hósdagur 18. desember 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 241 - 18. desember 2003
Nr. 241 - 18. desember 2003
11
Sum vit gjørdu vart við fyrr í vikuni, so tók umboðs-
nevndin hjá SEV eina týðandi avgerð á fundi fríggja-
dagin. Nevndin samtykti at byggja út vatnorkuna í
Eysturoynni. Hetta er triðja úbyggingin í Eysturoynni
og byggistigið kallast - eftir verkætlanini frá 1978 -
Eiði 2. Tað gongur úr Svínáum suður til Selatraðar og
er ætlað til 150 mió.kr. Talan er tí um tvey týðandi
viðurskifti - at byggja út vatnorkuna og gera íløgur fyri
150 mió.kr.
Lat okkum endurtaka, at í prinsippinum taka tey flestu
undir við, at vit skulu leggja dent ávarandi orkukeldur.
Tær eru t.d. vatn, vindmegi, alduorka og tann nýggja
orkukeldan - vetni, sum íslendingar hava ment og hava
roynt í bussum síðani í vár.
Nú er vatnorkuverkætlanin í samband við Eiðisverkið
nógv umrødd - tugt og tanlað, vil onkur kanska vera
við. Men hyggja vit avbyrgt eftir hesum byggistiginum,
so fekk umboðsnevndin ikki tilfarið fyrr enn nakrar
dagar undan umboðsnevndarfundinum. Tað merkir, at
eftir fáum døgum skuldu nevndarlimir kunna seg um
hesa stóru útbyggingina og kanska tosa við aðrar
serfrøðingar enn "ta sonnu" serfrøðina í SEV.
Tað er ígjøgnum umboðsnevndina í SEV, at demo-
kratiið í SEV skal tryggjast. Tá demokratiskar avgerðir
skulu takast, skulu tær hvíla á dyggari avgerð, har allir
spurningar viðvíkjandi málinum verða endavendir.
Spyrjast kann, um viðgerðin hevur verið nóg dygg, tá
tíðin frá framløgu til samtykt bara er ein vika ella báðar
tvær? Og hava aðrir serfrøðingar verið í viðgerðini?
Vit skulu eisini minnast til, at umboðsnevndin
umboðar teg og meg - okkum í teimum føroysku
kommununum - og nevndin hevur ábyrgdina av, at
okkara mánaðarliga gjald fyri streym verður brúkt á
rættan hátt, eisini tá tað snýr seg um framtíðina.
Staðfestasr kann, at tað eru rættiliga nógvir SEV-
brúkarar, sum ikki hóva mannagongdir í SEV og
framferðina í hesum máli.
Men eftir demokratisku meginregluni ræður meirilutin,
vil onkur siga. Víst so, men er meirilutin drigin upp á
tráð? Hevur hann havt fleiri alternativ at taka støðu til?
Harafturat eru fleiri spurningar reistir seinastu tíðina.
T.d eigur SEV ikki at fara longur niðan í hæddina -
niðan í 300 metrar, sum FNU hevur mælt til? Haraftur-
at hava lívfrøðingar rópt varskó, tí umhvørvisárinið er
ikki nóg væl kannað!
Harafturat er spurningurin, um SEV ikki átti at bíðað,
til vit fingu staðfest, hvussu nýggju vindmyllurnar í
Vestmanna roynast, og hvussu nýggja vindmyllu-
royndin hjá SEV fer at vignast. Vit vita, at SEV hevur
ikki álit á alternativum orkukeldum, m.a. tí at SEV
altíð skal kunna veita streym - undir øllum viðurskift-
um. Men haðani og til at seta føtur í spenni móti allari
nýskapan er eitt so stórt gap, sum umboðsnevndin ikki
eigur at kunna góðtaka í hesum tíðum, tá alternativar
orkukeldur vinna alt meira fram. Latið okkum tosa
ærliga og opið um hetta, latið okkum fáa eitt alment
orðaskifti um tað. Betur seint enn ongantíð.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Aftur ein ivasam avgerð
í SEV!
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Lívið byrjar við gitnaðin-
um, og eigur tí fostrið at
fáa virðing og verju frá
hesum degi.
Havandi í huga tær
fylgjur fosturtøka hevur
fyri kvinnuna bæði sálar-
liga og likamliga, eigur
kvinnan at verða hjálpt á
annan hátt.
Vit harmast um tulk-
ingina av galdandi lóg,
sum hvørki verjir barnið
ella hjálpir kvinnuni.
