hósdagur 18. desember 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 241 - 18. desember 2003
Nr. 241 - 18. desember 2003
3
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at kæra mamma, vermamma, omma
og langomma okkara
Nilaina Elisabeth Hansen
vanliga nevnd Laina,
ættað úr Rituvík, búsitandi á Toftum.
andaðist á Landssjúkrahúsinum
15. desember, 80 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Fríðrikskirkjuni
leygardagin 20. desember kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Osla, Jákup og Lis
Tøkk
Tøkk fyri sýnda samkenslu tá kæra kona, mamma,
vermamma og omma okkara
Johanne Sofie Poulsen
(Vanliga nevnd Lilly)
andaðist og varð jarðað.
Tøkk tit í heimarøktini.Tøkk øll, sum hjálptu til við
jarðarferðina.Tøkk fyri blómur og kransar, og tit,
sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað.
Gleðilig jól og gott nýggjár ynskist tykkum øllum.
Símun Jóhannes, Jacobina og Esbern
Konsertfelagið og
Havna Kirkja bjóða
til matiné í Havn
Kirkju leygardagin
við klassiskum
kamartónleiki
JÓLAMATINÉ
Leygardagin verður jóla-
matiné í Havnar Kirkju.
Tað er Konsertfelagið, ið
skipar fyri.
Felagið sigur, at hóast
nógvar konsertir eru, nú tað
stundar til jóla, so bilar við
klassiskum kamartónleiki,
ið passar til kirkjukonsert,
og hetta vil Konsertfelagið
gera nakað við.
Tí tað er júst konsert við
kamartónleiki, sum felagið
skipar fyri, saman við
Havnar Kirkju, leygardagin
kl 11:30. Talan er um eina
jólamatiné við fyrraparts-
tónleiki. Tórshavnar Mans-
kór fer eisini at syngja.
Tey, sum spæla og syngja
eru: Monica Stauss Joen-
sen, violin og Ólavur Jak-
obsen, gittar Berghild Poul-
sen, sang og Árni Hansen,
klaver, Oddvør Johansen,
orgul, Jón Festurstein, viol-
in og Christian Andreassen,
gittar, Tórshavnar Manskór,
stjórnað av Bjarna Restorff
Skráin fevnir um tónleik
og sang, sum passar til jóla-
halguna.
Eisini
verður
meira verðsligur tónleikur
at hoyra.
BÓKAÚTGÁVA
Tíðindaskriv frá
Forlagnum Rhema:
Í hesum døgum er júst ein
nýggj bók komin út á
føroyska bókamarknaðin.
Tað er Fríðtór Debes, ið
hevur skrivað. Heiti á bók-
ini er: Bønarmál títt -
tungutalan. Hetta er 6. bók-
in, ið Fríðtór Debes letur úr
hondum.
At bøn hevur alstóran
týdning í lívi hins trúgv-
andi, er vónandi ongin í iva
um. Tá vit hyggja í Bíbli-
una, síggja vit; hvussu
ómetaliga stóran týdning
menn og kvinnur løgdu í
bønina og hennara stóra
virði í lívi teirra.
Hví so ein bók sum
henda? Jú, tí eg trúgvi, at
vit ongantíð verða liðug at
viðgera evnið bøn og tess
týdning í lívi hins trúgv-
andi. Tað evnið fyri bøn, ið
vit tosa um í hesari bókini -
er um tungutaluna og henn-
ara stóra týdning sum hjálp
og amboð hins kristna.
Heilt frá ápostlanna døgum
og til okkara dagar hava
menniskju biðið í tungum
og brúkt teirra Himmalska
mál. Ja, sjálvt í myrkastu
miðøld - undir hørðum for-
fylgingum - var hetta mál
virkið. Og í dag, 2000 ár
eftir hvítusunnudag, eru tað
framhaldandi nógvar milli-
ónir, ið gera nýtslu av heum
bønarmáli.
Bókin viðger 10 orsøkir,
hví vit sum trúgvandi eiga
at biðja í tungum og brúka
hesa gávu í okkara persón-
liga bønarlívi - júst á sama
hátt sum t. d. Paulus gjørdi.
Bókin, Bønarmál títt -
tungutalan, er 73 síður til
støddar og kostar 80 kr.
Hon fæst í flest øllum
bókabúðum um alt landið.
Tað er Hestprent, ið hevur
staðið fyri prentingini.
Kamartónleikur í Havnar Kirkju
Bønarmál títt - tungutalan
Jólakonsert
verður
í
Havnar kirkju sunnudagin
21. des. 2003 kl. 16. Tey
trý kórini, ið luttaka á
konsertini
í
Havnar
Kirkju sunnudagin eru:
Kristiliga Sangkórið
Kristiliga Sangkórið held-
ur í ár 50 ára jubileum. Í
hesum sambandi hevur
kórið verið uttanlands í
summar og vitjað í Dan-
mark, Svøríki og Noregi.
M.a. hevði kórið konsertir
í 3 dómkirkjum, í Ros-
kilde, Lund og Oslo. Í vet-
ur hevur kórið ma. havt
framførslur í Vesturkirkj-
uni, Norðurlandahúsinum,
í Hesti og í Kirkjubø. Síð-
ani byrjan hevur kórið
sungið jólaløg í Havnar
kirkju fyri jól og soleiðis
verður eisini í ár. Hanus
Joensen stjórnar Kristiliga
Sangkórinum.
