Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-16, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. september 1998síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Sosialurin Nr. 174 — 16. SEPTEMBER 1998 ÍTRÓTTUR sosialurin, box 76. 110 torshavn - tif 31 18 20 - fax 31 47 20 - teldupost til ítróttin: emil: B-kvinnurnar fingu silvurið Fótbóltur: Bæði gullið og silvurið hjá kvinnunum endaði í hóvuðsstaðnum, tå HB vann 2-1 á B36 EMiL L. JACOBSEN B36-kvinnurnar tryggjadu sær gullid i Leirvik næstseinasta viku- skiftid, og ti høvdu tær ikki n6gv meir enn heidur og æru at spæla fyri í seinasta dystinum, sum var móti grannunum úr HB. Ikki ti, B36 hevði undan hesum dystinum ikki tapt í landskappingini, og um tær sluppu undan einum tapi sunnudagin, høvdu tær farið ósigr- aðar gjøgnum landskappingina HB og B36 hava ligið stavn um stavn gjøgnum alla kappingina, men HB-kvinnurnar snávaðu móti endanum, og tí mistu tær FM- møguleikan. Tær høvdu kortini silvurmerkini at spæla fyri, og tað vísti seg eisini at eydnast HB vann dystin 2-1 eftir at hava end á odda 1-0 í hálvleikssteðg- 1. B36-liðið var rættiliga skert vi að at Sólvá Joensen breyt beinið í Leirvík g Rakul N Jo- ensen var í Danmark á venjingar- mum legu vid Kyndli Einasta målid i fyrra hålvleiki gjørdi Eydvør úr Dímun við ein- um góðum skallara eftir horna- spark, tá dysturin var umleið eitt korter gamal Men seinni hálvleikur var nóg illa byrjaður, tá Arnbjørg Daniel- sen javnaði, eftir at B36 hevði fingið fríspark á vandamiklum stað. Tað var níggjunda málið hjá Arnbjørg Danielsen í ár, og hon er toppskjútti hjá B36 Men eins og í steypafinaluni fyrr í ár fingu HB-kvinnurnar seinasta orðið, tá Eyðfríð Kristi- ansen skoraði sigursmálið eitt korter fyri leiklok. HB vann so- statt 2-1, men tað vóru B36-kvinn- urnar, sum fegnaðust aftaná dyst- in. 1. deild kvinnur: Føroyameistarar B36. Aftast f.v. Eva Klein, Sólgerð Viderø, Rannvá av Húsabrúgv, Arnbjørg Danielsen, Katrin Lindberg, Guðrið Dam, Sólvá Joensen, Súnfríð Simonsen, Ása Olsen og Maria Vang. Fremst f.v. Marjun Olsen, Annika Olsen, Anna Kirsten Hansen, Beinta Lisberg, Anja Weihe, Anja Rein og John Klein, venjari. Á myndini vanta Rakul N. Joensen, Alis Abrahamsen og Judith Joensen Mynd: Álvur Haraldsen Vóru ikki favorittar Venjarin hjá B36, John Klein, sig- ur, at tá kappingin byrjaði, hevði hann ikki roknað við, at tað fór at gangast so væl hjá B36-kvinn- unum. — Vit vóru ikki favorittar til at gerast føroyameistarar, og vit høvdu eitt sera ungt lid, har mið- alaldurin lá um tey 19, sigur John Klein við Sosialin. — Tad byrjadi heldur ikki so væl í venjingardystunum og steypa- kappingini, har spælið og úrslitini vóru sera svingandi. Men síðani hevur liðið verið sera støðugt, og í dag eri eg sjálvandi sera væl nøgdur, sigur B36-venjarin. B36 kom í finaluna i steypa- kappingini eftir at hava vunnið 4- 0 á VB. Fyrru hålvfinaluna hevði VB annars vunnið 3-0 í Vági. Í finaluni var HB kortini betra liðið og vann uppiborið. Tá var HB eisini á odda í lands- kappingini, men so mistu tær fleiri týðandi spælarar. John Klein held- ur kortini ikki, at tað hevur havt avgerandi mun fyri endaligu stød- una í landskappingini — Nei, tað haldi eg ikki. Til døm- is vóru bæði Teresa Johnsson og Helga Ellingsgaard við, tá vit spældu 3-3 móti HB fyrr í 4 lands- kappingini. Tá førdu vit 3-1 eitt skifti og áttu at vunnið, vísir John Klein á. Hetta er aðru ferð seinastu trý árini, at B36 vinnur FM-heitið hjá kvinnunum. Í 1996 vunnu tær eftir eina sera spennandi kapping, har