hósdagur 18. desember 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 241 - 18. desember 2003
Nr. 241 - 18. desember 2003
13
Jóanes Nielsen
innstillaður til
bókmentavirðisløn
Norðurlandaráð-
sins
Guðrun Gaard
Yrkingasavnið "Brúgvar
av svongum orðum",
sum er sjeynda yrkinga-
savnið eftir Jóanes Niel-
sen, varð herfyri inn-
stillað til Bókmentavirð-
isløn Norðurlandaráð-
sins fyri 2004.
Heitið á yrkingasavn-
inum sigur frá dreymin-
um, sum er at skapa
samband millum hugans
lív og tað livandi lívið. Í
yrkingunum
syndrast
evnislig
og
tíðarlig
mørk. Í fremstu yrking-
ini í savninum "Onkran
morgun"
blandast
skaldsligi substansurin
við hendingar í tíðini og
í náttúruni, og skaldið
droymir yrkingina sum
eina ótarnaða ferð ígjøg-
num tíð og rúmd. Knór-
in í yrkingini er viður-
kenningin av, at lívið ber
meiningina í sær sjálv-
um, og tað verður lýst
sterkt, sevjumikið og
pulserandi. Tíðin par-
kerar sína kerru her og
har á leiðini, og tá
Sólin loysir angan úr
villum rósum
Havið gyrðir dagin við
skúmandi tonnum
er lívið akkurát, sum tað
skal
vera.
Yrkingin
"Náttarljóð" hevur sama
flótandi
dámin.
Har
kann ljósið vigast á fín-
um
vektum,
luftin
smakkar av munninum
hjá grannakonuni og av
starasanginum í trænum,
og tú hoyrir glæmuna í
náttlampuni. Tað deyða
er til í tí livandi, tíðin er
bert ein og hin sama, tá
tað verður sagt, at tey
deyðu vera smuglaði inn
gjøgnum smáar rivur í
lívfrøðini. Yrkingasavn-
ið hevur her dám av tí, at
yrkjarin er hugfangaður
av holdsliga deyðanum
og av ævinleikanum.
Hann finnur samljóð og
frið í tí at vera partur av
eini ringrás, sum er ein
ævinleiki.
Ikki
ein
evangeliskur slíkur, men
kanska ikki minni gud-
dómligur fyri tað.
Yrkingarnar hjá Jó-
anesi Nielsen hava dup-
ult lyndi, øðrumegin er
ein ógvusligheit og ein
trongd til at knúsa allan
órætt, hinumegin lýsir
eymleiki og inniligleiki
út úr yrkingunum. Tað
eyðkennir hansara poet-
iska mál, at tað er triva-
ligt, litríkt og ofta harð-
mælt, samstundis sum
tað er sjáldsama bein-
rakið. Í yrkingini "Mítt
pass er mín andadrátt-
ur", hevur hann eina
song og upp í lógvan av
vakurleika við sær, tá
hann kemur at loysa
Jesus niður av kross-
inum, so hann endiliga
kann sleppa at hvíla seg.
Pass hansara til Guds er
menniskjaligheitin, kær-
leikin og vakurleikin.
Menniskjaligheitin
ber av øllum við sínum
mongu formum og út-
látum, og tað fullkomna
er bert til í viðurkenn-
ingini av tí ófullkomna
sum fyritreyt fyri tí.
Einki er so lukkuligt
sum
ein
ófyrireikað
veitsla, og tað er betri at
hoyra til teirra, ið støð-
ugt leita eftir svarum
enn at vera millum
teirra, sum halda seg
hava funnið svarini og
goyma
tey
aftanfyri
skottrygt glas.
Jóanes Nielsen upp-
fyllir við hesum yrk-
ingasavninum djúpasta
og týdningarmesta enda-
málið
sum
yrkingar
hava, tá ið hann við møt-
inum millum subjektivt
og surrealistiskt skalds-
ligt mál og veruleikan
vekir ella endurvekir ta
sterku lívskensluna.
Yrkingasøvn
eftir
Jóanes Nielsen verða
eisini týdd til onnur mál
og júst fyri fáum døgum
síðani kom næstseinasta
savn hansara "Pentur" út
á nýnorskum, har tað
eitur "Sting". Tað er
Lars Moa, sum hevur
týtt og bókin er útgivin á
forlagnum
Orkana.
Sami týðarin hevur eis-
ini longu týtt "Brúgvar
av svongum orðum",
sum á nýnorskum eitur
"Bruer av svoltne ord",
og tað savnið kemur
ætlandi út á Det Norske
Samlaget í næstum.