Landsleiðslan fyri
Aglow Føroyar
Elisabeth H. Joensen
Ása Lützen
Ranvá Royðutoft
Asta Lydersen
Mia av Kák Joensen
Yvirlýsing: Fosturtøka
Heðin Mortensen
valevni Sambandsfloksins í
Suðurstreymoy
Sjáldan man skriftin hava
staðið við so stórum bók-
stavum á vegginum, sum
nú nýggj veljarakanning
vísti væl og virðiliga, at
Føroya fólk hevur fingið
nóg mikið av fullveldistos-
inum.
Fyrst og fremst kom hetta
til sjóndar við dyggu
undirtøkuni til Sambands-
flokkin, men so sanniliga
eisini við tí ovurstóra aftur-
stigi, kanningin gav Tjóð-
veldisflokkinum.
Ikki sørt hugstoytt at
hoyra Høgna Hoydal tosa
um, at nú skal arbeiðast av
nýggjum, so fólkið aftur
kann fáa álit á politisku
skipanini.
Hetta
ljóðar
meira innantómt nú enn tær
túsund ferðirnar, hann fyrr
hevur sagt tað.
Kanningin vísir greitt og
týðiliga, at Føroya fólk
hevur álit á politisku skip-
anini, tá tað velur at siga
sína hjartans hugsan, so
hon ikki kann misskiljast:
Farvæl fullveldi!
Nú er nóg mikið av fras-
um og flosklum um full-
veldi og sjálvberandi bú-
skap, tí fólkið vil hava
realpolitikk á føroysku
dagsskránna aftur. Tað skal
vera ítøkiligur politikkur og
ikki tær beru staðfestingar,
soleiðis sum tað hevur
verið.
Eftir fimm ár við oyði-
markargongd, har alt hevur
verið skrúvað upp í dreym-
ar og ynski um, at politiski
veruleikin var ein annar,
enn hann veruliga var, vil
veljarin hava eitt greitt
útskifti í Tinganesi.
Uttan at ivast sigur triði
hvør veljari í veljarakann-
ingini, at Sambandsflokk-
urin nú eigur at taka við
landsins leiðslu. Sagt verð-
ur fullveldinum farvæl so
týðiliga, at eingin kann fara
skeivur: Góðan dag, Før-
oyar!
Bjarki Mohr
Eru rationaliseringar stutt-
freistaðar útreiðslur, ella
langtíðar sparingar.
Eg sat við áhuga og lurt-
aði eftir tíðindasendingini
kl. 18:30, týsdagin hin 16.
desember 2003, har út-
varpsmaðurin greiddi frá
nýggju veljarakanningini.
Framløgan varð áhugaverd,
eins og samrøðurnar við
ymisku floksformennirnar
vóru tað. Men endin á tíð-
indasendingini varð - tí-
verri - mest at líkna einari
gravartalu.
Útvarpsmaðurin
bar
fram, at um Føroya Javn-
aðarflokkur kom í eina
komandi samgongu eftir
valið, varð landskassin í
vanda fyri at missa 5 milli-
ónir eftir 3 ár, vísandi til
uppskotið hjá Javnaðar-
flokkinum um, at miðfyri-
sitingin skal umskipast og
tænastan til borgaran betr-
ast.
Í uppskotinum verður
lagt upp til at fremja tíðandi
umskipanir innan miðfyri-
sitingina, herundir verður
dentur lagdur á at minka
talið av aðalráðum, soleiðis
at vit framyvir koma at
hava uml. 6 aðalráð - held-
ur enn tey 9, vit hava ídag -
ið vit meta verða meira
hóskandi til føroyska sam-
felagið.
Niðurstøðan hjá útvarps-
manninum var, at um ætl-
anin skal fremjast í verki,
kemur tað at kosta skatt-
gjaldaranum uml. 5 mió., tí
at vit sostatt skulu verða 3
aðalstjórar fyri uttan, og at
hesir skulu hava løn kom-
andi 3 árini.
Sjálvandi skulu hesir 3
aðalstjórar hava løn í upp-
sagnartíðini - um ein tílík
ætlan verður framd í verki -
alt annað vildi verið ó-
menniskjaligt og beinleiðis
í stríð við gjørdar arbeiðs-
marknaðar-avtalur. Men tað
er eintýðuga niðurstøðan
um, at talan bert er um eina
útreiðslu, ið fær meg at
gera hesar viðmerkingar.
Øll, ið hava verið við til
at fremja umskipanir -
rationaliseringar - vita, at
hesar upp á stutt sikt kunnu
viðføra eina útreiðslu, men
at tað ikki eigur at tálma
einari leiðslu í at taka neyð-
ug stig. Um rætti hug-
burður er til staðar, verða
tílík tiltøk alloftast sett
íverk, tí at hesi skulu síggj-
ast yvir eitt longri tíðar-
skeið.
