Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-15, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. september 1998síða 20

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ítróttar SOX Vagbingar megnaðu |Royn rendi GI um koll æðæIN Fry SU ikki at temja Kurt Fótbóltur: VB brúkti nógva orku fyrstu løtuna, men so punkteraðu teir, og veteranurin hjá KÍ skoraði reint hattrikk Klaksvíkingar fylgja væl við B36 í stríðnum um silv- urkrónurnar. At spæla móti VB á Vágseiði verður altíð mett sum torfør uppgáva. Tað plaga klaksvíkingar eisini at siga, men hesa ferð komu teir so væl frá tí, sum sjáldan áður. Hvussu tað hevði mynd- ast, um Jón Pauli Olsen hevði fingið mál í staðin fyri at senda í stólpan, tá bara ein lítil løta var farin, kunnu vit altid gita um. VB legdi bragdliga fyri, og teir trystu nógv fyrsta hálva tíman, men tå KI økti til 2-0, fór luftin úr heima- liðnum, sum tóktist hava sligið seg til tols við, at í ár flyta teir ikki niður, og í ár vinna teir sær ikki rætt at taka lut í altjóða fótbólti komandi ár. Kurt í hopla Eyðun Kjærbo hevði til uppgávu at ansa Kurt Mørk- øre, sum aftur spælir í Kl álopinum og tykist trívast væl. VB verjumaðurin hevði stórar trupulleikar at fylgja við klaksvíkinginum, og miðskeiðis í seinna umfarinum varð hann skiftur út við beiggjan, Janus Kjærbo. Men tað tóktist gera tað sama, hver mótstøðumaðurin hjá Kurt var. Kurt Mørkøre var einsa- mallur á toppinum, meðan Arnold Joensen reikaði nógv beint aftanfyri frems- ta mannin. KÍ setti hol á, tá 22 min- uttir vóru farnir. VB verjan var tøvandi, tå Marek sendi frispark i brotsteigin, Kurt Mørkøre fekk loyvi til vid høvdinum at senda tvørt- urum, og Hedin å Lakjuni, sum hesa ferð var á mið- vøilinum prikadi inn um Bjarna Johansen. Luftin fór úr VB, tá Kurt Mørkøre fór undir sítt lítla privata sjov. KÍ maðurin fekk bótlin eitt sindur frammanfyri miðstrikuna, fleiri klaksvíkingar bjóðaðu seg til, og vágbingarnir hugsaðu meiri um hesar, enn teir hugsaðu um Kurt, sum dró í brotsteigin og frá eitt sindur spískum sendi framvið málverjanum. Eftir steðgin var týðuligt, at royndu klaksvíkingarnir vóru nøgdir og brúktu nógva tíð at spæla bótlin millum sín. VB royndi at koma afturíaftur, men vilj- in og sinniliga yvirskotið var ikki til staðar, og í stað- in fyri vóru tað KÍ og Kurt Mørkøre, sum fingu málini. Hitt fyrra kom miðskeiðis í hálvleikinum, og tað mundi vera tað vakrasta. Harley Bertholdsen sendi langt og høgt í brotsteigin til skarpa álopsmannin, sum tamdi við bringuni, snaraði sær á og plaffaði kúluna í málið. Tað restaði lítið at tíð, tá hattrikkið var veruleiki. Nógvir klaksvíkingar vóru við í spælinum, og næst- síðsta fótin á átti Rógvi Jac- obsen, sum hesa ferð sat á beinkinum tað mesta av tíð- ini. Hann sendi flatt innfyri úr høgru, og Kurt Mørkøre setti innaru siduna å. jh Vøkur mål i Gundadali Em L. JACOBSEN Samstundis sum føroyska U16-landslidid spældi móti Wales á ovara vølli i Gun- dadali í góðveðrinum leyg- ardagin, spældu B36 og FS Vágar 2. deildardyst á nið- ara vølli. Tað vóru fleiri áskoðarar Í landsdystin enn til 2 deildardystin, men serliga í B36-húsinum, har tað eisini sæst oman á niðara vøll, vóru nógv, sum eisini skeittu oman á hin vøllin Vágamenn vunnu dystin 4-2, eftir at B36 annars hevði verið á odda 2-1 í hálvleikssteðginum, og