ein spurningur millum
suðuroyarliðini, meðan tað er avgjørt, at HB, KI og B36 skulu spæla í
Europa Cup
Spenningurin í toppinum í fremstu
fótbóltskappingini er burtur, nú
tað resta trý umfør. HB er so at
siga FM vinnari. Ein sigur í Klaks-
vík komandi sunnudag staðfestir
veruleikan av hesum, men vinna
teir ikki ta ferðina, so verður FM
heitið staðfest, tá sumbingar koma
í Gundadal annan sunnudag.
KÍ og B36 kappast um silvur-
krónurnar, men burtursæð frá ær-
uni spælir tað onga rollu í hvgrjari
rød hesi bæði liðini fara um mál-
ið. Tað er longu greitt, at KÍ kom-
andi summar fer at taka lut í Eu-
ropa Cup fyri steypavinnarar, tí
HB sum bæði meistari og steypa-
vinnari fer at spæla í meistara-
kappingini, og B36 fer at spæla í
UEFA Cup.
Í botninum styrktu fuglfirðingar
um sína stóðu, og nú bendir alt á,
at tað verður eitt stríð millum
tvøråmenn og sumbingar, sum í
Gøtu løgdu rygg til størsta tapið á
árinum, hvgr skal sleppa undan
aftasta plássinum og harvið bein-
leiðis niðurflyting.
Sumba og TB hava avgreitt báð-
ar innanhýsis uppgerðirnar, og
skráin hjá sumbingum er soleiðis,
at alt bendir á, at teirra lagna
stendur og fellur í, hvussu teir fara
at klára seg, tá VB komandi
sunnudag kemur suður á Krossin.
Í næstsíðsta umfarinum skulu teir
í Gundadal at spæla móti HB, og
so runda teir av á heimavølli, tá
KI kemur suður.
TB hevur ikki lætta skrá, men
tað hevur ofta nógv at siga, hvat
mótstýðuliðini hava at spæla fyri,
og í so máta knn tað vera ein fyri-
munur fyri TB, at teir skulu spæla
á útivelli á Toftum og í Runavík,
áðrenn teir í síðsta umfarinum fáa
vitjan av GÍ
Steðgurin hjá sandoyingum í 2.
deild gjørdist heilt stuttur. B71 er
aftur í 1. deild, og næsta takið hjá
teimum verður so at fáa nýggja
ættarlidid av spælarum at stødast
har suduri og at leggja ta orkuna
f, sum er neydug, um hugsingur
skal vera um at røkka hampuligum
årslitum.
Såttmålarnir —
Men sjålvt um luftin er farin år
spenningsballónini, tå tað ræður
um gull og annað skreyt, so er
pulsurin framvegis høgur aðra
staðni enn í feløgunum, sum stríð-
ast fyri at sleppa undan niðurflyt-
ing.
Millum fótbóltsáhugað verður
nógv tosað um, hvgrjir spælarar
skulu spæla hvar í komandi kapp-
ingarári.
Á aðalfundinum hjá FSF, sum
var í vetur, samtyktu felggini
karmarnar um tað, sum kann fara
at vísa seg at vera yrkisfótbóltur í
Føroyum.
Tað vórðu nógvar avtalur gjørd-
ar millum spælarar og feløg undan
hesum kappingarårinum, men
sambært FSF, so eru tað bara trý
feløg, sum hava sent sáttmálar inn
til såttmålanevndina at góðkenna.
Hesi trý feløgini eru GÍ, HB og
Kl.
Kemur tad til skarpskeringar um
t.d. útflýgging av spæliloyvi, tá
ein spælari verður seldur til eitt
útlendskt felag, so ber tað íkki til
hjá einum felag, sum ikki hevur
sáttmála við spælaran, ið er góð-
kendur av såttmålanevndini, at
biðja FSF at halda spæliloyvinum
aftur, tí teir ikki hava fingið tað
endurgjaldið fyri spælaran, sum
teir halda seg hava rætt til.
Tað lá í uppskotinum, sum varð
samtykt, at spælararnir ikki kundu
bindast til eitt felag í meiri enn
eitt kappingarár, men nú skilja vit,
at såttmålanevndin hevur góðkent
onkrar sáttmálar fyri tvey ár.
Kappingin
Fótbóltsárið 1998 er ikki av, men
tað verður longu kappast um
meistaraheitið í 1999. Felggini
royna at tryggja sær bestu mann-
ingina, og spælararnir royna at
vera so kaldir, sum tað ber til.
