Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. desember 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 241 - 18. desember 2003 Nr. 241 - 18. desember 2003 5 Mánkvøldið bíðaðu ferðafólk í meiri enn tríggjar tímar, tí Smyril varð seink- aður, men tey fingu onki at vita um, hvat var galið TÆNASTA Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Mánakvøldið varð ruðul- leiki á Havnarkei. Smyril skuldi fara av Havnini klokkan 19, men Smyril slapp ikki avstað, fyrrenn klokkan var farin av 21.30. Sostatt var hann meiri enn tveir og ein hálvan tíma seinkaður, sum tað eisini sæst í hinari greinini her á síðuni. Men tað, sum ferðafólk eru ógvuliga ónøgd um, er, at tey ongantíð fingu nakað at vita um, hví Smyril var seinkaður. Tey fingu eisini alt ov lítið at vita um, nær tað var væntandi, at hann fór at sigla. – Vit fingu alt ov lítið at vita og tí vóru vit rættiliga ørkymlað, siga fleiri ferða- fólk, sum hava vent sær til blaðið. Hetta kom serliga illa við hjá teinum, sum skuldu suður við bili. – Tey vóru komin oman á bryggjuna klokkan seks og høvdu stillað seg á plássið á ferjuleguni, sum er gjørt til bilar, sum skulu við Smyrli. Men tiðin gekk og onki hendi. – Hóast Smyril var meiri enn hálvantriðja tíma sein- kaður, fingu bilførararnir ongantíð nakað at vita. Tað var bara at sita og bíða. Ikki kundu vit fara nakrastaðni, nógv tordu ikki so frægt sum at leypa inn á farstøð- ina á ves, tí ongin visti nær bilarnir vórðu róptir at koyra umborð, siga ferða- fólk, sum hava vent sær til Sosialin. Summi royndu at fara oman á bryggjuna av og á at kimast, um Smyril yvir- høvur lá við bryggju enn, ella um hann var farin. Fleiri av teimum, sum vóru í bili, høvdu eisini børn við og hetta vóru tríggir ótolandi tímar hjá teimum at bíða. Tey halda, at tað minsta, tey kundu gjørt, var at boða frá. Eitt sindur frægari umborð Umborð var ikki heilt so illa statt. Har boðaði skip- arin frá klokkan 19.30, at trupulleikar vóru, men at tey fingu onki sagt um, nær siglt varð. Ein tíma seinni segði skiparin í hátalarunum, at hann væntaði at tað bleiv ein hálvur tími afturat. Ferðafólk halda nú, at tey kundu fingið eina neyvari frágreiðing. Ferðafólk halda eisini, at tað minsta var, at tey fingu ein kaffimunn og ein breyðbita. Men tað fingu tey heldur ikki, fyrrenn tey høvdu gjørt vart við seg. Men tað varð heldur ongin fráboðan um tað. Tey ymsu ferðafólkini frættu sum slatur, at nú bjóðaði Strandferðslan kaffi og breyð. Tá høvdu summi longu keypt, men tey kravdu so peningin aftur, tí tey vildu ikki, at mismunur varð gjørdur á ferðafólki. Ferðafólkið heldur, at her á broyting koma í tí tað minsta fólk kunnu fáa, er ein ordilig frágreiðing um, hví Smyril er seinkaður og tað hevði heldur ikki mink- að um umdømið, um tey høvdu boðað frá í hátalar- unum, at Strandferðslan bjóðaði kaffi og okkurt afturvið, fyri at lætta um bíðitíðina. Gjørdu eitt stórt arbeiði Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni harmast hendingina mánakvøldið. Men hann sigur, at talan var avgjørt um eina undan- taksstøðu. Hann sigur, at Smyril kom í eina ógvuliga keði- liga støðu, men hann leggur dent á, at bæði skipari, manning og tey á Farma- leiðum, gjørdu eitt stórt ar- beiði fyri at lopysa trupul- leikan. Tó ásannar hann, at tey, sum sótu í bilunum og bíð- aðu onga kunning fingu og tað harmast hann um og hann skilir væl ónøgdina. – Tað er avgjørt ikki nøkt- andi og tað fara vit at bøta um til næstu ferð, tí at sita í einum bili í tveir og ein hálvan tíma og onki vita, er næstan sum at verða tikin til gísla og