hósdagur 18. desember 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 241 • hósdagur • 18. desember 2003 • 77. árg.
Ein av heimsins mest
framkomnu og um-
hvørvisvinarligu bil-
um, Toyota Prius,
kemur á danska og
føroyska marknaðin í
vár. Bilurin hevur
tveir samanbygdar
motorar, annar
bensin og hin el-
drivin
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Hóast hybridbilurin, Toyota
Prius, hevur verið á markn-
aðinum síðan 1997, er tað
fyrst nú, at hann kemur til
Danmarkar. Orsøkin er, at
danska stjórnin ikki hevur
vilja givið hesum um-
hvørvisvinarliga bilinum
avgjaldslætta. Nú hava
danir tikið avgerðina um at
taka bilin heim og vóna, at
danska stjórnin, eins og
fleiri stjórnir í Evropa, fer
at geva bilinum ans, og at
hann sleppur undan ov
stórum avgjøldum.
Toyota Prius er ein bilur
við
tveimum
motorum
samanbygdum
motorum
sum supplera hvønn annan.
Bensinmotorurin er ein 4
syl. við 115 hk, meðan el-
motorurin hevur 68 hk.
Í orðabókini stendur at
"hybrid" merkir nakað við
at blanda, og ein hybrid-
bilur er ein bilur sum í
minsta lagið hevur tveir
motorar, sum brúka ymiska
drívmegi, sum t.d. Prius
sum brúkar bensin og el.
Hybridkonseptið
virkar
soleiðis at bensinmotorurin
og el-motorurin supplera
hvønn annan og syrgja fyri
at bilurin altíð koyrir opti-
malt, bæði hvat kraft, øko-
nomi og umhvørvisvernd
viðvíkur.
Battaríini, sum liggja í
dúrkinum, geva streym til
el-motorin og verða lødd
upp av bensinmotorinum.
Fyri at bilurin ikki skal
verða ov tungur, er stórur
partur av plátulutunum
gjørdir úr aluminium.
Prius hevur elektroniskt
"start & stop", t.v.s. at tá
bilurin
stendur
stillur,
steðgar motorurin og start-
ar aftur, tá bilførarin traðk-
ar á spitaran. Girstongin, er
eitt lítið elektroniskt joy-
stick í instrumentborðin-
um. Bilurin hevur allar tær
vanligu elektronisku trygd-
ar- og hjálparskipanirnar,
sum eru í nútímans bilum.
Bæði FDM / Motor og
Motor-Magasinet
hava
royndarkoyrt bilin, ið er
sera ljóðleysur at koyra,
serliga tá hann koyrir við
el-motorinum, men eisini
við bensinmotorinum.
Toyota er av tí fatan at
hybridtøknin er eitt tað
mest realistiska boðið uppá
ein optimalan umhvørvis-
vinarligan familjubil. Frá
Reyni Service verður sagt,
at teir hava tikið avgerð um
at taka bilin til Føroyar,
samstundis sum hann kem-
ur til Danmarkar.
Toyota Prius II:
Hybridbilur við
tveimum motorum
Toyota Orius II Hybrid
Motorur I:
1,5 litur 4 syl bensin 78 hk
Motorur II:
El-motorur við 68 hk
0-100 km/t:
10,9 sek
Bensinnýtsla: 23,0 km/l
Stødd og vekt:
Longd:
445,0 cm
Breidd:
173,0 cm
Hædd:
149,0 cm
Eginvekt:
1300 kg
Søluumboð:
Reyni Service
Vegurin Langi
FO-188 Hoyvík
Tel. 353040
www. reyniservice.fo
Toyota Prius II við tveimum motorum er ein av heimsins mest framkomnu og umhvørvisvinarligu bilum
Motorarnir fylla væl í motorrúminum. Á myndini er el-
motorurin til vinstru og bensinmotorurin til høgru
Á einum skíggja í miðjuni á instrumentborðinum kann
bilførarin og tey ferðandi í bilinum fylgja við hvat
hendir í motorrúminum, hvør motorur er í drift o.a.