Teirra uppgáva er at fáa so stóran
peningaligan vinning burturúr frí-
tíðarítrivinum, sum tað ber til.
Søgurnar eru nógvar um, hvør
skal spæla hvar komandi år. Havn-
arfeløgini dyrgja nógv á bygd, og
sum í øllum ødrum vidurskiftum,
so er rákið, at bygdaspælararnir
tykjast hugaðir at fara til Havnar.
Tað fáa teir fyrimunir av, t.d. hava
bæði HB og B36 og vinir hjá fel-
øgunum íbúðir, sum teir kunnu
bjóða spælarum, og havnarfeløg-
ini eru eisini væl fyri, tá tað snýr
seg um viðhaldsfólk, sum kunnu
skaffa spælarum lærupláss ella ar-
beiði í privatum og almennum fel-
øgum og stovnum.
Tíðindi um spælaraflytingar
hevur tað ikki borið til at fáa vátta,
men tað ljóðar, at havnarfelggini
dyrgja í Klaksvík eftir John Han-
sen og Marek, og Rógvi Jacobsen,
KI og Øssur Hansen og Jákup Eli
Olsen fara av Toftum og til B36,
og stórur áhugi verður eisini sýnd-
ur Kristian Høgna Jacobsen og
Helga L. Petersen hjá NSÍ.
Bygdafeløgini royna eisini at
styrkja seg sum frægast, men hug-
urin hjá havnarmonnum at fara á
bygd at spæla tykist ikki at vera
tann sami, sum hann er hjá bygda-
monnum at fara til Havnar.
I Klaksvík, Gøtu og í Runavík
hava teir kanska møguleika at
fylgja við í pengunum, men teir
hava ikki somu møguleikarnar at
fylgja við í ðrum ágóðum, og tað
er altso bara ein høvudsstadur við
øllum ti, sum hoyrir einum slíkum
til.
Avleiðingarnar
Í B36 og HB verður roknað meiri
ella minni fyri vist, at felggini
komandi ár mugu klára seg uttan
Hans Fróða Hansen, Jákup á Borg
og John Petersen
Tað er neyðugt at fáa nýggjar
spælarar fyri hesar, og í staðin fyri
ungar havnardreingir er tað sjálv-
sagt stórri nytta í bestu spælarun-
um á bygd, sum eisini hava drúgv-
ar royndir.
Ynskið hjá feløgunum er at
koma í eina góða ringrás, soleiðis
at tey við at selja ein ella tveir
spælarar av landinum vinna peng-
ar, sum so kunnu brúkast til at
keypa spælarar fyri, sum aftur
skulu hjálpa til at vinna FM og
harvið fáa fleiri pengar úr Europa
Cup, so kunnu ein ella tveir spæl-
arar seljast, og so gongur ringrás-
in víðari.
Pengar hava verið uppi í leikin-
um í langa tíð, men tað er einki at
liggja omaná, at tað hava verið
stórar rembingar í ár, og tær tykj-
ast fara at vera uppaftur stórri
komandi árini.
Fyri feløgini, sum eru við i
kappingini — tey vera ongantíð
fleiri enn fimm og helst vera tey
færri enn tað — er hetta spennandi,
og tað kemur kanska væl við hjá
landsliðnum, at bestu spælararnir
mennast í kappingum uttanfyri
landoddarnar, men gongdin vísir,
at tað fara nógv góð fótbóltseyni
burtur ímillum, og tað eru serliga
havnardreingir, sum gevast, eftir
at teir í yngru deildunum hava víst
góð fótbóltsevnir og hava vunnið
nógv FM heiti
Sunnudagin spældi ein, sum
hevur fingið sína fótbóltsuppaling
í høvudsstadarfeløgunum, við IF,
ein við B6R, og í útgangsstøðuni
hjá B36 og HB vóru tíggju spæl-
arar, sum hava fingið sína fótbólts-
uppaling í Gundadali
Hetta er tankavekjandi, tí tað
býr ein triðingur av fólkinum í
Suðurstreymi, og tí skuldi roknast
við, at ein triðingur av fótbólts-
talentunum vórðu klækt har
Tað er eisini tankavekjandi, at
spælararnir á bestu liðunum fara
ikki at fáa ta mOtstøduna frá hin-
um liðunum, sum skal til, um
spælararnir skulu mennast. jh