Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. desember 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 241 - 18. desember 2003 Nr. 241 - 18. desember 2003 7 Vakstrarhúsið í Kirkjubø verður niðurtikið. Kommunan hevur ætlanir um at byggja ellisheim á staðnum ELDRARØKT Edvard Joensen Kirkjubøar Kommuna hev- ur gjørt ein verkætlan, sum umfatar ellisheim í Kirkju- bø. Ætlandi skal nýggja ell- isheimið byggjast har, vakstrarhúsið í bygdini hevur staðið. Anfinn Brekkstein, borg- arstjóri í Kirkjubøar Kommunu, sigur, at komm- unan hevur gjørt eina verk- ætlan, sum umfatar bygg- ing av ellisheimi í Kirkju- bø. Hetta varð gjørt út frá teirri ásannan, at ørvurin á plássum til tey eldru, i Suð- urstreymoy er øgiliga stór- ur, sigur hann. Kirkjubøar Kommuna keypti vakstarhúsið í Kikjubø og samtykti at lata tað taka niður og so byggja ellisheimið aftur á grundina. Niðurtøkan varð boðin út, og tað arbeiðið er um at vera liðugt nú, sigur borg- arstjórin. Í verkætlanini hjá Kirkju- bøar Kommunu verður kostnaðarmetingin fyri ell- isheimið sett til 14,4 milli- ónur krónur, tá klárt er at flyta inn. Roknað verður við 10 búplássum, sigur Anfinn Brekkstein. Av hes- um kostnaðinum hevur kommunan roknað við, at landskassin fer at rinda tær fimm milliónirnar, sigur hann. Tað er soleiðis, at stuðul kann latast frá tí almenna til bygging av ellisheimum. Stuðulin er kr. 500.000,- fyri hvørt búplássið ella í mesta lagi helvtina av samlaðu íløguni. Kirkju- bøar Kommuna hevur søkt Almannamálaráðið um stuðul eftir hesi skipanini. – Men nú varð val út- skrivað, meðan arbeitt verður við hesum, so nú vita vit einki, hvussu verð- ur. Vit mugu nokk bíða eftir einum nýgjum landsstýri, sigur borgarstjórin í Kirkju- bøar Kommunu. Tað verður tó ikki Kirkjubøar Kommuna, sum fer at lata ellisheimið í Kirkjubø byggja, vísir An- finn Brekkstein á. Kirkjubøar Kommuna hevur tikið stig til verk- ætlanina og letur hann gera klára til sjálva byggingina. Samtykt er at leggja Kirkjubøar Kommunu og Tórshavnar Kommunu saman, so tá tað kemur til, at farast skal undir sjálva byggingina, verður tað Tórshavnar Kommuna, sum kemur at standa fyri tí partinum, sigur Anfinn Brekkstein. Arbeitt verður við ætlanum um at byggja ellis- og røktarheimið í Miðvági út til at hýsa 13 fólkum aftur at teimum 36, sum í løtuni búgva á heiminum ELDRARØKT Edvard Joensen Miðvági: Kommunurnar í Vágum arbeiða við ætlan- um um at byggja ellis- og røkttarheimið í Miðvági út við einum triðingi. Eins og aðrastaðni er tørvurin á eldrarøkt í Vág- um alsamt vaksandi. Ar- beitt hevur verið við yms- um møguleikum til at loysa hendan spurningin, og kommunurnar í oynni eru hvør sær í ferð við at finna eina loysn, sum allar kommunurnar kunnu taka undir við. Sandavágs Kommuna fer á bygdarráðsfundi í kvøld at viðgera málið, sum snýr seg um útbygging av ellis- og røktarheiminum í Mið- vági. Ein av hinum kommun- unum í Vágum, Sørvágs Kommuna, hevur havt má- lið til viðgerðar, og hevur tikið støðu við ávísum treytum, sigur Eivin Jacob- sen, borgarstjóri í Sørvági. Hann sigur, at treytirnar eru, at hinar kommunurnar í oynni eisini taka undir við, at ein samlað loysn , sum umfatar alla eldrarøkt í oynni, verður funnin. Ymsir møguleikar hava verið nevndir, men nú er tað komið til, at tað í fyrsta umfari helst verður