Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. september 1998síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

rt tíðindablaðið SOSTANMN Nr. 174 — 16. SEPTEMBER 1998 : Landsstevna Javnaðarfloksins 1998 - formansfrágreiðingin | Nidanfyri prenta vit brot úr formansfrágreiðingi, sum Jóannes Eidesgaard helt á landsstevnu Javnað- arfle »ksins I einari stuttari gjøgnum- gongd av donsku sosial- demokratisku søguni sigur Erling Olsen soleiðis, at h6- ast flokkurin til ymiskar tíð- ir hevur havt ymiskar stød- ur, so er tó ein reyður tráður felags Øll kenna vit tiltiknu orð- ini hjá Krag á sinni, "at man har et standpunkt, til man tager et nyt.” Men politiski veruleikin broytist, og tiskil broytast politisku stødutak- anirnar eisini. Ordini hjå Krag vórðu fyri hørdum á- breiðslum, tá tey vórðu søgd, og hetta av røttum, men eftirtíðin hevur gjørt hesi orð til skilaorð Vidan sigur Erling Olsen, at hesin reyður tráðurin í øllum sosialdemokratiskum stødutakanum er tann hum- anistiska sosialisman, har øll menniskur hoyra saman og hava áby.gd hver fyri øðrum, - okkara felags ábyrgd er serliga sterk fyri teimum veikastu, og - vit skulu verja tey virðir, sum ikki kunnu målast í pengum Landsstevnan flutt 7. og 8. novembur í fjør hildu vit landsstevnu i Trongisvági, meðan vit í fjør vár høvdu landsfund í Klaksvík. Hetta komst av, at flokslógin varð broytt til, at landsfundurin skuldi haldast um heystið í staðin fyri um várið Orsøkin er hon, at nú eru vit í byrjanini av tingsetunu, tingarbeiðið er um at taka seg upp, ungmenn eru nú fúsir at fara til verka, so tey hugskot og góðu ætlanir, sum koma fram á lands- fundinum, kunnu beinleiðis gerast partur av politiska gerandisdegnum Tí er tað sera umráðandi, at limirnir nýta hetta høvid til at bera síni sjónarmið fram, so landsstevnan kann geva tingmonnum og gðr- um inspiratión til tað pol- itiska yrkið Jóannes Eidesgaard heldur formansfrágreiðingina á landsstevnu Javnadarfloksins Mynd: Jens Kristian Vang Virðiligast um hvorgin blandaði seg Jóannes Eidesgaard vildi hava landsstevnuna at siga sina hugsan um stóðu sína í Fólkatinginum. Sjålvur helt hann virðiligastu loysnina vera, at hvørgin av fóroysku fólkatingsmonnunum blandaðu seg í danskan politikk Sjógvur millum flokkarnar Vit hava síðan seinasta landsfund havt ikki færri enn tvey val, og tí hava flokkurin, = starvsnevnd, floksleiðsla og limafelggini verið sera virkin. Ein hópur av fundum hevur verið, har serligur dentur hevur verið lagdur á tað valupplegg, sum flokkurin hevur lagt fram fyri fólkið. Alt hetta tilfar er lagt við sum skjal til formansfrá- greiðingina, og er tað æt- lanin, at hetta skal verða grundarlagið fyri einari nýggjari virkisskrá. Fókatingsvalið Rættiliga óvæntað kom fólkatingsvalið fyri løg- ungsvalið. Við bert 3 vikurs freist varð valið útskrivað til at verða 11. marts. Sum vera man, vildi Javnaðarflokkurin gera alt fyri at vinna umboðanina aftur, sum flokkurin misti í 1994. Men skuldi vit gera tað, so varð neyðugt, at vit løgdu sjógv imillum okkum og danska Javnaðarflokkin, tí tað var júst tætta sam- bandið, sum vit vórðu revs- aðir fyri í 1994. Danska javnaðarstjórnin sat við ábyrgdini frá januar 1993, og hevði sostatt á- byrgdina av nøkrum av teimum óhepnu loysnunum í m. a. føroyskari fiskivinnu og fiskiidnadi, sum vórðu tvingaðar niður yvir føroy- ingar í kreppuárunum. Men fyrst og fremst sótu teir við ábyrgd, tá partabrævaum- býtið fór fram í Føroya Banka. Tað var tí umráðandi at fáa gjørt vart við, at vit í hesum málum ikki drógu eina og somu línu. Vit løgdu tí út við at siga, at eitt føroyskt javnaðarum- boð á Fólkatingi vildi ikki gerast partur av tingbólki- num hjá Socialdemokrati- num. Hetta hevur annars al- tíð verið vanligt. Harnæst søgdu vit, at vit ikki vildu gerast partur av donskum innanríkispolitikki. Settu trý mál sum treyt Úrslitið varð, at Javn- aðarflokkurin við 22,7% av atkvødunum gjørdist næst- størsti flokkur og fekk mannin valdan. Valkvøldid gjørdist á mangan hått eitt sera spenn- andi kvøld, tí munurin mill- um vinstravongin og høgr- avongin gjørdist so tættur. Vinstravongurin saman vid grønlendska umbodinum úr Siumut taldi 89, og høgra- vongurin saman vid før- oyska fólkafloksumboði- num og grønlendska um- boðinum úr Attasut taldi eisini 89. Sostatt