Um tíðarhorisonturin hjá
útvarpsmanninum - í sama
dømi - rakk longur enn 3 ár,
vildi hann møguliga komið
til ta niðurstøðu, at upp-
skotið hevði spart skatt-
gjaldaranum somu 5 mió.
yvir eitt 6 ára tíðarskeið.
Hvussu stór verður spar-
ingin, um tíðarhorisonturin
gerst enn longur?
Eg eri sannførdur um, at
tað er neyðugt at umskipa
miðfyrisitingina, soleiðis at
hon hóskar til føroysk við-
urskifti, og er til fyri fólkið.
Øll lond hava tað - í longd-
ini - best við, at tað er eitt
hóskandi lutfall millum al-
menna umsiting og fram-
leiðandi partin av samfe-
lagnum.
Annars vil eg nýta høvi
at takka Útvarp Føroya fyri
nógvar góðar tíðindasend-
ingar.
Fólksins dómur: Farvæl fullveldi!
5 milliónir - útreiðsla ella sparing?
Erhard Jacobsen
Eg síggi í bløðunum í
dag (16. des.), at leiðsl-
an í Sjálvstýrisflokkin-
um er ónøgd við inni-
haldið í einum lesara-
brævi, sum formaðurin í
Unga
Sjálvstýrinum
hevur skrivað herfyri. Í
lesarabrævinum leggur
formaðurin
í
Unga
Sjálvstýrinum dent á, at
Sjálvstýrisflokkurin er
ein veruligur miðflokkur
og ikki eitt politiskt avrit
av Miðflokkinum hjá
Jenis av Rana og øðrum
sektaristum. Eg kundi
hugsað mær at lagt aftr-
at, at Sjálvstýrisflokkur-
in eigur heldur ikki at
vera eitt politiskt avrit av
Fólkaflokkinum, hóast
tað kanska var taktiskt
rætt at kasta saman við
Fólkaflokkinum aftan á
seinasta val. Men er tað
so, at leiðslan í Sjálv-
stýrisflokkinum heldur,
at vit skulu vera fitt og
tekkjast øllum hugsandi
sjónarmiðum,
kanska
serliga teimum, sum
Miðflokkurin
stendur
fyri, so kann flokkurin
bara avtaka seg sjálvan.
Kristiligheitina hjá Mið-
flokkinum gevið eg í
hvussu er lítið fyri.
Eina góða stevnuskrá
Sjálvstýrisflokkurin
hevur eina dundrandi
góða stevnuskrá, sum er
eitt greitt alternativ til
bæði buldrutan loysing-
arpolitikk og høgra-
populismu, eina stevnu-
skrá, sum sigur, at tað er
við sjálvbjargni, við
okkara egna hegni og
við egnum avrikum, at
vit vinna sjálvstýrið.
Okkum nýtist bara at
leita aftur í søguna og
lesa tað, sum at sær
komin
sjálvstýrisfólk
áður hava sagt og skriv-
að, og ásanna, at teirra
sjónarmið hava ongantíð
verið meira aktuell enn
júst í dag. Men er tað so,
at leiðslan í Sjálvstýris-
flokkinum ikki vil fylgja
síni egnu stevnuskrá, so
skal hon siga tað púrasta
greitt, so vit vita, hvar
krossurin skal setast 20.
januar.
Sjálvstýrið er ein
daglig avbjóðing
Eg haldi annars at tað
sæst so týðiliga í dag,
hvussu stóran týdning
tað hevur at hugsa seg
um og vera á varðhaldi,
tá ið tú situr í landsins
leiðslu. Har eru nógvir
traðrir at toga í, og togar
tú bara í tann eina ella
ongan, so er skjótt at alt
fer av lagi. Og tað er júst
tað, sum er um at henda,
nú hendan samgongan
leggur frá sær.
Skal Sjálvstýrisflokk-
urin hava nakra framtíð
og gera sína ávirkan
galdandi, má hann hava
onkra ætlan fyri fram-
tíðina, bæði tá talan er
vinnu-, sosial-, útbúgv-
ingar-, umhvørvis- og
ikki minst mentunar-
politikk, sum alt eigur at
byggja á sjónarmiðið
um sjálvstýri. Sjálv-
stýrið er ein daglig av-
bjóðing fyri hvønn ein-
stakan!
Í mínum eygum er
onki í áður nevnda les-
arabrævi, sum talar fyri
eini avsannan. Lat tað
vera vítt til veggja í
andaligum spurningum,
og latið brævskrivaran
sjálvan hefta fyri tí, sum
hann skrivar, serliga um
tað er ósatt, sum hann
sigur.