tað eigur ikki at koma fyri, sigur Strand- ferðslustjórin. – Vit fara heilt vist at gera greiðar mannagongdir fyri, hvussu tey, sum bíða í bilum, fáa kunning, tá ið ein slík støða tekur seg uppaftur, sigur Kristian Davidsen. Umborð royndi skiparin annars at upplýsa sum frægast og tey, sum ringdu á farstøðina, fingu eisini greið boð. Hann sigur, at longu á miðdegi mánadagin varð skiparin á Smyrli greiður yvir at trupulleikar fóru at stinga seg upp, tí veðrið var so vánaligt. Allan seinnapartin mána- dagin stríddust skiparin og Strandferðslan annars at fáa nøktandi atløgupláss til Smyril, tá ið hann skuldi koma til Havnar seinna- partin. Møguleikin at lata Lóm bíða á redini, til Smyril varð avgreiddur, varð eisini kannaður. – Men onki bar til og tí kom Smyril at liggja uttast á Molanum. Við sær hevði hann treyl- arar við fiski, sum skuldi við Norrønu og eyndaðist ikki at fáa fiskin við, hevði tað verið ein vanlukka fyri útflutningsvirkið. Tí varð nógv lagt fyri, fyri at fáa fiskin í land. Kristian Davidsen sigur, at hetta var avgjørt eitt undantak, men tá ið slíkt tekur seg upp, er næstan vónleyst at rokna út, hvussu leingi tað fer at taka. Hann heldur eisini, at tað er trupult at gera manna- gongdir fyri, nær Strand- ferðslan skal bjóða kaffi og breyð í slíkum støðum. – Skulu vit bjóða ferða- fólkunum nakað ókeypis, tá ið skipini eru seinkað tveir og ein hálvan tíma, men ikki tveir tímar. Og hvussu, tá ið skipið er seinkað í ein tíma? – Hetta er trupult at koma inn á og vandi er fyri, at ónøgdin verður fleiri ferðir størri um vit bjóða kaffi viðhvørt og ikki viðhvørt. Annars heldur Kristian Davidsen ikki, at tað er vanligt aðrastaðni at bjóða ferðafólki nakað, tá ið eitt ferðamannaskip er seinkað. – Men vit gera tað kortini í heilt serligum førum sum hesum, sigur stjórin á Strandferðslunui Stjórin á Strandferðsluni skoytir uppí, at atløgu- plássini í Havn eru als ikki nøktandi og hann heldur ikki at tað kann góðtakast, at eitt týðandi skip sum Smyril, ikki fær fast atløgu- pláss í Havn. Út av lagi vánaligu umstøðurnar í Tórs- havnar Havn gjørdi, at Smyril var meiri enn hálvantriðja tíma seinkaður av Havnini mánakvøldið STRANDFERÐSLA Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Mánakvøldið fingu suður- oyingar ein lítlan smakk av, hvussu ótolandi viðurskift- ini í Tórshavnar Havn, eru. Smyril varð nevniliga meiri enn hálvantriðja tíma seinkaður av Havnini, tí hann kom at liggja so illa fyri, at teir mundu ikki verðið liðugir at fáa farmin í land. Hann skuldi fara av Havnini klokkan sjey mánakvøldið, men klokkan var farin av hálvgum tíggu, áðrenn hann loysti. Smyril fór av Drelnesi klokkan hálvgum fýra seinnapartin mánadagin og skuldi koma til Havnar klokkan trýkorter til seks. Tað gjørdi hann eisini, men tá var longu sperðil komin í. Lómur hjá Skipafelagn- um hevði havt ein baldrut- an túr upp úr Danmark og var ikki komin á Havnina fyrrenn klokkan fimm seinnapartin mánadagin. Hann legði at beinanvegin inni í krókinum, har Smyril plaga at liggja. Annars skuldi Lómur bæði verið komin og farin, men veðrið gjørdi, at hann varð seink- aður. Tí skuldi Smyril leggja at úti á Skansabryggjuni, men har var so nógvur súður í sjónum at har var ikki liggjandi. Tí mátti hann flyta og leggja seg úti á Molanum. Men har kann hann bara brúka síðurportrið og ígjøgnum síðuportrið er ikki hugsingur um at fáa treylarar í land. Treylarar við fiski, sum Smyril hevði norður við, mátti tískil umskipast. Treylararnir vórðu sostatt tømdir á dekkinum og fisk- urin koyrdur í land á trukk- um. Hetta førdi