Bensin- og el-motorurin eru samanbygdir og supplera
hvønn annan
Toyota Prius II innan. Girstongin er sum eitt joystick
15
14
Nr. 241 - 18. desember 2003
Stórfingna Norð-
sjóvarsavnið í Hirts-
hals er rættiliga illa
farið av stóreldinum
týskvøldið.
Akvariumið, sum
kostaði 95 mio. krón-
ur í 1998, er farið at
leka av nógva hitan-
um, og stórur vandi
er fyri, at øll 1000
fiskasløgini fara fyri
skeytið
BRANDUR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Størsta akvarium í Evropa,
Norðsjóvarsavnið, í Hirts-
hals er illa farið av elds-
bruna. Týskvøldið klokkan
seks kyknaði eldurin og
ikki fyrr enn á midnátt
eydnaðist tað sløkkliðs-
monnunum úr norðurjút-
landi at basa stóreldinum.
Heili trettan sløkkiliðs-
bilar komu alt fyri eitt á
savnið, men stutt eftir
klokkan seks týskvøldið
var høvuðsbygningurin í
ljósum loga, men sløkki-
sliðmenninir fingu bast
eldinum, so hann ikki
breiddi seg til hinar bygn-
ingarnar.
Mikumorgunin
vóru
bjargingarfólk framvegis
ikki komin inn í bygningin,
og tí bar ikki til at siga
nágreiniliga, hvussu stórur
skaðin á Norðsjóvarsavnið
er.
Tað er kortini greitt, at
stórur partur av savninum
er oyðilagdur av eldinum.
Størsta perlan á savninum,
akvariumið, er eisini illa
farið. Størsta uppgávan í
løtuni er at bjarga teimum
4000 fiskunum, sum halda
til í størsta akvariuminum í
Evropa.
Ivasamt
Føroyskar keldur í Hirts-
hals, sum Sosialurin hevur
havt samband við, siga, at
tað framvegis er rættiliga
ivasamt, um tað fer at eydn-
ast at bjarga teimum mongu
fiskunum.
Nógvi hitin hevur gjørt,
at eitt hol er komið í akvari-
umið, og tí er óttið fyri, at
rúturin ikki fer at halda
ímóti stóra vatntrýstinum.
Poul H. Pedersen, stjóri á
Norðsjóvarsavninum sigur
við BT, at hann óttast, at
stóra akvariumið ikki fer at
halda, og tískil fara tey
mongu
fiskasløgini
í
akvariuminum fyri skeytið.
Tað er um 1000 ymisk
fiskasløg í akvariuminun,
so tað er eitt rættiliga stórt
virði, sum fer til spillis, um
tað ikki eydnast at bjarga
teimum 4000 fiskunum.
Millum fiskasløgini á
Norðsjóvarsavninum eru
eitt ótal av ymiskum pelag-
iskum
fiskasløgum
og
ymisk hávasløg.
Møguliga
hondverkarar
Vakthavandi á løgreglu-
støðini í Hjørring sigur, at
stóreldurin í Norðsjóvar-
savninum
kann
verða
óbeinleiðis íbirtur av nøk-
rum hondverkarum, sum
arbeiddu í bygninginum
seinnapartin
týsdagin.
Hann vísir til, at hondverk-
ararnir nýttu vinkulslíparar
og lakeraðu gólv, og tað
kann verða orsøkin til, at
eldur kyknaði um seks tíð-
ina týskvøldið.
Borgmeistarin í Hirts-
hals, Knud Størup, er sum
vera man sera harmur um
brandin. – Flaggskipið, vit
hava bygt seinastu 10 árini
liggur í knúsi. Hetta fer at
taka fleiri ár at byggja upp
aftur,
sigur
hann
við
Politikken.