Grundsjónarmiðini og
stevnuskráin hjá Sjálv-
stýrisflokkinum standa
annars at lesa á heima-
síðuni:
www.sjalvstyrisflokkurin.fo
VIÐMERKINGAR
Lagnuløta
Kenneth Rasmussen
form. Unga Sjálvstýri
Demokrati merkir fólka-
ræði. Demokratiið eigur at
verða oman fyri partapo-
litisk sjónarmið og mein-
ingar hjá einstøkum felags-
skapum. Í demokratiinum
liggja eisini tey rættindi og
skyldur, sum hvør einstakur
borgari í einum demokrat-
iskum landi hevur. Tvs.
møguleikin hjá tí einstaka
at siga sína hugsan, at hava
persónligt frælsi, at virka
fyri at fremja sínar hug-
sjónir og at hava ávirkan á
tað samfelag og samtíð,
sum hann livir í.
Frælsi við ábyrgd
Sjálvstýrisflokkurin byggir
sín politikk á sosialliberal-
istisku hugsjónina, sum
setir
demokrati
sera
frammarlaga, bæði tá tosað
verður um demokrati sum
fólkaræði og demokrati hjá
tí einstaka.
At hava ávirkan merkir
eisini at hava ábyrgd. Tá vit
hava frælsi at siga og gera
tað, sum vit vilja, eiga vit
eisini at taka fylgjurnar av
okkara orðum og gerðum.
Hetta er ein javnvág, sum
vit ikki eiga at nerta. Í 2003
síggja vit greið dømi um,
bæði úti og heima, at roynt
verður at avmarka og binda
niður frælsi hjá tí einstaka.
Tá er skjótt missa tamar-
haldið, soleiðis at hetta fer
sum ein sótt gjøgnum alt
samfelagið og kann fáa
ræðandi avleiðingar, sum
eingin kann ímynda sær.
Opinleiki og alment
innlit
Ein onnur síða av demokra-
tiinum er at síggja, hvussu
fólkaræði arbeiðir. Vit hava
seinnu árini verið vitni til,
at tað í Føroyum gongur
rætta vegin. Almennir fe-
lagskapir og stovnar eru
meiri opnir, og møguliga er
eisini vorði minni av al-
mennum rotinskapi.
Men enn restar nógv í.
Eitt dømi, sum vit javnan
verða mint á, er orkufelag-
ið, sum vit øll eiga. Har
hava orð sum opinleiki og
innlit enn ikki rinið við.
Sjálvstýrisflokkurin virk-
ar fyri, at demokratii í
framtíðini fer at fáa betri
livilíkindi í bæði stórum og
smáum í Føroyum.
Listi D = demokrati
Svenning Borg
Vágur
Sambært formanninum í
búskaparráðnum
skal
landsstýrið ikki óttast, at
fíggjarlógin gevur undir-
skot, tí at ov nógv alment
fólk eru sett í starv og
mælir hann til, at enn fleiri
almenn størv verða sett,
hetta mugu flestu halda
vera undarliga búskapar-
ráðgeving, tí vinnulívið
klárar illanokk at føða nú-
verandi almennu umsiting
og við verandi útlitum fyri
vinnuna, kemur hon als
ikki at klára er bera núver-
andi umsiting ,so skattir og
avgjøld mugu hækkast fyri
at bera almennu umsit-
ingina, verður umsitingin
so enn størri, tá verður lítið
eftir í lønarposanum hjá
vanliga føroyinginum.
Fiskimaðurin sýnist at
standa illa í eygunum á
búskaparráðnum, tí at hann
hevur ein skattafrádrátt,
sum ger, at frádrátturin
nøkulunda dekkar útreiðsl-
urnar, sum eru við at vera
sjómaður. Hettar hevur bú-
skaparráðið fingið ilt í
reyvuna av, og mæla teir til,
at frádrátturin verður av-
tikin.
Somuleiðis ráða teir frá,
at tikið verður undir við
uppskotið Sambandsflok-
sins um, at rækjuflotin
kemur undir FAS skipanina
í nøkur ár fyri at bjarga
honum undan húsagangi,
alternativ til uppskot Sam-
bandsfloksins hevur bú-
skaparráðið ikki, uttan at
lata flotan fara á húsagang.
Til seinast vilja teir
broyta MVG lógina soleið-
is, at ikki fer at bera til at
vera sjálvrekandi útróðrar-
maður, saman við nøkrum
ungum kreftunum í Tjóð-
veldisflokkinum vilja teir
jarðleggja útróðrarflotan,
men tíbetur, fullveldis-
landsstýrið mátti leggja frá
sær í úrtíð, og var tað gott
fyri fiskimannin.
