Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. september 1998síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið S08jalurin Nr. 174 — 16. SEPTEMBER 1998 Lesarabrgv Har tú ikki ert sjálvur, ert tú hálvur At vidurskiftini millum Danmørk og Føroyar ong- antíð verða tey somu aftur, sum fyri 1992 ivast eingin føroyingur i. Her er full semja. At taka fulla avleid- ingina tekur sína tíð fyri ein part av fólkinum, men nú er rákið av álvara farið at venda og aftur vendist ikki, tað má hesin parturin av fólkinum royna at skilja, hóast Nietzsche segði: >Bert tey fæstu okkara hav dirvi til tað, vit veruliga Vita<. Jú men, nú er banka- kreppan av, vil onkur siga. Peningaliga er gjørt upp polittiskt, men læran og royndirnar liggja eftir, tær hvørki sigla ella rógva vit undan. Hvar var trygdin í ríkis- felagskapinum tá. Og ikki minst hatursher- ferðin í fjølmidlunum, og hon heldur ikki uppat, nú er alt snarað 1809 aftur. Hvat høvdu danir sagt um teir vóru viðfarnir soleiðis av Týsklandi. Eitt er vist, at vóru grøn- lendingar viðfarnir sum vit, høvdu teir langt síðan stevnt dønum fyri rasismu. Eitt er bankakreppa, nak- að heilt annað er, at múr- arnir raplaðu í Berlin og kalda kríggið tiðnaði burtur sum kavi um várið. Vit mugu skilja, at Mjørkadalur var ein í altjóða týdningi sera virdismikil stød. Hon hevur enn týdning, men sjálvsagt ikki í sama mun, og eg havi borið tað fram fyrr, at vóru ikki berlinmúr- arnir raplaðir var eingin kreppa í Føroyum. Hetta hevur týdning fyri sambandi Danmørk-Føroy- ar í krónum og oyrum. Nú hoyrdu vit at danska sjóverjan skuldi spara ein tyrluskipara, teir søgdu seg mangla skiparar og teir, sum vóru til taks, máttu brúkast í Grønlandi. >Trúgvi tí, ið trúgva vil<, men tað ljóðar. Havi altíð hildið tað vera hættisligt at dúva upp á donsku sjóverjuna og tess tyrlu, tí teirra grindir eru ikki okkara, loypir tíð av so sjálvandi. Og nú standa vit púra ófyrireikaðir har. Hesi tíðindini vóru ikki sodna, tá letur Hans Engell frætta frå sær, konservativur fólkatingslimur og fyrrv. í so mongum. Tað hann sigur eru stór tíðindir. Danska verjan skal spara 100 mill. kr. Hetta er aldrin hent áður, at ein konservativur fólka- tingsmaður vil skerja verj- una. Niðurlagið hjá teimum hevur altíð verið, at verjan var við skerdan lut. Men hesin niðurskurður skuldi ikki vera í Danmark, men Grønlandi og Føroy- um. Mjørkadalur hevur enn tydning, men virdi er mink- ad munandi, harvid eisini fjalda gjaldsvirdi mótvegis Føroyum. Men nú verður vónandi skjótt gjørt upp millum Danmørk-Føroyar, og tá má alt mjørkadalsmålid fram í fult dagslýsi. Ískoyti: Í blaðnum hjá Neyðhjálp Fólkakirkjuni NØD fyri august í ár eitur høvuds- greinin: >Eitt afrikanskt land við sjålvsåliti«, her stendur, at Eritrea hevur biðið Heimsfelagsskapin av Lutherskum Kirkjum um at reisa heim. Teir vilja líta á egna megi og mátt, siga teir. Landið er 2,8 ferðir so stórt sum Danmark við 3,6 milliónum mennsikjum. Aftaná 30 ára frælsisbar- daga móti Etiopia, eru teir nú eitt frælst land, men á listanum fyri heimsins fátakstu lond er tað nr. 5. Steinbjørn B. Jacobsen 8.9.98 Í hesum Óneyðugu Skiftistíðum Vísið í verki hvussu vit At Tjóðveldisflokkurin slepti hvørkratakinum um eina ivasama f6lkaatkvødu, sum fór fram í 1946, er eitt stig á rættari leið Tað eru vit sum liva í 1998, sum mugu taka støðu til okkara egnu framtíð, heldur enn tey sum livdu í 1946. Tað einasta rætta hjá ein- um Landsstýrismanni í sjálvstýrismálum at gera, er tí, eftir mini sannføring, at dagføra heimastýrislógina fyri tey brek sum henda skipan millum londini nattúrliga hevur eftir 50 ára slit. Tí skipanin sjálv man telj- ast millum tær frægu. Fullveidisætlanin / Ístaðinfyri at dagføra ver- andi skipan, hevur henda samgonga sett sær fyri, at fara inn í beinleiðis samráð- ingar við donsku stjórnina um at skipa Føroyar sum eitt fullveldi, uttan