Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. september 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 174 — 16. SEPTEMBER 1998 tíðindablaðið Sosialurin 13 Lesarabræv Donsk innrás í Føroyum hesa øldina! Læran í søgu Lærarfelagsins Føroya Lærarafelag var 100 år í år, og í ti sambandinum kom bókin Føroya Lærara- felag út, sum Árni Dahl legði til rættis. Umframt høvudsbrotid hjá Árna Dahl: »Nøkur brot úr søgu Føroya Lærarafel- ags 1898-1998< og >Skúla- søgan« hjá Paula Nielsen har hann sigur: >Undirheit- ið »å veg móti einum før- oyskum skúla< gongur sum ein hjartatáttur gjøgnum alla mína framløgu«, eisini má sera viðkomandi og reiða greinin >At lesa seg av bygdini< hjá Gesti Hov- gaard takast framum allar hinar greinirnar í bókini. Men ætlanin var ikki at um- mæla bókina, bara eggja til at hesi brotini verða lisin. Eg havi verið limur í hes- um felag síðan 1965, og verið til teir allar flestu aðal- fundirnar. Sostatt havi eg kunna fylgt við einum tridingi av felagsins lívi. Lat tað fara hesa ferð, bara ein spurn- ingur, sum eg ikki dugi at svara. Hví vildu føroyskir lær- arar ikki hava eitt sjålvstød- ugt felag fyrr enn 1. januar 1981 (Hetta er ikki ein prentvilla) áður vóru vit >118 kreds í Danmark Læ- rerforening<. Roynt var at broyta hetta, men bara ein syrgiliga lítil minnilutur vildu sjálvbjargni. Onkur vildi tí ikki verða limur í tí »Føroyska Lærarafelagn- um<. Men so hendi tað kortini, sum fáur hevði tora at droymt um. Á aðalfundin- um í 1980 legði Hans Krist- iansen lærari og nevndar- limur uppskot fram um »fullveldi«. Meiriluti var t6 ikki í nevndini fyri uppskot- inum. Eisini greiddi Hans Kristiansen frá Gjógv frá at Lærarafelagið tey seinastu 10 árini hevði goldið 1/2 millión til Danmarks Lærer- forening. Einasta vit fingu aftur fyri var >Folkesko- len<. Aðalfundurin gjørdist drúgvur, minnist at í hvussu so er báturin inn á Skála- fjórðin skuldi fara, og tá fóru fleiri av fundinum fyri ikki at koma ovseint. Tá atkvgðast skuldi vóru bara 41 limir eftir. Nú var galið. Ein meiriluti í nevnd- ini skeyt so upp.at spurn- ingurin skuldi sendast út til uratkvødu. Hetta teirra upp- skot fekk bara 13 atkvødur. So var stemma av nyggjum nú vóru 27 stemmur fyri av teimum eftirverandi 41 lim- unum. Ein sera løgin kensla. Ein mødi. Spurningar, sum hava hamast upp á meg aftur ferð eftir ferð. Hví vildu teir ikki vera sjålvstødugur. Teir vildi heldur gjalda pening, tá var ein hálv millión meir enn nú, ja, tú fekk næstan eini hús fyri tey. Men heldur tað, og so bara hava eitt eiti av einum felag. Jú eg minnist, at eg hugs- aði, hetta er sum ein gamal hjallur, sum hevur hingið uppi ár eftir ár, alt tað ein kann minnast og so eina stilla summarnátt, kavsvart í mjørka, tá hoknaði hann bara niður, hann orkaði ella tímdi ikki at standa uppi longur. Tá so felagið var loyst frá tí danska, ja tá kom ferð á báði so og so. T.d. eigur felagið nú stór hús í Havn- ini. Ikki hoyrdist hvørki orð ella ei aftur um tað danska móðurfelagið. Eg meini eingin róðu líkasum aftur á aftur og vildi innlima okk- um aftur í tað danska. Gera okkum til »KREDS 118«. Tosar nakar longur um at gera okkum til eitt Amt aft- ur. Ella varðveita Heima- stýrislógina. Skjótt gongur. Bara fyri góðum ári síðani skuldi 50 ára hátíðarhald vera fyri henni. Sanniliga er hóast alt ein læra í søgu Lærarafel- agsins. Men ógvuliga syrgiligt, at øll henda orkan er brúkt til hetta mál, sum skuldi verið so sjálvsagt og náttúrligt. Hetta var Lærarafelagið, eftir er sorgarsøgan um sjálvan skúlan. »Å veg móti einum