Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. desember 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 241 - 18. desember 2003 Nr. 241 - 18. desember 2003 9 Nú er tað álvari hjá tí Stuttliga Jokarin hevur ein jokara. Tað avdúkar Jóhan í Kollafirði, sum hevur fingið góðkent, at Hin Stutt- ligi Flokkurin kann stilla upp til løgtings- valið 20. januar. Tað er ikki spurningur, um hann sleppur inn. Hann ivast bara í, um hann fær fleiri enn tveir á ting. Lesið samrøðuna við íspegilin, sum fær politisku skipanina at skrædna LØGIÐ VAL Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Týskvøldið fekk Jóhan Dalsgaard – alias Jóhan í Kollafirði – eina uppring- ing frá løgmálaráðnum, sum hann hevur bíðað spentur eftir. Allar undir- skriftirnar uttan ein vórðu góðkendar. Sostatt fer Hin Stuttligi Flokkurin at stilla upp til løgtingsvalið 20. januar. Tað hevði borið Jóhan í Kollafirði til at stilla upp einsamallur í einum val- dømi uttanflokka. So hevði hann sloppið undan øllum stríðnum at savna atkvøður, men kjansurin at sloppið inn hevði verið lítil. Hví stillaði tú ikki bara upp uttanflokka? – Heilt erligt, so var tað ein, sum hevði skil fyri tí, sum segði, at tað var nógv sterkari at stilla upp við einum heilum flokki. Eg spurdi hví, men áðrenn hann náddi at svara, fór eg at savna undirskriftir. Hann hevur forstand upp á tað, og hann segði, at ein flokkur er tað besta amboðið. Nú havi eg keypt amboðið, og nú fari eg hugsa um, hvat eg skal brúka tað til, sigur Jóhan í Kollafirði. Men fer Hin stuttligi flokkurin at stilla upp í fleiri valdømum, so hann fær møguleikan at fáa lut í eykavaldum? – Eg fari at stilla upp allastaðni. Eg ætlaði at gera eina finessu, so eg sjálvur slapp at stilla upp alla- staðni, men um tað ikki ber til, so fari eg at fáa mær strámenn runt landið. Skulu tey vera líka stutt- lig sum tú? – Tey skulu ikki vera minni snedig. Eg veit í øll- um førum ein, sum kann brúkast. Um tað ikki eru fleiri, so skulu tað vera fólk, sum bara fylgja aftan á mær. Kanska vera tað sjey fólk, sum siga akkurát tað sama sum eg, sigur Jóhan í Kollafirði. Hvussu ætlar tú at finna fólkini? – Tá ið eg fortelji eina vittigheit í einari forsaml- ing, so plagi eg at hyggja eftir, hvørji 2-3 fólk, M/K, flenna. Tað er teimum, eg fari eftir. Hevur tú framvegis eingi vallyfti at leggja fyri velj- aran? – Tað er stuttligt, at tað eru míni vallyfti, sum eru tey mest áhugaverdu. Eg havi ikki sæð nøkur vallyfti frá hinum flokkunum enn, men tit spyrja øll eftir mínum lyftum. Tey koma seinni. Eg haldi teimum aftur, so tit skulu blíva við at spyrja. Um eg kom við teimum beinanvegin, so skuldi eg betalt fyri tey seinni. Hetta er taktikkur. Nú spari eg bæði pengar og skapi spenning um mín politikk, sigur Jóhan í Kollafirði. Men álvaratos, Jóhan. Gott skemt hevur altíð eitt sindur av álvara. Er nakar álvari í Hinum Stuttliga Flokkinum ella er hetta tað reina tvætl? – Hetta er bara álvari. Als ikki tvætl. Skemtið er sum sukur, sum skal fáa medis- inið at glíða niður hjá børn- unum. Um vit ikki drússa sukur, so blíva vit slett ikki frísk. Hinir brúka ikki suk- ur. Teir brúka dokument- mappur og stívrendar mein- ingar. Eg stríðist ímóti dokumentmappum og stív- rendum politikarum. Áðrenn 30. desember skulu valevnislistarnir hjá flokkunum vera lidnir. Hev- ur tú havt nakran upp- stillingarfund? – Nei, men tað er góð tíð. Væntar tú at vera valdur í løgtingið? – Ja! Tað er ikki ein spurningur, um eg sleppi inn. Spurningurin er bara, um eg fái meira enn tveir mans. Hvør verður hin stuttligi tingmaðurin? – Tað kann eg ikki siga, tí hann veit ikki av tí enn. So tú hevur ein jokara í ermuni