Kórið Sólarmagn av
Velbastað
Kórið hevur luttikið við
ymisk høvi, sum hava ver-
ið í sóknini seinastu árini.
Sólarmagn er mannað við
fólki úr Kirkjubø og av
Velbastað og fólki, sum
annars hava tilknýti har.
Tórshavnar
Kamarkór
Tórshavnar Kamarkór er
eitt av teimum væl kendu
kórunum í landinum. Í
løtuni er tað Fróði Sand-
oy, sum stjórnar báðum
kórunum, Sólarmagn og
Kamarkórinum.
Á skrá teirra er bæði
føroyskt og útlendskt til-
far: m.a. Jósef og Maria
eftir Paula í Sandagerði,
Wie liegt die Stadt so wüst
úr klaguljóðum Jeremiasar
eftir Rudolf Mauersberger.
Sólarmagn og Kamarkórið
syngja saman enska jóla-
sangin The First Nowell
eftir D. Willcocks, limir úr
Havnar Hornorkestri hava
undirspælið.
Og at enda syngur stóra
felagskórið, við øllum
trimum kórunum, 2 kend
jólaløg.
Trý kór í
Havnar Kirkju
JÓLAHUGNI
Komandi vikuskifti letur
jólacaféin upp í Hæddini.
Caféin letur upp kl. 16.00
bæði leygardagin og sunnu-
dagin 20. og 21. desember.
Tað er Eldrafelagið Nón,
sum bjóðar øllum inn á
gólvið til ein heitan kaffi-
munn við eplaskivum og
mandlurís afturvið.
Leygardagin kl. 17.00
spæla Joan Simonsen og
Bodil Tausen violin á café-
ini.
Sunnudagin kl. 17.00
spæla Maria Tausen v.fl. á
fløjtu.
Í gongini í Hæddini er
listaframsýning við umleið
10 málningum hjá Jørgin
Olsen úr Runavík.
Handlarnir í Handils-
miðdeplinum hava opið til
kl. 20.00 fram til jólar.
Tollaksmessudag er opið
til kl. 22.00.
Jólacafé í Runavík
Margreta Næs á
Landsmiðstøðini fyri
undirvísingaramboð
sigur, at tað er onki í
vegin fyri, at lesi og
sjónveik eisini kunnu
fáa eina bók í jóla-
gávu
BØKUR
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Ljóðbøkur gerast alt meiri
vanligar. Hesar bøkur mugu
sigast at hava ein avbera
stóran týdning fyri tey, sum
á ein ella annan hátt hava ilt
við at lesa.
Margreta sigur, at tá ein
hevur lurtað eftir eini bók,
sum er innlisin á band ella
fløgu, so kann ein av røtt-
um siga, at ein hevur lisið
bókina.
– Hesar bøkurnar verða
nógv nýttar í skúlunum
kring landið. Ikki alla-
staðni, tí øll eru ikki komin
í gongd av álvara, men tað
verður meira og meira av tí,
sigur hon.
Ljóðbøkurnar
kunnu
somuleiðis verða við til at
lætta um eina útbúgving
seinni í lívinum, tí tá ein
hevur valið millum at lesa
sjálvur ella at lurta, so er
tað eyðsæð, at møguleikar-
nir eru betri.
Í onkrum av okkara
grannalondum er tað lógar-
bundið,
at
grundbøkur
skulu vera til taks sum ljóð-
bøkur eisini.
Tað góða við ljóðbókum
er, at ein kann gera so mang
annað, meðan ein lesur.
Koyra, rudda, vaska ella
hvat tað skal vera.
Men tað týdningar-mikl-
asta er sjálvandi, at tey, ið á
ein ella annan hátt, hava
tungt við at lesa, kunnu við
eini ljóðbók lesa eins væl
og onnur. Munurin er bara
hann, at tey lurta, meðan
tey lesa.
Dýrar bøkur
Ein ljóðbók er sera dýr at
gera. Margreta sigur, at ein
miðal
bók
kostar
um
20.000 krónur at gera og
fáa út á øll bókasøvnini.
– Men um vit so tosa um
Bíbliuna ella aðrar stórar
bøkur, so sigur tað seg
sjálvt, at tað verður mun-
andi dýrari, greiðir hon frá.
Nýggja Testamentið finst tó
sum ljóðbók.
Málið hjá teimum er, at
tey skulu kunna gera 25
ljóðbøkur um árið, og
gongdin er tann rætta
vegin.
– Tað, sum hevur nakað
at siga er, at øll sum eru
lesiveik ella hava trupult
við at lesa, skulu kunna
lesa. Ein blindur skal kunna
lesa eina bók, fyri tað um
hann er blindur, og við
ljóðbókunum ber væl til at
geva einum blindum eina
bók í jólagávu, sigur Mar-
greta Næs. Hon leggur at
enda afturat, at allir handlar
liggja ikki inni við ljóð-
bókum, men tað er lætt at
fáa hendur á teimum.
– Tað ber til at biðja
handlarnar bíleggja ta bók-
ina, sum ein vil keypa. Tað
er ongin trupulleiki, sigur
Margreta.
Gev
blindum
eina bók
í jólagávu
Margreta Næs sigur, at enn er tað dýrt at gera
ljóðbøkur, men nú hava tey fingið so mikið av
stuðuli frá Landsbókasavninum og
Almannastovuni, at gongd er í framleiðsluni
allatíðina
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
3
2