at hava annað enn eina ivasama veljarakanning aftanfyri seg, krydraða við føroysk- um nýggjorðum, sum velj- arin ikki rættiliga skilir inni- haldið av. Eina veljarakanning sum vísir, at 55% av teimum spurdu vilja hava fullveldi, meðan valið til løgtingid visti, at minst 70% av før- oya fólki ikki vil hava hetta fullveldi/loysing. Oneydugt vid skiftistid Høvudslykilin í hesi avtalu skal eftir ætlanini byggja á, at Føroyar fáa eitt skotbrå uppá eini 20 ár, har vit fram- vegis fáa fíggjarligan styrk úr Danmark, meðan samfel- agið verður umskipa og til- laga hesi minkandi peninga- nøgd. Og her koma vit til tað sum eftir mini sannføring er tað mest åbyrgdarleysa av øllum. Eins og Tjóðveldisflokk- Kávalótir urin í dag viðurkennir, at tað ikki ber til at brúka eina ivasama fólkaatkvgðu í 1946 sum grundarlag fyri eini avgerð í 1998, líka so ivasamt og ábyrgdarleyst er tað, at samráða seg fram til eitt úrslit við donsku stjórn- ina í 1999 at atkvgða um nú, sum okkara eftirkomar- ar møguliga - ella møguliga ikki - skulu kenna svidan av í år 2018, tå tey flestu sum eru arbeidsfør í dag, og skulu taka stødu til ålvars- målid, hava lagt årarnar inn. Sparið istadin 4 mió. um At fara til donsku stjórnina at samráðast um fullveldi/ loysing, er tað sama sum at renna undan ábyrgd. Biðja vit um fullveldi/loysing, so fáa vit tað við brestin. Tað veit hvør føroyingur í dag. Her er onki ivamál. Vil Landsstýri og sitandi samgonga hava fullveldi/ loysing, so eiga tit at fara erliga til verka, og vísa ábyrgd. Byrjið við at um- skipa samfelagið her og nú, heima hjá okkum sjálvum. Tit hava allar heimildir, og fullu ábyrgdina. Hetta kann gerast við at seta ein part av ríkisstuðlinum inn á konto, so hann at enda er óneyðugur. Fíggjarligi styrkurin úr Danmark er her. Tað er ikki neyðugt at biðja um at fáa hann longdan. Og tit kunnu fáa tað skiftistíð sum tit vilja hava. Verður fullveldi/loysingin skipa eftir hesum leisti, so kann føroya fólk opið og erliga taka støðu til spurn- ingin um fullveldi/loysing, tí tá merkja tey á sínum egna kroppi, hvat ein slík avgerð inniber. Allar aðrar loysnir, eru eftir mini bestu sannføring, ein roynd at renna undan ábyrgd, og kroysta loysnir niðuryvir høvdid á veljar- anum igjøgnum óneyðugar samráðingar við donsku stjórnina. Jákup Fróði Djurhuus >Nu skal vi tage hul pá frem- tiden«. »Vi skal se fremad« »Jeg vil ikke blande mig i, hvad i skal gøre, det skal i selv afgøre, men jeg vil gerne give et råd«. o.s.fr. Vakrir setningar, men teir minna ov nógv um reklamu fyri vaskipulvur. Hvat er tað fyri ein framtíð, vit skulu »tage hul på«. Ivast nakar f, at tad er ein framtíð vid óbroyttum ríkis- felagsskapi? Fólk hava undrast eitt sind- ur á, hví forsætisráðharrin kom til Føroyar. Sjálvandi var hann eitt legg úti í Tinganesi, men nú er tað so sólaklárt fyri øll, at grindini hjá forsætisráðharr- anum vóru eittans tað at fáa fólkatingsumboðið hjá Javnað- arflokkinum í Føroyum at koma aftur í ta donsku javnað- arrættina. Teir hava hesa einu stemm- una so harðliga fyri neyðini »Torir tå at keypa ein brúkt- an bil frá hesum manninum«, stóð í síni tíð niðri undir mynd- mi av Nixon. Kom at hugsa um hetta, nú eg hoyrdi forsæt- isrådharran, hóast teir ikki eru samanberuligur annars. Triggir teir størstu flokkarnir hava nú eina tíð fingið sær fyri, at teir ikki fáa havt ein lands- fund uttan at hav ahjálp frá donskum politikkarum. Er hetta ikki í so neyðars- ligt Umboðið hjá Fólkaflokkin- um á Fólkatingi sigur seg vera í parti við teimum konserva- tivu, teimum frælslyntu og kennir tað næstan sum heilaga skyldu at berjast móti sosial- ismuni. Orsaka eg sigi tað beint út, hetta er tað reina orðaskvaldur. Tað er ikki tann stóri mun- urin á konservativum og sosial- istiskum politikki í Danmørk nú. Og hvat fyri politikk danir vilja hava, mugu teir sjálvir um. Tað skuldi verið so