Edmund Joensen
Frá einum halli uppá 400
milliónum á landskassa-
roknskapinum til eitt yvir-
skot uppá 550 miljónir kr.,
tað gevur ein mun uppá 950
miljónir kr. rætta vegin.
Hetta var útslitið hjá Sam-
bands-landsstýrinum 1994
til 1998.
Frá einum yvirskoti uppá
550 miljónum til eitt und-
irskot uppá 300 miljónir kr.
gevur ein mun uppá 850
miljónir kr. skeiva vegin.
Hetta var úrslitið hjá Full-
veldislands-stýrinum
frá
1998 til 2003.
Allir næmingar í fyrsta
skúlaflokki kunnu vátta at
hetta er rætt. Allir tilkomn-
ir føroyingar kunnu vátta at
hetta er onki nýtt. Seinastu
50 árini hava Føroyar upp-
livað eina røð av kreppum.
Allar eru nær tengdar so
ella so at fullveldismonn-
um. Hvørja ferð føroyski
veljarin hevur latið full-
veldismenn koma framat
landskassanum, so gekk
galið.
Lat okkum lata seinastu
turru almennu roknskapar-
tølini tala?
Alt bendir á, at handa-
lagið hjá føroyskum full-
veldismonnum gerst verri
og verri. Tað er ótrúligt
men satt. Tí ongantíð í Før-
oya søgu hava politiskir
samgonguflokkar havt so
gott útgangsstøði, og ong-
antíð í søguni hava Føroyar
havt so góðar fíggjarligar
umstøður sum tey seinastu
6 árini (fiskanøgdir, fiska-
prísir, orkuprísir, rentustøði
o.s.fr.).
Bæði
næmingarnir
í
fyrsta
flokki
og
allir
tilkomnir føroyingar hava
tey seinastu árini hoyrt full-
veldismenn reypað óført av
fíggjarligu framgongdini í
Føroyum. Milliardirnar
hópaðu seg upp, og flutu
yvir í landsbankan.
Næmingarnir í fyrsta
flokki hava neyvan lisið
Hvítu bók. Høvdu teir tað,
høvdu teir ivaleyst kravt
eina frágreiðing frá floks-
læraranum. Hvussu kann
munurin millum Hvítu bók
og upplýsingarnar annars
frá føroyskum fullveldis-
monnum og fjølmiðlum
liggja so langt frá veruleik-
anum?
Men hvat sigur tilkomni-
og at sær komni, føroying-
urin? Kennir hann seg ikki
eina ferð enn førdan "bak
ljósið" av okkara fullveldis-
monnum?
Læt meg fyri góðan ord-
an skyld minna á, at sam-
bandslandsstýrini og full-
veldislandsstýrini
hava
arbeitt undir somu sam-
felagsskipanum, føroysku
heimastýrisskipanini. Tað
er sostatt ikki skipanin sum
ger munin, heldur ikki
danir. Teimum hava vit liv-
að saman við í hundrað tals
ár.
Munurin er sólkaklárur.
Sambandsflokkurin annan
vegin og rætta vegin, og
fullveldismenn hin vegin
og skeiva. Tað áttu ikki
bert næmingarnir í fyrst
flokki, men allir tilkomnir
føroyingar at tikið til eftir-
tektar.
VIÐMERKINGAR
Brúgvar av
svongum orðum
Roknistykki fyri 1. skúlaflokk
– ella onki er nýtt undir sólini
Landskassa rslit u/avdr ttir
-1000
-800
-600
-400
-200
0
200
400
600
800
1992 1993 1994 1995 1996 1997 1998 1999 2000 2001 2002
r
Mi . kr.
Tølini í talvuni omanfyri eru almen roknskapartøl fram til 2002. Undirskotið á fíggjarlógini
fyri 2004 byggir á meting, gjørd eftir fíggjarlógarviðgerðina í heyst
Kristian Magnussen
løgtingsmaður fyri
Javnaðarflokkin
Í Sosialinum týsdagin spyr
Bill Justinussen, hvat feilar
Kristian Magnussen? Or-
søkin er, at eg í grein í
Sosialinum leygardagin m.
a. føri fram at »Hóast vit
hava havt stóra búskapar-
liga framgongd seinastu
árini, eru ikki stórvegis
ábøtur gjørdar innan al-
manna- og heilsuøkið og
skúlaverkið«.
Bill følir seg kallaðan til
at afturvísa tí, eg føri fram,
og hetta heldur hann seg
gera við nøkrum dømum,
hóast dømini fyri tað mesta
eru leysar ætlanir og fýr-
verk í úrtið.
Eitt av hansara páhaldum
er, at stór framstig eru hend
í sjúkrahúsverkinum. Hann
nevnir nýggja bygningin og
viðlíkahald annars á Lands-
sjúkrahúsinum.