før- oyskum skúla<. Men, men, framá hevur gingið, so >Lat tey deyðu, jarða tey deydu«. Steinbjørn B. Jacobsen 11.9.98 Maktmisnýtsla Ein seinasta grein um óskilið á ALS Í einum demokratiskum samfelag avgera borgararn- ir, ígjógnum fólkavaldu um- boð síni, hvussu samfelagið skal skipast. Hetta hendir, tá lóggávuvaldið, sum í Før- oyum er Løgtingid, sam- tykkir lógir. Ein lóg er ein almenn forskrift, sum hevur gildið fyri øll tey, sum lógin umfatar. Soleiðis er t.d. lóg- in um bileftirlit galdandi fyri øll tey, sum eiga ein skrásettan bil. Taka vit nú lógina um bil- eftirlit, so ásetir hon, at allir skrásettir bilar skulu sýnast av og á. Hetta sýn skal tryggja, at bilarnir eru í for- svarligum standi. Endamál- ið við lógini er sjálvsagt, at betra um ferðslutrygdina. Lógir og fyrisiting Nú er tað eyðvita so, at løg- tingið hevur annað at takast við, enn at sýna bilar. Held- ur ikki er vist, at nakar løg- tingslimur hevur neyðuga kunnleikan, sum skal til, fyri at kunna avgera, hvørt ein bilur er í góðum standi ella ikki. Spurningurin er altso, hvussu Løgtingid skal bera seg at við at føra lógina um bileftirlit (og allar aðrar lógir, sum Tingið samtykk- ir) út í lívið. Til tess at útinna avgerðir lóggávuvaldsins, kann lóg- gávuvaldi avgera, at stovna eina almenna fyrisiting. Al- menna fyrisitingin skal síggja til, at tær lógir, sum lóggávuvaldið samtykkir, vera settar í verk. Almenna fyrisitingin í Føroyum hev- ur sostatt eina einastu upp- gávu: at síggja til at lóg- irnar, sum Løgtingid sam- tykkir, verða settar í verk. Utinnandi vald Fara vit nú aftur til lógina um bileftirlit, so er tað ein uppgáva hjá almennu fyri- sitingini at síggja til, at lógin verður fylgd. I Føroyum er ein almennur stovnur - Bil- eftirlitid - hvørs uppgåva er, at útinna lógina um bileftir- lit. Ti er Bileftirlitid ein partur av útinnandi valdin- um i Føroyum. Einasta orsøkin til at Bil- eftirlitid er til, er sostatt, at Løgtingid hevur vilja tad. Soleidis er vid øllum alm- ennum stovnum i Føroyum; teir eru allir til, tf at Løg- tingið (ella í summum før- um fólkatingið) við lóg hev- ur givið teimum eina upp- gávu at rgkja. Soleiðis er eisini við Ar- beiðsloysisskipanini (ALS). Arbeiðsloysisskipanin er sett á stovn, til tess at útinna lóg um arbeiðsloysisstuðul og arbeiðsloysistrygging, sum Løgtingid hevur sam- tykt. Lógin ásetur hvussu stovnurin skal skipast, m.a. útnevnir Landsstýrið eitt stýrið fyri ALS. Alment ella privat? Í stýrinum fyri ALS sita 7 limir. Men tað løgna er, at hesir sjey limirnir eftir øll- um at dóma, ikki halda seg arbeiða fyri Løgtingid. Í hvussu so er heldur stýrið uppá, at ALS ikki er bundin av galdandi lóggávu við- víkjandi almennu fyrisiting- ini. Hetta er undarlig tá vit hugsa um, at tað jú er Løg- tingið, sum hevur avgjørt at ALS skal vera til, og at stovnurin bara er til, tí at Løgtingid hevði eina upp- gávu at lata honum. Hetta havi eg í fleiri umførum roynt at greiða stýrinum fyri ALS frá, men tey tykjast ikki at skilja tað. Karin Kjølbro, stýrisfor- maður fyri ALS, hevur í brævi boða mær soleiðis frá: >Stýrið er av tí fatan, at Arbeidsloysisskipanin ikki er partur av almennu fyrisitingini undir heima- ella dugnaloysi? stýrinum. Eftir okkara met- an er Arbeiðsloysisskipanin nærri at meta sum sjálvogn- arstovnur«. ALS er almenn! Nú kundi tað sjálvandi verið eg, sum var farin púra skeivur. Men eg eri ikki einsamallur um sjónarmið mítt. Sjålvt sakførarin hjá ALS, Niels Winther Pouls- en sigur í einum uppriti til stýrið, at hann metur ALS at vera umfataða av