sjálv- sagt. At sita í Fólkatinginum gev- ur væl av peningi av sær pluss alt annað, og tú fært alt hetta fyri lítið og lætt, serliga um tú ert føroyskt umboð. Tær beru kávalótir og einki annað. Steinbjørn B. Jacobsen 14.9.98 SE Fólkið hevur talað, kósin er greið Fyrst gav legtingsvalið rættiliga greiða ábending um, hvgrja leið fólkið ynskti at ganga. Nú hevur so ein veljarakanning enn greiðari sagt frá vilja fólks- ins. Fólkið ynskir fullveldi. Har er einki sum helst at ivast í. Hvussu ofta hava vit ikki hoyrt politikarar taka til, at vit eru eitt demokrat- iskt land? Hesum eri eg bara ikki samdur í, men lat tað fara. Í øllum fórum er sligið fast við fimmtummaseym- um, at fólksins vilji er skip- an av Føroyum sum full- veldi. Um nøkur ár, eitt nú fimm ella tíggju, verður so stóða tikin til stovnseting av lýðveldinum Føroyar. Hitt sosialistiska lýðveldið tyk- ist ikki at vera í eygsjón fyribils. Men tað man fara at koma. Kapitalisman er ein vandamikil fornleivd, meðan sosialisman er fram- tíð heimsins. Reingjan av veruleikanum Tað møsnid, sum teir báðir politisku úrmælingarnir, Edmund og Jóannes, hava ført fram, nú aftan á velj- arakanningina, minnir í stórum um søguna um revin og drúvurnar. Edmund er tó so frægur, at hann stendur við sínar doyggjandi hug- sjónir og kallar úrslitið av kanningini eina katastrofu, meðan Jóannes, fær upp- aftur stórri posar undir eyg- unum og loyvir sær at siga, at »félk ikki hevur skilt, hvat fullveldi er<. Álvara- tos, um slík tala ikki er grovasta undirmeting av fólkinum, so veit eg ikki. Tað var fólkið, ið talaði við valið 30. mai, og veljara- kanningin var somuleiðis greiða tala fólksins, peik- andi á fullveldi og avtgku av blokkinum. Báðir royndu teir við vilja at tosa um loysing í sambandi við fullveldi, og Edmund tosar um livifótin, sum fer niður í eina helvt. At tosa um, at fólkið ikki veit tað ella tað, er grov undirmeting av fólk- inum. Føroyingar eru hvorki býttari ella ódugna- ligari enn onnur fólk. Ókristið Henda undarliga >hug- sjón<, at >vit hava ikki ráð 0.s.fr.< merkir púra einfalt, at onnur skulu gjalda fyri okkara vælferð. Í hesum føri danskir skattgjaldarir, arbeidarar, pensionistar, sum frammanundan eru undirgryttir f skatti, skulu gjalda fyri okkum. Vit rópa okkum eina kristna tjóð, men slíkur hugsunarháttur er úr enda í annan ókristin. Ein sera klókur føroying- ur, sum nú fyri fleiri árum síðani er farin undir grønu torvu, segði einaferð, at Javnaðarflokkar um allan heim altíð hava svikið tá á stóð. Politiska stødan í Før- oyum í dag tykist at prógva orð hansara. Tí júst nú ræð- ur um at standa saman. Arnbjørn R. Thomsen KFUM í Havn 60 ár Í ár hevur KFUM-felagid í Havn 60 ár á baki. Síðani KFUM varð stovnað 16. september 1938, hevur virk- semi felagsins havt sera stóran týdning fyri Havn- ina. Vit halda, at KFUM hevur havt stóran týdning — serliga fyri børn og ung. Hvør minnist ikki dreingja- fundirnar hjá Álvheygg ella almennu kjakfundirnar. Eisini hava gjøgnum árini verið fleiri onnur kristilig tiltøk, sum hava verið til gleði fyri fólk í Havn og av bygd. Enn í dag er KFUM virkið Vit hava fleiri reglulig tiltøk, serliga fyri børn og ung, men eisini fyri aðrar aldursbólkar. Vit kunnu gleðast um, at nógv børn og ung koma í KFUM og KFUK. Eisini í framtíðini fara vit at leggja stóra orku í barna- og ungdómsarbeiði, og gerast enn sjónligari í býnum, tí Havnin hevur brúk fyri KFUM. Í sambandi við at KFUM fyllir 60 ár, so vilja vit bjóða tykkum til móttgku í hólum felagsins sjálvan fødingardagin mikudagin 16. sept. 1998 millum kl. 16.00 og 18.00. Á måttøkuni bjóða vit ein kaffimunn og høvi verð- ur at síggja hølini og at tosa við okkum, sum hava okkara dagligu gongd her Tað er fíggjarliga tungt at reka eitt felag sum okk- ara, og tí vilja vit eisini á móttgkuni geva tykkum møguleikan til at geva eina gávu til felag okkara.