akkurát sum hinir? – Ja! Jokarin hevur ein jokara. Ert tú tann einasti stutt- ligi flokkurin, sum stillar upp? – Nei. Hinir eru eisini nokk so stuttligir. Tað er tí, at eg eiti HIN stuttligi flokkurin. Eg eri bara ein stuttligur flokkur afturat. Veljarin tekur sum heild undir við teim- um avgerðum, sum Anfinn Kallsberg tók, tá ið hann útskrivaði val í úrtíð. Tað vísir veljarakanningin, sum Gallup og Fjøl- miðlaráðgevingin hava gjørt fyri Sosial- in og Útvarp Føroya VELJARAKANNING Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Anfinn Kallsberg bað um at vera loystur úr starvi sum løgmaður, segði tjóðveldis- menninar úr starvi og skriv- aði út nýval í somu vend- ing. Hesum avgerðum stuðlar veljarin sum heild. Meira enn annar hvør veljari (55%) heldur, at ný- val var rætta loysnin á politisku trupulleikunum, sum stungu seg upp í kjal- arvørrinum á bókini »Skjót journalistin,« ið hevði avdúkandi upplýsingar um fortíð løgmans. Umleið fimti hvør (21%) heldur, at heilt nýggir samgongumøguleikar áttu at verið royndir í staðin, og 16 prosent halda, at sam- gongan átti heldur at verið umskipað við nýggjum løgmanni. 41 prosent av tjóðveldisveljarum halda, at samgongan átti at verið umskipað við nýggjum løgmanni. Veljarin er so púra samd- ur við løgmann um, at tað var rætt av honum at siga seg úr starvi. Heili 83 pros- ent svara ja, 10 prosent siga nei, og 7 prosent siga seg ikki vita. Yvirhøvur eru veljarar úr øllum flokkum, eisini Fólkaflokkinum, samdir við hann um tað. Spurningurin um, hvørt tað var rætt av Anfinni Kallsberg at siga landsstýr- ismenninar hjá Tjóðveldis- flokkinum úr starvi, hevur eisini verið umrøddur. 50 prosent av veljarunum halda, at tað var rætt, og 39 prosent halda tað var skeivt. 11 prosent siga seg ikki vita. Í øllum flokkum uttan Tjóðveldisflokkinum er breið semja um, at tað var rætt at blaka landsstýris- menninar hjá Tjóðveldis- flokkinum til hús, tí teir ikki søgdu seg hava álit á løgmanni. Í Tjóðveldis- flokkinum siga hinvegin 69 prosent, at tað var skeivt, men 20 prosent halda kort- ini, at tað var rætt av løg- manni. Hetta er als ikki tvætl, men bara álvari, sigur Jóhan í Kollafirði, sum hevur fingið loyvi at stilla upp við Hinum Stuttliga Flokkinum Mynd: Jens K. Vang Veljarin stuðlar avgerðum løgmans Signar á Brúnni: Eg stóð púra býttur Løgtingsmaður í út- við 30 ár og lands- stýrismaður í fleiri umførum. Eyðmíkj- andi tap til Signar á Brúnni á uppstilling- arfundi í Tjóðveldis- flokkinum í Eystur- oynni UPPSTILLING Øssur Winthereig ossur@sosialurin.fo Og tað gjørdist spennandi á uppstillingarfundinum hjá Tjóðveldisflokkinum i Eysturoynni. Á fundinum hoyrdist enn ekkóið frá avgjørda Tórbirni Jacobsen um, at hann ikki vildi vera á listanum saman við Hans Tausen Olsen úr Runavík. Men ekkó hvørvur aftur og til ber at rópa okkurt annað. Maðurin sum sat eftir í hølunum á Róðrarneystin- um á Glyvrum var Signar á Brúnni. Vrakaður. 34 at- kvøður og næst niðasti fekk 35 atkvøður. – Eg hevði als ikki vænt- að hatta. Eg stóð púra býtt- ur. Eg dugdi als ikki at síggja, at hatta kundi henda. Eg væntaði, at tað var ein avgreiðsluspurning- ur at koma á listan, sigur Signar á Brúnni. Kanska var tað eisini ein avgreiðsluspurningur, men ikki av tí slagnum, sum Signar á Brúnni hevði roknað við. Kanska var av- greiðsluspurningurin, at Signar á Brúnni ikki skuldi á listan. – Eg var spurdur av for- manninum í felagnum og fuglfirðingar skutu meg upp. Sjáldan áður havi eg fingið so nógvar áheitanir um at stilla upp, men eg gjørdst altso ov stuttur, staðfestir Signar á Brunni. Tobbi fingið nýtt lív Ein annar maður kundi fara av fundinum við eini nýggjari meining, um