kom okk- ara umboð at verða tungan á vágskálini og gera av, hvør fekk stjórnarvaldið. Vit boðaðu valkvøldid frá, at hóast vit ikki fóru upp í tingbólkin hjá Socialdem- okratínum, og hóast vit ikki vildu verða partur av donskum innanríkispoli- tikki, so fóru vit ikki at fella eina danska javnaðarstjórn. Hetta var ein av grundunum til, at Poul Nyrup Rasmus- sen kundi sama kveldið í formansumfarinum siga, at hann nú fór til drotningina at boða henni frá, at stjórnin varð sitandi. Javnaðarflokkurin hevði viku seinni fund við umboð fyri danska Javnaðarflokk- in. Her søgdu vit frá, at vit ynsktu trý mál loyst. Hesi vóru bankamálið, skuldar- spurningin og ríkisrættar- ligu viðurskiftuni. Vit gjørdu somuleiðis greitt, hvussu vit vildu hava hesi mál loyst. Virðiligast at hvergin blandar seg Stødan millum báðar flokk- arnar hevur av áðurneyndu orsøkum verið rættiliga spent seinastu árini. Hetta kom kanska serliga til sjóndar í samband við for- mansvalið í Fólkatinginum, har okkara passiva stóða gjørdi, at vinstramaðurin varð valdur fram um ein javnaðarmann. Men allar ósemjur hava sína livitíð, og einaferð fyrr ella seinni mugu vidurskift- ini normaliserast so ella so. Av tí, at so stutt er millum báðar síðurnar í Fólkatingi- num, so ger okkara passiva stóða, at borgarligi vongur- in við stuðli frå Ola Breck- mann verður so sterkur, at hann kann fella lógarupp- skot o. 1., sum koma frá stjórnini. Á henda hátt ber til at siga, at okkara passiva stóða óætlað fær eina ávirk- an, um vit vilja tað ella ei. Mest virðiliga loysnin var, um bæði føroysku um- boðini tóku stóðu um ikki at leggja seg út í danskan innanríkispolitikk: Hetta var tað mest virðiliga fyri føroyingar og fyri Føroyar. Men so verður neyvan, tí stødan, sum nú er, ger, at Óli Breckmann betur fær útinnt sín málsetning um at "bekæmpe socialismen.". At hann so eisini er partur av einari samgongu, sum ynskir Føroyar sum eitt land vid fullveldi, t.v.s. leyst av Danmark, fordar ikki hon- um i at leggja seg úti reinan danskan innarikispolitikk. Eg vil fegin hava vid- merkingar frå fundinum til hetta málið. Valúrslitið tekin um at vallógin skal broytast Eins óvæntað sum fólka- tingsvalið varð val til løg- tingið útskrivað. Hóast tað stundáði til løgtingsval, so væntaðu tey flestu, at sam- gongan fór at sita tíðina út, men orsakað av innahýsis stríði í einum valfelagi hjá Sambandsflokkinum varð valið útskrivað. Sum so var Javnaðar- flokkurin rættilga væl fyri- reikaður, tá ið valið varð útskrivað. Vit høvdu á landsfundinum í novembur á Tvøroyri vidgjørt stóran part av valupplegginum ser- liga sjálvstýrisspurningin, og síðan høvdu fleiri floks- Frá Landsstevnuni leiðslufundir verið um val- skránna. Sum gllum kunnugt gjørdist sjålvstyrismålid stóra málið i valstríðnum. Mál:ð stóð alla tíðina ovast á dagsskránni, so tað var torført at fáa onnur sera við- komandi mál fram í kjaki- num. Hetta málið og val- uppleggið annars vil eg venda aftur til seinni. Flokkurin legði stórá orku í at fáa eitt so virki og gott valstrid sum gjørligt. Hetta eydnaðist eisini, hóast eyð- vitað okkurt kundi verið betri. Valcaféir vóru skip- aðir ymsastaðni runt í landi- num, og flokkurin setti fólk burturav til at samskipa teir ymisku aktivitetirnar. Samanumtikið kláraði Javnaðarflokkurin seg væl í valstríðnum, og var tað tí við spenningi, at bíðað varð eftir valúrslitinum. Valið í 1994 gav okkum 3918 atkvødur svarandi til 15,3% og fimm tingmenn, so vónin var, at vit fingu eitt munandi betri úrslit. Og so var. Vit fingu 6062 atkvgður svarandi til 21,9% og 7 ting- menn valdar. Hetta var ein framgongd upp á 6,6%. Vit gjørdist í atkvødum næststørsti flokkur, men valskipanin gjørdi, at Fólk- aflokkurin vid 175 atkvød- um færri fekk ein tingmann meira. So løgid tað ljóðar, so restaði Fólkaflokkinum bert seks atkvødur í í Suð- uroynni, so fingu teir níggj- unda mannin valdan, meðan vit framvegis høvdu teir sjey. Hetta ber boð um, at tíðin er komin til at endur- skoða vallógina. Vit vunnu mannin aftur í Eysturoynni, vunnu mannin aftur í Norðstreymoy, vunnu ein mann aftrat í Suðurstreymoy, men mistu tíverri mannin í Sandoynni. Eg vil nýta høvid til enn einaferð at takka gllum teimum,. sum á ymiskan hátt gjørdu sítt til, at Javn- aðarflokkurin fekk tvey so góð valúrslit. Takk fyri stuðulin.