KÍ undan seinasta umfari hevði bestu møguleikarnar at vinna før- oyameistaraheitið. Men tær snáv- aðu á Skála, og so endaði gullið í Havn. Í fjør eydnaðist tað kortini KI uppiborid at vinna bestu kvinnudeildina fyri fyrstu íerð, síðani byrjað varð í 1985, men í ár komu klaksvíkskvinnurnar ov seint í gongd. KI misti hugin KI kundi undan hesum seinasta umfarinum framvegis rgkka silv- urplássinum, men til tað kravdist, at tær vunnu móti EB, samstundis sum HB ikki vann í Havn. Dysturin í Havn var liðugur, áðrenn dysturin í Klaksvík byrj- aði, og tað man hava havt sína ávirkan á KÍ-liðið, sum heldur óvæntað bert fekk 0-0 móti eiðis- kvinnum. Fyri EB merkti úrslitið, at tær sleppa undan at spæla um upp- og niðurflyting móti vinnar- unum av 2. deild, sum er VB. Tað verdur nå f stadin NSI, sum skal royna seg móti kvinnunum úr Suðuroy. VB hevur havt eitt sera gott lið í ár. Tær vunnu 2. deild uttan teir stóru trupulleikarnar, og tær vóru eisini sera nær við at røkka final- una i steypakappingini. Tær vunnu fyrru hålvfinaluna, sum var móti B36, 3-0, men taptu so 0-4 í Gundadali. NSI fekk eina laka sostalurin.fo Lesið eisini ítróttin á | Internetinum www.sosialurin.fo Endaliga stødan KÍ-EB 0-0 B36-HB 1-2 (0-1) Skála-LÍF 1-6 (1-3) 12. 12 12 12 12 12 12 byrjan upp å landskappingina, men kom fyri seg móti endanum, og tað var nær við, at tær yvir- hálaðu EB, tá avtornaði. Men nú er so lagt upp til tveir spennandi dystir um, hvgr komandi ár skal spæla í 1. deild, sum tá er komin niður á seks lið. Skála fekk einki stig Skála er flutt niður fyri langari tíð síðani, og tá hugt verður at stiga- talvuni, sæst, at tær einki stig hava, og málmunurin sigur 4-87. Av hesum kunnu vit staðfesta, at tað verður sunt hjá skálakvinnum at royna seg í 2. deild, tí tað er ongantíð serliga stuttligt at spæla, tá tú tapir hvgrja ferð. Kvinnu- fótbólturin á Skála var Føroya besti fyrst í 90-unum, tá skála- kvinnur vunnu FM-heitið í 1990 og aftur í 1992. Nógv er broytt síðani tað, liðið í ár hevur verið spildurnýtt, og so gekk tað, sum tað gjørdi. Tað er altíð lættari at byggja eitt nýtt lið upp, tá tað spælir í eini lægri deild, har mót- stødan ikki er so stór, og tað ger Skála so næsta ár. Seinasta dystin á árinum átti Skála á heimavelli móti LÍF, sum lutfalsliga tíðliga varð sett uttan- fyri ávirkan í kappingini. Leir- víkskvinnur hava ligið í miðjuni meginpartin av kappingarárinum og hava hótt oddaliðini, seinast fyri tveimum vikum síðani móti B36. Hesaferð vunnu tær 6-1, og tað var so seinasti seymurin, sum varð negldur í niðurflytingarkist- una hjá Skála. LÍF hevur litið nógv á Kristinu Eyðbjørnsdóttir í ár, men hon fór av landinum, tá nakrir dystir vóru eftir at spæla. Men nógv gott fólk er í Leirvík (og Gøtu), og LÍF fer ivaleyst eisini at vera millum tey frægastu liðini næsta ár. Linda Hansen legði tær grónu á odda tíðliga í dystinum, men Skála kom upp á javnt aftur við einum máli, sum Anna Olsen skeyt. Men so fór Sonja Hansen í gongd — hon skeyt trý mál á rað, tvey í fyrra og eitt í seinna hálv- leiki, og so var LÍF komið upp á 4-1. Elisabeth Høgnesen byrjaði sum målverji, men LIF skifti mål- verja í hálvleikssteðginum, og Eli- sabeth fór út á vøllin at spæla. Hon skoraði eisini til 5-1, áðrenn Karin Heinesen endaði málveitsluna fimm minuttir fyri leiklok Nú er bert eftir at avgera, um NSÍ sleppur at halda fram í 1. deild, ella um Suðuroyggin aftur verður umboðað í bestu deildini komandi ár. Dystirnir millum NSÍ og VB verða eftir hvat skilst spældir tvey tey komandi viku- skiftini.