farið undir at byggja ellisheimið út við trettan búplássum, sigur borgarstjórin í Sør- vági. Byggingin skal gerast í forlongilsi av verandi bygningi móti Giljanesi, sigur hann. Talan er um at byggja út, so pláss fæst fyri 13 fólkum afturat, sigur Eivin Jacob- sen, Kostnaðurin verður mettur til góðar 17 millión- ir, sum skal býtast út á kommunurnar í Vágum. Tó kann upp til helvtina av hesi upphædd fáast í stuðuli frá Almannamálaráðnum, sum letur ein hálva millión, tó í mesta lagi helvtina av íløguni, í stuðuli til slíka bygging. Eivin Jacobsen sigur, at hann er fyri at fáa alt eldra- økið savnað undir ein hatt í oynni. Og tað er líkasum ein treyt fyri, at Sørvágs Kommuna er við til hesa útbyggingina, at arbeitt verður víðari við tí hug- skotinum, sigur hann. Somuleiðis má arbeiðast fram í móti, at øll umsiting av økinum eisini verður felags fyri oynna, sigur hann. Tað ber ikki til, at hvør komuna sær skal umsita hetta í sínum lagi. Frá vakstrarhúsi til ellisheim Útbyggingarætlanir í Vágum Vakstrarhúsið í Kirkjubø verður niðurtikið, og nýtt ellisheim skal byggjast á grundina Mynd: Álvur Haraldsen Arbeitt verður við ætlanum um at byggja upp í ellis- og røktarheimið í Miðvági - mitt í myndini - út móti Giljanesi Mynd: Edvard Joensen »I ærlige brudefolk…« Tordur gevst í landspolitikki LØGTINGSVAL Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tordur Niclasen, sum hev- ur verið tingmaður í fleiri ár og eitt skifti eisini var landsstýrismaður, stillar ikki uppaftur til løgtings- valið 20. januar. Á valinum í fjør hevði Tordur Niclasen 151 per- sónligar atkvøður. Næsti maður á listanum var Eyð- un Jacobsen, sum fekk 65 atkvøður, meðan Bill Just- inussen, sum gjørdist landsstýrismaður, fekk 55 atkvøður. Tordur Niclasen er leið- ari á Ellis- og røktarheim- inum í Runavík og borgar- stjóri á Eiði. Bók um brúdleyps- siðir í Føroyum er útkomin. Høvundur er Jóan Pauli Joensen BÓKAÚTGÁVA Tíðindaskriv Brúdleypsbókin hjá Jóan Paula Joensen I ærlige brudefolk. Bryllup på Færøerne, sum danska forlagið Museum Tuscul- anum Forlag, Københavns Universitet gevur út, kom til Føroyar við Norrønu mánadagin. Henda sera snotiliga og innbundna bókin er ein siðsøgulig lýsing av brúd- leypi í Føroyum frá umleið 1500 til 2002. Greitt verður frá giftermáli og brúdleyp og teirri siðvenju ið hevur hingið uppi í hesum og hvussu siðirnir eru broyttir upp gjøgnum tíðina. Lesarin verður verður tikin við sum gestur til gomul føroysk bygdabrúd- leyp eins væl og nýggjari brúdleyp bæði í kirkjuni og í øðrum samkomun. Har verður greitt frá hvussu fólk funnu saman, brúðar- vígslu, ofri, gávum, songar- leiðing, brúdleypsmati, brúdleypsklæðum, drunni, brúðardansinum og øllum tí sum fólk seta í sambandi við brúdleyp. Eisini eru allir teir nýggju siðirnir sum polt- erabend og skemt við moderna brýdleypsborð lýst væl og virðiliga. Bókin byggir á alt tað,,sum er til skjals um brúdleyp í Føroy- um og høvundurin hevur eisini savna nýtt tilfar frá prestum, studentaskúla- næmingum o.ø. Hetta er fyrstu ferð at brúdleyp í Føroyum er lýst í síni heild í bók við myndum í litum. Bókin er 300 blaðsíðir í tveimum stórum teigum. Hon hevur eina rúgvu av myndum bæði svart/hvítar og í litum. Bókin verður í øllum bókabúðunum 17. desem- ber, kanska fyrr. Hon kosar 325 í bókabúðunum. C M Y K 7 6