hvussu skal stillast upp í Eysturoynni. Á forsíðum hevði Tór- bjørn Jacobsen hildið uppá, at hann ikki fór at vera á listanum, um Hans Tausen Olsen eisini fór at stilla upp í Eysturoynni. Tórbjørn Jacobsen sipaði til siðvenju um ikki at hava tvey upp- stillaði úr somu kommunu. Men ein valdur tingmað- ur sleppur sjáldan møgu- leikanum aftur at stilla upp, vísa royndirnar: – Eg helt, at Hans Tausen Olsen var uppskotið hjá runavíksmonnum, men eg havi síðani fingið so nógvar áheitanir, at eg kundi ikki siga nei, sigur Tórbjørn Jacobsen umleið klokkan 10 mikudag fyrrapart. Tórbjørn Jacobsen vísir til eitt citat frá einum ónevndum manni, tá hann var spurdur um hendan áðurnevnda siðvenjan nú ikki longur var galdandi: – Eg sigi, sum ein maður segði fyri mær: Nýval er endin á øllum og samstund- is byrjanin til eitt nýtt lív. Rikin á fund Átta skuldu á listan og níggju vóru í uppskoti. Vanliga hevur trupulleikin verið at fylla listan, men hesuferð var øðrvísi. – Ja, tað var beinanvegin lagt upp til eitt slag av stríði um plássini, og tað er heilt óvanligt, sigur Hallur Ell- ingsgaard, formaður í Eysturoyar Tjoðveldisfelag. Hann heldur, at summi valevni høvdu roynt at fingið fólk við sær á fund, tí tað er ikki vanligt at 62 fólk møta upp til ein upp- stillingarfund. Signar á Brúnni helt seg eisini duga at síggja eitt mynstur á fundinum. Nógv fólk vóru av Skálafjørð- inum. – Á Skálafjørðinum er onkur, sum ynskir, at eg ikki skuldi á listan. Tað var ósakligt, at summi høvdu rikið fólk á fund, heldur Signar á Brúnni. – Hevði eg grunað hatta, so kundi eg uttan at blunka fingið 10 fuglfirðingar við á fund, sigur Signar á Brúnni aftan á fundin. Nú ivast hann stórliga í, um hann tímir meiri: – Hatta spælið tími eg ikki meiri, sigur Signar á Brúnni, sum fyrstu ferð var valdur á ting fyri Tjóð- veldisflokkin í 1974. Tobbi er paff Tórbjørn Jacobsen sigur seg vera sera kløkkan av, at Signar á Brúnni ikki endaði á listanum. – Eg havi onga forkláring upp á, hvat hendi á fundin- um, sigur Tórbjørn Jacob- sen. Hann vísir til, at alt gekk rætt fyri seg: – Har vóru nógv fólk og valið var demokratiskt, er niðurstøðan hjá Tórbjørn Jacobsen, sum fyrstu ferð var valdur á Ting við sein- asta løgtingsval við 448 atkvøðum. Signar á Brúnni stillaði ikki upp til seinasta løg- tingsval, men var valdur á løgtingsvalinum 1998 við 286 atkvøðum. Tá fekk Tórbjørn Jacobsen 232 at- kvøður. Bæði Tórbjørn Jacobsen og formaðurin í felagnum, Hallur Ellingsgaard, harm- ast at Signar á Brúnni ikki kom á listan. Einasti møguleiki fyri at Signar á Brúnni kortini endar á tjóðveldislistanum í Eysturoynni er um onkur av hinum valevnunum tekur seg av listanum aftur. Signar á Brúnni gjørdist bilsin tá hann var eina atkvøðu ov stuttur at koma upp á listan hjá Tjóðveldis- flokkinum í Eysturoynni C M Y K 9 8 JOHN DAM er ein hin týdningarmesti skiparin og vinnulívsmaðurin í føroysku siglingar- søguni. Hann var undangongumaður í rækjufiskiskapinum, men eisini innan laksa- hemara- og skeljaveiðu gekk hann ótráddar leiðir. Hetta er ein lívssøga um áræði og framskygni, soltnar tíðir og gulltíðir, vónir og vónbrot, eydnu og lagnu. JOHN DAM er 400 blaðsíður við hópin av spennandi myndum. Bókin er innbundin og kostar kr. 295,- SKIPALISTIN 2004 hevur lógarkravdan føroyskan álmanakka, streymtalvur og streymkort umframt dagførdar upplýsingar og hópin av nýggjum myndum av føroyska flotanum. Tilfarið í SKIPALISTANUM er álítandi og viðkomandi hjá øllum teimum, ið hava áhuga fyri skipi og sjógvi. Skipalistin – hentur at hava! SKIPALISTIN 2004 kostar kr. 175,- og innbundin kr. 240,- – Fæst í bókabúðunum Ein spennandi greipa … R E P R O Z