fleiri av málunum vóru góð. FS Vágar fekk fyrsta málið í dystinum, tå Kim Poulsen hegnisliga fekk stýrt bólt- inum framvið Dånjali Bær- B36-málinum Gunnar Nielsen fekk javnað fyri B36, og stutt aftan á tað legði Jørgen Meitilberg endsen heimaliðið á odda við ein- um góðum skrúvandi lang- skoti, sum tók í innaru síðu av stongini á vegnum inn í málið. Í seinna hálvleiki fekk FS Vágar trý mál, meðan B36 einki fekk. Petur Ritter javnaði til 2-2 og so legði Kim Poulsen útiliðið á odda fyri aðru ferð í dystinum. Hetta málið var eitt sera vakurt sonevnt >saksa- spark«, sum fleyg inn uttan møguleika hjå B36-mål- verjanum at taka. Móti endanum staðfesti John Johansen sigurin við at skora til 4-2, og FS Vágar sendi næstbesta B36-liðið út í enn stórri trupulleikar. Botnliðið NSÍ vann sín dyst hetta vikuskiftið og kom upp á 14 stig, meðan B36 á næstniðasta plássin- um varð standandi á 16 stig- um. EB/Streymur hevur 17 stig, og tað verður millum hesi trý liðini, at bardagin mm AO Sosialurin — vit við ti føroyska itrottinum www.sosialurin.fo um at sleppa undan nidur- flyting fer at standa, nú bert tvey umfør eru eftir. Longu nú leygardagin spæla NSÍ og B36 í Run- avík, og um runavíkingar vinna tann dystin, er B36 knappliga niðast deildini. Um B36 hinvegin vinnur, samstundis = sum EB/ Streymur fær stig móti HB í Havn, flytir NSÍ beinleiðis niður. Jørgen Meitilberg (v.m. skeyt eitt frálíkt mál móti FS Vágumleygardagin, men vágamenn dugdu eisini at gera vekur mál og vunnu 4- 2 Nr. 173 — 15. SEPTEMBER 1998 Hvalbingar noyddust at bíða til sunnudagin, áðr- enn teir hesa ferð sóu fótbólt á vellinum. Onkur hel, skemtiliga fyri, at hetta var góð 6 laging til komandi år, og tað er framvegis møgu- leiki fyri, at Royn skal flyta upp í 1. deild og harvið Rrlaheimaðysi. irnar sunnudag. i Hvalbingar gera í VUSSD 50 er sin ri at tad skal ey ast“ A røkka næstfremsta pláss- inum og harvid møgu- arte fyri tveimum dystum um eitt pláss í 1. deild. -Hesa ferð høvdu teir fingið Jákup Mid- jord heim år Danmark, og dysturin var útsettur tí teir vildu hava U-16 landsliðs- mannin Gisla Dánjals- son við. Royn legði harðliga fyri. Væl styrdir av Eyð- steini Jacobsen á mið- vøllinum kroystu teir gøtumenninar, og teir gulu kendu seg so strongdar, at í staðin fyri at spæla so kendu teir seg oftast noyddar at sparka burtur. Men tað kom einki mál f yrrenn í 2 hálv- leiki. 33 minuttir vóru farnir, tá Njálur Niclasen við frágera hegnisligum OO: 5 langskoti úr vinstra borði lyfti framvid Rúna Joen- sen og inn í málhornið. Og fimm minuttir seinni gjørdist tað 2-0. Hesa ferdina var talan um ikki nóg neyvan temjing í GÍ verjuni — teir hildu at grasvøllurin spældi verj- umanninum eitt puss — og so var Eydun Gullok Svalbard fyrstur å og smekkaði í kassan úr sjey metrum. Eftir 2-0 málið var tað, sum um hvalbingar høvdu lyndi at taka seg eitt sindur aftur, og so gekk tað nógva fyri seg á teirra hålvu. Triggjar minuttir i leiklok minkaði Jóhannes Peter- sen um a hann rann i g nr Magnussen framvid Lars Muller f Royn målinum. GÍ hevði fleiri horna- spørk síðstu løtuna, og tað var um reppið, at teir fingu styrt einum tvør- bótti í málið. Teir iðraðu seg aftaná um, at tað íkki eydnaðist, men sam- stundis ásannaðu teir, at tað var á góðari leið, at stigini SR eftir í Hval- ba. jh Mynd; Alvur Haraldsen :