fyrisit- ingarlógini, og at ALS so- statt er ein partur av alm- ennu fyrisitingini í Føroy- um. Somuleidis hevur Lands- styrid givid mær allan rætt- in, í sambandið vid at eg havi kært eina avgerð hjá ALS, um at nokta at viðgera eina umbøn um innlit eftir lóg um alment innlit. So- leiðis hava eisini løgfrød- ingar í Landsstýrinum somu stóðu sum undirritaði og Niels Winther Poulsen: ALS er ein almennur stovnur! Tað dulda prinsippið Hóast soleiðis sjálvur løg- frødiligi ráðgevin hjá ALS, umframt løgfrødingar i Landsstýrinum siga at Sum frelstir einglar komu teir úr Kastrup. Binderup Bonnerup Gjellerup Hækkerup Kattrup Nyrup Strárup Og Gud hjálpi mær seinast eisini Rip Rap Rup Nær fær hesin sjónleikur ein enda? Dia Ellindsson, tjóðveldismaður, Runavík SøluRåsin '98 Ítróttarfelggini á vestara armi á Skála- fjórðinum skipa fyri sølustevnu undir heitinum SøluRåsin “98 í ítróttarhgllini á Skála vikuskiftið 7. og 8. nov. | Skipað verður fyri sølustevnu í Ítróttarhglkini á Skála leygardagin og sunnudagin 7. og 8. november. Tað eru gll 4 ítróttarfelggini á vestara armi á Skála- fjørdinum, t.v.s.. Skála Ítróttarfelag, Skála Róðrarfe- lag, Stranda Ítróttarfelag og Strálan, sum skipa fyri tiltakinum. Umframt søluframsyning, verður eisini skipað fyri mótasýning og øðrum undirhaldi. Tá eitt slíkt tiltak krevur sera góða fyrireiking, hava feløgini valt at gera eina felags sølustevnu. Allir framsýnararnir fáa frían mat undir stevnuni. Prísurin fyri at luttaka er kr. 200 fyri fermeturin, mvg frítt. Tey, sum kundu hugsað sær at luttikid á SøluRås "98, hava framvegis møguleika at tekna seg hjá fyri- reikarunum á tlf. 283182 og 284340 ella við at faxa á nr. 449232. stovnurin er almennur, so tvíhalda stýrislimirnir um at hann ikki er tað. Men með- an bæði eg og Landsstýrið hava framleitt nógvar síður við grundgevingum fyri hví vit meina ALS vera alm- ennan stovn, so hevur ALS- stýrið onga grundgeving fyri síni stóðu. Tað næsta stýrið kemur eini grundgev- ing er, at >stýrið hevur eina prinsipiella stødu«. Trupul- leikin er, at eingin fæst at greida frå, hvat tad er fyri eitt prinsipp, sum liggur aft- anfyri tað »prinsipiellu støduna«. Eftir øllum at døma heldur ALS-stýrið eitt tvørt nei vera nokk. Rættartrygdin í vanda Tað er tað kanska eisini. Í hvussu er haldi eg meg kunna ásanna, at politiski áhugin fyri avgerðini hjá ALS, um at fara út um full- trú sína, er sera lítil. Hetta haldi eg vera óheppið, tí tað kann ivaleyst eggja ødrum stovnsleidarum til, á sama hátt, at lata hánt um ábyrgd- ir sínar mótvegis borgarun- um. Soleiðis fær rættar- trygdin eitt skot fyri bógvin, og borgarin verður taparin. Hvat hava tey at krógva?! Eftir stendur so spurning- urin, hví tað er ALS-stýrin- um so un at gera, ikki at vera bundin av fyrisitingar- lógini og lógini um alment innlit. Er tað tí at virksemið stýrisins ikki tolir dagsins ljos? Eru tað kanska fleiri lógir, sum stýrislimirnir lata hánt um, nú teir eru so væl á veg? Ella eru stýrislim- irnir bara ódugnaligir? Lógloysið og loysi Uttan mun til hver orsøkin er til avgerð ALS-styrisins um ikki at akta føroyskar fyrisitingarlógir, so er einki at ivast i, at avgerðin er ólóglig. Hetta merkir, at Landsstýrið má síggja til, at vidurskiftini vera fingin í rættlag. Serliga umráðandi átti hetta at verið, fyri eitt Landsstýri, ið hevur sett sær sum setning, at í Føroyum skulu føroyingar ráða. Vón- andi verður talan ikki um tílíkt lógloysið í eini kom- andi føroyskari ríkisfyrisit- ing, sum tað lógloysið, ið valdar á ALS Keypmannahavn 09.09.1998 Jéanes N. Dalsgaard