týsdagur 15. september 1998síða 22
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Hvussu veðrurin er komin í Kviviksskor, har hann hevði verið í 3
men leygardagin fóru einir 25 mans so eftir honum. Seinni var hann seldur á uppboð í Søn
ur úti, har eini 60 fólk úr allari oynni hugdu at, meðan einir 10-15
Veðrurin vigaði 48 kilo ella 96 pund, og fleiri seyðakónir
Allur peningur í sambandi við henda tiltikna veðr fe
OLAVUR í BEm
Tað man neyvan nakrantíð
erða gjørt so nógv burturúr
einum seyði sum veðrinum
Kvívíksskor, sum menn
hava tosað um nú í eini
tvey-trý ár. Hvussu mundi
hann vera komin niður í
Kvívíksskor, hevur verið
spurningur, fleiri hava sett
sær, og fleiri gitingar eru
eisini. Onkur sigur, at ær og
lamb er farin hesa brettu
leið niður, bekk av bekki,
og lambið hevur so yvirliv-
að, meðan einki verður sagt
um, hvat er vorðið av ærini
Hetta er helst sanna frá-
greidåingin!
Onkur annar sigur, at
lambið er dottið oman og
hevur klárað fallið, sum er
einar 60 favnar, og onkrar
aðrar frágreiðingar eru helst
eisim um henda neyðars
veðr, sum gingið hevði
einsamallur í Servágs-
in
bjørgunum; men hvussu so
er og ikki, so hevði hesin
veðrur gingið i Kviviksskor
í 3 ár, og leygardagin gjørdu
menn seg so til at fara eftir
honum. Spennandi var nú
ersimi at vita, um nakar átti
veðrin, tá menn hava mist
seyð har um leiðir sum til-
tikna skoran er; men tað
vísti seg ikki at vera nakað
mark á oyrunum á veðri-
num, heldur einki annað
frámerki av nøkrum slagi,
so eigari var eingin, uttan
hagaparturin, har Kvívíks-
skor hoyra undir.
Kvívíksskor er ikki so
stór sum ein fótbóltsvellur,
nakað væl minni, verður
sagt, og har var vanligt fyrr
at hava seyð. Seyðurin til
tey 4 frælsini varð sleptur í
skorina í januar-februar og
tikin aftur í mai-juni, hevur
eldri maður greitt frá. Hetta
vóru sostatt vetrafrælsi
Tá brúktu teir tríggjar lín-
Nr. 173 — 15. SEPTEMBER 1998
ár, vita menn ikki við vissu - fleiri gitingar eru -
'ági og klokkan 22.00 flett-
mans skiftust um at fletta.
søgdu seg ikki áður hava sæð vakrari krov.
ur, sum eru tøkar enn, at fáa
seyðin niður og upp við -
hesaferð farið var, vórðu
tvær línur brúktar, ein til
menninar og ein til lesning,
tí eingin visti, hvussu tað fór
at síggja út har niðri - men
nær teir góvust at sleppa
seyð í Kvívíksskor, er ilt at
siga. Onkur hevur nevnt í
1937, og tað er á góðari leið,
verður sagt av øðrum.
Tey fýra frælsini í Kví-
víksskor hoyra til Notring-
arnar.
I Kviviksskor
Um 9-tidina var farid leyg-
ardagin vid båti år båtahyli-
num í Sørvågi, so til gongu
niðan Lambardal, og var
síðan gjørt klárt at fara
niður. Dagurin var fagur,
stilli og sól. Tríggir ungir
menn skuldu fara niður, so
onkur av teim meiri til-
komnu, sum vanliga søkja
bjørg, tå so er, kendu seg
eitt sindur forfjónaðan.
Og saman við teim trim-
um sørvingunum, Eddie
Lauritsen, Poul Jóhannes
Falkvard (Pol nevndur),
Jákup Hera Leonson, fór
eisini sjónvarpsmaðurin
Zakarias Hammer niður,
sum vónandi í vøkrum
myndum og orðum fer at
greiða meiri frá túrinum í
sendingum í vetur
Veðrurin hevði ikki sæð
fólk áður, so menn vóru ikki
Nógv fólk var komið
saman í bátahylinum
í Sørvågi, tå menn
komu við veðrinum
rættiliga greiðir yvir, hvussu
hann fór at hátta sær, tá fólk
kom honum so nær. Men
hann var friðarligur, og tær
fyrstu metingarnar søgdu 70
pund! Men tá veðrurin so
fór undan monnunum,
spakuliga, broyttist henda
meting skjótt eini 10-15
pund. Ikki bøkkur helt undir
vedrinum!
Tå teir fingu rikid vedrin
í eitt slag av haldi, herjaði
hann á, mest sum í villar-
eiði, so eitt sindur av drama-
tikki var eisini, áðrenn teir
fingu veðrin. Tað gekst tó
væl í hond at halda honum,
tó at Kvívíksskor er sera
brøtt og leyst er eisini, tí
lundin hevur grivið holur
allastaðni. Sumstaðni er
Kvívíksskor ber hella. Ill-
gongt er tó ikki í Kvívíks-
skor, veður sagt.
Tað er tað sama báðar
vegir antin at hála veðrin
upp um eggina ella lora
hann niður í bát, og tá so
nógvir mans vóru á eggini
henda vakra leygardag kort-
ini, høvdu teir brynjað seg
til, at veðrurin skuldi hálast
upp. Til hetta høvdu teir tik-
ið ein stóran saltsekk við,
har veðrurin var lagdur í, og
so hálaður upp.
Alt hetta gekst sera væl í
hond, verður sagt av einum
av monnunum, sum var
niðri. Veðrurin kundi fyri
tað havt verið alt sítt lív hjá
fólki, so stillur var hann og
tá hann var komin um egg-
ina og úr posanum, fór hann
at eta sum um einki var
hent.
At enda legði hann seg
r til Vága Bjargingarfelag, tilsamans 13.200 krónur
Einir 25 mans vóru eftir
veðrinum í Kvívíksskor.
Her kemur annar báturin
stimandi inneftir
sum ein hundur og lá sum
ein hundur eisini, verður
sagt!
Uppboð og fletting
Klokkan 18.15 løgdu teir 25
menninir vid vedrinum at
landi í båtahylinum í Sør-
vági í teimum tveimum
bátunum, farið var við, og
tá varð boðað frá, at veðr-
urin fór at verða seldur á
uppboð klokkan 21.00 í
bygdini. Boðað varð bein-
anvegin frá, at allur pening-
urin í sambandi við henda
veðr fór til Vága Bjarging-
arfelag.
Og tað var ikki lítið sam-
ankomið av fólki til hesa
stóru, søguligu og spenn-
andi løtu, tá veðrurin skuldi
seljast!
Menn løgdu hart út at
byrja við og vóru tað ikki
smávegis lop í boðunum,
men tá prísurin var komin
upp á einar 10.400 krónur,
gjørdust lopini nakað minni.
Og tá farið var um 11.500
krónur fór tað at taka longri
tíð at boðini komu, men tey
komu, reydugt so, og tá
hamarin fall var prísurin
12.000 krónur!
Keypari var Rodmund
Joensen í Sørvågi.
Eftir hetta varð so boðað
frá, áðrenn fólk fóru til hús
aftur, at tann sum bjóðaði
seg til at hefta veðrin skuldi
gjalda 100 krónur, og fekk
viðkomandi ikki heft hann,