við sær, at Smyril var meiri enn hálv- antriðja tíma seinkaður. Ikki tikin til gísla Tað er onki dulsmál, at Smyril hevur stórar trupul- leikar at sleppa at í Havn- ini. Tórshavnar Havn og Tórshavnar býráð hava fleiri ferðir ávarað um, hvørjar avleiðingar tað fer at fáa, sleppur Tórshavnar Havn ikki at dýpa framvið Tinganesi og at gera atløgu- pláss til Smyril á Bursa- tanga, undir liðini á Nor- rønu. Og avleiðingarnar eru júst tað, sum hendi mána- kvøldið. Fær Smyril ikki fast atløgupláss á Bursatanga, er onki annað fast pláss at vísa honum á, og so mugu suðuroyingar taka til takkar við, at Smyril verður lagdur onkustaðni, har pláss er. Og tað eru tey sum halda, at tað, sum hendi mána- kvøldið varð eitt slag av mótmæli frá Tórshavnar Havn og at Tórshavnar havn nú brúkti hetta høvi til at skera út í papp, hvussu umstøðurnar verða, sleppa tey ikki at gera atløgupláss til Smyril á Bursatanga. Men Jónsvein Lam- hauge, havnarfúti í Havn, avsannar staðiliga, at Smy- ril varð tikin til gísla mána- kvøldið. Hann vísir á, at Lómur varð nógv seinkaður mána- kvøldið, men at tað er ongantíð so átrokandi hjá honum at sleppa at bryggju beinanvegin, sum tá ið hann er seinkaður. – Skipafelagið er ein av okkara góðu, føstu kundum og tað ber ikki til at skúgva teir til viks, fyri at lata Smyril sleppa framum. – Smyril slapp so hóast alt til bryggju, men trupul- leikin er, at teir fáa ikki treylarar ígjøgnum síðu- portrið. Men so tekur havnafútin í Havnini uppaftur, at tað er júst hetta sum hendir av og á, tá ið umstøðurnar í Tórs- havnar Havn eru so trongar. – Umstøðurnar í Tórs- havnar Havn eru sera vána- ligar, tað vita vit. Tí vónar hann framvegis, at tað fer at bera til at gera atløgupláss inn á Bursa- tanga, so at Smyril fær fast pláss har, tí so er trupul- leikin loystur. Fingu ongantíð nakað at vita Smyril mátti dvína fyri Lómi – Hetta var ein serliga trupul støða, men bæði skipari og manning og Farmaleiðir gjørdi eitt stórt arbeiði fyri at loysa trupulleikan, sigur Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni BAKIDAGUR Leygardagin, tann 6. desember, vóru nógv børn at síggja hjá bakaranum í Fuglafirði. Hóast jólini nærkast, vóru tað ikki nissuhúgvur, sum prýddu barnahøvdini hendan dagin. Børnini høvdu tikið bakarahúgvurnar á høvdið, tí nú skuldi bakast. Sp/f Breyðmolin hevði nevniliga skipað fyri, at børn við foreldrum kundu koma á bakaríið at baka siruppskøkur til jóla. Seinastu vikuna, áðrenn bakidagin, hevur tað verið møguligt hjá børnum at tekna seg til tiltakið, so at ikki bíðitíðin ikki bleiv ov drúgv. Lið vórðu síðani skipað við uml. 10 børnum á hvørjum liði. Umstøðurnar at baka vóru sjálvandi góðar. Ein kann ikki siga annað enn, at í avísum førum, vóru tað ikki minst páparnir, sum vóru ídnast at stykkja jólatrøð, hjørtur, jólakonur og annað út. Eftir at siruppsfigurarnir vóru bakaðir, kundu børnini pynta við glasuri í alskins litum. Onkur helt fyri, at hetta var ein kærkomin gáva til ommuna og abban. Fleiri enn 30 børn vóru, saman við foreldrum, komin at baka hendan dagin. Eftir at børnini høvdu bakað, fingu tey sunkist, karamellur og appelsinir heim við sær. Tað einasta í hekk eftir var angin av nýbakaðum siruppskøkum. Frá bakarameistarinum frættist, at tiltakið eydnaðist somikið væl, at ætlanini er, at hetta skal roynast aftur komandi ár og møguliga gerast fastur táttur í jólahýrinum í Fuglafirði. Jólini nærkast í hvørjum Handalagið var gott hjá teimum mongu børnunum Hetta var eitt av liðunum, sum saman við foreldrunum, kundu hugna sær í Breyðmolanum leygardagin C M Y K 5 4