Sambandsflokkurin tónar
reint flagg og stendur inni
fyri, at sjómenn hava
skattafrádráttin og vil virka
fyri at broyta MVG lógina,
so tað verður lættari at reka
útróðrarbátar enn tað er
ídag og at reka vinnuna
annars, tí tað er vinnan og
bert vinnan sum føðir Før-
oyar, tit í búskaparráðnum
Búskaparráðið kann Før-
oyar verða fyri uttan, men
hvat var Føroyar eitt fátækt
land uttan fiskimannin.
At fiskimaðurin er lágt í
metum hjá ávísum per-
sónum hava okur ásannað,
men veruleikan sleppur so
ongin føroyingur og heldur
ikki búskaparráðið undan,
uttan fiskimannin var onki
búskaparráð og heldur onki
vælferðarsamfelag,
men
armóð og elendiheit.
Til tykur sum hava havið
til arbeiðspláss, hugsið
tykkum væl um, nú nýval
verður, gleðilig jól og gott
nýggjár og góðan fong
komandi ár.
Búskaparráðið og fiskimaðurin
Harry á Lakjuni
Tá ið tað nú um dagarnar
verður fokuserað so nógv
upp á fortíð løgmans, kundi
eg hugsað mær at gjørt eina
viðmerking - ikki til forsvar
fyri løgmann ella nakran, ið
kundi hugsast at havt eina
»ivasama fortíð«. Heldur
ikki ætli eg mær at grava í
fortíðini hjá nøkrum.
Tjóðveldisflokkurin pro-
klamerar stórt í hesum døg-
um, at teir á tingi eru ga-
rantar fyri politiskum rein-
føri, so í fortíðini hjá ting-
manning Tjóðveldisflok-
sins er neyvan nakað at
grava eftir, og tað eiga vit at
gleðast um.
Og um so var, at onkur
tjóðveldismaður onkuntíð,
fyri 10, 20 ella 30 árum síð-
ani, skuldi havt traðkað
skeivt, og okkurt skuldi
verið at farið eftir, so tænti
tað neyvan nøkrum enda-
máli at rivið upp søk.
»Tann, ið dylur misgerð,
søkir kærleika, men tann, ið
rívur upp søk, skilir vin frá
vini.« (Orðt., 17.9)
Ein ivasom fortíð kann
vera tyngjandi. Men ein
ivasom fortíð er ikki so
nógv at ræðast sum ein iva-
som nútíð, sum kann føra
til eina meir ivasama - fyri
ikki at siga - óhugnaliga
framtíð.
Tá ið eg sigi hetta, so
hugsi eg um, at tjóðveldis-
menn í sama andadrátti, teir
proklamera sítt reinføri,
proklamera sín stuðul á
tingi til bæði líkt og ólíkt -
kanska mest ólíkt. Og tá ið
eg sigi tað, so vita øll, sum
hava lisið bløðini ta síðstu
tíðina, hvat eg meini við.
Eingin flokkur hevur sum
Tjóðveldisflokkurin víst sín
stuðul til slíkt, sum bæði er
abnormt og óføroyskt.
Eg ræðist nógv verri eina
framtíð við Tjóðveldis-
flokkinum enn fortíð løg-
mans.
Reinføri Tjóðveldisfloksins og framtíð Føroya fólks
Finnleif Guttesen
Tvøroyri
Ódugnaskapur á Føroya
Lívstrygging, nei, tað fái eg
meg illa at trúgva uppá,
men hví er tað so galið, at
eitt partafelag við yrkis-
nevnd og stjórn, ikki klárar
at svara einum spurningi
eftir 6 mánaðum?
Føroya Lívstrygging er
eitt monopol, sum sær út til
at liva av sínum kundum og
ikki fyri sínar kundar. Hetta
er ógvuliga harmiligt, og
skuldi tað fingið avleið-
ingar fyri monopolið.
Í nógv harrans ár hevur
umberingin hjá Føroya
Lívstrygging verið, at alt
gongur so seint fyri seg, tí
tað verður arbeitt við at
betra tað tøkniliga á teldu-
økinum.
Er hetta tann veruliga
orsøkin til, at tað ganga 6
mánaðir uttan at ein kundi
ella brúkari fær eitt svar
upp á ein rímuliga greiðan
spurning, ja, so er tíðin
komin til at nevnd og stjórn
taka avleiðingar av hesum
og ikki bert lata tað fara
aftur við borðinum.
Til Føroya Lívstrygging
C
M
Y
K
11
10