Størsta akvarium í Evropa oyðilagt
Fyristøðumaðurin á
føroyska samkomu-
húsinum í Hirtshals,
Poul Jóhan Djurhuus,
sigur, at øll í Hirts-
hals eru sera hørm
um eldin á Norðsjóv-
arsavnið. Hann lýsir
hendingina sum eitt
stórt sár á allan býin
BRANDUR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Virkandi fyristøðumaður á
samkomuhúsinum, Malta, í
Hirtshals, Poul Jóhan Djur-
huus, greiðir frá, at íbúgv-
ararnir í Hirtshals eru
tungir í huga av brandinum
á Norðsjóvarsavnið týs-
kvøldið.
– Eg koyrdi út og hugdi í
gjárkvøldið(týskvøldið,
blðm), og har vóru nógv
sum grótu. Stemningurin er
rættiliga tryktur, tí savnið
hevur ómetaligan stóran
týdning fyri býin. Eini
300.000 fólk hava vitjað
savnið árliga, og tí hevur
staðið kastað nógv av sær,
og dregur nógv ferðafólk til
býin, sigur fyristøðumaður-
in á Malta.
Hóast Poul Jóhan Djur-
huus hevur ikki búð so
leingi í Hirtshals, so er
hann líka keddur sum flestu
íbúgvararnir í Hirtshals.
Hann greiðir frá, at fólk eru
sera hørm um hendingina,
og brandurin er eitt stórt sár
á býin.
Hann leggur tó í sama
viðfangið afturat, at ein má
hava í huga, at talan er um
ein materiellan skaða, sum
kann gerast aftur. - Tað
hevði verið nógv verri um
talan var um fólk, sum vóru
í lívsvanda, sigur Poul
Jóhan Djurhuus.
Við abbabørnunum
Fyristøðumaðurin á sam-
komuhúsinum Malta býr
mitt í Hirtshals. Norðsjóv-
arsavnið liggur ein lítlan
minutt við bili frá heimin-
um hjá Poul Jóhan, so hann
hevur havt góðar møguleik-
ar at vitja stásiliga savnið.
– Savnið er ein hin
størsta turist attraktíónin í
øllum Danmark. Savnið er
sera áhugavert og ikki
minst barnavinarligt. Eg
havi fleiri ferðir verið á
savninum við abbabørnun-
um, síðan eg kom niður at
búgva, fortelur Poul Jóhan.
Nógvir føroyingar
Poul Jóhan Djurhuus metir,
at eini 1000 føroyingar
búgva í Hirtshals. Hann
sigur frá, at nógv størsti
parturin arbeiðir innan
fiskivinnuna, antin á sjógvi
ella landi. Føroyska fyri-
tøkan, Vestlaks, hevur eina
deild í Hirtshals, har fleiri
føroyingar dagliga starvast.
Stórt sár á býin
Fakta um Norðsjóvarsavnið
• Norðsjóvarsavnið lat upp í januar 1984. Parturin
av savninum, sum er brendur, húsar stóra akvari-
unum. Stórfingna akvariumið lat upp í 1998. Tað
kostaði 95 mio. krónur
• Akvariumið rúmar 4,5 mio. litrar av saltvatni og
er størsta akvarium í Evropa. Víddin er 22 m. x 33
m. og 8 metrar í djúbd
• Akvariumið er serliga gjørt til vísa fram pelag-
iskan fisk.-Sild, makrel, hornfisk og rossamakrel.
Hesi fiskasløg hava brúk fyri stórari rúmd fyri vísa
seg fram.
• Akvariumið hevur eisini vanligastu hávasløgini
í Norðsjógvinum. Tindhávur, gráhávur og reyð-
hávur.
• Áskoðararnir kunnu hyggja eftir fiskunum
ígjøgnum ein 6 metur høgan og 12 metur breiðan
rút.
• Norðsjóvarsavnið er eitt av mest vitjaðu støðun-
um í Danmark. Mett verður, at árliga eru millum
270.000-280.000 vitjandi. Higartil hava um 5.
mio. fólk verið á Norðsjóvarsavninum til samans.
Fakta
C
M
Y
K
14