Viðv.
nýggja bygninginum er at
siga, at hesin bleiv sam-
tyktur at byggja í 97 av
landsstýrinum, ið sat til
valið í 98, og teir fyrstu
pengarnir vóru settir av á
fíggjarlógini fyri 98.
Høvdu hesi bæði seinastu
landsstýrini fylgt byggi-
ætlanini hjá bygginevndini,
so hevði bygningurin longu
verið tikin í nýtslu og um-
bygging og viðlíkahald á
landssjúkrahúsinum byrjað.
Serviðgerð uttanlands
Bill gloymir at nevna, at
hann er fyrsti landsstýris-
maður í Føroya søgu, ið
noktar fólki sjúkraviðgerð
uttanlands, og hann gloym-
ir eisini at nevna, at hann
eisini hevur gjørt kunn-
gerðina frá 97 um flutn-
ings- og ferðaendurgjald til
sjúklingar uttanlands meiri
ómenniskjaliga.
Fólkaheilsa og
mjólkaprísir
At Bill nevnir fólkaheils-
una vísir, at hann er í so
kaldur. Tað einasta ítøki-
liga, sum er hent á tí økin-
um í Bill’sa tíð er, at
mjólkin er vorin dýrari, og
at hon frá á nýggárinum fór
at gerast enn dýrari, um
Bill bleiv sitandi. Bill nevn-
ir eisini, at hann fer at nema
við familjupolitikkin í aðr-
ari grein. Eg vóni, at hann
eisini tá minnist til at
greiða frá síni familju-
politisku ætlan, at lækka
rentufrádráttin hjá barna-
familjum og øðrum húsar-
haldum.
Hvat ið er fupp ella fakta
hjá Bill vita tey, ið eru rakt
av avleiðingunum av hans-
ara politisku avgerðum.
Ynskir veljarin ein meiri
menniskjaligan og álítandi
heilsupolitikk, so vil Javn-
aðarflokkurin, um vit fáa
neyðugu styrkina og koma í
samgongu aftan á løgtings-
valið, føra ein ítøkiligan
politikk, heldur enn áhald-
andi fuppið frá Bill og
samgonguflokkunum,
ið
hava havt valdið síðan 98.
Bill og fýrverk í úrtíð
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
18. desember. Gratianus, deyður umleið ár 300.
Biskupur í Tours í Fraklandi. Varð tikin av døgum, tá
ið Diocletianus ráddi.
17. desember vóru liðin
100 ár, síðan fyrsta flogfar
við motori fór á flog. Tað
vóru brøðurnir Wright í
Kitty Hawk í North Caro-
lina, sum gjørdu hesa
royndina.
Teir gjørdu fýra royndir
hendan dagin, tann 17.
desember 1903, fyrsta túrin
flugu teir 37 metrar í 12
sekund. 37 metrar er um-
leið helvtin av longdini á
einum Boeing 747 ferða-
fólkaflogfari.
12. desember 1978 kom kendi danski heimsmeistarin í
speedway, Ole Olsen, til Havnar á vitjan.
Endamálið við vitjanini var at gera reklamu fyri væl
kenda sodavatnið Soda-streem. Soda-streem fyritøkan var
sponsorur fyri Ole Olsen. Nógv børn vóru samankomin
fyri at heilsa upp á heimsmeistaran og fáa hansara
autograf saman við eini litplakat
Kelda: Myndaárbókin, árið ið fór 1979
Á Føroya Sjómansskúla tóku 14 mans prógv sum stýrimenn í desember 1973.
Teir vóru: Aftara rað f.v.: Dánial Joensen, Oyndarfjørður, Eyjohn Sivertsen, Klaksvík, Hans M. Joensen, Vágur, Bergleif
Jacobsen (nú Brimvík), Syðrugøta, Vilmund Sørensen, Húsavík, Niels Jacob Michelsen, Tvøroyri, Rúni Hentze, Argir, og Sámal í
Homrum, Kollafjørður.
Fremra rað, f.v. Hanus Heinesen, Toftir, Eiler Mikkelsen, Toftir, Mikkjal Olsen, Klaksvík, Jóannes Skaale, Tórshavn, Ebbe
Michelsen, Tvøroyri, og Óli Djurhuus, Hósvík.
Kelda: Myndaárbókin, árið ið fór 1974
Stýrimanspróvtøka fyri 30 árum síðan
Ole Olsen:
25 ár síðan heimsmeistarin
í speedway vitjaði
Flogsøgan 100 ár
Flogfarið hjá brøðrunum Wright í North Carolina sum fyrstu ferð fleyg tann 17. desember 1903
Mynd: FLIGHT 100 years of aviation
C
M
Y
K
13
12